hósdagur 10. oktober 2002síða 6
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 194 - 10. oktober 2002
Nr. 194 - 10. oktober 2002
11
Silly Boys, Absurdy
Fair og nýggi
bólkurin, Atlas, fara
at spæla til dans í
Mentanarhúsinum í
Fuglafirði, 25. og 26.
oktober
DANSITILTAK
Vilmund Jacobsen
Fuglafjarða Hornorkestur
skal hava nýggj ljóðføri. Í
hesum sambandi hevur ork-
estrið skipað fyri ymiskum
tiltøkum, sum skulu vera
við til at fíggja ljóðførini.
Tað er rættiliga kostnað-
armikið at gera eitt horn-
orkestur út – alt eftir,
hvussu nógvir tónleikararn-
ir eru. Í Fuglafirði rokna
tey við, at hornorkestrið
skal hava nýggj ljóðføri fyri
einar
250.000-300.000
krónur. Er hinvegin talan
um eitt av teimum stóru
hornorkestrunum, sigst, at
ljóðførini
kunnu
kosta
hálva milj. krónur, og tað er
nógvur peningur.
Aftur í seksti- og
sjeytiárini
Seinastu árini hevur verið
alt meira vanligt at leita
uppaftur gomlu tónleika-
bólkarnar og fáa hesar at
spæla til dans. Hetta eru
vælumtókt
tiltøk,
sum
savna nógv fólk og kunnu
geva væl av peningi til
teirra, sum skipa fyri.
Jónsvein Poulsen, sum er
formaður fyri Fuglafjarða
Hornorkestri,
sigur,
at
teimum hevur eydnast at
savna gomlu bólkarnar í
Fuglafirði, Silly Boys og
Absurdy
Fair
umframt
bólkin, Atlas, at spæla til
dans hesi bæði kvøldini,
25. og 26. oktober.
– Tað hevur verið trupult
at savnað bólkarnar, tí einir
tveir teirra, sum hava spælt
við, er í Danmark. Nógvir
ymiskir dagar hava tí verið
á lofti, og ofta er tiltakið
flutt. Tað hevur ikki ligið
fyri hjá øllum í senn, og tá
ið tað lá fyri, var Mentanar-
húsið upptikið.
Nú er so endaliga av-
gjørt, at stóra dansitiltakið
verður 25. og 26. oktober.
Jónsvein sigur, at somu
bólkar fara at spæla bæði
kvøldini, men møguliga
verður raðfylgjan ymisk,
nær bólkarnir spæla.
– Vit eru spentir til hetta
stóra tiltak og vóna, at nógv
fara at nýta høvi at koma til
Fuglafjarðar at dansa, sigur
Jónsvein.
Eldri og yngri
Dansurin í Mentanarhúsin-
um er ætlaður bæði teimum
eldru, tilkomnu og teimum
yngru.
– Hetta verður í fyrsta
lagi góður dansitónleikur
frá seksti-og sjeytiárunum,
og flestum, bæði eldri og
yngri, dámar henda tónleik-
in, sigur Jónsvein, sum
sjálvur er við í bólkinum,
Atlas.
Spurdur, hvaðani hesin
bólkurin stavar, sigur Jón-
svein, at hetta eru tónleik-
arar, sum hava spælt við
øðrum bólkum áður.
Sjálvur hevur Jónsvein
spælt við Silly Boys. Aðrir
tónleikarar í Atlas eru
Mourits Mohr, Njál R.
Petersen og Eyðun Larsen.
Í bólkinum er eisini ein
ungur og evnaríkur tón-
leikari. Tað er sonur Jón-
svein, 14 ára gamli, Jan
Rúni Poulsen, ið eitt nú
hevur spælt saman við
Brandi Enni.
– Atlas hevur spælt til
eini 2-3 tiltøk, síðan bólk-
urin byrjaði, og ætlanin er
at halda fram, um onkur vil
hava okkum at spæla, sigur
Jónsvein Poulsen.
Næsta
tiltakið,
sum
Fuglafjarða Hornorkestur
skipar fyri, verður jóla-
konsertin, sum verður um-
leið
hálvan
desember.
Møguliga verður hendan
konsertin fyriskipað saman
við Fuglafjarða Sangkóri.
Júst, nær hon verður og
hvar, er ikki endaliga av-
gjørt enn.
