hósdagur 10. oktober 2002síða 3
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 194 - 10. oktober 2002
Nr. 194 - 10. oktober 2002
5
– Fólkaflokkurin var
raskur at brúka
samferðsluhavnina í
Vági til valagn, men
nú, hann hevur tapt
valið, verður Suður-
oyggin slept upp á
fjall
SAMFERÐSLUHAVN
Áki Bertholdsen
– Hetta er langt úti.
Johan Dahl, løgtings-
maður úr Sambandsflokk-
inum er ógvuliga misnøgd-
ur við uppskotið til fíggjar-
lóg, sum nú er til viðgerðar
í Løgtinginum.
Hann er serliga argur inn
á, at onki er sett av til sam-
ferðsluhavnina
í
Vági,
hóast tað er samtykt í Løg-
tinginum.
– Men hetta er fólka-
flokkurin, tá ið hann er
bestur.
Hann sigur, at fólka-
flokkurin gjørdi nógv burt-
urúr at brúka samferðslu-
havnina í Vági til valagn
uppundir løgtingsvalið í
apríl fyri at tryggja sær
nakrar atkvøður.
– Men nú teir taptu valið
kortini, kemur hevndin alt
fyri eitt og teir sleppa Suð-
uroynni upp á fjall.
Johan Dahl heldur, at
slíkur politikkur kann ikki
takast í álvara og at tað er
nú, at tinglimurin hjá Suð-
uroynni í samgonguni skal
standa sína roynd.
– Tað, sum undrar meg,
er, at tað er Vinnumálastýr-
ið sjálvt sum hevur biðið
um at sleppa at byggja sam-
ferðsluhavn í Vági, nú bý-
ráðið kortini fer at gera
djúphavn.
– Samferðsla er sam-
ferðsla og hevur onki sum
so við Suðuroynna at gera.
Tað er ein farvegur sum
einhvør annar samferðslu-
vegur í landinum. Og tað er
langt úti at tengja sam-
ferðsluhavnina í Vági og
bergholið ímillum Øravík
og Hov, tí tað er langt síðani
sett til at byrja í 2004 á
langtíðar útbyggingarætl-
anini.
– Og at broyta eina lóg
nú, sum er samtykt beint
fyri valið, er ein beinleiðis
politisk beistagerð, leggur
hann afturat
Onki nýtt
Nú verður ført fram, at
Suðuroyggin fær størsta
partin av pengunum, sum
skulu brúkast til útbygging-
ar komandi ár?
– Ja, tað veit eg. Men tað
vistu fólkafloksmenn eis-
ini, tá ið teir lovaðu sam-
ferðsluhavn í Vági uppund-
ir valið. At peningur skuldi
gjaldast fyri nýggju suður-
oyarferjuna, hava øll vitað
leingi og at tað verður
neyðugt við ferjulegu í
Trongisvági, vistu øll eis-
ini. Tað er onki nýtt í hes-
um.
– Men annars er ikki ætl-
anin at játta eina krónu til
vegirnar í Suðuroynni, sum
eru teir vánaligastu í land-
inum.
Og
Suðuroyar
Sjúkrahús fær bara 1,4
millión afturat, samstundis
sum Klaksvíkar Sjúkrahús
fær 5,6 milliónir afturat og
Landssjúkrahúsið 22.
– Eg veit ikki, hvør mun-
urin er á Sjúkrahúsinum í
Suðuroy og tí í Klaksvík til
at tað skal vera so stórur
munur á játtanini.
Nú hevur verið skotið tær
og Henrik Old í skógvarn-
ar, at tit óbeinleiðis hava
saboterað samferðsluhavn-
ina í Vági við at reisa málið
av nýggjum, tí málið varð
samtykt í tinginum og gekk
sína gongd, Tað einasta, tit
gjørdu, var at órógva málið
og hetta er so avleiðingin?
