hósdagur 10. oktober 2002síða 5
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 194 - 10. oktober 2002
Nr. 194 - 10. oktober 2002
9
Tann 1. oktobur
byrjaði Clare at sigla
á Klaksvík. Hvønn
týsdag framyvir
verður farmaskipið at
síggja við kei í
Klaksvík
FLUTNINGUR
Solby A. Eliasen
Klaksvík: Clare fer av
Havnini
til
Klaksvíkar
fyrrapartin og av aftur
Klaksvík seinnapartin aftur
til Havnar. Síðani leggur
hon eisini at á Tvøroyri,
áðrenn leiðin gongur til
Aberdeen.
Heðin Joensen, sølu-og
marknaðarleiðari á farma-
deildini hjá Smyril Line
sigur, at enn er so stutt frá-
liðið, so tað ber illa til at
siga, hvussu tað fer at royn-
ast.
– Men vit vóna sjálvandi,
at undirtøkan fyri hesum
fer at verða góð, sigur
Heðin Joensen.
Hann leggur afturat, at
tey sjálvandi fara at eftir-
meta hesa leiðina við jøvn-
um millumbilum, fyri at
staðfesta um tað nú er tað
rætta og skilabesta at gera.
Og fyri at síggja, um tað
loysir seg.
Heðin greiðir frá, at tosið
um at fáa Clare at sigla á
Klaksvík byrjaði longu tá
verkfallið var. Men tað hev-
ur tikið langa tíð at fáa nøk-
ur viðurskifti upp á pláss,
sum vóru krøv frá reiðarín-
um, áðrenn Clare kundi
taka siglingina upp.
– Men tey viðurskiftini
eru so komin upp á pláss
nú, og nú fer hetta at standa
sína roynd.
Heðin sigur, at tað er tor-
ført at siga nakað um
gongdina enn, men hann
vísir á, at Clare hevur siglt
til Suðuroyar í eina tíð nú,
og tað hevur víst seg at
virkað avbera væl.
– Stuðulin úr Suðuroynni
hevur verið sera stórur, og
vit vóna, at tað fer at verða
tað sama í Klaksvík, sigur
hann og vísir samstundis á,
at Klaksvík er ein stórur
partur av útflutninginum,
serliga tá hugsað verður um
nógva fiskin.
Koyring í sambandi við
siglingina, tað vil siga, at
syrgja fyri at vognar eru til
taks og annað tílíkt, hevur
OCD um hendi.
Men Heðin heldur ikki,
at tað átti at merkt so væl
hjá
flutningsfyritøkum,
sum hava koyring til og frá
Klaksvík enn.
– Hetta er enn so nýtt,
sum sagt, so um flutningur-
in er minkaður, so er tað
helst aðrar orsøkir til tað,
metir hann.
– Vit hava valt at hava
eina fyritøku til alla koyr-
ingina kring landið í hesum
sambandinum, tað meta vit
at egna seg best, sigur
Heðin Joensen, sølu og
marknaðarleiðari á Farma-
deildini hjá Smyril Line at
enda.
Petur í Gong frá
fyritøkuni Elmar
Zachariassen í
Klaksvík sigur, at
flutningurin eftir
summarfrítíðina hjá
virkjunum hevur
verið minni enn
væntað
FLUTNINGUR
Solby A. Eliasen
Klaksvík: Petur sigur, at
tað er við flutningi sum við
øllum øðrum, tað er upp og
niður.
– Vit høvdu væntað
meira eftir summarsteðgin,
men tað hevur verið minni
fiskur, so tað sigur seg
sjálvt, at tað ávirkar flutn-
ingin, sigur hann.
Hann heldur ikki, at tað
merkist væl, at Clare er
byrjað at sigla.
– Sjálvandi merkist tað,
men tað er ofta bert eitt
upplop tann fyrsta mánað-
in, so javnar tað seg út. Tað
var tað sama, tá Eimskip
byrjaði at sigla upp á
Klaksvík, tað var nógv í
byrjanini, men so bleiv tað
meiri javnt.
Og hann leggur afturat, at
um tað fer at merkjast á
nakran hátt, at OCD hevur
koyringina í samband við
Clare, so kann tað væntast
at fara merkjast tann posi-
tiva vegin fyri PF Elmar
Zachariassen.
– Tað at Clare siglir ger,
at tað verður minni koyring
hjá OCD her, og tað má
bara sigast at koma væl við
hjá okkum, tí teir eru jú
kappingarneytar.
Petur veit ikki, um tað er
so skilagott at hava týsdag
sum avskipingardag.
– Vit hava vanliga havt
fríggjadag til avskiping, og
fyri at siga tað, sum tað er,
so eru fyritøkur og virkir
her ofta eitt sindur sein við
avskipingini, og tí veit eg
satt at siga ikki, um týsdag-
ur er ein so góður dagur at
velja sær. Men vit fáa sjálv-
andi at síggja, sigur hann.
