týsdagur 21. februar 1984síða 6
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
PS: S0SIalurin
Politiskur- og sele Krisjan Dahi
Blaðfólk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen og Jóhann Mortensen
Uppseting: p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981
Sæla kvirra
ØLLUM likar okkum kvirru, ikki
minst stridandi politisku flokkana
imillum.
TRUPULLEIKIN er bert, at henda
vid rætti av mongum verður fatað
sum úrslit av harraræði, ið eingin
vágar sær at muta ímóti, ella eisini
vgna atgerðarloysi teirra, ið settir
eru at valda landi og fólki okkara.
TØGNIN kann eisini týða tað, at
tjóðin sum heild kann hava slept
vónini um, at úrslitaleysa stýringin
av okkara samfelag seinnu árini
aftur kann vandast á rættleið við
vanligum demokratiskum tiltøk-
um, t.d. við at fólkið av álvara ger
av at nýta atkvødurættin til tað
bráneyðuga systemskifti í før-
oyskum politikki, sum koma má,
um okkum skal verða lív lagað.
IVAST ikki í, at flest allir flokkar
sum so eiga menn og kvinnur, ið
við størri álvarssemið enn tingum-
boðini ganga inn fyri at gagna
tjóðini handaliga sum andaliga,
hóast misjøvnu hættirnar í hesum
royndum.
IVAST heldur ikki i, at eitthvert
skilagott kann spyrjast burturúr á
politiska økinum, hóast væntaða
systemskiftið ikki gerst kúvendan
á annan bógv burturav.
MEN tjóðartýnandi og mannmink-
andi hóttarlag teirra ráðandi, so
sum grein 13-einaræði, burtur-
beinan av málum í landsstýrinum,
privatpolitikkur á fólkatingi v.m.
má útskiftast við annan og meiri
ærligan politikk, um vón skal vera
fyri, at tjóðin samhugað aftur skal
fáast at sýna heimapolitikki
okkara tað álit, sum neyðugt er,
um vit av sonnum vilja varðveita
demokratisku fatanina av løgtingi
sum landsstyri.
FYRSTA skylda politisku umbod
félksins må vera, at laga politiska
virki eftir teimum lógar- og
siðsemuligu ræsum, ið fólkið hig-
artil hevur sett sítt álit. Soleiðis at
vit, um eitthvert uppskotið fall, ið
onkur hevði serstakan tokka til,
hóast tað kundu ugga okkum við,
at tikna avgerðin kortini var
demokratisk og samsvarandi fyri-
skipanum løgtingsins.
TOLNI og álit verður ikki so sjåld-
an av teimum ráðandi mett sum
eitt og tað sama. Men alt longur
sum frálíður gerst slík metan
skeivari og skeivari.
EITT er, at tjóðin veitur nýggjum
stýri arbeiðsnáðir í byrjanini. Men
henda virðing fólksins fyri demo-
kratisk roknu samgonguskipan-
um hevur tíðum verið selkað av
alt annað enn demokratiskum
samgongupolitikki. Harum er
óflíggjaskapur núverandi sam-
gongu besta dømi. Klandur og
kegl úr enda í annan, og hevur
onkur teirra kent seg traðkaðan á
tærnar av samgongumonnum, so
hokus pokus — grein 13, basta.
AT samgongumenn á slíkan hátt
ongan veruligan meguleika hava
at reka áhaldandi politikk til frama
fyri heildina er sjálvsagt. At sam-
gongumenn soleiðis eisini forða
hvor fyri øðrum til fremjan av
tiltøkum, sum meguliga høvdu
tolt dagsing ljós í mannameta er
eins greitt.
MEN ógreitt er fyri tjóðini hver
grein, tað man vera, sum, hóast
eyðmíkjandi viðferð av serliga
ávísum samgonguflokki, kortini
hevur fingið hesa teggju at hanga
saman.
SKILJA hetta ikki ødrvisi enn ill-
vilja mótvegis ødrum politiskum
umboðum fólksins, ið áður hava
sýnt, at skilagóður landsstýrispoli-
tikkur kann rekast her á landi,
hóast hetta verður gjørt við virð-
ing fyri okkara søguliga tingi og
uttan áneyðir fyri skiftandi uppi-
hald í skammikrókum landsstýris-
ins.
VAR mannarættur virdur, var at-
kvødurætturin virdur, so høvdu
samgongumenn ikki til hvørja tid
og stund grytt veljarum sinum
blár í sjónina so títt og knapt
knortluti peikifingurin vísti til hesa
13—greinina.
VIT øvunda ikki samgongumonn-
um teir glottar, teir kortini siga
seg at hava havt sínamillum skjótt
farna stjórnarskeið. Harafturímóti
harmast vit um tjóðina, sum hevur
verið stóri taparin ihesum skemd-
arleiki.
UTTAN mun til politiskt flokstil-
knýti má vón okkara til komandi
løgtings- sum landsstýrismanning
verða, at hesar gera sítt til at
endurveita føroyinginum álitið til
fólkastýri okkara.
gongdin
Fríggjadagin var upp-
skotið hjá Tjóðveldis-
flokkinum um at taka
upp samráðingar við
ríkisstýrið til at avvikla
ríkisstudningin til Før-
oya umrett á tingi.