– Tað er tvætl. Tað var
neyðugt at reisa málið av
nýggjum,
tí
eftir
stuðulslógini, sum varð
samtykt, kundi landsstýris-
maðurin útseta málið so
leingi, hann vildi. Tað vísir
seg eisini nú. Tí var tað
neyðugt at gera eina verk-
lagslóg, sum bindur Lands-
stýrið at gera havnina nú.
Fyri at tryggja okkum, at
havnin verður gjørd nú og
ikki verður útsett í tað
óendaliga, løgdu Henrik
Old og eg uppskotið fyri
løgtingið.
– Og tað ber heldur ikki
til, at tað skal vera Vágs
Kommuna, sum skal hava
ábyrgdina av sjálvari bygg-
ingini, og tann fíggjarliga
váðan, tí tað er ikki Vágs
Kommuna, sum skal gera
samferðsluhavnina. Fyri at
tryggja, at samferðsluhavn-
in fær eina dygd, sum tað
almenna krevur, og verður
byggiharri við tí fíggjarliga
váðanum, var tað neyðugt
at gera eina verklagslóg,
sum Henrik Old og eg
skutu upp. Annars hevði tað
verið Vágs Kommuna, sum
kom at standa við endan,
gekk byggingin ikki sum
ætlað og tað kundi blivið
ein vanlukka fyri komm-
ununa, sigur Johan Dahl.
Í stuðulslógini, sum varð
samtykt beint fyri valið,
stendur eisini, at tað verður
neyðugt at gera eina verk-
lagslóg, áðrenn landið kann
byggja samferðsluhavnina í
Vági og tað er hetta, Henrik
Old og eg skutu upp at
gera.
Tað er eisini átaluvert, at
Bjarni Djurholm setir mál-
ini um samferðsluhavn í
Vági og berghol ímillum
Øravík og Hov upp ímóti
hvørjum øðrum við at siga,
at skal havnin gerast, verða
ráð ikki til at gera berghol-
ið.
– Men nú vísir tað seg, at
peningur er hvørki settur av
til samferðsluhavnina, ella
til bergholið.
–Tað verður prátað
nógv og sussa illa um
fólkaskúlan, men tað
verður onki gjørt,
sigur Katrin Dahl
Jacobsen, løgtings-
limur og lærari
FÍGGJARLÓGIN
Áki Bertholdsen
– Tað er skelkandi at hoyra,
hvussu konservativan hug-
burð, mentamálaráðið hev-
ur til Fòlkaskúlan.
Nú
fíggjarlógin
fyri
næsta ár er til viðgerðar,
fanst Katin Dahl Jacobsen,
sum er løgtingslimur og
lærari harðliga at tí skúla-
politikki, sum Landsstýrið
hevur stungið út í kortið.
Hon vísir á, at einaferð
tað ein landsstýrismaður
sum í boðaði frá einum
politikki, sum skuldi føra
til »tann góða fólkaskúl-
an«.
– Men enn hava vit onki
merkt til tað, heldur tvørt-
urímóti. Tí, hvat fólkaskúl-
anum viðvíkur, tykist tað,
sum um tað verður prátað
nógv og sussað illa, men
onki verður gjørt.
Skelkandi hugburður
Hon sigur, at eftir tí, lands-
stýrið
hevur
fráboðað,
skuldi 2002 líkasum vera
árið hjá »tí góða fólka-
skúlanum«. Ein herðferð
fyri sakina.
– Eg haldi, at hvørki
næmingar, foreldur ella
lærarar enn hava merkt
nakað petti til tað. Tvørtur-
ímóti. Nú er árið við at
halla, og tað er sum um, at
tá ið tað snýr seg um fólka-
skúlan, so er bara at tosa
sussa eina rúgvu.
Katrin Dahl Jacobsen
sipaði eisini til eina send-
ing hjá Birgiri Kruse nú í
vikuni um fólkaskúlan.
– Tað var skelkandi at
hoyra, hvussu konservativ-
ur
boðskapurin
er
úr
Mentamálaráðnum. Har var
barslað við 15-20 ára goml-
um teorium. Og so er tað
hetta misálitið og kollektiva
revsingin av allari lærara-
stættini, sum varð avdúkað,
tí nú skal hvør einstakur
lærari telja, hvussu nógvar
uppgávur hann rættar.
