Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-10, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. oktober 2002síða 4

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 194 - 10. oktober 2002 Nr. 194 - 10. oktober 2002 7 Hølisviðurskiftini hjá Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna eru lappa- loysn, sigur skúla- stjórin SKÚLABYGGING Edvard Joensen At hava tríggjar skúlaflokk- ar í trimum ymiskum hús- um er ikki annað enn ein lappaloysn, sum ger tilver- una á skúlanum ótrygga, sigur skúlatjórin á Fiski- vinnuskúlanum í Vest- manna. Hesar eru treytirnar, Fiskivinnuskúlin livir undir, og tað hevur hann gjørt, síðan 1994, greiðir Jákup Andreasen, skúlatjóri frá. Hann sigur, at ein nevnd er sett at arbeiða við hølis- viðurskiftunum hjá Fiski- vinnuskúlanum, og hon skal vera liðug við sítt arbeiði til nýggjárs. Hóast Jákup Andreasen er limur í nevndini, vísir hann til nevndarformannin, sum eftir hansara meting er tann, ið eigur at úttala seg um arbeiðið hjá nevndini. Vit royndu áðrenn blaðið fór til prentingar at fáa orð á nevndarformannin, Hans Andrias Dam Joensen, men tað eydnaðist okkum ikki. Um hølisviðurskifftini á Fiskivinnuskúlanum í dag sigur Jákup Andrasen, skúlastjóri, at tey eru ein lappaloysn. Stovurnar eru smáar og ov trongar til teir næmingarnar, sum ganga á skúlanum. Tað ger tað óarbeiðsligt, og tungt at vera inni, sigur hann. Hann metir ikki, at tað eru hølis- viðurskiftini, sum økja hugin hjá fólki at søkja á skúlan. – Ikki tí, sigur hann, so tykist áhugin kortini at vera vaksandi, hóast hann átti at verið størri. Útbúgvingin er øðrvísi enn aðrar undirvís- ingar í landinum, og tað dregur helst eitt sindur, heldur hann. At Fiskivinnuskúlin ikki slapp at keypa høllina Inni á Fjørð í Vestmanna, sum talan hevur verið um, hjálp- ir sjálvandi ikki upp á hølistrupulleikarnar. – Men soleiðis var nú av- gerðin hjá almenna byggi- myndugleikanum, sigur Jákup Andreasen, og tí fara vit so at ganga eftir. So framvegis húsast vit í gamla skúlanum umframt tveimum húsum, vit hava leigað afturat. Tríggjar flokkar í hvør sínari stóvu, sum eru í hvør sínum húsií Vestmanna, er tað, Fiskivinnuskúlin hevur at bjóða í dag. Á fíggjalógaruppskot- inum fyri komandi ár standa 400.000, krónur til íløgur, meðan talið fyri 2005 er 350.000, krónur. – Og tað verður ikki nógvur skúli bygdur fyri, staðfestir Jákup Andreasen, skúlastjóri á Fiskivinnu- skúlanum í Vestmanna. Pensionistar í Vágum fáa nú tilboð um at koma á Ellisheimið um dagarnar. Skip- anin er sett at vara hetta árið út, sigur leiðarin á Ellisheim- inum DAGSTOVNATILBOÐ Edvard Joensen Vágar: Pensionistar í Vág- um, suma v einhvørjari orsøk ikki sjálv eru før fyri at ferðast, fáa nú tilboð um at koma á Ellisheimið til ymisk tiltøk um dagin. Skipanin er royndarskipan, sum fyribils skal vara árið út. Helena Joensen, leiðari á Ellis- og Avlamisheiminum í Vágum, sigur, at talan er um eitt sonevnt dagstovna- tilboð, sum tey nú eru farin undir. Tað er ikki at blanda við dagtilhald, greiðir hon frá, tí dagtilhald er fyri fólk, sum klára seg sjálvan í allar mátar, meðan hetta tilboðið er fyri, fólk, sum á ein- hvønn hátt hava hjálp fyri neyðini. – Hetta tilboðið er i grundini eitt framhald av tí frálíka tiltakinum, sum ver- ið hevur í Húsmøðrafelags- húsinum í Sørvági, har pensionistar eru komnir saman í longri tíð og hava tað frálíkt, greiðir Helena Joensen frá. Men okkara tilboð skal á ongan hátt skiljast sum nøkur kapping til tað, sum har verður gjørt, men heldur eitt tilboð til teirra, sum ikki fáa farið til Sørvágs. Ellisheismið koyrir døg- urða út til fólk, men hevur ikki tann kapasitet, tey kundu ynskt, sigur leiðarin. So fyri a t røkka