Uppskotið, ið er tað
vanliga propagandaupp-
skot tjóðveldismanna
um neyðarsligu steðu
foroyinga, tí vit fáa ríkis-
studning, varð fram-
borið av Erlendi Paturs-
son, sum í framløgurødu
síni mælti monnum til at
viðgera uppskotið
sakliga og objektivt.
Men tá maðurin hevði
gjørt hetta, legði hann
kendu plátu sína á snurr-
una, um hvussu vánaliga
tað hevur roynst okkum
síðan danir samtyktu at
lata føroyingum størri
sjålvsålit og samstundis
rikisstudning.
Tað er týðuligt, at
Tjóðveldisflokkurin vid
hesum uppskoti eisini vil
krossfesta Fólkaflokkin
og hartil roynir at fåa
Adolf og Hilmar Kass
sum helst betakkar seg
til at gloypa, so at vit
skjótt koma inn í eina
skeiva gongd andvegis
ríkisfelagsskapinum,
t.v.s. bert missa.
Men hetta samsvarar
væl við reðu fólkafloks-
umboðsins á Fólkatingi
um at krevja ríkisstudn-
ingin avmarkaðan,
hesum sum forsætisráð-
harrin sjálvsagt beinan-
vegin játtaði, hetta vátt-
aði umboðsmaður fólka-
floksins eisini frá tings-
ins reðarapalli. Borgar-
ligir flokkar hava fyrr
havt uppskot um tað
sama á Fólkatingi.
Men nú er púra greitt,
at legtingsmálini ikki
longur eru undir sama
viðgerðarhátti sum áður.
Nú skulu vanlig
legtingsavgerðarmál ni-
ður á danating — og
tann nýggja leiðin hjá
Fólkaflokkinum til ikki
at brúka fólkatingsum-
boðið til at blanda seg“,
hevur longu nú framt
fyrstu skaðagerðina.
Nevniliga at geva
dønum fatan av at føroy-
ingar fremst av øllum
ynskja at loysa sam-
skifti vid ríkisstýrið.
Og tað er ikki jsut
henda leið, sum borgar
fyri liviligari korum fyri
vanliga feroyingin.
Tverturímóti.
J. Lindenskov
Sjálvstýrisflokkurin og
fólkatingsval
Frá 1967-70 sótu javn-
aðarflokkurin, sambands-
flokkurin og sjálvstýris-
flokkurin í samgongu.
Í 68 varð fólkatingsval
útskrivað og á uppstilling-
arfundi í 1968 verður
Petur Mohr Dam sáli upp-
stillaður, hóast hann bar
seg undan, eftirsum hann
sat sum legmaður Feroya.
Men har var einki við at
gera. Hann var noyddur at
boyggja seg fyri avgerð
floksins.
Tá kunngjert var, at
sjálvur P.M. Dam var á
lista javnaðarmanna
spann illsinni í sjálvstýris-
flokkin, og tað vóru ikki
tey penastu orðini, sum
hesin táverandi sam-
gonguflokkur okkara tá
tveitti eftir Damminum.
Men seinastu trý árini
hevur sjálvstýrisflokkurin
sitið í samgongu við sam-
bandsflokkinum og fólka-
flokkinum. Í 81 verður
fólkatingsval útskrivað og
sambands-legmaðurin
Pauli Ellefsen verður upp-
stillaður á lista sambands-
ins; men trúgva tit velj-
arar sjálvstýrisins at
flokkur tykkara mótmælti
hesi avgerð — nei, yvir-
hevur ikki. Har hoyrdist
ikki eitt kis, og tað legn-
asta av ellum var tað, at
sambandshevdingurin,
sjálvur legmaður Feroya
Pauli Ellefsen, yvirhevur
einki hevði ímóti hesi upp-
stilling, hóast hann sat í
legmansstólinum (og situr
har enn tíðanverri). Nei
tvørturiméti var hann
glaður fyri avgerðina, sum
hansara flokkur tók.
Takkaði so mirðiliga fyri
tann heiður, ið sýndur var
honum.
Í hesum sambandi
minnist eg, at Dimmalætt-
ing hevði samreðu við
Paula, har hann millum
annað segði, at tað ikki
var so avgerandi hver per-
sónurin var, sum uppstill-
aður verður, men heldur
tann politikkur hesin um-
boðar. Í hesum eri eg full-
komuliga samdur, um
talan var um javnaðar-
flokkin, tí teir borgarligu
hava als ongan politikk at
leggja fram fyri Feroya
fólk.
Harafturímóti er poli-
tikkur javnaðarmanna hin
besti og einasti verdugi at
bjóða fólki okkara, og fara
komandi mánaðarnir
uttan iva at prógva hetta.
Minnist til, um skamma
stund verður legtingsval
og tá velja feroyingar
javnaðarflokkin sum
nógv tann stersta flokkin
inn á ting. Gott val.
X við sosialistarnar
Fólkafloksmenn valda —
vit gjalda!
Undir = umrøduni — av
fíggjarlógini reypaði Oli
Breckmann av, hvussu
tað hevur gingið framá at
fora frísinnaðan politikk,
síðan hann kom til valdið.
Hann roknaði seg fram til,
at vit høvdu fingið skatta-
lætta á ein tílíkan hátt,
sum bara hann og Adolf
Hansen duga at rokna seg
fram til.
Smyrlasiglingin var
komin á privatar hendur,
so nú skuldi nokk fara at