– Hetta er ikki at hava
álit. Hetta er onki uttan
eftirlit. Hetta hongur ikki
saman við nýggjum ar-
beiðshættum í skúlanum og
er heldur ikki ein hugburð-
ur at hava til starvsfólk.
Katrin Dahl Jacobsen sigur,
at lærarar sita ikki við
stílum,
fyrisagnum
og
aftursagnum á sama hátt,
sum Mentamálaráðið og
landsstýrismaðurin heldur-
Nú skal niðurskurður fyri
rætting í enskum í 8. og 9.
flokki skal burtur o.s.fr.
– Tað má vera antin
manglandi royndir og vitan
um fólkaskúlan ella avold-
aður hugburður hjá myn-
dugleikanum, sum gera, at
slíkt tvætl kemur úr Menta-
málaráðnum.
Tað skúlanum tørvar
mest er frið og góðar
arbeiðsumstøður. Í Havn
tørvar skúlin mest av øllum
skúlastovur.
– Í dag ganga havnarbørn
í skúla í Tilhaldinum og
argjabørn í Róðrarneystin-
um. Úti um landið veit eg,
at tað knípur hjá summum
kommunum
at
fíggja
nýggjar skúlabygningar og
klára øktu krøvini, sum
lógin setir.
– So vælsignað gev okk-
um góða læraraútbúgving,
og góða eftirútbúgving og
ikki minst álit, segði Katrin
Dahl Jacobsen.
Hon spurdi eisini, hvat
hendir, tá ið ein flokkur fer
upp um 24 næmmingar og
um skúlin fekk eyka tímar
fyri tað. har svaraði lands-
stýriskonan, at tað gjørdi
tað.
Eta orðini í seg aftur
Men so legði Katrin Dahl
Jacobsen afturat, at kanska
verður hon noydd at eta
orðini um manglandi viljan
hjá Landsstýrinum í seg
aftur.
Tí hon sigur, at tað er
ómøguligt at vita, hvat
landsstýrið í veruleikanum
ætlar.
– Sjálvdan hava vit sæð
eina fíggjarlóg, sum er so
ófullfíggjað sum hendan.
Har virksemið hjá fólka-
skúlanum skal lýsast, eru
bara tómir teigar. Vit fáa
onki at vita um næming-
atal, eftirútbúgvingar o.s.fr.
og tí er ómøguligt at meta
um, hvussu tølini fara at
halda.
Eftir uppskotinum til fíggj-
arlóg, skal játtanin til fólka-
skúlan hækka 7,8 milliónir
krónur.
– Hetta er til læraralønir
og eftirlønir hjá sáttmála-
settum lærarum. Hetta er
lógarbundin játtan. Meir er
ikki at siga, tí tað mangla
tøl fyri alt virksemið í
fólkaskúlanum fyri kom-
andi ár.
– Ella er okkurt at krógva
her, sum vit ikki skulu vita?
Tað er løgið, at eingin út-
greining av nøkrum slag er
fyri eitt stórt øki sum fólka-
skúlin er.
Hon spurdi síðani Annlis
Bjarkhamar, landsstýris-
konu í skúlamálum, hví
eingin útgreining av fólka-
skúlanum í uppskotinum,
men tað fekk hon ikki svar
uppá.
Hevna seg inn á suðuroyingar
fyri at hava tapt løgtingsvalið
Hugburðurin til skúlan er skelkandi
Nýggja útvarps-
rásin hjá suðuroy-
ingum fekk eina
góða byrjan. Í dag
verður aftur lagt til
brots
ÚTVARP
Áki Bertholdsen
Tað vóru eini 30-40
fólk, sum stukku inn á
gólvið, tá ið nýggja út-
varpsrásin hjá suður-oy-
ingum, Suðurrás fór av
bakkastokki
seinasta
hósdag.
