Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-02-21, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. februar 1984síða 2

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Side Kvirra i ein minutt fyri fridi UNESCO hevur heitt å limalond sini um at luttaka i einum al- tjóða tiltaki fyri friði. UNESCO ætlar, at í øllum londum skal alt vera kvirt í ein minutt tann 22. mars. UNESCO heitir á limalondini um at taka undir við áheita- nini til hvert einasta menniskja í viðkom- andi landi. Tiltakið skal vera ein áheitan um at steðga tí eru vápnadubbingini, sum kann fera verðina út í óferi. Ein áheitan, sum serliga vendir sær til ell við moralskari ella poli- tiskari ábyrgd, fólk, sum taka avgerðir og fólk, sum undirvísa um at lata ta felags vónina sigra yvir per- sónligum áhugamál- um og at velja friðin fram um alt. Ein åheitan til øll børn, kvinnur og menn, uttan mun til starv um at steðga ellum, sum tey fáast við kl. 12, 22. mars í ár. Burturvíst- ir næming- ar krevja endurgjald Endurgjaldskrev upp á tilsamans góðar 437.000 kr. vórðu sett fram í Feroya rætti í gjár. Tað eru tríggir menn, sum í 1982 blivu burturvístur frá próv- tekuni á Føroya Sjó- mansskúla, tí teir skuldu havt snýtt í skrivligum enskum, sum hava kravt hesar pengar frá Landsstýr- inum. Samstundis krevja teir, at Landsstýrið verður demt at viður- kenna, at burturvís- ingin er ógildug. Endurgjaldskravið er fyri mista innteku og fyri tort. Sakferarin hjá Landsstýrinum kravdi tað fríkent. Teir tríggir menninir, sum lærdu til skipsfer- ara, blivu burturvístir frá próvtekuni, tí teir skuldu hava havt sam- band hver við annan undir próvtekuni í skrivligum enskum. Feroya rættur hevur tikið málið upp til dóms. hd Sr s0Sialurin Sjey býráðslimir í Havn: Ordini hjá by- rådsformannin- um mugu tak- ast við fyrivarni Býráðsformaðurin hevði einki uppskot um pensionistar, barnafrádrátt og hægri skattaprosent enn skattalætta fyri vit mæltu til, siga sjey býráðslimirnir Sjey býráðslimir í Tórs- havnar býráð taka nú til orða ímóti býráðsfor- manninum, Poul Mic- helsen. Teir siga, at tað er einki dulsmál, at býráðs- formaðurin »heintar tær rósur, sum tilkoma ødrum«. Teir sjey byrådslimirnir vísa til tíðindini í blødum og útvarpi um, at Fólka- flokkurin, Sambands- flokkurin og Sjálvstýris- flokkurin hava gjert eina fíggjarætlan fyri 1984-85 við einum skattaprosenti upp á 15, einum barnafrá- drátti upp á 2000 kr. og ongum skattalætta fyri pensionistar. Teir sjey býráðslimirnir gera í einum brævi borg- arunum greitt, at upp- skotið hjá Fólkaflokk- inum, Sambandsflokk- inum og Sjálvstýrisflokk- inum fall á býráðsfundi. „Hetta prógvar best, at orð býráðsformansins til borgarnar mugu takast við fyrivarni, tí hann um- boðar bert ein minniluta í byrådnum«, siga teir sjey býráðslimirnir. Lægri skattapros- ent, hægri barnafrá- dráttur og skatta- lætti fyri pension- istar Uppskotið, ið býráðið hin- vegin samtykti, var hin- vegin eitt uppskot frá hesum sjey býráðslim- unum. Sambært hesum samtykta uppskotinum er skattaprosentið 14,8, ella ein minking upp á 0,2 prosent í mun til uppskot- ið hjá meirilutanum í fíggjarnevndini, Fólka- flokkinum, Sambands- flokkinum og Sjálvstýris- flokkinum. Somuleiðis samtykti býráðið uppskotið frá teimum sjey býráðslim- unum um hægri barnafrá- drátt, nevniliga 2500 kr., og einum skattalætta upp á 1,5 mill. kr. til pension- istar. Teir sjey býráðslimirnir, sum áttu hesi uppskotini, ið vórðu samtykt, eru Leivur Johannesen og Jákup Sune Jacobsen, úr Javnaðarflokkinum, Heð- in Mortensen, Dánjal Lar- sen, Ingi Mohr og Petur í Gong, úr uttanflokkalist- anum, og