Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-02-18, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. februar 1984síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SAT". Færø Amts Hospital virkaði i nærum 100 ár, áðrenn Dr. Alexandrines Hospi- tal varð tikið í nýtslu í 1924. Ein partur av hesum bygningum eru til enn og stendur nærindis Térshavnar Skipasmiðju. so fáar stundir vóru til tess, so slapp hann ikki langt. — Eg minnist at vit hesi sumrini plagdu at fara á flot, men tó ikki longur enn at vit høvdu Hospi- talið í eygsjón. Gjerdist tað neyðugt at geva boð av hospitalinum, so breiddi sjúkrasystrarnar eitt lak út uttanfyri. So vistu vit, at nú var stundin komin, tá vit noyddust at skunda okkum til lands. Umframt samstarvið millum Dr. Alexandrines Hospital og Landslækna- embætið, so komu Pauli Dahl og Hans Debes Joensen í langt tíðarskeið í felag at taka sær av undirvísingini á sjúkra- systraskúlanum, har tær vóru lærarir í mong ár. Hóast nógv hevur verið gjørt til útbygging av heilsuverkinum í Før- oyum, so er hetta tó ikki nakað nýtt fyribrigdi. Longu seinast í 30unum fekk Pauli Dahl fatur á einum arkitekti í Dan- mark, sum gjerdi uppskot og tekningar um psykiat- riska deild í Feroyum. Hetta uppskotið var góðkent av danska Heilsu- stýrinum, men gjerdist to ongantíð veruleiki, tí seinni heimsbardagi brast á. Ætlanin um psykiatriska deild var tó ikki slept, tí í 1947, tá Hans Debes Joensen ar- beiddi sum fylkislækni í Vestmanna, samstundis sum hann var landslækni, bleiv hann valdur inn í eina nevnd í Danmark, sum skuldi arbeiða við umlegging av stats- hospitalinum í Danmark og hervið eisini í Føroyum. Tá varð fert fram, at ta seingjatalið sum danir settu av til feroyskar sjúklingar, eins væl kundi verða í Feroyum, sum í Danmark, eins og tey brekaðu, sum eisini vóru send av landinum, kundu fáa innivist herheima ístaðin. Hetta var so byrj- anin til ein part av út- byggingini av Heilsuverk- inum í Feroyum. Annar teirra ið starvað- ist á hospitalinum í 30unum var Sanna Dahl Niclasen, fyrrverandi yvir- lækni á rentgendeildini. Sanna Dahl Niclasen sigur við Sosialin, at hon í praktiktíðini arbeiddi hjá Paula Dahl. Á fyrsta sinni í 1938 og seinni sum hjálp- arlækni frá 1945-47. Seinni í 1960 varð starvið sum yvirlækni skipað fyri rentgendeildina og var tað Sanna Dahl Niclasen, sum fekk til uppgávu at byggja hesa deild upp. Í byrjanini var bert Sanna Dahl Niclasen og ein sjúkrasystir á rentgen- deildini, men síðan er hend stór broyting fram til í dag, nú tilsamans 19 fólk arbeiða á hesi deild. Um tíðina í 1945-47 sigur Sanna Dahl Nicla- sen: — Um hetta mundið vóru umleið 90-100 sjúklingar á Dr. Alexandrines Hospi- tal. Pauli Dahl var yvir- lækni og vit vóru tveir hjálparlæknar, — tó eitt tíðarskeið í 1946 var eg einsamallur hjálparlækni, tí so trupult var at fáa læknar hendavegin. Ongin skipa arbeiðstíð var, so vit hildu fram, so leingi nakað var at gera. Vanligur arbeidsdagur byrjaði klokkan átta á morgni, tá arbeiðið á skurðstovuni skuldi fáast frá hondini. Síðan varð farið stovugongd til allar sjúklingar. Um henda ikki varliðug á middegi, so Eldri mynd av skurðdeildini á hospitalinum. Á myndini sæst Pauli Dahl og starvsfólk hansara. Tað hevur verið sum ein reyður tráður gjognum allar samreðurnar, sum Sosialurin hevur haut við fyrrverandi starvsfólk á Lands- sjukrahusinum, at Pauli Dahl, sáli hevur verið nevndur í samband við arbeið- ið á hospitalinum hildu vit fram út á seinna- partin. Um kveldið var aftur stovugongd, men hana plagdi Pauli Dahl at taka sær av. Hann