Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-02-18, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. februar 1984síða 24

‹ fyrra síða allar 24 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

- Tit ringja — vit skriva Er nakað á våsi? — tvamál? Ein spurningur, ella tíðindi, so ring til okkara. Vit eru til reiðar! k + Bíðið!!! 2 viði = Eg hevði ikki torað at byrja sjónvarp 1. april Tí skilji eg væl, at Jógvan Asbjørn hevur summarfuglar í búkinum, sigur danski sjónvarpsmaðurin, Preben Heide m.a. Øll vóru á einum máli. At nýggi stjórin á Sjónvarpi Feroya hevur átikið sær eina ómetaliga stóra og torføra uppgåvu, nú hann ætlar at byrja send- ingarnar longu 1. apríl tvs. um einar 40 dagar. Vit eru stedd á fundi á Hotel Hafnia. Tað er danski sjónvarpsmaðurin og feroyavinurin, Preben Heide, sum er á vitjan, og tí hava limirnir á Feroya Blaðmannafelag nýtt hevi at tosa við hann og seta honum spurningar. Hegni Djurhuus, for- maður beyð dananum væl- komnan. Helt fyri, at so nógvir spurningar viðvíkj- andi sjónvarpinum, Preben Heide, sjónvarpsmaður sigur: Bíðið! standa ósvaraðir, og at tað tí kundi verið áhugavert at hoyrt ein danskan starvsfelaga og royndan sjónvarpsmann siga sína hugsan. Og tað gjørdi hann so sanniliga eisini. Summarfuglar í búkinum! — Eg skilji væl, segði Preben Heide, at Jógvan Asbjern Skaale hevur summarfuglar í búkinum, tí hann hevur átikið sær eina »gigantiska« upp- gávu: at fara undir sjón- varpsvirksemi við so gott sum ongari manning. Og hann helt fram: — Var eg í hansara stað nú, - so hevði eg bíðað. Eg hevði ikki tendrað send- aran 1. apríl, tí tað fer bert at skapa ókendar og ovur- stórar trupulleikar. Bíðið tí heldur eina tíð enn og leggið til rættis, hvat tit skulu senda, hverji fólk tit skulu brúka osfr. Preben Heide kom við positivum kritikki. Hann helt fyri, at sjónvarpið hevur fingið sera „góða út- gerå«, at arbeiða við. — Men hvat nú tá eingi fólk eru til at brúka hesa útgerðina, spurdi okkurt av blaðfólkunum! Manning Hann svaraði: — Eg skal ikki sum fremmandur siga tykkum, hvat tit eiga at Jógvan Asbjern sigur: — Eg byrji 1. apríl gera og ikki. Men eg kann sum sjónvarpsmaður við meir enn 15 árum á baki geva tykkum ráð og upp- lýsingar. — Skulu tit gera feroyskar sendingar og tað haldi eg tit eiga fyri ein hvenn prís, so mugu tit hava manning til tess. — Um vit nú ætla at hava tveir tímar við fer- oyskum innihaldi um vikuan, hvat krevst av fólki? — Í Danmark skulu 9 fólk til at gera tveir tímaR av sjónvarpi um vikuna. Nú sigi eg ikki, at tit skulu sammeta við okkar viður- skifti, tí vit leggja rætti- liga stóran dent á góðsku. Men tit mugu gera tykkum greitt, at sjónvarp krevur eitt mini- mum av fólki, og at tað kostar at gera sjónvarp. Sekti sjálvur — Tú sekti sjálvur starvið sum leiðari av sjónvarp- inum. Um tú fekk starvið, hvat hevði tú so gjørt nú? — Eg hevði ikki torað at byrjað 1. apríl við hesi manningini. Hevði sett meg niður og lagt arbeiði til rættis og gjørt mær greitt, hvat vit skulu vid sjónvarpinum, hvat tað skal innihalda, hvat av fólki krevst osfr. Um orsekina til at hann sekti starvið, sigur Preben Heide, at hann helt hetta vera eina spennandi uppgávu og tí hann hevur royndir og vitan innan hetta arbeiði, sum hannf fegin vildi lata føroyingar fáa nyttu av. Lýsingar: Lýsingarmaður okkara er ráðgevari hjá fyritskum og einstaklingum í lýsingaspurningum. Hetta verður gjørt uttan meirkostnað fyri lýsaran. — Men annars eri eg glaður um, at ein feroy- ingur fekk starvið. So eg eri als ikki vónsvikin. Preben Heide heldur, at vit eiga at hava eitt ávíst tal av feroyskum send- ingum. Feroyskar barna- sendingar eiga at