Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-02-18, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. februar 1984síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið Utgevari: p/f sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Møller Argjavegur 26 Postsmoga 76, 3800 Tórshavn telefon 11820 Politiskur- og fyritaksblaðstjóri: Krisjan Daht Blaðfóik: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen og Jóhann Mortensen Uppseting: p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981 Ikki so eidasørt kortini VEÐRANESÆTLANIN skal endur- skoðast. Sjålvt landsstýrið tykist nú at hava hesa metan, og vil landsstýrið eftir ollum at dama eisini virka fyri, at Eiðisætlanin 1 og 3 ikki verður trýst igjøgnum so beinanvegin — og alt gott um tað. SAMFELDU mótmæli fólksins ímóti óneyðugu ætlaðu náttúruoyðingini í norðara partinum av vøkru Eysturoy hava rinið við og eiga teir persónar sum fremstir hava staðið í andstøduni móti hesum alt ov uppgjørda hóttalag. ið sermerkt hevur officiellu orku- ætlanir okkara, størstu tøkkina uppi- borna. HAVA enn einaferð fingið prógva, at demokratiski mótmælisrætturin hevur vignast. Vóna, at vind-, aldu- og kolaverksút- byggingin eisini verða endurskoða eins vælviljað sum Veðranesætlanin. IKKI hevði verið burturvið at hugsað, at vit, um vit í størri mun enn higartil høvdu nýtt henda rætt líka skilagott sum viðvíkjandi orkuútbyggingin, eisini á ødrum økjum vóru rokkin nidurstødum, sum í stórri mun høvdu gagna heildini. FISKIVEIÐUMYNSTUR okkara er at døma eftir teimum tølum, ið fram eru komin um vánirnar framyvir, so av- skeplað, at tí ikki býðst í betur, um ikki eitthvert munagott verður gjørt til tess at stimbra teir minni peninga- krevjandi veiðihættirnar. TROLARAFLOTIN er ovurstérur og alsamt legst afturat. Her má annað skil koma í. TILVILDARLIGU veittu innflutnings- loyvini til alsamt dýrari og rakstrar- tyngri før má stødgast, meðan aðrir meguleikar verða troyttir til tess at røkka fiskiskipa samansetningi/-sløg- um, ið frægari enn verandi hóska okkara vinnumynstri. SATT er, at ein nýggjur skipafloti til eina og hverja stund kann utskiftast við onnur før, um áneyðir skuldi verið fyri umleggingum — og tað er tað stødugt innan mennandi vinnu har ný- hugsanin skuldi verið lív lagað. oddagrein MEN bann landsstýrisins fyri út- flutningi av skipum, ið ánararnir í mongum førum ikki longur vilja vita av, hevur sett okkum í ta støðu, at veiðimenn okkara, sum av náttúrligum orsøkum helst vilja vera varandi í vinnuni, hava sæð seg noyddar til at útvega sær før innan- lendis til tvífaldaðan kostnað av tí hesi høvdu fingist fyri uttanlendis. AT rakstur av slíkum yvirkostnaðar- miklum skipum ikki er møguligur er sjálvsagt. KUNNU kanska halda, at vit á henda hátt lata keypspeningin fyri gomlu skipini gera nyttu í landinum. Men er hetta ikki bara rætt, eftirsum óveru- liga bækkaðu prísirnir fyri hesi før lutvís verður at fíggja við útlendskari lántøku — og koma vit hartil ein dag, at meguligt aftur verður at selja hesi ovurdýru gomlu skip av landinum, kunnu vit eins væl straks gera okkum greitt, at bara sámuligur prísur valla fæst fyri tey. SKULU innflutningsloyvi gevast, og tað skulu tey, so verða vit eisini at syrgja fyri, ongantíð ov skjótt, at geva útflutningsloyvi í sama mun, møguliga meiri sum stødan er í løtuni. MENNANDI rakstur hjá okkum er ikki møguligur um nytslumøguleikarnir fyri vinnutólum okkara ikki samsvara einum veruligum virði, eitt nú åjavnt tí virði hesi tål/skip hava uttanlands. L*NUVEIÐA er lønandi vinna, um skipað verður so fyri á landleiðum okkara, at arbeiðsmeguleikar aftur verða tryggjaðir hesi vinnu. Hesin tátt- ur hevur alt ov leingi ligið á láni og verður hesin at taka upp ongantíð ov skjótt. MÓTMÆLA hesi skeivu gongd hava vit rætt og skyldu til og er at vóna, at serkunnleikin eisini her kann stuðla fólkanna meting av hesi ålvarsstødu. HETTA hepnaðist í samband við Eiðis- ætlaninar og kann tað ivaleyst eisini viðvíkjandi fiskivinnuni, um vit á hesum sinni meiri leggja dentin á breiðastu loysnirnar og minni á hvørji oppurtunistisk bein møguliga spyrjast burturúr. Sosjaur . februar 1984 Vidurskifti okkara og grønlendinga imillum Allir fegnast vit føroy- ingar um, at tað hóast tógvi stríð bæði við danir og EEC sum so, nú hevur eydnast grenlendingum á demokratiskan hátt at sleppa sær burturúr impe- rialistisku klóm EEC's. Burtur úr hesum felags- skapi, ið teir á so ódemo- kratiskan hátt vóru drignir uppí, hetta ímóti vilja teirra, men einans tí teir hoyrdu til annað land, ið glaðbeint tveitt seg fyri fetur EEC's. Eitthvert skipað sam- starvslag