Zakarias Wang, úr Tjóðveldisflokkinum. Hesir sjey býráðslim- irnir mótmæla eisini eini sundurgreining av teimum ymisku projekt- Finsensgøtu øvudsvatnleiding... , Byarbékasavn i grunn Asfaltering Ringvegur IV Renovatiónin unum í fíggjarætlanini, ið varð kunngjerd í eini tíð- indagrein í Dimmalætting leygardagin. Teir siga, at teir avvísa hesa sundurgreiningina, tí eingin býráðssamtykt er gjørd um hana, og at teir fara at kunngera ta enda- ligu sundurgreiningina, tå, sum teir siga, »vit hava samtykt hetta«. Nevnda skriv er gjørt eftir ein fund millum hesar sjey býráðslimirnar sunnudagin 19. februar. jo-mo þ ON UW a IN RD de * Á % -*- úí pr Sloans og Heinesens hus 1. Íbúðargrunnur andavegur ingvegur III illingardalsvegur Dmankoyring á Uppdyrkingarvegur Vágsbotn/Perlan loakkgerðir ýggjur brandbilur minni Nr. 23 Sjey býráðslimir í Havn: Setið valaldur- in til komm- unuval niður i 18 ár Tann stersti minni- lutin í Tórshavnar býráð, uttanflokkalist- in, Javnaðarflokkurin og annar tjóðveldis- maðurin vilja hava nakrar broytingar í lóg- ini um val til feroysku kommunurnar. Teir sjey býráðslim- irnir, Petur í Gong, Dánjal Larsen, Heðin Mortensen, Leivur Johannesen, Ingi Mohr, Jákup Sune Jacobsen og Zakarias Wang, ynskja at fáa hesi málini á dags- skránna fyri komandi býráðsfundin í Havn. Ynskini eru hesi: >1) Uppskot til sam- tyktar um at heita á løgtingid um at broyta lóg um val til allar fer- oyskar kommunur so- leiðis at valaldurin til kommunuval nú í heyst verður 18 ár, og at tey, sum eru fast- búgvandi í kommununi, sleppa at velja, sjálvt um tey eru flutt úr aðrari komm- unu eftir 1. august. 2) Uppskot til sam- tyktar um at heita á løgtingid um at taka av 3. stk. í 1. grein í log- tingslóg nr. 35 frá 26. apríl 1974, soleiðis at tað aftur ber til í val- skeiðnum at skifta bý- ráðsformann, sum er formaður í fíggjar- nevndini, eins og tað nú er við eðrum nevnd- arformonnum i kommununi«. Fall å tingi Uppsko tum at broyta kommunulógina, so- leiðis at bygdaráðs- ella býráðsformaður kann skiftast út í einum val- skeiði, hevur verð fyri á legtingi fyrr í hesum valskeiðnum. Undir viðgerðini av uppskotinum bendi umreðan á legtingi á, at meiriluti var fyri at broyta kommunulóg- ina. Ein av samgongu- flokkunum var sinn- aður fyri hesum, men onkur annar sam- gonguflokkur brúkti helst grein 13 í sam- gonguskjalinum ímóti einari broyting í kommunulógini. Upp- skotið fall sostatt. jo-mo Nú eru formenn- irnir útskiftir Tríggjar av hevuðs- nevndunum í Tórs- havnar býráði hava nú fingið nýggjar for- menn. Á fundi í síðstu viku valdi ein meiriluti í mentamålanevndini Finn Johansen aftur til formann. Og í byggi- og býarskipanar- nevndini valdi ein meiriluti Essa Arge av nýggjum til formann. Finnur Johansen og Essa Arge taka við eftir ávikavíst Heðir Mortensen og Petur í Gong. Heðin Mortensen hevur verið formaður í mentanevndini, síðan Finnur Johansen tók seg úr tí »nyggju sam- gonguni«, tá meiriluti i býráðnum gav byggi- loyvi til arbeiðsbarakk- ir í Mjerkadali. Petur í Gong hevur verið formaður í byggi- og byarskipanarnevnd- ini, síðan uttanflokka- listin skipaði sam- gongu saman við Tjóð- veldisflokkinum og Javnaðarflokkinum fyri stívliga einum ári síð- ani. Í januar mánað skifti ein meiriluti for- mansskapin í teknisku nevnd ut. Tá varð Peter F. Christiansen valdur í staðin fyri Jákup Suna Jacobsen, sum hevur sitið sum formaður í hesi týðandi nevndini í 11 ár. Flokkarnir, ið hava skift út formansskap- irnar, eru Fólkaflokk- urin, Sambandsflokk- urin, Sjálvstýrisflokk- urin og annað umboðið hjá Tjóðveldisflokk- inum. jo-mo — 21. februar 1984