koma í fyrsta reð. Tit mugu gera føroyskar sendingar fyri bernini, og har tit senda útlendskar, har mugu tit hava feroyskan tekst. Tað er so týdningarmikið, at bernini kenna sín ger- andisdag aftur á skerm- inum ístaðin fyri at fáa alt hetta fremmanda inn á seg, sum jú í stóran ans einki hevur við feroysk viðurskifti at gera. Síðani “eldur Preben Heide, at sjónvarpið eigur at senda føroysk tíðindi umframt mentanar- politiskar sendingar. Sendingar frá gudstæn- astum, fundum og ítrótt- arkappingum heldur hann eisini, at vit eiga at hava í huganum, tí tað er lætt og bíligt at gera. Bíligt men! — Tað ber sjálvandi eisini til at gera bíligt sjónvarp. Tit kunnu t.d. seta mikro- fon og filmstól nidan í løg- tingið og so senda út í eitt orðaskiftið har. Tað er helst áhugavert eina tíð, men fólk fer skjótt at troyttast av tí. Tey ynskja tá eina fakliga hond at redigera tilfarið. Preben Heide heldur ikki, at bert journalistar skulu gera sjónvarp. — Eg haldi at Journa- listar skulu gera 75% av tilfarinum, m.a. tíðindi, samrður, ol, ti hetta krevur tað innlit, sum ein journalistur hevur fingið í síni útbúgving og frá sínum royndum. Hvat viðvíkur restini tvs. 25% av tilfarinum, haldi eg onnur kunnu gera. T.d. barnasendingarnar og tilfar sum útbúgving, kunnu pedagogar og lær- arar ngov betur gera enn journalistar. Preben Heide sigur at enda: — Bíðið við at byrja sendingarnar til tit hava fingið manning og lagt arbeiði betri til rættis. .Hvør heldur, at tað ber tilat keypa ein trolara fyri góðar 10 mill. kr., seta ein skipara, ein stýrmann og ein kokk og so halda, at teir einsamallir kunna fylla uppí bátin hverja ferð! jan Jógvan Asbjern Skaale, sjónvarpsstjóri: — Skulu vit hava eitt alment sjónvarp, so mugu vit eisini gjalda fyri tað. Og tað er einki loyndarmál: tað er dýrt at gera sjónvarp. Tað er Jógvan Asbjern Skaale, sjónvarpsstjóri, sum sigur hetta. Hann luttók á fundinum, sum Blaðmannafelagið skipaði fyri hóskveldið saman við danska sjónvarpsmann- inum Preben Heide. Hóast mangt enn er ógreitt, so ætlar nýggi sjónvarpsstjórin kortini at senda 1. apríl. — Eg eri tó heilt greiður yvir, at tað ber ikki til at gera sjónvarp við trimum fólkum. Tí mugu vit fáa eitt so mikið høgt hyggj- aragjald, at tað í hvussu so er ber til at gera nakrar føroyskar sendingar. Hyggjaragjaldið! Hyggjaragjaldið er enn ikki ásett. Jógvan As- bjørn Skaale upplýsti á fundinum, at hann nú skal tosa við Tórbiern Poulsen, landsstýrismann m.a. um hyggjaragjaldið. — Eg veit væl, at tað er bíligari at stjala sendingar frá eðrum enn at skula gera tær sjálvir og gjalda fyri tær. Men tað er ikki vann vegurin, eg ætli mær at ganga. — Skjótt kunnu vit síggja sjónvarp frá fylgi- sveini. Til ta tíð mugu vit hava eitt sjónvarp, sum hevur nakað av føroyskum innihaldi. Annað er heilt høpisleyst at tosa um. Tí havi eg sett mær fyri at hava ein tíma um vikuna við føroyskum tíðindum. Haraftrat tíð til barnasendingar og til nakað av ítrótti. Undirhald er alt ov kostnaðarmikið at fram- leiða í byrjanini, so har fara vit at brúka útlendskt eins og annað útlendskt tilfar. Jógvan Asbjern Skaale segði annars, at stórur dentur fer at verða lagdur á at gera foroyskan tekst til tær útlendsku send- ingarnar. Og einans til at gera foroyskan tekst — at gera tíðindasendingar og barnasendingar umframt ítfott og onkrar beinleiðis sendingar so sum guds- tænastur, fundir oll, krevst nógv fólk. — Eg skal ikki siga, hvussu nógv íalt, men taka vit bert programfólk- ini og umsetararnar, sc sleppa vit neyvan undir eitt tal uppá millum 7 ti! 10 fólk. M.a. hetta ætlar sjón varpsstjórin at gera lands stýrismanninum greitt, tí teir hittast í næstu viku.