Stórt dansitiltak í Mentanarhúsinum
Bjarti Thomsen, sum
í fleiri ár hevur starv-
ast á Fiskirannsókn-
arstovuni, hevur
fingið til uppgávu at
kanna tilfar og gera
metingar um møgu-
leikarnar at veiða
prikkafisk í
føroyskum sjógvi
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Í síðstu viku gjørdi nóta-
skipið, Christian í Grótin-
um, eina roynd at veiða
prikkafisk undir Føroyum.
Nøgdirnar, sum nótaskipið
fekk, vóru smáar, men
Bjarti Thomsen, sum var
við fyri Fiskirannsóknar-
stovuna, sigur, at henda
fyrsta royndin staðfestir, at
prikkafiskur er allastaðni í
føroyskum sjógvi.
Reiðaríið hjá Christiani í
Grótinum bar allan kostn-
aðin av royndini. Teir fóru
út týskvøldið í síðstu viku
og vóru inni aftur sunnu-
dagin á døgurða.
Bjarti Thomsen, sum
hevur drúgvar royndir á
Fiskirannsóknarstovuni,
var við hendan túrin. Í sein-
astuni hevur hann verið utt-
anlands og lisið, men
stovnurin hevur heitt á hann
um at kanna ymiskt tilfar í
samband við veiðina eftir
prikkafiski og gera meting-
ar um møguleikarnar at
veiða hetta fiskaslag í før-
oyskum sjógvi.
Trolið riggaði væl
Bjarti sigur, at eitt flótitrol
varð riggað til hesa fyrstu
royndina, og tað vísti seg,
at trolið riggaði væl.
– Hetta var eitt svart-
kjaftatrol, sum partvís var
sett saman við einum
lodnutroli,
soleiðis
at
meskarnir har afturi í pos-
anum vóru niður í 20 mm.
til støddar.
Christian í Grótinum
hevði sjey tóg tilsamans á
túrinum, og tá ið mest var
av prikkafiski uppi svart-
kjaftinum, var talan um 2,5
% av veiðini.
– Men hetta vóru stutt
tóg, og í hesum førinum
vóru 12 tons av svartkjafti í
trolinum, sigur hann.
Umborð á Christiani í
Grótinum
høvdu
teir
ymiskar upplýsingar um
prikkafisk, og tí valdu teir
at gera royndir suður ímóti
markinum og vestur móti
markinum til Íslands.
– Vit hava eisini útvegað
okkum nakað vitan um
fiskin, og tí royndu vit eis-
ini í Hetlandsrennuni.
Fekst allastaðni
Bjarti vísir á, at hetta var
tann fyrsta føroyska roynd-
in eftir prikkafiski, og hóast
nøgdirnar vóru smáar hesa-
ferð, er staðfest, at prikka-
fiskur er allastaðni í før-
oyskum sjógvi.
Eini 4-5 ymisk sløg eru
av hesum fiski. Mest van-
liga støddin liggur millum
11 og 13 cm., men tað eina
slagið verður einar 18 cm.
til støddar.
– Prikkafiskur var í flestu
tógum, vit høvdu á túrin-
um, sigur Bjarti Thomsen.
Hann vísir á, at nótaskip-
ini hava víst áhuga at gera
royndir eftir prikkafiski, og
væntast kann, at ein ella
tvær royndir aftrat verða
gjørdar nakað skjótt.
Tað er Fiskimálastýrið,
sum skal geva loyvi til hes-
ar royndir, og tað verður
vanliga gjørt í samráð við
Fiskirannsóknarstovuna.
Stovnurin hevur nú heitt
á Bjarta Thomsen, sum
áður hevur fingist nógv við
eitt nú búrfisk, um at
útvega tilfar um prikkafisk-
in.
Higartil í ár siga russar
seg hava fiskað stívliga
7000 tons av prikkafiski
undir Føroyum.
Prikkafiskur er allastaðni
í føroyskum sjógvi
25. og 26. oktober verður Mentanarhúsið í Fuglafirði aftur karmur um stórt dansitiltak, tá ið
farið verður aftur í seksti-og sjeytiárini
Henda fyrsta royndin eftir prikkafiski gav ikki nógv, men hon
staðfesti, at hesin fiskur er allastaðni í føroyskum sjógvi
4-5 sløg av prikkafiski eru at
fáa í føroyskum sjógvi.