Suðurrás sendir eina-
ferð um vikuna í sam-
starvi við Útvarp Føroya
og Suðurrás er á skránni
hjá útvarpinum hvønn
hósdag fra kl. 17.05 til
klokkan 18 og fyrsta
sendingin var seinasta
hósdag.
Í samband við jom-
frúsendingina,
hevði
Suðurrás opið hús í upp-
tøkuhølunum í Litbúðini
í Vági og har nýttu fólk
úr allari oynni høvi til at
støkka inn á gólvið,
eisini bý- og bygdaráðs-
limir.
Í dag er fer Suðurrás
aftur í luftina. Í sending-
ini í dag verður tosað
við stjóran í Suðuroyar
Heilsølu, Magnus Jen-
sen, sum er í ferð við at
verða sett á stovn.
Somuleiðis verður prát-
að við kolamenn í Hval-
ba, umframt at okkurt
annað verður at frætta
eisini.
30-40 fólk stukku
inn á gólvið
– Nú fólkaflokkurin tapti
løgtingsvalið í Suðuroynni,
vísa teir seg frá síni bestu síðu
og venda Suðuroynni bakið
og hevna seg fyri valósigurin,
sigur Johan Dahl, løgtings-
maður
– Tað má vera antin mangl-
andi royndir og vitan um
fólkaskúlan ella avoldaður
hugburður hjá myndugleik-
anum, sum gera, at slíkt tvætl
kemur úr Mentamálaráðn-
um, sigur Katrin Dahl Jacob-
sen
Bergur í Garði, stjóri
á Postverkinum, fekk
sum vátan frammaná,
tá hann sá fíggjar-
lógaruppskotið fyri
2003. Hann hevði
fingið at vita frá
Vinnumálaráðnum,
at stovnurin fór at
sleppa at hava átta
milliónir í undirskoti
næsta ár, men í fíggj-
arlógaruppskotinum
er talið sett til null. Tí
noyðist postverkstjór-
in nú at spara átta
milliónir, og tað fer at
merkja skerdar íløgur
og fleiri uppsagnir,
sigur Bergur í Garði
FÍGGJARLÓG
Jón Brian Hvidtfeldt
Postverk Føroya skal vera
útreiðsluneutralt næsta ár,
tað vil siga, at stovnurin
skal ikki kosta landskassan-
um nakað. Tað stendur í
uppskotinum til fíggjarlóg
fyri næsta ár.
Hetta kemur illa við hjá
stjóranum á Postverkinum,
Bergur í Garði, sum 2. sep-
tember í ár lat Vinnumála-
ráðnum sítt tilmæli til fíggj-
arætlan fyri stovnin næsta
ár. Í uppskotinum hevði
hann mett, at Postverkið fór
at hava undirskot upp á 10
milliónir krónur næsta ár,
skal stovnurin rekast á ver-
andi støði. Úr Vinnumála-
ráðnum fekk hann síðan at
vita, at lagt varð upp fyri, at
Postverkið fór at hava átta
milliónir í undirskoti næsta
ár. Hetta metti postverk-
stjórin vera á eini leið, og at
fyri henda pening bar til at
reka stovnin á nøkunlunda
sama støði, eisini næsta ár.
Men í fíggjarlógaruppskot-
inum eru tær átta millión-
irnar úr Landskassanum
strikaðar – har stendur null.
– Eg má siga, at hetta
kemur sera óvart á meg,
serliga tí at eg hevði fingið
at vita, at Postverkið fór at
fáa átta milliónir krónur
næsta ár, sigur Bergur í
Garði.
Av teimum átta millión-
unum skuldu fimm milli-
ónir krónur nýtast til íløgur,
meðan tríggjar milliónur
skuldu nýtast til raksturin.
Peningurin til íløgur skuldi
serliga nýtast til at fáa eina
nýggja postavgreiðsluskip-
an, til kunningartøkni og til
eina fíggjarætlanarskipan,
umframt
aðrar
smærri
íløgur. Summar av íløgun-
um eru longu farnar í
gongd, og játtanin næsta ár
var í so máta bara eitt fram-
hald av eini verandi íløgu,
men hesar ætlanir mugu nú
steðgast, sigur Bergur í
Garði. Hann leggur tó aft-
urat, at ikki ber til at steðga
øllum íløgum á stovninum.
