hósdagur 23. februar 1984síða 7
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 24 — 23. februar 1984 tíðindablaðið sosi | | | | | ] Síða 7
Kolfirðingar mugu
vekjast
Aftursvar til Kolfirðingin
í Dagblaðnum, sum helt at
Øssur Dam hevur verið
góður stuðul fyri Kolla-
fjørå.
Men hesin kolfirdingur
man hava sovid i eina
langa tíð, tí Ossur hevur
ikki hjálpt Kollafirði, men
tað ovugta.
Hann hevur niður-
stemmað tað tiltak, sum
bygdirnar Kollafjorður,
Hósvík og Kvívík hava
sett í verk.
At Øssur Dam av sínum
eintingum man hava
arbeitt fyri at fáa royndar-
stød í Kollafirði er iva-
samt. Minni ivasamt er
helst, at persónsviður-
skiftini í hesum máli eisini
hava tiltalað hann.
Og so skrivar hesin sov-
andi kolfirðingur um, at
landsverksmiðjan norðuri
í Sundum er Øssa fyri at
takka, men alt er tað reina
bluff.
Men kolfirðingar,
latið iki hesar hegru
kreftir forføra tykkum, ti
tit hava allir sæd, hvat teir
hava gjørt fyri okkum.
Øssur veit ikki, at hann
er valdur fyri Noråur-
streymoy, men livir í
trúnni um, at hann einans
er valdur fyri Vestmanna.
Men nú tað stundar til
val, er Øssur farin at for-
barma seg yvir Kollafjerð
fyri at samla sær nakrar
stemmur, men latið ikki
henda mann leiða tykkum
út á skeiva kós.
Men farið á val, og skift-
ið tit henda mann út, so
man fara at verða
broyting her i bygdini.
Veljið ein javnaðar-
mann á ting, tá fer tykk-
ara krossur ikki til spillis.
Javnaðarmaður
Skúlabyggingin í Klaks-
vik
Tað er hugstoytt at lesa í
Dimmu hósd. 9. febr., at
formaðurin í mentunar-
nevnd Klaksvíkar Býráðs,
Asbjørn Lémaklett, als
ikki ætlar at lurta eftir
teimum 912 borgarunum,
id hava heitt å Byrådid um
at lata komandi skúla-
bygging í býnum fara úti
á ermunum. Hetta vísir
sera væl, at hann als ikki
hevur føling við teim
trupulleikum, ið foreldur
og skúlabern á ørmunum
hava, grundað á ferðslu og
tann langa vegin til
skúlanf.
Asbjern sigur í hesi
grein: >Tað skerst ikki
burtur, atbernini á ørmun-
um hava alt ov langan veg
í skúla. Og á strekkinum
til verandi skúlar eru
bernini til ampa fyri
ferðsluna eins og ferðslan
er vandamikil fyri bern-
ini«.
Tað nyttar lítið hjá As-
bjørn at gráta krokodillu-
tár yvir tann langa teinin
hjá bernunum úti á
ermunum til skúla, tá
hann sjálvur prioriterar
skúlan undir Fossum. Við
sínum tilmæli brýtur hann
eisini eina gamla býráðs-
samtykt, samstundis sum
hann kevir eitt borgara-
ynski í sóknini.
Asbjørn sigur víðari:
»Men undirskriftirnar
hava onga åvirkan å mina
stødutakan, sum er
grundað á ein serhølis-
tørv, id ikki verdur loystur
við tveimum smáum skúl-
um.
Asbjern sigur, at um
tveir smáir skúlar verða
bygdir, má eisini ein skúli
við serhelum byggjast. So
verða fimm skúlar í Klaks-
vík og verður skúlaverkið
nógv dýrari enn ráðiligt
er«.