var so ómetaliga fjøltåttadur, at hann eins væl rekti heili- ráðsjúklingar sum skurð- sjúklingar. Upprunaliga var hann skurðlækni, men hugur hansara til heiliráð- viðgerð var eisini stórur. T.d. minnist eg, at hann hevði stóran áhuga fyri sukursjúkuni, og gjerdi eitt stórt arbeiði á hesum eki. Annars vóru sjúkurnar um tíðarbilið eftir seinna heimsbardaga: Tuberkla- sjúkur, gikt -og ryggsjúk- ur 0.a Viðvíkjandi psykiatrisk- um sjúklingum, so var ikki nógv vit kundu gera. Hesir vóru sendir av land- inum. Tó hevdu vit í vest- ara enda á hospitalinum tvær sonevndar »sellur«, har psykiatriskir sjukling- ar vóru lagdir. Tá var nærum eingin heilivág til at taka, og um sjúklingar vóru ov ófriðar- ligir so vóru teir lagdir í haft í songini í selluni, sum stóð nelgd fast í gólv- ið miðskeiðis í rúminum. Í hesum rúmi var annars einki annað enn ein song inni. Tað vóru ikki góðar um- steður hjá sjúklingunum og teir vóru tí altíð sendir til Danmarkar. Burtursæð frá krígs- árunum, tá ikki slapst av landinum. Tá var ein deild innrættað í Klaksvík, har hesir sjúklingar fingu inni- vist, tó at hjálp ikki var so nógv at fáa. Um heilt illa vildi við, so vóru psykiatriskir sjúkl- ingar sendir til Skotlands, men tað var heldur ikki nekur góð loysn, tí teir trivust ógvuliga illa har. Umframt foðistovu, barnastovu og tann bland- aða sjúkradeildin, TB- deildin og giktdeildin, so var eisini fysioterapirúm í kjallaranum, har eisini rentgentólið hevði til húsa. Eitt laboratorium ella royndarstova var eisini á hospitalinum tá, har Jóhanna Dahl, laborantur arbeiddi einsamell í mong ár. Annars høvdu hjálpar- læknarnir eisini til upp- gávu at arbeiða á royndar- stovuni, eitt nú við at telja blóðlikam, — bert fyri at nevna okkurt. Har vóru eisini gjerdar royndir til tess at ávísa ymsar sjúkur, sum fólk vóru innlegd fyri. Stór útbygging Á vári 1957 kom Sanna Dahl Niclasen aftur til Feroya eftir at hon hevði fingið serlækna útbúgving sum rentgenlækni. $KITTIO! Sanna Dahl Niclasen, fyrrverandi yvirlækni å røntgendeildini, byrjaði virkið á hospitalinum í praktiktíð síni. Síðan hevur hon verið við í útbygg- ingini av røntgendeildini og gavst í hesum arbeiði fyri tucimum árum síðan Í byrjanini meðan deildin var fyrireikað, ar beiddi hon eisini sum hjálparlækni, til 1960, tá hospitalið varð skipað í tríggjar deildir. Ein rent- gendeild, heiliráðdeild og skurðdeild. Síðan er stór útbygging farin fram á rentgendeild- ini. Í 1959 fekk deildin eitt rentgenterapitól, sum Kvinnufelagið í Havn lat stovninum. Hetta tólið verður nýtt enn. Fyribils settur í 29 ár Jóhan Djurhuus, skriv- stovustjóri í Landsstýr- inum, var samstundis sjúkrahússtjóri í 29 ár, frá 1939-78. Tó at hann hesi árini bert var fyribils- settur, so hevði tað ongan týdning. Tað var bert ongantíð gjørt nakað við hesi setanarviðurskifti. — Tá var starvið sum sjúkrahússtjóri ólent arbeiði, tí umskipanin og tað fyrisitingarliga arbeið- ið fyrst kom í lag seinni sigur Johan Djurhuus við Sosialin Fyrsta umleggingin kom tó í 1939, tá kommunurnar í Danmark tóku yvir sjúkrahúsini, og varð hetta eisini galdandi fyri Feroyar amts- Seks krónir um dagin 1. april 1939 varð mett, at ein sjúkrasong kostaði seks krónur um dagin. Av hesum skuldi Sjúkra- kassin gjalda tvær krónur, landið tvær krónur og danski staturin tvær krón- ur. Legtingið tók tá yvir fyrisitingina og Edward Mitens var fyrsti stjóri á løgtingsskrivstovuni, sum Framhald á síðu 14 Johan Djurhuus, skrivstovustjóri í Landsstýr- inum var sjúkrahússtjóri í 29 ár. Hann var fyribils- settur øll hesi árini og gavst í 1978