Bergur í Garði sigur, at
trupult er at fremja sparing-
ar á postverkinum uttan at
siga fólk úr starvi, tí umleið
80 prosent av samlaðu
útreiðslunum á stovninum
fara til lønir.
– Vit hava framt nógvar
sparingar og hava harum-
framt havt ein inntøku-
vøkstur seinastu árini, sigur
Bergur í Garði og vísir á, at
tað eru ikki meira enn nak-
rir fáir mánaðir síðan at
postgjøldini hækkaðu, so
tað ber illa til at hækka tey
eina ferð afturat. Hann sig-
ur, at skal Postverkið spara
átta milliónir krónur næsta
ár, so slepst ikki undan
uppsagnum.
– Nú eg síggi tølini í
fíggjarlógaruppskotinum er
tað mín skylda sum leiðari
á stovninum at fara at fyri-
reika sparingar. Eg havi
eingi boð fingið um, at
politiski myndugleikin hev-
ur nakrar aðrar yvirordnað-
ar ætlanir við stovninum,
og tí noyðist eg nú at seta
meg niður at finna út av,
hvar eg kann spara átta
milliónir
krónur,
sigur
Bergur í Garði.
Kom óvart á
Bjarni Djurholm, lands-
stýrismaður í vinnumálum,
sum eisini varir av Post-
verkinum, er skelkaður av,
at ikki eitt oyra er sett á
fíggjarlógina til Postverkið.
– Eg hevði boðað frá, at
Postverkið hevði tørv á átta
milliónum
krónum
úr
Landskassanum næsta ár,
og hevði eisini biðið um at
fáa pengarnar á játtanina til
vinnumál. Men ikki fyrr
enn fíggjarlógaruppskotið
var farið til prentingar, fekk
eg at vita, at játtanin var
strikað, sigur Bjarni Djur-
holm. Hann leggur afturat,
at ábyrgdin av at játtanin til
Postverkið er strikað, tí
liggur hjá landsstýrismann-
inum í fíggjarmálum.
Bjarni Djurholm vísir á,
at hann í eina tíð hevur ar-
beitt við at umskipa Post-
verkið til alment partafelag.
Í hesum sambandi skulu
fleiri broytingar gerast á
stovninum, og eisini skulu
lógarbroytingar til. Bjarni
Djurholm sigur, at verða
hesar broytingar framdar,
so ber til at spara tær átta
milliónir krónurnar, sum
Postverkið fer at hava í
undirskoti næsta ár. Men
enn væntar nakað í, áðrenn
Postverkið kann umskipast
til alment partafelag, og
landsstýrismaðurin hevur
heldur ikki fingið vissu
fyri, at politisk undirtøka er
fyri at umskipa Postverkið.
Tí vil Bjarni Djurholm
hava pengar á fíggjarlógina
fyri næsta ár til stovnin.
– Tað er beinleiðis ímóti
mínum vilja, at játtanin til
Postverkið er burtur. Tí
havi eg boðað Karsten Han-
sen frá, at eg vil hava vissu
fyri, at eg fái politiska
undirtøku í Tjóðveldis-
flokkinum fyri at umskipa
Postverkið til alment parta-
felag. Fái eg ikki tað, so
skal Karsten Hansen seta
tær átta milliónirnar aftur á
játtanina til Postverkið, sig-
ur ein avgjørdur Bjarni
Djurholm. Hann leggur aft-
urat, at í løtuni verður ar-
beitt í Vinnumálaráðnum
við lógarbroytingum fyri
Postverkið, og fær hann
politiska undirtøku í sam-
gonguni fyri at umskipa
Postverkið, so metir hann
tað bera til at umskipa
stovnin, og harvið spara tær
átta milliónirnar, longu
næsta ár.