PF Elmar Zachariassen
er ein fyritøka, sum tekur
sær av øllum flutningi, sum
er. Bæði maskinur, lastbil,
bingju og fiskaflutning,
umframt vøruflutning. Tað
einasta sum fyritøkan ikki
hevur, er kranabil.
Herfyri bjóðaði fyritøkan
upp á koyringina hjá Før-
oya Bjór uttanfyri Klaksvík
og fekk hana.
Tann koyringin hevur víst
seg at eydnast avbera væl,
og Petur sigur, at tað verður
latið væl at frá báðum pørt-
um.
– Ein tílík koyring javnar
arbeiðsbýtið í vikuni út, tí
at vit hava sum oftast nógv
at gera seinnapartarnar av
vikuni, tí tá byrjar avskip-
ing og tílíkt, meðan Føroya
Bjór koyringin oftast liggur
fyrrapartin av vikuna, so
tað hevur riggað sera væl,
heldur Petur í Gong.
Hann leggur afturat, at
tað ongantíð hevur verið
nakar ivi um, teir fóru at
megna tað, men tað hevur í
roynd og veru gingið betur
enn væntað.
Virkisflutningur
Formaðurin í ráfiskagrunn-
inum segði herfyri, at í
sambandi við studningin til
virkini, so er spurningurin,
um tað ikki er líka gott at
gera eina flutningsfyritøku
til virkini. Men hesum er
Petur í Gong als ikki samd-
ur í.
– So kann man líka so
væl droppa alt og fara aftur
til bert at hava Strand-
ferðsluna, tí sum er, við
teimum privatu flutnings-
fyritøkunum og Strand-
ferðsluni, so er ongin orsøk
til at gera eina fyritøku
aftur at bara til virkini,
heldur hann.
Harafturat sigur hann, at
tað er kappingaravlagandi.
Hann vísir eisini á, at
hóast talan er um, at so fáa
øll virkir somu treytir og
prísir, so er tað ikki vist, at
tað fer at verða ein fyri-
munur fyri øll virkini.
– Um vit nú eru bíligari
enn ein møgulig fiskaflutn-
ingsfyritøka hevði verðið,
so hevði tað jú ikki verið
ein fyrimunur fyri tey virk-
ini, at ein tílík fyritøka
hevði verðið.
Petur í Gong heldur, at
hetta uppskotið varð sam-
mett við pakningin, sum í
dag verður keyptur inn til
øll virki í landinum, men
hann vísir á, at pakningurin
verður keyptur uttanlanda,
meðan flutningurin eru
fyritøkur her í landinum.
– Men eg havi ikki sæð
nakra viðmerking til hatta
enn, so kanska tað ikki er
tikið fyri fult, sigur Petur í
Gong.
Clare á Klaksvík
Flutningurin minni enn væntað
Clare siglir til Klaksvíkar
hvønn týsdag. Hon leggur at
um ellivu tíðina fyrrapart og
fer aftur til Havnar um trý
tíðina seinnapart
Álvur Kirke:
—Tey grundleggjandi virðini verða hótt
Av sínum eintingum
er Álvur Kirke farin
undir at savna undir-
skriftir í mótmæli til
yvirlýsingina. —Tað
er eitt grundleggjandi
mótmæli móti hum-
anistisku fatanini,
sum er reinur heiðin-
skapur, sigur Álvur
MÓTMÆLI
Heri á Rógvi
Í føroysku bløðunum hin
21. september 2002 stóð
ein yvirlýsing at lesa. Yvir-
lýsingin stóð at vera til
frama fyri rættindum teirra
samkyndu og mótmæli
móti samanvavstri av átrún-
aði og politikki. Eini 325
løgdu fult navn til.
Eisini stendur at lesa:
" Tey samkyndu, sum av
ymiskum orsøkum ikki
hava megnað at funnið sær
friðskjól uttanlands, hava
livað í Føroyum undir støð-
ugari hóttan og niðurger-
ing.
Hetta kann als ikki góð-
takast í einum siviliserað-
um
og
demokratiskum
samfelagi, sum byggir á
humanistiska siðvenju. Í
kjakinum um eina møgu-
liga lóg um skrásett parlag
hava átrúnaðarligir bólkar
ført tað sjónarmið fram, at
átrúnaðarligar skriftir skulu
vera grundarlagið undir
lóggávuni í Føroyum. Hetta
sjónarmiðið hevur verið
brúkt sum grundgeving fyri
at forða fyri einari lóg um
skrásett parlag fyri sam-
kynd."
Tað er eisini í hesum
pettinum, at finna orsøkina
til, at Álvur Kirke hevur
tikið stig at savna undir-
skriftir.
—Talan er um eitt grund-
leggjandi mótmæli ímóti, at
vit byggja á okkara samfel-
ag á humanisku heldur enn
kristnu siðalæruna, sigur
Álvur Kirke.
— Vit hava í seinastuni
sæð, at arbeitt verður fyri at
broyta Føroyar til eitt
sekulariserað
samfelag,
sum byggir á humanismu
— ístaðin fyri á kristnu
siðalæruna.
