Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-02-18, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. februar 1984síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

På] Tað eru í ár liðin áttati ár síðani Havnar Bóltfelag varð sett á stovn og ætlar felagið tí at skipa fyri størstu innandura fót- bóltskapping, ið nakrantíð hevur verið í Føroyum. So verður aftur ein stór innandura fótbólts- kapping í Havn. Tað er Havnar Bóltfel- ag, sum býður gentum og dreingjum at kappast í ítróttarhellini á Hálsi 24., 25. og 26. februar. Kappast verður í ymisk- um aldursbólkum. Pinku- lindabólkurin er fyri dreingir feddir í 1976 og 1977, meðan smápiltarnir skulu vera feddir í 1974 og "75. Í piltadeildini luttaka dreingir feddir í 1972 og 1973, meðan dreingir, ið eru feddir í 1970 og 1971, skulu luttaka % smá- dreingjadeildini. Dreingja- deildina manna dreingir, ið eru feddir í 1968 og 1969, meðan elsta deildin, unglingadeildin, er fyri dreingir, ið eru feddir í 1966 og 1967. Tvær deildir verða fyri gentur. Eina deildin er fyri gentur, ið eru feddar í 1966-1969, meðan hin deildin, smágentudeildin, er fyri gentur, ið eru feddar í 1970 ella seinni. Havnar Bóltfelag sigur, at endaliga kappingar- skráin kemur í Útvarpið 24. februar á miðdegi. Lið, ella einstaklingar, ið ætla at luttaka í HB- kappingini, kunnu boða frá hesum á ymsu skúl- unum í Havnini. Í Kommunuskúlanum er tað Solbjørn Mortensen, ið tekur móti tilmeld- ingum. Á Eysturskúl- anum er tað Manne Pers- son, ið tekur móti frá- boðanum um lutteku, meðan Sverri Jacobsen tekur móti tilmeldingum á Venjingarskúlanum. Eisini ber til at boða frá luttøku við at ringja til Eyðun Dahl-Christiansen, tlf. 17330. Luttøkugjaldid er kr. 10,— fyri hvønn luttakara. Øll tey vinnandi liðini fáa heiðursmerki frá Feroya Banka. Tað eru í ár liðin 80 ár síðani Havnar Bóltfelag varð sett á stovn, og ætlar HB tí at henda innandura kappingin skal verða tann størsta nakrantíð, og vónar tí, at nógvar gentur og kanska enn fleiri dreingir fara at luttaka í kappingini. Tað eru annars í ár liðin 13 ár síð- ani fasti tåtturin, »innan- dura HB-kappingin«, byrjadi. Gentufotboltur So byrjar uttanduragentu- fótbólturin i Føroyum. Higartil hava gentur bert kunna luttikid i ymsu innandura fótbóltskapp- ingunum i Føroyum, men á aðalfundi í Fótbóltssam- bandi Feroya 26. novem- ber í fjør, varð samtykt, at skipast skuldi fyri uttan- dura fótbólti fyri kvinnur gentur í summar. Hetta fyrsta árið verður at rokna sum ein roynd. Fótbóltssambandið hev- ur nú avgjert at seta Julius Vest Joensen til kappingarstjóra fyri gentu- og kvinnufótbólt- inum. Enn veit FSF ikki hvussu áhugin hjá fót- bøltsfeløgunum er fyri hesum tiltaki og ber tað ti ikki til enn at siga nakað um hvussu kappingin verður legd til rættis. Fyri at vita hvussu undirtekan verður, hevur Fótbóltssambandið 15. februar sent feløgunum tilmeldingarbleð til gentu-/kvinnukappingina, og verða felegini biðin um at senda FSF tilmeld- ingarbleð og lutteku- pening sum skjótast. Sein- asta tilmeldingarfreist er 29. februar, so ikki kann sigast at feløgini hava langt skotbrå at avgera um tey vilja luttaka i hesi kapping. Tad verda bert tvær deildir innan kvinnufót- bólt. Eina deildin er gentu- deild har luttakararnir eru millum 12 og 17 ár, meðan hin deildin er fyri gentur kvinnur eldri enn 17 ár. Luttekukostnaðurin fyri hvert av eldru liðunum er 300 kr, meðan yngru liðini skulu gjalda 150 hvert fyri at luttaka. Lutteku- gjaldið skal, saman við gjaldinum til dómardeild FSF's, sum er 450 kr. fyri hvert av eldru liðunum, sendast Fótbóltssam- bandinum saman við til- meldingini. Spennandi veðrur nú at síggja hvussu stór luttek- an verður og verður eisini spennandi at síggja um tað ber til at hava fót- bóltsdeild við so stórum aldursmuni sum í gentu- deildini. Hesin aldurs- munur svarar til at smá- dreingir og unglingar skuldi