– Hetta er eitt óheppið
signal at senda út, at lands-
stýrismaðurin í fíggjarmál-
um bara strikar játtanina til
Postverkið av fíggjarlógar-
uppskotinum, sigur Bjarni
Djurholm, og leggur aftur-
at:
– Tað er Karsten Hansen,
sum hevur strikað pengarn-
ar, og tí verður tað eisini
hansara uppgáva at fáa teir
aftur á fíggjarlógina, kann
Tjóðveldisflokkurin ikki
taka undir við at umskipa
Postverkið, sigur Bjarni
Djurholm.
Keyptur ella seldur
Stjórin á Postverkinum,
Bergur í Garði, hevur sum
nevnt ikki fingið nøkur boð
um, hvørjar politisku fram-
tíðarætlaninar eru fyri Post-
verkið. Tí fer hann nú undir
at fyrireika seg til at skula
spara átta milliónir krónur
næsta ár. Hann ætlar sær at
gera eitt upplegg til, hvar
pengarnir kunnu sparast.
– Tað er mín skylda, tá eg
nú síggi tølini í fíggjarlóg-
aruppskotinum, at taka tey í
álvara. Tí fari eg nú at fyri-
reika sparingar á stovnin-
um. Tað er greitt, at tá
eingir pengar eru, so mugu
vit at nýta neyðbremsuna.
Vit hava longu framt tær
innanhýsis sparingar, sum
vit kunnu, og tá 80 prosent
av okkara útreiðslum fara
til lønir, er ikki trupult at
ímynda sær, at sparingin fer
at merkja nógvar uppsagn-
ir, sigur Bergur í Garði,
stjóri á Postverkinum.
Skal roknistykkið hjá
Strandferðsluni
ganga upp, skulu
ferðaseðlakostnaðirni
r hækka við tilsamans
seks milliónum krón-
um næsta ár. Í meðal
verður tað 15 prosent
dýrari at ferðast við
strandfaraskipunum,
meðan Bygdaleiðir
sleppa við smærri
hækkingum í ferða-
seðlakostnaðinum. –
Sleppa vit ikki at
hækka ferðaseðla-
prísirnar, so mugu vit
hava seks milliónir
krónur úr Landskass-
anum, sigur Reidar
Nónfjall, stjóri á
Strandferðsluni
FÍGGJARLÓG
Jón Brian Hvidtfeldt
Tað verður í framtíðini dýr-
ari at ferðast við skipunum
hjá Strandferðsluni. Í fíggj-
arlógaruppskotinum
fyri
2003 er roknað við seks
milliónum krónum í meir-
inntøkum av príshækking-
um á Bygda- og Oyggja-
leiðum.
Reidar Nónfjall, stjóri á
Strandfaraskipum Lands-
ins, sigur, at neyðugt er at
hækka ferðaseðlakostnað-
irnar, skal roknistykkið
ganga upp.
– Sleppa vit ikki at
hækka ferðaseðlakostnað-
in, so mugu vit fáa peng-
arnar á fíggjarlógini í stað-
in fyri, sigur Reidar Nón-
fjall.
Játtanin til Strandferðsl-
una í fíggjarlógaruppskot-
inum fyri næsta ár er 74,6
milliónir krónur, og tað er
tað sama sum í ár, um út-
reiðslan til nýggjar stabilis-
atotar til Smyril, sum er
mett at kosta umleið fýra
milliónir, verður drigin frá.
Strandferðslan hevur gjørt
sína fíggjarætlan fyri næsta
ár eftir teimum fortreytum,
sum eru galdandi í løtuni,
tvs. at Skálafjarðaleiðin,
siglingin hjá Sam um Leir-
víksfjørð og siglingin hjá
Smyrli á Vág eru við í
roknistykkinum.
Eisini
hevur Strandferðslan lagt
upp fyri, at eingin sigling
verður um Vestmannasund
og at inntøkurnar frá flog-
leiðini helst fara at minka
næsta ár.