enn fleiri fólkum, sum hava ávísan tørv, verður roynt við hesi dagstovnaskipanini, sum í grundini er eftir uppskoti frá Felagskommununi í Vágum. Flutningsmøguleikarnir eru góðir, tí Ellisheimið hevur buss til serflutning. Soleiðis ber øllum til at koma til og frá, um tað ynskist. Helena Joensen sigur, at tey vilja fegin frætta frá fólki, sum eru sinnað at royna skipanina. Fólk kunnu sjálv venda sær til Ellisheimið, ella avvarð- andi gera tað. Síðan verður farið út til hesi fólkini at tosa við tey og greiða teim- um nærri frá hvussu hetta virkar. Eitt spurnarblað, sum samstundis kann vera eitt tilmeldingarblað, er gjørt, sum so verður fylt út á hesi vitjanini heima hjá pensionistinum. – Men framvegis leggja vit dent á, at vit á ongan hátt mugu koma tvørt fyri hjá teimum, sum koma í Húsmøðrafelagshúsið í Sørvági. Og júst heta er ein partur av spurnarblaðnum. At vita, um talan kann vera um somu fólk, sigur Helena Joensen. Hon sigur, at hetta tiltak- ið er í tráð við almenna eldraálitið, sum í sínum endamálið miðar eftir, at fólk skulu verða verandi heima hjá sær sjálvum sum longst. Eydnast hetta tiltakið við dagstovnatilboðnum fyri pensionistarnar í Vágum, verður væntandi hildið fram eisini komandi ár, sig- ur Helena Joensen, leiðari á Ellis- og Avlamisheiminum í Vágum. Lappaloysn Dagstovnatilboð í Vágum Hóast Fiskivinnuskúlin heldur til í trimum ymiskum húsum í Vestmanna, og hølisviðurskiftini eru vánalig, er áhugin fyri at søkja á skúlan ikki minkaður, sigur skúlastjórin Ellis- og Avlamisheimið í Vágum bjóðar pensionistum í oynni sonevnt dagstovnatilboð. Fólk kunnu venda sær til leiðaran á Ellisheiminum til at fáa meira at vita Mydn: Edvard Joensen 5 5 Uttan býtisbil 185.000,- MERCEDES SPRINTER 412 D -LAST VIÐ PRESSENNING Árg 16.12.99., Km 22.000. Kr.222.500 +mvg . Uttan býtisbil 9.000,- Uttan býtisbil 9.000,- sýnaður 27.09.02 VOLVO 240 GL Árg 11.06.87, Km 134.000. Kr.15.000. Uttan býtisbil 102.000,- Uttan býtisbil 102.000,- sýnaður 18.02.02 NISSAN PRIMERA 1,6 Árg 13.08.99, km. 97.000 Kr.112.000. Uttan býtisbil 92.000,- sýnaður 18.09.02 TOYOTA COROLLA 2.0 D STW- VIÐ TR.LAKKSKAÐA Árg 03.96, Km 105.000. Kr. 100.000. Uttan býtisbil 114.000,- TOYOTA COROLLA 1.6 S/D Árg 20.05.99, Km 52.000. Kr.129.000. Uttan býtisbil 168.000,- Uttan býtisbil 168.000,- TOYOTA AVENSIS 2.0 TD SEDAN Árg 30.03.00, Km 60.000. Kr.180.000. Uttan býtisbil 105.000,- TOYOTA COROLLA 2.0 D SEDAN Árg 27.01.99, Km 95.000. Kr.115.000. Uttan býtisbil 10.000,- Uttan býtisbil 10.000,- sýnaður 17.07.02 NISSAN SUNNY SL 1,6 Árg 29.06.88, km. 239.000 Kr.18.000. Uttan býtisbil 124 .000,- Uttan býtisbil 124 .000,- sýnaður 03.05.02 SKODA OCTAVIA 1.6 Árg 17.05.00, Km 37.000. Kr.139.000. Uttan býtisbil 70.000,- Uttan býtisbil 70.000,- sýnaður 31.05.02 PEUGEOT 106 Árg 07.08.97, Km 58.000. Kr. 79.000. Uttan býtisbil 173.000,- Uttan býtisbil 173.000,- PEUGEOT 406 HDI STW Árg 21.04.99, Km 43.000. kr. 188.000. Uttan býtisbil 105.000,- sýnaður 06.09.02 MERCEDES VITO, VØRUBILUR Árg 18.03.97, Kr.115.000. Uttan býtisbil 78.000,- VOLVO 440 1.8 Árg 14.12.95, Km 58.000. Kr.89.000. Uttan býtisbil 55 .000,- Uttan býtisbil 55 .000,- sýnaður 27.09.02 SUBARU LEGACY 2.0 GL Árg 30.12.93, Km 225.000. Kr.68.000. Uttan býtisbil 109.000,- Uttan býtisbil 88.000,- FORD TRANSIT - aut. Árg 21.08.96, Km 15.000. Kr.99.000. Uttan býtisbil 88.000,- VW GOLF 1.8 Árg 03.10.95, Km 101.000. Kr.99.000. Uttan býtisbil 93.000,- RENAULT MEGANE 1.4 H/B Árg 01.10.99, Km 57.000. Kr.105.000. Uttan býtisbil 70.000,- OPEL ASTRA 1.8 STW. Árg 25.10.95, Km 62000. Kr.85.000. Uttan býtisbil 68.000,- Uttan býtisbil 68.000,- sýnaður 13.02.02 RENAULT MEGANE 2.0 Árg 26.06.96, Km 114.000. Kr.78.000. C M Y K 7 6