leygardagur 18. februar 1984síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Ein hósvíkingur spurdi meg eina-
ferð, hvat fólk her suðuri í Sand-
oynni hildu um Harra Klæmint; har
um hansara leiðir var hann ikki petti
hægri í meti, enn Kálvur lítli. Eg
svaraði honum, at hann er vist ikki
so lágt í metum, ið hvussu var, tey
gomlu hildu mikið um at vera av
prestfólki, tey kendu tað sum eina
trygd fyri, ikki at fara tann skeiva
vegin.
Hann æt Clemen Laugesen Folle-
rup. Hann var úr Jutlandi, helst um
Vejle leiðina. Hann kom til Feroyar í
1538, sum hjálparprestur hjá Sand-
oyar presti Jensen Skive. — Hann
giftist fyrst við Ane Jensdatter
Skive, og tá hon doyði, giftist hann
aftur við konusystrini Ellen, tær
vóru báðar detur til undanmannin í
embætinum. Tað sigst, at hann átti
23 bern. Tá hann doyði, 30. januar
1688, vóru bernini 15 sum arvingar.
Sum tey flestu hava hoyrt, skuldi
hann vera so armur, at tá hann
kom til Feroyar, átti hann bara tað
hann hevði í klædsekkinum, men tá
ið hann doyði var hann ein sannur
jarðadróttur. Hann var ein sannur
búravnur. Hann lænti fólki pengar,
móti at tey settu jørå 1 veg, og tá tey
so ikki orkaðu at gjalda aftur til
dagstemta tíð, so tók hann jørdina
undir seg. Hann tók fólk, ið illa
megnaðu at klára seg sjálvi, men
áttu jerð, til sín sum uppgávufólk,
føddi tey, og lat tey gera ta nyttu
tey megnaðu, og tá tey so doyðu,
arvaði hann tey. Mangar eru seg-
urnar, um hvussu hann bar seg at
fyri at kradda undir seg, og seta
bernini á bestu garðarnar í land-
inum. Og finligir hava måtarnir
hann brúkti ikki verið.
Eitt veldugt húsarhald hevur tað
verið í Todnesi, við teimum mongu
- Harra Klæmint
i Todnesi
Leysliga eftir N. Anderse
Viggo Dalsgaard skrivar:
børnunum, húskellum og arbeiðs-
konum og uppgåvufélki, so Harra
Klæmint hevur haft nokk um oyrini,
at ansa eftir øllum. Hann átti jerð
um alla Sandoynna, Skúoy, og í
Suðuroy, íalt 47 óðalsmerkur.
Kongsgóðs hevði hann tað sama
sum verfaðirin, og væl tað. Tá ið
hann var deyður, var ágongan: 20
ross, 57 neyt og 2246 ærseyðir.
Sammett við hetta velduga góðs,
var bóksamlingin hjá honum ikki
stór, 29 bekur, virði 2 gyllin; nógv
tann minsta, ið nakar prestur lat
eftir seg.
At sita við ellum hesum jarða-
góðsinum, ferdi sjálvandi við sær,
at Harra Klæmint mangan metti á
tingi, tí ikki dámdi honum, at nakar
gekk honum ov nær, og varð hann
oyddur at gjalda nakað, gjørdi hann
hetta treyðugur, fyrr enn hann var
dømdur til hetta. Pengar og jørå var
fyri tað mesta tað, ið gjørdi, at hann
metti á tingi. 1671 varð hann tó
noyddur at meta fyri aðra orsek. Í
Olavsøku-vikuni hetta árið var hann
sum hann plagdi, stæddur í Havn,
og var stæddur inni hjá fútanum,
har hann hitti barðskeran Hans
Balser. Harra Klæmint stóð fyri
borðsendanum, og bíðaði eftir at
setast til borðs; keypmaðurin, og ein
av krambakellunum og fútin vóru
inni stæddir. Tá kom Meistar Hans
inn í stovuna, fylgjandi við fútakon-
uni, og Harra Klæmint, ið hevði
ringt eyga til hann, síðan teir hevdu
metst á vártingi á Sandi, brá sær
ímóti honum, og spurdi, hví hann
hevði verið so óhevuskur móti sær á
vártinginum. Meistar Hans svaraði,
at tað var ikki hann, ið hevði verið
óheviskur, men Harra Klæmint. Orð
ókst nú av orði, og tá ið Meistar
Hans hevði sagt, at Harra Klæmint
skuldi haft latið »Hans Hundsvot«
verið heima av tingi, segði Harra
Klæmint: >Hvat fyri ein hundsvott-
ur, tín drongur?<. Meistar Hans
svaraði, at hann meinti við Hans,
son Harra Klæmint, og nú skeldaðu
teir hvenn annan út, skiftivís fyri
Hundsvot og Dreng. Keypmann-
inum dámdi einki at koma til at
verða vitni til, hvat ið kundi koma
at henda, tí vendi hann sær móti
vindeyganum. Sum hann seinri
greiddi frá í rættinum, helt hann seg
hoyra, at tað fall eitt slag við eini
flatari hond, og tá hann vendi sær
við, reisti fútin Harra Klæmint upp
á fetur; hann var fallin bakleiðis við
hevdinum móti durunum. Tá ið
hann var komin aftur á føtur, segði
hann við Meistar Hans: >Tín skelm-
Leygardagur 18. februar 1984
ur. Tú slóg meg sum ein annan
skálk, og tú slóg Harrans Salvaða,
hond tín skal ikki trivast«. Teir
stevndu báðir hverjum eðrum, men
legtingið sleyg sær frá dóminum, og
avvísti sakini.