luttikið í somu deild. A — Framhald av síðu 13 var stovnað tá. Undir hesi skrivstovu hoyrdi eisini sjúkrahúsverkið. Næsta útbyggingin kom í 1955, tá búskaparliga býtið var broytt soleiðis, at landskassin skuldi rinda eina helvt av út- reiðslunum og danski stat- urin hina helvtina. Í 1976 kom psykiatriska deildin, sum varð løgd undir Landssjúkrahúsið og 1. apríl 1978 fór Johan Djurhuus frá og John Arne Serensen tók yvir, sum sjúkrahússtjóri. Nú er starvið fyrisitingarligt arbeiði burturav. Sosialurin hevur tosað við John Arne Serensen, sum hevur leitað gomul skjøl fram úr ársfrágreið- ingum aftur í tíðina til 1939. Tá vóru útreiðslurnar á Dr. Alexandrines Hospital 52.729 krónur fyri árið. 110 sjúklingar lógu á hospitalinum um árs- skiftið 1939-40. Hetta árið hevdu 935 sjúklingar verið innlagdir á hospitali, og 52 starvs- fólk arbeiddu á stovn- inum. Ein yvirlækni og tveir hjálparlæknar vofu á hospitalinum, umframt umsjónarmaður, maskin- meistari, sjúkrasystrar, næmingar, massesa, sum nú nevnist fysioterapeut, økonoma, vaski- og rein- gerðarfólk, keksgentur 0.s.fr. 5. hvør føroyingur Til sammetingar kunnu nevnast rakstrartølini og starvsvidurskiftini i 1982. Nu arbeida 600 folk å Landssjúkrahúsinum, sum hevur pláss fyri 284 sjúklingum. Í hesum ári vóru 6.178 fólk innlegd, t.v.s. umleið fimti hver føroyingur, — bert á Landssjúkrahúsinum! Í dag kostar ein sjúkra- song 1.308 krónur og var fíggjaryvirlitið sama ár 125.746.370 krónur. Her er eisini íroknað keyp av tólum o.a. í sama tíðar- skeiði. Á Landssjúkrahúsinum eru í dag 41 læknasterv, 241 sjúkrasystrasterv, her íroknað 60 sjúkra- systranæmingasterv, 62 sjúkrahjálparar og pleyg- arar, 72 fysioterapeutar, ergoterapeutar, laborant- ar og læknaskrivarar, 15 skrivstovufólk og teknisk fyrisiting, 40 porterar og rakstrarfólk, 109 kekur, vask- og starvsfólk, her íroknað > manningin á Reyðakrossi. Samanumtikið verður í dag roknað við, at tvey starvfólk eru fyri eina sjúkrasong á sjúkrahúsinum. Lands- tlf. 11820 — vit skriva L eygardagur 18. februar 1 984 | Hondbóltsskráin Tórshavn Leygardagur 12,00 Vípan-Kyndil b g. 14 12,35 Neistin a-TB g. 12 13,15 Neistin a-TB . 16 14,05 Neistin aStÅF III menn 15,15 Neistinu-H71u III menn 16,25 Kyndil a-TB III menn 20,00 Kyndil b-TB d. 14 20,40 Kyndil b-Tb d. 16 Sunnudagur 13,00 Kyndil u-TB III menn 14,10 Kyndil b-VÍF g. 14 14,50 Kyndil-VÍF II menn 16,00 Kyndil-VÍF I menn 17,15 Kyndil-Neistin: I kv. 18,30 Kyndil b-H71 m.u. Skála Leygardagur 13,00 KIF-TB = d.14 13,45 KÍF-Neistin b d. 12 14,30 St.ÍF-EB 7 d.16 15,30 VÍF-EB Í menn Sunnudagur 14,00 EB-STjernan b g. 14 14,35 St.IF-Stjørnan a g. 10 15,15 St.IF-Stjørnan a d. 10 15,50 St.iF-Stjørnan a g. 14 16,30 St.ÍF-Stjornan I menn 17,40 EB-TB Imenn 18,45 St.ÍF-Stjornan II kv. Runavik Leygardagur 14,00 NSI-MB 4d.16 14,50 NSÍ-MB = d.14 15,40 NSI-MB III menn 16,30 NSÍ-Skála g.12 Sunnudagur ; 14,15 NSÍ-Stjernan a d. 12 14,55 NSÍ-Stjernan II menn 16,05 NSI-Stjørnan b d. 10 Kamsdalur Sunnudagur 14,00 ÍF-EB g. 16 14,50 GÍ-EB d. 16 15,40 GÍ-EB I kv. 16,50 GÍ-EB III menn Klaksvik Leygardagur 12,20 Stjørnan a-GÍ g. 12 13,00 Stjørnan b-SÍF d. 10 13,40 Stjørnan a-SIF a d. 12 14,20 Stjørnan-SIF d. 14 15,00 Stjørnan-Søljan II kv. 16,00 Stjørnan-SIF II menn 17,10 Stjørnan-TB I menn Giljanes Leygardagur 13,30 MB b-Kyndil b g. 12 14,10 MB a-Kyndil a Å] g. 12 15,7) SIFb-MB d.12 16,10 Søljan-MB g.14 Sunnudagur 13,15 MB a-Neistin c g. 12 13,55 MB-Neistin b d. 12 14,35 SÍF a-VÍF d.12 15,15 SÍF-VÍF d.10 15,55 Seljan b-VÍF g.12 16,35 SÍ-SÍF d. 16 17,25 SÍ-Seljan g.16 Borðtennis- Leygardagin skipar AB fyri borðtennis kapping. Einir 16 av okkara fræg- astu leikarum koma at luttaka í kappingini, sum verður skipa í bólkum, haðani vinnararnir halda fram í finalu. Byrjað verður at leika í skúlahellini á Argjum kl. 10 leygarmorgunin og fin- alan verður væntandi leikt uml. kl. 16,30. semifinalum og