hósdagur 16. februar 1984síða 9
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Heimaflotin kemur at vænta umleið 100 mill. kr. til rentur og avdrátt í 1984, metir Fiskivinnuráðið
hevði verðið enn betur um
vit sluppu at fiska alla
makrelkvotuna í EEC-øki
Útlitið fyri 1984 skuldi
sæð hampuligt út við
teimum fiskivinnuav-
talum, sum gjerdar eru, og
um prísurin á fiskinum til
ídnað kemur at halda sær
á sama stødi.
Ídnaðarskip
Árið 1983 hevur roynst
væl hjá ídnaðarbátunum
A vári royndu teir mest á
norskum eki, og varð fiski-
skapurin góður. Eisini
fingu teir væl av upsa sum
hjáveiðu. Seinni á sumr-
inum hava teir veitt meira
í EEC-øki, og hevur eisini
verið góð veiða har. Prís-
urin á ídnaðarfiski hækk-
aði munandi í 1983, so-
leiðis at hann ikki hevur
verið so høgur áður.
Útlitið fyri 1984 sær
gott út við teimum avtal-
um, sum eru gjørdar við
EEC og Noreg, og serliga
við, at upsakvotan bleiv
hækkað á norskum eki
sunnan fyri 62* N; so um
—
núverandi prísir kunnu
halda, skuldi útlitið verið
gott.
Ídnaðarveiðan undir
Feroyum er mest sum
niðurlegd í 1983, helst or-
sakað av studningsskipa-
nini. Royndirnar í 1982
vístu, at tað ber til at fiska
ídnaðarfisk undir Feroy-
um mest sum alt árið.
Langfaratrolarar
Úrslitið fyri 1982 bleiv
eitt sindur verri enn
roknað varð við orsakað
av at saltfiskaprísurin fyri
seinna túrin fall við uml
15% í mun til fyrra túrin. Í
1983 hevdu trolararnir ein
góðan fyrsta túr, men
prísurin hækkaði ikki, so
komið varð uppá sama
prís sum fyri 1. túr í 1982.
Seinni túrurin miseydnað-
ist vegna fiskaloysi, so
teir fingu ikki tveir fullar
túrar í 1983, og verður úr-
slitið fyri 1983 tí nakað
vánaligari enn fyri 1982.
Hvat viðvíkur 1984 so
skuldi tað borið til at
fingið tveir túrar um ikki
nína. |
Nidanfyristandandi yvirlit vísir samlaða rakstrarúrslítíð í 1983
aftaná rentír og avdrått fyri allan flotan 000 kr.):
Tal av Heimaflotin: Avlop Hall
skipum
Trolarar vid fslandsloyvi 475
3 Trolarar íð veiða djúpt vatn 963
9 Trolarar yvír 1000 HK, einkulttroling 2.124
Trolarar yvir 1000 HK, partroling 10.791
Trolarar 700 - 999 HK 7.968
3 Trolarar 400 - 699 HK, einkulttroling 1.662
Trolarar 400 - 699 HK, partroling 19.02
4 Trolarar undir 400 HK 0?
70 Útróðrabátar undir 25 BRT 10.220
25 Útróðrabátar 25 - 40 BRT 3.150
30 Útróðrabátar 40 - 60 BRT 5.370
Útróðrabátar yvir 60 BRT 154
19 Stállínuskip, bert Á fsfiskaveidu 2.679
Pjarflotin
4 Rækjuskip yvir 1500 HK 6.376
5 Rækjuskip undir 1500 HK 1.925
3 Frystiskip 1.101
8 Nótaskíp, stór 4.3
8 fánaðartrolarar 1.52
5 Langfaratrolarar 8
3 Línubátar 2 tårar Í saltfisk 2.190
heystið roynist eins vana-
ligt sum í 1983. Inntek-
urnar hækka minni ennút-
reiðslurnar, so nettoúrslit-
ið verður eitt sindur vána-
ligari enn í 1983, men tó
ikki verri enn so, at ein má
rokna við at hesi skip
klára sínar skyldur
Línubátarnir
Meðan 1982 var eitt nýtu-
ligt ár, so royndist 1983
ikki so gott og vísir tað
seg fyri fyrstu ferð í nógv
ár eitt hall vegna
vánaligan fiskiskap
Við núverandi kvotum
býttar uppá 3 línuskip,
tveir túrar høvrt, skuldi
1984 aftur givið eitt gott
úrslit; tó er treytin at
fiskiskapurin í 1984
eydnast, so teir fáa tvir
fullar túrar. Um so er,
koma hesi skip eisini at
klára sínar skyldur.