Bernini arbeiddu hetta mikla
jarðagóðsið; Harra Klæmint lat
einki av børnunum, uttan teir 2 syn-
irnar, ið gjerdust prestar, læra
mikið til bókina; tá skift varð eftir
foreldrini, dugdu teir so mikið lítið
at skriva, at tað eru bara forbók-
stavir skrivaðir. Allir hesir synirnir
hava kent seg sum ein magt á Sand-
oynni, tá so bar á, vóru teir ikki
mjúkir at strúka. Í 1681, tá ið teir
hevdu verið til bjargar við Traða-
monnum, slog Cristian Klæmints-
sonur, Bartal Mortanson á ryggin
við einum áhalsi, reiv hann av hest-
inum, hann reið á, og gav honum
jarðfall. Hanus Nicodemusen kom
Bartali til hjálpar, men Óli
Klæminssonur slóg nú til við einum
koyrli, og tað gjerdist slagsmál.
Undir orrustini, bleiv Christian
sligin i høvdid við einum steini, og
hann rópti tå, at tað hevði Bartal
gjørt, men hesin svaraði, at tað man
vera „tín forbannaði bróður, Oli,
sum hevur rakt teg«. Christian
skjeyt hesi orð til prógs, men Bartal
segði, at hann virdi lítið, hvat hasir
grýnhundarnir = vitnaðu. Hetta
meinti hann nokk við, at teir vóru
útlendingar.
Nakað friðar heim var prestagarð-
urin ikki; synirnir kundu ikki semj-
ast, hverki sín ámillum, ella við
faðirin. Tað mest harmiliga, var tó
klandrið millum gamla prestin og
sonin Harra Per, sum frá 1681 var
hjálparprestur hjá faðirinum. 1680
og tvær ferðir í 1681 hevði faðirin
klagað sonin, men hinir prestarnir í
landinum høvdu fingið slættað
sjógvin millum teir. Men í 1683
klagaði gamli aftur sonin, og tá mól
so groft, at próstarættur varð settur
í Todnesi. Faðirin klagaði um, at
sonurin hevði brotið skorsteinsstov-
una niður, og var farin avstað við
henni, og hevði snýtt hann fyri
mangt, ið gamli átti at fáa. Tað allar
ringasta var, at sonurin skuldi hava
sagt, at hann skuldi vera ein pesti-
lens fyri fedrana húsið. Sonurin
klagaði um, at hansara kirkju- og
húsfriður var vorðin órógvaður av
einum ostindiafarara, tað var bróð-
urin Dánial, sum hevði jagað hestin
hjá honum út úr kirkjugarðinum,
beint eftir at hann var byrjaður við
Gudstænastuni, og at ein annar av
breðrunum hevði gingið eftir honum
p
8
Sands kirkja
við knívi, og at tað var eitt ófor-
skammað kvinnfólk, sum setti ilt
ímillum seg og faðirin. — Prósta-
rætturin helt, at Harra Per átti at
verið avsettur, men at har var einki
annað at gera, uttan at lata hann
sita, tí gamli var so ússaligur, at
hann mátti hava hjálp, og heldur
lata sakina fara fyri verðsligan rætt,
og lata Bispin tala. Sama árið kom
bræv frá Bispinum Bagger, at sakin
skuldi steðgast, og at sonurin skuldi
biðja faðirin um tilgeving — tann av
teim, ið ikki vildi hetta, skuldi strax
setast av. Av brævinum sæst av
prestarnir í landinum fyrr ofta
hevdu klandrast, og at bispur ofta
hevði formanað til at semjast, at teir
ikki skuldu vera sum Levitar, ið
ganga bróðurinum, frá í neyð.
Henda Bispa formáningin hevur
ikki hjálpt mikið uppá Harra Per, tí
í 1689 mátti hann fyri kirkjurætt
saman við móður síni, ið tá var
vorðin einkja; próstarætturin fekk
tey samd.
30. januar 1688 doyði
Klæmint, um 86 ára gamal.
Umframt 47 óalsmerkur, ið hann
sum sagt hevði skavað saman, sat
hann við Todnesgarði, Stóru
Dímun, Skarðsgarði, Klettagarði og
Aargarði, so væl hevur verið strítt
hjá honum.
Harra
Sandagarður var harumframt
einkjugarður.
10.2.84.
Viggo Dalsgaard