Valið stendur millum
Bíbliuna og modernaðan
heiðinskap, sum verður
kallaður
humanisma!,
stendur at lesa í áheitanini,
sum fylgir við lepanum, har
fólk kunnu skriva undir.
—Lesur mann yvirlýs-
ingina, so vil mann har
sleppa undan bíbliuni. Tað
er eisini skeivt, tá tey kalla
bíbliuna fyri átrúnaðarligar
tekstir. Hetta er guds orð,
og tað er stórur munur á tí í
mínari verð, sigur Àlvur
Kirke.
Bivirkningur
Orðaljóðið í áheitanini hjá
Álvi er soljóðandi í yvir-
skriftini:
"Áheitan um at skriva
undir yvirlýsing til frama
fyri kristnu siðalæruna, og
mótmæli ímóti lógarupp-
skoti um skrásett parlag
fyri samkynd í Føroyum."
Hóast hetta, so er tað ikki
tað skrásetta parlag, ið fyrst
og fremst hevur fingið Álv
Kirke at fara undir at savna
undirskriftir.
—Samkynd parlag er
ikki tað ringasta. Tað er ein
bivirkningur sum so nógv
annað. Men tað grundleggj-
andi skeivt í mínar verð og
skelkandi, tá fólk royna at
broyta okkara livihátt frá
teirri kristnu siðalæruni,
sum okkara byggir á, sigur
Álvur Kirke.
Einki negativt
Hóast Álvur Kirke er aktiv-
ur í samkomu og í Mið-
flokkinum, so hevur hend-
an innsavningin rein per-
sónlig fyri hann.
—Eg hevði hoyrt nógv
fólkt tosa um, at okkurt
skuldi verið gjørt fyri mót-
mæla, og eg hugsaði so, at
tað kundi tað sama verða
eg, sigur Álvur Kirke.
Hann leggur dent á, at
hetta er púrasta ein persón-
lig avgerð, og hon nevnir
skemtandi, at tað bert var
sonurin og ikki konan, sum
visti av, at nú fór hann undir
hetta átakið.
Freistin til innsavningina
er sett til fríggjadagin 11.
oktober. So skal Álvur und-
ir at savna alt saman. Hann
roknar við, at tað fer at taka
tað mesta av næstu viku at
fáa alt savna saman, og tí er
ilt at siga, nær undirskriftir-
nar verða handaðar løg-
tinginum, sum ætlanin er.
Sjálvur sigur Álvur, at
hann ongan negativur við-
merkingar hevur fingið, og
eingin hevur sent pappírini
aftur retur.
Er tú so ein fundamenta-
listur?
–Eg byggi á eitt kristiligt
fundament, og so kunnu tey
kalla meg, hvat tey vilja,
sigur Álvur Kirke.
Undirskriftir í mót-
mælum vísa mein-
ingar hjá fólki, men
eru ikki bindandi og
verða heldur ikki
eftirkannaðar
UNDIRSKRIFTIR
Heri á Rógvi
Sum nevnt aðrastaðni á
síðuni hevur Álvur Kirke
tikið stig til at savna inn
undirskriftir í mótmæli til
yvirlýsingina frá teimum
mongu
føroyingunum
herfyri.
Spurningurin
er
so
bara, hvat virði ein so-
vorðnar
undirskriftir
hava.
Eyðfinn
Jacobsen,
advokatur hjá Faroe Law,
sigur, at tílíkar undir-
skriftir er meiningavís-
andi í demokratinum.
Fólk kunnu sum einki
skrivað fleiri nøvn.
—Tað er sjálvandi ikki
loyvt at falsa, men í hes-
um førinum fær tað bert
moralskt eftirspæl. Tann
einstaki bindur seg ikki
til nakað - hann sigur bert
sína hugsan alment, sigur
Eyðfinn Jacobsen.
Sjúrður
Rasmussen,
løgfrøðingur á Løgtings-
skrivstovuni, sigur, at teir
ikki gera nakað við at
kanna undirskriftar.
—Undirskriftar kunnu
fáa politiska ávirkan,
men annars hava tær
einki at siga, sigur Sjúrð-
ur.
Hann vísir á, at í ávís-
um statum í USA kunnu
nógvar undirskriftir fáa
ávís uppskot ígjøgnum.
Við innsavnan av undir-
skriftum til nýggjan flokk
eru heilt aðrar reglur
galdandi, sigur Sjúrður.
Álvur Kirke veit ikki
heilt, hvørja mannagongd
hann fer at velja.
—Nøvni verða tald
upp, og originalurin veðr-
ur
latin
løgtingsfor-
manninum, men í fyrstu
atløgu verða nøvnini ikki
almannakunngjørd, sigur
Álvur Kirke.
Álvur Kirke, stigtakari til innsavningina, letur væl at
innsavningini higartil. Hann sigur seg ikki hava fingið nakra
negativa viðmerking.
Virðið ivasamt
Í samkomum, á bensinstøðum og handlum og á
nøkrum arbeiðsplássum liggja pappírini frammi,
har fólk hava møguleikan at mótmæla.
Stigtakarin letur væl at úrtøkuni higartil.
C
M
Y
K
9
8