leygardagur 18. februar 1984síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
frá
HUGGE
Frågreiding
tidindabladid
floksformanninum
Hvi tveir Javnadarlistar i Suduroy!
Javnaðarfólk — flokslimir
og veljarar — eru erkimlað
av teirri nógvu skriving,
mótsteðubleðini hava haft
nú í tvey ár um ymisk
viðurskifti á Tveroyri og í
býráðnum har.
Ikki minni erkimlað eru
hesi av seinastu hend-
ingunum innan floksfel-
agsskapin á Tveroyri ella
av gitingunum, mótsteðu-
blødini hava haft um
hverjir persónar eru
ósamdir og hverjir ikki.
Nærum ongar av hésum
gitingum hava haft nakað
við verunleikan at gera, og
als ikki tær sum segdu, at
undirritaði stillaði ikki
upp, var tann og tann
ávísi persónurin valevni,
ella at Sverre Midjord
stillaði ikki upp var Atli
Dam valevni ella at Atli
Dam fór at stilla upp norð-
anfjerðs o.s.fr.
Tað hevur alla tíðina
verið ætlan mín — eisini
síðan eg fekk borgarligt
starv í Havn — at stilla
upp á einum javnaðarlista
í Suðuroy, vildu suðuroy-
ingar hava meg at stilla
upp.
Hinvegin er rætt, at
ósemja ímillum umboð
floksins í Tveroyrarbýráð,
og ósemja um ávísar av-
gerðir ella tervandi
avgerðir í hesum ráð hava
gjørt viðurskiftini sera
fløkt og óarbeiðslig, og at
tí var komið hagar útí, at
eitt val mátti fara fram
ímillum góðteku av
arbeiði meirlutans — sum
flokkurin skal standa til
svars fyri í heyst — og
arbeiði minnilutans í
javnaðarbólkinum í bý-
ráðnum.
Spurt hevur verið, hví
hendan ósemja ikki var
dult til eftir valini í heyst.
Hartil er at siga, at fyri
tað fyrsta er hetta ikki
demokratiskt og fyri tað
næsta er tað ikki sunt fyri
sál floksins, innibyrgd
ónegd, sum steðugt prutl-
ar undir lokinum, av-
skeplar og oyðileggur
arbeiðshug og evnir.
Aðrenn valið í 1980 gingu
menn longu og byrgdist
við slíkum, sum goymt
var, men hetta hvarv ikki,
hóast teir »låtu sum um«
við valið tá. Tí er valið
neyðugt nú.
Tað hevur ikki latið seg
fremja innan Froðbiar
Sóknar Javnaðarfelag, tí
har stóð á jevnum tá
roynt var — hetta serliga
tí at so mong runnu undan
valinum.
Tað er greitt, at stóð
hendan steða við til
I
heystar, tóku stórt tal av
álitisfólki og valdum um-
boðum seg burtur úr, og
harvið komu ivaleyst 200
atkveður at resta í til
heystar.
Undirritaða stóð greitt,
at flokkurin, undir ellum
umsteðum ber ábyrgd av
tí arbeiði framt er í val-
skeiðnum — hvussu rætt
ella skeivt tað so enn er —
og at hann tí hevði skyldu
til at fyribyrgja at hesir
mongu veljarar tóku seg
burturúr, tí ikki var møgu-
ligt at skapa greiðar linjur
partanna millum.
Metti tað tí best at
stovna nýggjan bólk, har
savning kundi gerast um
ávís sjónarmið, meðan
onnur savning kundi fara
fram um onnur sjónarmið
innan verandi felagsskap
(F.S.J.).
ÁA henda hátt ber til at
leggja valið greitt fyri
veljarar floksins til heyst-
ar, soleiðis at ell javnaðar-
hugað kunnu velja ein
javnaðarlista og harvið
stuðla javnaðarhug-
sjónini, samstundis sum
tey taka steðu til innan-
hýsis ósemjuna, uttan
harvið at skapa
atkveðuspell, sum kann
koma mótsteðumonnum
okkara til fyrimunar.
Undir ellum vanligum
umsteðum stendst bert
skaði av at tervandi sam-
anhald elvir til tvíbýti,
men staðan í Suðuroy er
so serlig, at flokkurin altíð
fær í minsta lagi tvey
umboð og varðveitir ver-
andi teoretiska meguleika
fyri hinum triðja, sam-
stundis sum allar atkveð-
urnar samanlagt falla til
flokkin — um listasam-
gonga er — og harvið
ávirka samlaða floksbýti
av tingmonnum, herundir
eykavaldum tingmonnum
Á Tveroyri er meirlutin
eisini so stórur innan
býráðsarbeiðið at ein meir-
luti framvegis kann varð-
veitast hóast umboðini
verða vald á tveimum list-
um. Fyrimunurin er sum
nevnt, at tá kunnu øll
framvegis velja og
ongum nytist at sita
heima av ampa, fyri at hon
ella hann kundu komið at
stuðla lista við umboðum,
sum tey persónliga ikki
kunnu taka undir við.
Vit hava sostatt ráð til
at fremja hesa »taktisku
reorganisering< av styrki
okkara áðrenn valini i
heyst, har felagsfíggindin
hjá ellum javnaðarval-
evnum framvegis bólkar
seg í ymsum eðrum
flokkum.
Ósemjan er sum nevnt
innanhýsis á Tveroyri og
skudi tí ikki nerva arbeiði |
floksins aðrastaðni í land-
inum. Hetta verður eisini
at koma til sjóndar í teirri
útnevnan av valevnum,
sum felagið
ter at nýta
Felagið verður sett á
mánadagin 20.
limatekning
hósdagin 16.
februar, og tá kveldið
var komið var limatalid
longu 240. Samlaða lima-
talið verður helst
omanfyri 300 og er tá
talan um eitt hitt stersta
javnaðarfelag í landinum.
Umsókn um uppteku í
nýstovnaða
stovn
februar,
byrjaði
landsfelagsskapin verður
send beinanvegin.
Til ell tykkum, sum
seinastu dagarnar spyrj-
andi hava sóknast eftir
steðu míni og steðu teirra
mongu, sum higartil hava
borið ábyrgd, er at siga:
Vit fara øll út í stríðið til
tess at vinna flokkinum og
hugsjónum hansara enn
sterri undirteku til
heystar. Bæði limir
Froðbiar Sóknar Javn-
aðarfelags og limirnir í
nýggja felagnum.
Verið ti vís í, at stødan
sum nú er íkomin kemur
at roynast, samstundis
sum hon greiðir onkur
innanfloksviðurskifti.
Við javnaðarkveðu
Atli P. Dam