Fjarfiskiflotin hevur í
1980 og 1981 havt avlop
aftaná rentur og avdrátt. Í
1982 var eitt minnihall
meðan 1983 fyribils vísir
avlop uppá 22 mió. kr. og
ætlanin sum er sett upp
fyri 1984 vísir avlop uppá
29 mió. kr. aftaná rentur
og avdrátt.
Úrslitið hjá heimflot-
anum er harafturímóti
verri. Tó var úrslitið í
1983 rættuliga gott við
tað at fyribils sær út til at
verða avlop uppá 28 mió.
kr. aftaná rentur og av-
drátt. Sjálvt um flotin
hevur havt eitt gott ár í
1983, so hevur útróðrar-
flotin heldur vánaligt
úrslit. Harafturímóti vísir
ætlanin fyri 1984 eitt hall
uppá 94 mió. kr., aftaná
rentur og avdrátt. Tá er
sett sum fyritreyt, at
veiðan fyri allan flotan
verður 120.000 tons.
Í sama mun, sum veiðan
skuldi verði minni enn tey
verður
áður
120.000 tonsini,
hallið størri enn
nevndu 94 mió. kr.
Hjá fiskimonnum hevur
áður roynst rættuliga væl
hjá at kalla øllum trol-
arum, við undantak av
verksmiðjutrolarum á
svartkjaftaveiðu. Arið
hevur eisini verið hampu-
ligt hjá kraftblokkaskip-
um.
Tað stendur verri til hjá
línuveiðuni. Inntøkurnar
hjá fiskimonnum á fesk-
fiskaveiðu við línu hava
altíð ligið lágt, og her er
tað ein bæti, at legtingið
eftir tilmæli frá fiski-
vinnuráðnum, í fjer tví-
faldaði prísviðbótina á
hesi veiðu. Men framvegis
eru hesar inntekur í lægri
lagi. Afturat hesum var
1983 eitt vánaligt ár hjá
útróðrarflotanum. I11-
vedur og våna fiskiskapur
gjørdi tað, at veidan i 1983
i flestu førum gjørdist
verri enn i 1982, og hevur
hetta ju eina beinleidis
åvirkan å årsinntøkurnar i
hesi vinnu, og gjørdist
árið tískil vånaligt.
Inntekurnar við salt-
fiskalínuskipum hava
verið vánaligar, og er 1983
annað árið á rað, at talan
er um eina beinleiðis lækk-
ing í inntøkunum. Í 1982
var niðurgongd orsakað
av vánaligum fiskiskapi,
meðan í 1983 var talan um
bæði vánaligan fiskiskap
ogmunandi lækkandi
prísir. Í 1983 eru hetta
tann bólkur av fiskimonn-
um, sum man vera eina
ringast fyri hvat innteku
viðvíkur.
Studningur
Viðvíkjandi studningslóg-
gávuni er tað ein spurn-
ingur, um okkara samfel-
ag skal halda áfram við at
ekja um studningin, ella
um vit ikki eru komnir til
Bjergvin 2.428 kg, 1
1.485 kg, Hevdareðin 2
Reyða 1.670 kg, 2.684
Polarstjørnan 31.888 kg
ta stødu, at vit mega um
hugsa onnur tiltøk. Ann-
ars skal verða nevnt, at
Ráðið arbeiðir vid stud-
ningslóggávuni
(Vit prenta eisini talvu,
sum vísir studningin til
fiskivinnuna seinastu
árini). Ráðið metir annars,
at munandi orsekin til tær
ektu studulsupphædd-
irnar er tann økti skipa
flotin i feskfiskaveiðuni
Loyvir hava verið givin til
innflutning av nýggjum
skipum og somuleiðis eru
skaptir møguleikar fyri
nýbygging í Feroyum og
líkaleiðis umbyggingum
Hetta eru alt skip, sum
krevja stórar ílegur og
kosta nógv í rentum og av-
drátti. Tað eru hesar iløg-
urnar, sum gera at terv-
urin á studningi úr lands-
kassanum veksur so nógv;
umframt fallið á fiskaprís-
unum.