Vanliga støddin er
11-13 cm., men tann størsti
verður 18 cm. langur
Rasmus Rasmussen,
sum millum annað er
kendur frá bólkunum
Diatribes, Happy?,
Makrel og Flux, gevur
í dag eina solo-fløgu
út. Á hesi fløguni vísir
tónleikarin, sum
annars er kendur fyri
harðan og skitnan
rokktónleik, eina heilt
aðra síðu av sínum
tónleiki
TÓNLEIKUR
Ingrid Bjarnastein
Sjálvur
kallar
Rasmus
tónleikin á fløguni fyri
melodiskan, myrkan rokk.
Tónleikurin er ikki harður
og ráur, sum tónleikurin
bólkarnir, Rasmus hevur
verið við í, spæla.
– Grundirnar til, at eg eri
farin í gongd við eina slíka
verkætlan eru nógvar. Tá
ein spælir við í einum
orkestri, noyðist ein semj-
ast um, hvat bólkurin vil
spæla, og tá fær ein ikki
allan sín egna tónleik fram,
sigur 22 ára gamlir Rasmus
Rasmussen, sum í dag
gevur sína fyrstu solo-fløgu
út.
Rasmus heldur, at hetta
er ein góður máti at vísa
aðrar síður av tónleika-
dygdum sínum fram, og
harvið eisini vísa tað slagið
av tónleiki, sum hann ikki
spælir í bólkunum fram.
Egin løg
11 løg eru á fløguni, sum
kallast Implosive. Rasmus
hevur sjálvur skrivað øll
løgini, og hann spælir eisini
tónleikin á øllum løgunum.
Harafturat
hevur
Rani
Christiansen hjálpt honum
við trummusláttri í trimum
løgum, og Belinda í Ha-
raldsstovu
og
Rasmus
syngja duett í einum lagi.
– Eg eri væl nøgdur við
fløguna nú. Tað hevur tikið
mær umleið hálvt annað ár
at gera hana. Sjálvur haldi
eg ikki, at hon líkist nøkr-
um øðrum tónleiki, so um
hon ger, so er tað ikki við
vilja.
Rasmus
Rasmussen
spælir sjálvur gittar. Hann
hevur spælt gittar síðani
hann var eini 10 ára gamal.
– Henda verkætlanin
byrjaði við, at eg gav
Kristian Blak eitt demo
band við bara gittartónleiki,
men so hvørt, sum eg havi
arbeitt víðari, so hava
onnur ljóðføri sníkt seg upp
í. Millum annað er hetta
fyrsta ferðin eg havi spælt
bass, keyboard og per-
cussion, greiðir Rasmus
frá.
Tutl gevur fløguna hjá
Rasmusi
út.
Hon
er
nummar 93 í røðini av
rokkfløgum, og fegnast
felagið yvir tað stóru fram-
gongd, sum hevur verið
innan rokktónleik í Føroy-
um tey seinastu árini.
Ísland
Implosive skal eftir ætlan
eisini marknaðarførast í
Íslandi. Tá Makrel var við í
tónleikakapping yviri í
Íslandi fyrr í ár, gjørdist
bólkurin nummar trý, og
Rasmus var kosin til besta
gittarleikara í allari kapp-
ingini. Og tað er júst hetta,
sum Tutl og Rasmus ætla at
brúka. Longu mánadagin
verður fløgan í Íslandi.
Rasmus yrkir bara á
enskum.
– Eg haldi, at tað riggar
best hjá mær at yrkja á
enskum, men hóast tað, so
hevur tað ikki so stóran
týdning. Hevði eg dugað
betri, at yrkt á føroyskum,
so hevði eg gjørt tað, men
tað fellur mær lættari at
yrkja á enskum, eftir sum
eg næstan bara lurti eftir
enskum tónleiki.
Fløguhúsan hava Niels
Arge Galán og Uni Árting
gjørt.
Rasmus
er
væl
nøgdur við fløguhúsan sum
sær ógvuliga snøggur út.
– Teir hava gjørt nógvar
føroyskar fløguhúsar, og eg
haldi, at teir eru tveir av
teimum í Føroyum, sum
duga best at gera fløgu-
húsar, heldur Rasmus.
Fløgan kemur út í sølu-
búðirnar í dag. Stuðlað
útgávuni hava Mentanar-
grunnur Landsins, Menta-
málaráðið og Fjølrit.
Rasmus Rasmussen:
Harður rokktónleikari vísir
eina spildurnýggja síðu
Rasmus Rasmussen, sum er
kendur frá nógvum ymiskum
tónleikabólkum í Føroyum,
gevur í dag sína fyrstu solo-
fløgu út
Mynd: Jens Kr. Vang
C
M
Y
K
11
10