Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-02-21, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. februar 1984síða 3

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

FRAMTIDAR HAVN RN SOSjalUMiN pr ib ) 125PINNSIG! ING Í 7-- Skitsuprojekt til nýggja havn á Sandi liðugt: -. Tann ætlada havn- in, id liggur sunnan fyri flakavirkid, er væl størri enn ver- andi havn vid sin- um tveimum hylj- um. Harafturat ynskir Sands kommuna at fáa omankoyringina til fiskivinnuhavnina og ferjuleguna endaliga fastlagda. Eisini ætlar bygda- ráðið at fáa út- sprongt eitt oki norðan vestan fyri Borgina til vinnulig endamal. Bygda- ráðið hevur sokt um at koma upp á nýggju havna- ætlanina hjá log- tinginum. Lands- byggifelagið hevur 1 gjørt skitsuprojekt- id, sum bygdaráðið og landsverk frød- ingsstovnurin hava góðtikið Ætla at spreingja út ein stóran keihyl sunnan fyri Borgina Partur av grótinum skal brúkast til nýggjan brimgarð og pier — nóg mikið til 100 metrar. Nýggja havnin kláraði seg væl í ódnarveðrinum Skitsuprojekt til ein útbygging av havnini á Sandi er nú liðugt. Lands- byggifelagið hevur gjørt tekningarnar eftir ynski frá Sands kommunu. Og bygdaráðið á Sandi hevur havt fund við landsverk- freðingin um ætlanina. — Meiningarnar millum teir tríggjar partarnar — bygdaráðið, landsverk- freðingin og Landsbyggi- felagið — eru meinlikar. A fundinum hjá landsverk- freðinginum vórðu mein- ingarnar samskipaðar, og vit fingu tilráðingar um, hvat landsverkfreðingurin heldur verða rættast, upp- lýsir Birgir Mohr, bygda- ráðsformaður á Sandi. Endamálið við havnaút- byggingini á Sandi er at fáa sjálvan keihylin sterri og brúka nakað av tí út- sprongda gróiinum til ein longri pier. Fleiri sterri skip eru keypt til bygdina og flakavirkið er við at verða útbygt. — Havnin er ikki nóg trygg til sterri skip og í hylinum er alt ov trongligt til verandi skip. Virksemið tykist eisini at vaksa, og vit hava sum er einki pláss til nakra ídnaðarútbygg- ing, sigur Birgir Mohr. Spreingja út Tann ætlaði keihylurin skal vera sunnan fyri flakavirkið hjá P.f. Borg- ini. Tá brimgarðurin og pirurin vórðu longdir fyri tveimum-trimum árum síðani varð ekið sunnan- fyri Borgina sprongt niður á kei-hædd. Nú er ætlanin at spreingja so langt niður, at dýpið í hylinum verður seks metrar. Grótið, ið fæst úr hesum, skal brúk- ast til at leingja pierin við. Metingarnar siga, at tað kunnu fáast 14 prosent av nóg stórum gróti til ein brimverjugarð og at henda nøgdin er nóg mikið til at leingja verandi garð við umleið 100 metrum. Nakað av kjarnugrótinum kann eisini brúkast til ætlaða pierin, meðan onnur loysn má finnast fyri avlopsgrótinum. Ynski eru annars um, at øll havnin skal dypast. Tað er ikki avgjert, um verandi hylur skal dýpast, men semja er um í ellum forum at dýpa innsigl- ingina. Hon skal dýpast frá sjey-metrarkurvuni og inneftir, soleiðis at dýpið er í minsta lagi seks metrar, greiðir Birgir Mohr frá. Gera modell-royndir Eitt tað næsta stigið, sum nú verður tikið, er at gera modell-royndir. Sands bygdaráð og landsverk- frødingurin eru samd um at gera royndir við ver- andi tekningum sum grundarlag. Royndirnar skulu finna út av, um tað er neyðugt at dýpa alla havnina, ella um innari hylurin kann hava verandi dýpd, og brúkast til smærri bátar og skip. Um modell-royndirnar vísa, at tað er ikki megu- ligt við ymiskari dýpd, tí tað verður óróligari í havn- ini, so má øll havnin dýpast niður á seks metrar. Eitt annað, ið roynd- irnar skulu siga er, hvussu stóra vídd innsiglingin kann hava. Og um hon kann vera so víð, at farma- skip kunnu sleppa inn í tann ætlaða keihylin. — Tað hevði verið ein stórur fyrimunur fyri Borgina, um farmaskip hevdu kunnað komið inn, so Borgin kundi avskipa beinleiðis av virkinum, sigur Birgir Mohr, sum eisini er nevndarformaður í p.f. Borgini. Jú víðari innsiglingin er, tess sterri meguleiki er fyri, at havnin er órólig. Tí skulu kanningarnar eisini vísa, at tað verður neyð- ugt at hava eitt grótkast inni á botninum — á vest- aru síðuni í ætlaða hyl- inum — fyri at taka ímóti havalduni. Nú er eitt slíkt grótkast longur úti. Onnur ynski Men Sands kommuna hevur onnur ynski i sam- band vid eina vidari ut- bygging av havnini. M.a. ynskir bygdaráðið at fáa tilkoyringina til havnina og ferjuleguna endaliga fastlagda, og helst uttan um sjålvt fiskivinnugkið. Somuleiðis ynskir bygdaráðið at fáa regu- lerað hæddina millum av- skipingarmolan og fiskari- havnina. Sum nu er, er rættuliga størur hæddar- munur. Eitt tridja ynski er at fáa sprongt út norður eftir vestan fyri flakavirkið. Tað hevði givið meira ar- beiðseki, og hetta hevði eisini gjørt tað meguligt at lagt grótkastið longur út á víkina. — Hetta bygdaráðið ætlar at fyrireika hesar út- byggingarnar, soleiðis at tað komandi bygdaráðið kann taka avgerð um, nær útbyggingin kann ella skal fremjast, sigur Birgir Mohr. — Men tað veldst alt um, hvussu stóra játtan Sands kommuna fær á næstu havnaætlan leg- tingsins. Sands kommuna hevur ikki sekt um nakra ávísa upphædd á komandi havnaætlan, men bygda- ráðið hevur sekt um at koma á hana. Skulu vit gera okkum vónir um at fremja hesar útbyggingarnar, so má játtanin verða einar 20-30 mill. kr. til steddar. Royndist væl Tann nýggja havnin, ið var liðug fyri umleið tveimum árum síðani, royndist væl í óveðrinum herfyri. Birgir Mohr sigur at ikki ein steinur í grót kastinum flutti seg. — Men, legur han: afturat, sandingar hild: ikki, at brimið var av ringasta. Teir, sum vóru Úti í Steð tann ring: sunnumorgunin, segdu, tað vóru stór ólegi, komu upp um grótkas innast inni, men he órógvaði ikki bátarna hylinum. Tað var ró inni í sjålvari havnini. jo-m«