millum gren- lendingar og EEC hevur verið ynskt frá báðum síðum, eftir at tað við grønlendsku fólkaatkveð- uni varð greitt, at limatil- knýti grønlendinga til fel- agsskapin var óynskt av fólkinum. Ætlaða útlimanin skuldi eftir grenlendskum ynski fara fram longu í 83. Síðan varð jan. 83 ásettur, m en stirvna arbeiðslagið í EEC, umframt seinnu ynski dana og grenlend- inga um, at heimastýrið nú skuldi yvirtaka rakst- urin av framleiðslu- og søludeild KGH's, bar vandan i sær fyri, at ov nógv fór at koma uppí rekur av hesi stóru broyt- ing, alt meðan frægast meguligu framtíðarsátt- mála við EEC skuldu fáast undir land. Fyri grenlendingar er bert at vóna, at nýárs- dagur 85, ið nú er settur sum endaligi dagurin fyr útlimanini, framyvir av fólkinum verður at minn- ast sum ein av stóru letum tjóðarinnar i ivaleyst langa sjálvbjargnisstríðn- um. At tað kostar at seta føtur undir egið borð, vita vit. Orsek er heldur ikki hjá leiðandi føroyskum blødum at »ironiserad« tað framtíðarleið, eitt av breðrafólkum okkara hevur sett sær við at leita sær burturúr harrafylking teirra stóru, sum mær vit- andi eisini føroyska tjóðin hevur frásagt sær beinleiðis luttøku í. Hóast vit í letuni ikki hava fingið einhverji ynski nektað viðvíkjandi fiskiskapi og kvotatillut- anum í grenlendskum sjógvi, so eru vit kortini sum frá líður millum tær tjóðir, grenlendingar verunliga ynskja sam- starv við. Skilja megu vit, at »yvirordnadi« politikkurin á hægsta millumtjóða steði ikki í letuni loyvir grenlendingum at luta út aðrar vegir, enn hagar teir, hóast ætlaðu útlimanina, kortini eina tíð framyvir eru bundnir á hond og fót. Stívar 200 milj. krónur í fastari innteku fyri EEC — fiskiskapin umframt tollfría selu til EEC í long- ri áramál er ikki so vána- ligt samráðingarúrslit, sammett við tað, spátt varð um eftir fólkaatkveð- una um útliman grenlend- inga. Sammeta vit so hetta úrslit við tað, okkara egnu treytir mótvegis EEC eru vorðnar til hesi seinastu árini, so má avgjert sigast at grønlendska úrslitið tolir dagsins ljós og væl tað. Er niðursteða okkara so pinkulingakend, at vit av sokallaðum »grønlendsk- um pirni« í letuni kenna okkum nakað forfjónaðar, tá tað snýr seg um møguleikar okkara í gren- lendskum sjógvi, so verða vit, ongantíð ov skjótt, at gera upp við okkum sjálvar, hvat vit veruliga ynskja at grundað sam- starv okkara við grønlend- ingar á. Skulu vit framvegis »ævinligi lærarin« í grøn- lendskari fiskivinnu. Helst ikki, men heldur vid teimum fegnast yvir, at fiskivinna, fyriskipað av teimum sjálvum, gongur bara heilt væl. Heldur ikki skulu vit, so sum stak vánaligu vinnu- líkindi teirar eru, verða millum teirra, ið ov ágang- andi eru viðvíkjandi krev- um til hesa tjóð, ið sum vituligt er ikki hevur ov lætt við at fóta sær, eins lítið og vit hava tað. Eingin skal ivast í áhuga grønlendinga fyri samstarvi hendavegin. Heldur ikki í vilja teirra til sum frá líður aftur at sýna okkum gamla fyrikomandi lyndi teirra, mótvegis framtíðar ynskjum okkara. Sokallaða samstarvið eru vit, tá tað snýr seg um vanliga toska- og rækju- fiskiskipan, við at vera komnir — igjøgnum — burtursæð frá teimum føroyingum, ið tað hevur hepnast at halda fast við hýrurnar á »ævintyrligu« grønlendsku rækjubát- unum og einhverjum KGH trolarum. Vóna fyri hesar føroyingar, at hetta kann halda áfram, men eingin skal ivast í, at grøn- lendingar í alt sterri mun fara at kenna sær ábyrgd av og ynski um at koma framat her eisini. Ávíst samstarv hevur verið og er ivaleyst enn um selu av fiskaverum. Um hetta í letuni kann víðkast er ilt at siga, men ikki er heilt óvist, at vit ikki kundu dugna heima- stýrinum hesum viðvíkj- andi í samband við meguliga meiri fjeltátt- aðar marknaðir fyri grøn- lendskar verur, ið helst fer at spyrjast burturúr yvir- tekuni av KGH — fram- leiðslu- og selutænastuni. Fegnast kunnu vit um tað samstarv, ið megu- leikar tykjast fara at vera fyri í samband við skelja- vinnu grenlendinga. Tað, vit framyvir kunnu samstarvast við grenlend- ingar um, kann ikki av rætthugsandi føroyingum metast sum eitthvørt at seta istadin fyri toskaveidu okkara hjá teimum i fimti og sekstiárunum, ella seinni rækjurnar, ið vit so gott sum eisini hava i.ust til fulnar. Men má og skal eitthvert samstarv framyvir eina og aleina grundast á sinamillum terv samanbornan við tað, ið latast kann afturfyri, umframt á tann sámuliga vilja til hardalig sum mentunarlig tiltøk, sum kortini man valda fólk- anna ímillum, hóast vit í ár vóru fyri tí hvekki, at veiðugrundarlag ikki fekst fyri eitt nú at lata upp steð okkara í Feroy- ingahavnini fyri fiska- virkan. Rán.