Í seinastuni hevur verið
frammi, at Skálafjarðasigl-
ingin møguliga skal niður-
leggjast, men Bjarni Djur-
holm, landsstýrismaður í
vinnumálum, hevur í hes-
um sambandi ført fram, at
peningurin skal nýtast til
vegagerð á vestara armi á
Skálafjørðinum í staðin, og
tí fær Strandferðslan sum
so ongan ágóða av, um sigl-
ingin, sum kostar umleið
seks milliónir um árið,
verður niðurløgd.
Neyðugt við dýrari
ferðaseðlum
Reidar Nónfjall sigur, at
neyðugt er at hækka ferða-
seðlakostnaðin,
skal
Strandferðslan megna at
halda seg á nøkunlunda
somu játtan næsta ár, sam-
mett við í ár.
– Strandferðslan er í tí
støðu, at vit sleppa ikki at
røra tænastustøðið. Vit
sleppa ikki at spara ella
skerja túratalið á nøkrum
leiðum, tí at politikararnir
halda fast um, at støðið skal
vera óbroytt. Síðan 1997
eru lønarútreiðslurnar hjá
Strandferðsluni, sum í høv-
uðsheitum stava frá lønar-
vøkstri í samfelagnum, økt-
ar við 10 milliónum, og síð-
an 1998 eru útreiðslurnar
til olju øktar við átta milli-
ónum. Men samtíðis hava
vit ikki hækkað ferðaseðla-
prísin seinastu 10 árini.
Hetta gongur ikki longur,
og nú sleppa vit ikki undan
at gera okkurt, sigur stjórin
á Strandferðsluni.
Reidar Nónfjall vísir á, at
Strandferðslan, tá hædd
verður tikin fyri lønar-
hækkingum og útreiðsluni
til stabilisatorar til Smyril,
megnar at halda útreiðsl-
urnar á sama støði næsta ár,
sleppur Strandferðslan at
hækka ferðaseðlaprísirnar
við tilsamans seks millión-
um krónum.
Strandferðslan
hevur
gjørt eitt uppskot um, hvar
og hvussu nógv ferðaseðla-
kostnaðurin skal hækka.
Hóast Reidar Nónfjall ikki
hevur stórvegis hug at út-
greina hetta uppskot, so
kann hann siga so mikið, at
tað í meðal verður 15 pros-
ent dýrari at ferðast við
skipunum hjá Strandferðsl-
uni.
Ferðaseðlaprísurin
hækkar, bæði fyri ferðafólk
og bilar, men tó mest fyri
bilar, sigur stjórin á Strand-
ferðsluni.
Eisini
ætlar
Strandferðslan, at ferða-
seðlarnir við Bygdaleiðum
skulu gerast dýrari, men tó
ikki so nógv. Lagt verður
upp til, at hægri ferðaseðla-
prísir við bussunum skulu
geva tilsamans 500.000
krónur í kassan hjá Strand-
ferðsluni.
Politisk semja
Bjarni Djurholm, lands-
stýrismaður í samferðslu-
málum, sigur, at hann hevur
givið Strandferðsluni loyvi
til at hækka ferðaseðla-
prísirnar. Bjarni Djurholm
sigur, at hann á landsstýris-
fundi hevur boðað frá hes-
um, og at hann ikki hevur
fingið ábendingar um, at
undirtøka ikki er í sam-
gonguni fyri at loyva
Strandferðsluni at hækka
ferðaseðlaprísirnar.
– Strandferðslan hevur í
fleiri ár ikki hækkað sínar
prísir, meðan útreiðslurnar
hjá stovninum samtíðis eru
hækkaðar nógv. Tí meti eg
tað vera rætt at loyva
Strandferðsluni at hækka
ferðaseðlaprísirnar, sigur
Bjarni Djurholm.
Postverkið skal spara átta milliónir
15 prosent dýrari at nýta Strandferðsluna
Bergur í Garði, stjóri á Postverkinum, fer nú at fyrireika seg til
at skula spara átta milliónir krónur. Henda upphædd er
nevniliga strikað í fíggjarlógaruppskotinum fyri næsta ár
Mynd: Jens Kr. Vang
C
M
Y
K
5
4