Um vit fáa ein skúla út á
hvønn armin við skúl-
anum á Fossánesi sum
fyrimynd, altso til umleið
10 mill. kr. hver, íroknað
fimleikarhallir, so verður
kostnaðurin av báðum
hesum skúlum 20 mill. kr.
tilsamans. Eftir tí, ið kom
fram á pallborðsfundi 10.
des. 83, varð skúlin undir
Fossum mettur at kosta
50-60 mill. kr. So her fara
rossatárini hjá Asbjern
aftur fyri skeyti. Tá skul-
arnir á ermunum eru
bygdir eru framvegis 30-
40 mill. kr. eftir til
byggjan av serhølum.
Verður skúlin undir
Fossum veruleiki verða
fylgjurnar hesar:
1. Punktum verður sett
fyri allari skúlabygging á
ermunum.
2. Teinurin hjá bern-
unum úti á ermunum til
skúla verður framvegis ov
langur.
3. Sama óskil við skúla-
bernum og ferðslu verður
at halda fram.
Vit eru nógv, ið fylgja
væl við, hverja lagnu
hetta mál fær í Býráðnum.
Er Býráðið ikki fort fyri at
finna eki til skúlar úti á
ermunum, og tora tit at
lata vera við at taka
áheitanina frá teim 912
borgarunum til eftirtekt-
ar, so er vist upp á tíðina,
at tit verða útskift. Í so
mátat er tað kærkomið, at
vit hava býráðsval til
heystar.
Foreldur
Illvilji av grovasta slag
Tå Laksafossbrødurnir i
Klaksvik å sinni settu sær
fyri at byggja triggjar ny-
måtans flakatrolarar so
var tað ein roynd at benda
veiðu- og seluhátt okkara
á nýggjar leiðir.
Trupulleikar stóðust
ikki av at fáa teir báðar
fyrstu til landið, men tá
avgerð skuldi takast til
nummar trý, kúvendu
tríggir teir sterstu borgar-
ligu flokkarnir — fólka-
flokkurin, sambandsflokk-
urin og tjóðveldisflokk-
urin. Hverja setðu teir
hevdu til fyrru trolararnar
men við tí
veit eg ikki,
triðja stóð í botni, hóast
talan ikki var um tey sløg
av veðhaldum, ið teir
borgarligu nú grýta um
seg við til fullkomuliga
skilaleys projekt.
Javnaðarflokkurin var
tá eins og nú undangongu-
flokkurin, tá tað snúði seg
um vinnufremjandi tiltek.
Ikki minst eru umreddu
skip demi um hetta.
Tá fingu ikki bert teir
fáu meguleikan, hesir við
skegginum næst hekuni,
men so mangir sum hug
og hegni hevdu — um-
framt tann eginpening
sum skuldi til. Men mín
erfaring er, at allir hinir
flokkarnir meir ella minni
hava verið ímóti neyðugu
útbyggingini.
Laksafossbreðrinir sen-
du Petur Mohr Dam sála,
sum tá var legmaður,
blómur og takkaðu honum
fyri hansara áhaldandi
stríð. Uttan hansara
stuðul hevði hetta als ikki
kunna gjerst veruleiki,
segdu teir við hann. And-
steða móti hesi bygging
var í ellum eðrum flokk-
um.
So kann 14. sept. skriva
teig upp og niður um at
teir stuðla ellum fram-
burði, men verður hetta
ongin sannleiki fyri tað.
At fólkaflokkurin og
sambandsflokkurin = eru
eins nógv ímóti framburði,
sum hinir báðir smærru
flokkarnir, er jú bara
teirra politikkur; men vón-
andi fáa teir fólksins
dóm,tá val einaferð verður
aftur um ikki so langa tíð
og at Feroya fólk gevur
javnaðarflokkinum eina
so stóra álitisváttan sum
ongantíð fyrr.
Javnaðarmaður í
Klaksvík
Presturin sum breiðfokka
Sitat eftir Jhs. Martin
Olsen í Dimmalætting 10.
januar 1984.
Aftur til hetta valið
verða vit javnaðarfólk
mett sum Gudloysingar at
vera, lesið bert greinina
hjá hesum J. M. Olsen.
Tað er ein heldur marg-
háttlig steða, hesin maður
er komin í fyri ikki at siga
syndarlig, tí einhver
heilsubetandi viðgerð er
avgjert neyðug.
