Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-02-18, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. februar 1984síða 23

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

3 sjónvarpsfelagið Leygardagur 18. februar 15,00 OL 19,30 Heimurin hjá Buster 20,00 TV-avísin 20,30 Frá arbeiðseftirlitinum: „Óljóð — hvat kann gerast« . 20,45 Vit bæði 21,10 Good old days 22,00 Mission Capricorn Am. filmur 23,55 Liðugt Í | 7 A Sunnudagur Í9. februar gl 15,00 Dans — Dans — Dans 16,00 Gudstænasta 17,00 OL 19,30 Djórafilmur 20,15 Jenny 3 (3) 21,30 Gamla Danmark 22,45 Andakt 22,50 Liðugt Månadagur 20. februar 19,30 TV-avisin Tysdagur 21. februar 19,30 TV-børn 20,30 TV-aktuelt 21,15 Eg elski teg Fr. filmur 22,55 Lidugt es Á N— DG Sarajevo 84 Er / | Olympisku leikirnir i Sarajevo Leygardagur kl. 15,00 Sjónvarpið fer at vísa nakað av tí, sum fram er farið seinastu dagarnar á vetrarolympisku-leikunum í Sara- jevo í Jugoslavia. Vit bæði Leygardagur kl. 20,45 Unga dóttirin í húsinum, Gabby, hevur trupulleikar at dragast við. Hon fær ikki sovið. Hetta verður mett rættiliga álvarsligt, og hon verður víst til ein sálarfreðing. Men eingin familjuráðgeving, har tænarin í familjuni ikki er við, og so sjálvandi sleppur Brentwood ikki undan. Leik- ararnir: Peter Cook, Mimi Kennedy og Dana Hill. Mission Capricorn Leygarkveld kl. 22,00 Hetta er ein amerikanskur filmur frá 1977 — um eina rúmdarferð. Svik verður brúkt til tess at bjarga einum »råmdarprogrammi«. Ein rúmdarferð tykist at fara at mis- eydnast, og tað má dyljast. So heldur lata tríggjar rúmdarmenn doyggja. Men journalisturin, Elliot Gould, fær frænir av hesum og saman við einum eðrum flogskipara, Telly Savalas, fer hann at hjálpa teimum neyðsteddu rúmdarmonnunum. Ein sera spennandi filmur. Dansur - dansur - dansur Sunnudagur kl. 15,00 Sendingin er um at útbúgva seg til balletdansara. Hesin franski filmurin er frá undirvísingini á balletskul- anum hjá parisaraoperaini. Her hevur góð venjing og hart arbeiði alt at siga. Vit síggja eisini, hverjir dansihættir eru við í útbúgvingini. Síða 23 Jenny Sunnukveld kl. 20,15 Hetta er triði partur og tann seinasti um kvinnuna Jenny og lív hennara. Í seinastu sendingini sóu vit tey bæði, Jenny og pápa Helge, saman. Síðani flutti Jenny til Keypmannahavnar. Í hesum partinumer hon stedd í Dan- mark, har hon m.a. metir Jens Okk- ing, Bodil Udsen og Karen Wegener, sum øll hver í sínum lagi fáa stóran týdning fyri Jenny. Hon er við barn við pápa Helge, og tað verður borið í heim í Skagen. Jenny er tó bert eydnurík í stutta tíð, og hon fer tí aftur til Italia, til Rom, har hon fyrr sum listarkvinna var bæði fegin og glað um sítt arbeiði. Gamla Danmark Sunnudagur kl. 21,30 Donsk sendireð í 10 pertum. Annar partur. Tíðarskeiðið er frá 1945 til 1975. Rithevundin Paul Hammerich fer í hesi sendingini at greiða frá donskum landamarkaviðurskiftum. Hesin parturin eitur tí eisini >Tá skal vera eitt mark<. Paul Hammerich vísir okkum stóra munin millum tátíðarinnar stóru politikarar: vinstrabóndan og forsætisráðharran, Knud Kristensen og tann meira libe- rala og konservativa politikaran, Chrismas Møller. Vit skulu eisini hoyra um kongahúsið, um Marshall- hjálpina, um dagbleð, vikubleð og tað nýggja — sjónvarpið.