Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-02-21, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. februar 1984síða 5

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Hetta er nóg mikið at vita, til tess at kunna selja fleiri slíkar í USA. — Eg havi eisini gjøllad kannað vindmylluna, nú hon stendur í Vágum. Hon er frålik, og eg ivist ikki i, at kundar mínir í USA fara at dáma hana. — Eg fari nú heimaftur til USA at siga fyritekuni, at her í Feroyum er tann myllan vit skulu leggja okkum eftir. Drålid ikki! Deahl vísir tó á, at feroy- ingar eiga ikki at drála longur. Vindmyllan skal ikki roynast meira, hon er klár til at seta á markn- aðin. Hann ber ótta fyri at drála vit ovnógv, so kunnu vit missa meguleikan at koma inn á marknaðin í t.d. USA. Annars vísir hann til, at tað eisini uttanfyri USA eru nógvir marknaðir, eitt nú í menningarlondunum er tervurin ómetaliga stórur. Men Deahl ynskir so at fáa føroyskar vindmyllur og tað í ár. — Eg kundi hugsað mær, at tit gjørdu tær 10 fyrstu vindmyll- urnar longu í ár. Tær skulu vit so seta upp ymsa staðni í USA, soleiðis at kundar okkara kunnu síggja tær og tá geva játt- andi svar. Sjálvur havi eg kundar, sum skulu brúka fleiri hundrað vindmyllur, so tit eiga at skilja, at her er ein marknaður, og at tit ikki eiga at lata hann fara framvið. Eg eri her fyri at keypa vindmyllur til at selja víðari í 1985. Tá eru megu- leikar at seta upp millum 20 og 50 feroyskar vind- myllur. Deahl sigur annars, at hann hevur skilt, at tað hevur gingið eitt sindur striltið at fáa eina fram- leiðslu í gongd m.a. orsak- að av ymsum viður- skiftum, eitt nú hevur Orkuráðið gjert mátingar av vindmylluni í eitt ár. — Eg haldi tit hava fingið ta røttu vindmyll- una. Sjålvandi kunnu tit beta um hana, men bíðið ikki longur. Koyrið hana á marknaðin. Kunnu tit so ikki klára at framleiða 10 myllur í ár, so vóni eg tó, at tit kunnu klára eina vindmyllu til einaferð í september, tí tá kunnu so allir kundar mínir síggja hana í USA. Uttan hana verður trupult at selja í 1985. Tær fyrstu vindmyllurnar meguliga settar upp í stat- føroysku verða tíðindablaðið inum Montana í Califor- nia. Montana og California — Í California lata elfelegi ini 7 cent fyri kwt og hetta er ein so mikið góður prísur, at áhugin fyri vind- myllum er stórur. Har- aftratkemur, at fólk sleppa at draga íleguna frá í skatti. Men í Montana har stórur áhugi er fyri vind- myllum nú, verður prís- urin helst 10 cent fyri kwt og tað skapar enn sterri áhuga fyri at keypa og esta upp vindmyllur, sigur Deahl. Hann roknar tí við, at fyrsta føroysku vind- myllurnar verða settar upp har. Sjálvur heldur hann,a t tað er sera heppið at steddin á feroysku vind- mylluni er 90 kw. — Hetta er júst tann rætta steddin. Tað eru vindmylnueigarar -og framleiðarar komnir eftir nú. Tí haldi eg tit hava allar meguleikar at sleppaq av við vindmyll- urnar. Kemur ein útflutningur í gongd, so er ætlanin at gera sjálvt tornið, ið gene- ratorurin er settur a, 1 USA. Men annars verða Vindmyllan, sum er gjerd í Vágum, her uppi á Vesturtúgvu. Hon roynist sera væl. Fer helst at geva upp ímóti 200.000 kwt um árið, ið er næstan ta dupulta av tí, sum líkn- andi myllur geva aðrastaðni Joseph Deahl uppi á Vesturtúgvu. Hann er sera væl negdur við vindmylluna har veingir og generatorur o.a. gjørt í Føroyum. Deahl hevur tosað vid smidirnar i vágum og sæð verkstad- in. Sjálvur heldur hann,a t her hava vit eina sera góða verksmiðju og hann er sera fegin um, at vit gera tað mesta sjálvir, heldur enn at innflyta teir ymsu partanar frá eðrum. — Hetta er nakað, sum kund- in fer at dáma, leggur hann aftrat. Kappingarfer Tað er ikki eydnast okkum at fáa at vita tnn endaliga prísin fyri vind- myllurnar í Vágum, men Deahl sigur, at feroyska vindmyllan er kappingar- fer í prísi. Tó heldur hann, at tað kann hava stóran Umboð fyri bygdarådini bæði í Sandavági, Miðvági og Servági vóru mett í Smidjuni í Miðvági fríggjakveldið fyri at lurta eftir amerikanaranum tydning um — politisku myndugleikarnir — um teir ynskja ein utflutning av vindmyllum — nú beinanvegin stuðla eini vindmylnuframleiðslu i hvussu so er i byrjanini Antin vid beinleidis stuðuli ella við at geva fyritekuni i Vågum vedhald fyri lånum. — Aðrastaðni eitt nú í Sveríki, veit eg, sigur Deahl víðari, har stuðlar stjórnin vindmyllu-fram- leiðslu i stóran mun. Hetta ger, at svenskar vindmyllur hava ein fyri- mun á amerikanska marknaðinum. Eg haldi ikki, at tað er rætti veguri at ganga, men ynskja tykkara myndugleikar ein vaksandi útflutning og vilja tit koma í gongd nú, so er helst rætt at um- hugsa eina skipan, har framleiðarin fær góðar umsteður at arbeiða undir. Jú betri titkoma frá tí frá byrjan, tess betur verður tað í longdini. Tað týdningarmesta er at koma inn á marknaðin beinanvegin og vísa, at tit hava eina vindmyllu, sum er tann rætta. — Og tykkara er tann rætta, endar Joseph Deahl, ið nú er á veg aftur til USA at greiða frá og vísa myndir av feroysku vindmylluni.