Tað hevur verið nevnt
at grundin til tær stóru
upphæddirnar sum eru
goldnar úr Ráfiskagrunn-
inum í hesum fíggjar-
árinum eru tær ektu
veiðunegdirnar. Hetta er
bert partvís rætt, tí
meginorsekin til tey stóru
útgjeldini úr Ráfiska-
grunninum er tann stór-
liga lækkandi marknaðar-
prísurin á upsa.
T.v.s. at tað eru tey
fiskasleg, sum veidd verða
á djúpum vatni, sum
lutvíst fáa mesta stuðulin
úr Ráfiskagrunninum
(harafturat upsi og
brosma).
Samanumtikið, sigur
Fiskivinnuráðið, kann sig-
ast, at vit nú eru komnir
enn nærri tí steðu, at vit
verða noyddir til at regu-
lera feskfiskaveiðuna við
Feroyar.
Í hesum sambandi,
kann Ráðið bert vísa til og
Avreiðingar
seinastu
Kósavirkið, Klaksvík
738 kg, 2.407 kg, Borðkollur
É E
, Reynsmúli 3.150 }
2.682, 1.967 kg, Slættaberg 1.221 kg, Víkingi
3.964 kg, 3.386 kg, 4.603 kg, 3.265 kg, Aarberg
2.956 kg, 2.938 kg, 2.353 kg 180 kg, 3.496 k
Eldorado 2.273, 4.108, 2.606 31 ke. Nor Sklet
2.948 kg, 1.386 kg, 3.300 kg, 1.981 kg, Herdis 4
kg. Hvilthamar 2.803 kg, 2.276 kg, 1.618 kg, Rók
hamar 3.390 kg, 2.793 kg, 2.643 kg, 2.659 kg
Morning Star 11.419 kg í kg, Fossal
1.946 kg, Dragasund 592 kg, Pollur 6 kg
183 kg, 1.942 kg, Nevið
kg, 1.429 kg, 2.35
taka uppaftur tað sum
fyrr er tilmælt um tiltek
viðvíkjandi,
1. broyting av húka
steddum og meskavídd
um
2. at hækka minstu
stødd á fiski, ið er loyvt at
keypa,
3. at minka um trýstið á
toska- og hýsustovnarnar
yvirhevur við
a) veiðubanni
tíðir,
b) toska- og hýsubann
avisar
ávísar tíðir
c) hámark fyri hvussu
stórur partur av veiðu
trolaranna árliga kann
verða toskur og hýsa,
4) broyting í veiðuni hjá
trolbátum á landleiðini
Tað skal til punkt 3 c)
vidmerkjast, at serreglur
mugu gerast við veiðu á
Feroyabanka.
Fiskivinnuráðið hevur
fyrr mælt til at friða gyt-
ingarleiðirnar í gýtingar-
tíðini. Til hetta er at siga,
at nú eru gjerd munandi
tiltek á hesum eki, soleiðis
at gýtingarfiskurin fær
rættuliga góðan frið fyri
troli og gernum. Eisini
hevur húkaveiðan fingið
betri umsteður á grunn-
unum.
Seinastu tíðina eru kom-
in og fara at koma nýggj
skip til landið, sum hava
fingið innflutningsloyvi
og fíggjarstuðul, tí
tey skulu veiða á djúpum
vatni. Eisini verða skip av
somu stedd bygd í Fer-
oyum.
Tað eigur at verða
skipað soleiðis fyri, at hesi
skip veruliga veiða djúp-
vatnsfisk, og ikki leggja
seg eftir tí fiski, sum vit
frammanundan hava nóg
stóra orku til at veiða,
sigur Fiskivinnuráðið í
sínum áliti.