Lesið heldur skriftina,
sum sigur, at tú skal elska
næsta tín, tú skal íkki
bera lygusegur móti
næsta tínum. Lær “teg
fyrst títt Faðir Vár.
Bara gera tað ein finnur
fyri gott, ber ikki til. Verri
stendur tú í fólkaeygum
sum frá líður — ver vísur í
ti.
At tú sum oddafiskur
sambandsins í somu grein
skal koma tær at skriva,
sitat: »Johan Nielsen
segði mær, meðan hann
var fólkatingslimur, at
bert ein javnadarmadur
gekk i kirkju av øllum
flokkinum«.
So vitleysur er hesin
garpur Jhs. Martin Olsen,
at hann leggur Johan Niel-
sen undir at hava sagt
hetta. Prestin, sum væl og
virðiliga hevur boðað
evangeliið í eitt langt ára-
mál, stoytir hann hesa
byttu omanyvir.
Missiónsmaður sigst
"era, hesin J.M.
men frábiða vit
hann at
Olsen,
missiónsfólk okkum slíka
viðferð av andsbreðrum
okkara, sum tú eins væl
og vit veit telja eins
nógvar javnaðarsálir sum
sambands- ella aðrar, um
vit yvirfyri Várharra
kunnu málbera okkum so-
leiðis.
Legtingslimur ert tú og
varafólkatingslimur eisini,
so politiskt ert tú skatt-
aður, um ikki eðrvísi, men
hagani og so til at kalla
javnaðarfólk fyri Gud-
loysingar hava hverki eg
ella »sjålvt Tú< nakran
rættin til, men Gud aleina
Strendur 11.1.1984
S.M.M.
Avkoyrdur av politikki
Viðm. til grein í Dagblaðn-
um 3. febr. 1984.
Eg hevði ikki ætlað mær
út í nakað blaðtjak við
Dagblaðið og Ola Breck-
mann, men tá hann bein-
leiðis fyllir fólk við lygn-
um so henda viðmerking.
Teir fólkafloksmenn,
sum vita nakað um fólka-
flokkin undir og aftaná
kríggið, lata hetta svarta
kapittul í folkaflokssøguni
liggja, men Óli Breck-
mann kann ikki bara sær.
Óli fortelur fyri Feroya
søkum í fjørutiårunum.
Hetta er beinleidis lygn,
Oli, ti vit hava fleiri dømi
um just tad øvugta. Hvat
heldur tú, at teir menninir
hugsa, sum komu heim-
aftur av trolaranum til
konu og bern við tómum
hondum, tí at teir voru av
kvyrdir av polittiskum
orsøkum. Tad var ein sorg-
arstandur i teimum heim-
unum, men at tú, Oli
Breckmann skal troysta
tær at skræda uppaftur
gomul sår, tad gongur yvir
min forstand.
Vit vóru fýra veljarar i
okkara húsi; ein drongur
úr húsinum var við trol-
ara, og eg fekk at vita frá
fólkaflokstingmanni, at
um ikki fýra fólkafloksat-
kveður vóru fleiri næsta
val í okkara bygd (bygdin
var lítil, so til bar at rokna
atkveðurnar), so var
drongurin avkoyrdur.
Vit valdu Javnaðar-
flokkin, sum vit vóru von,
og úrslitið varð, at drong-
urin varð avkoyrdur.
Soleiðis bóru fólkafloks-
menn seg at til valið tann
fólki, hóast hann má vita Eg nevni ikki nøvn, men 20.nov. 1945.
betur, at ongin maður eitt demi, sum rakti
varð koyrdur av nekrum okkara hús skal tó verða L.J.D.
skipi av polittiskum or- nevnt.
— m || Ge ET A ! R+ 37
Undirritaði teknar seg sum | 1
haldara av Sosialinum | =
| oe
Í (SOSIALURIN |
Í rindar
— | postgjaldið' -
| |-- =
Navn: he — -
Bustadur: =
1
Kannad posthusinum
i #1) (131
BARN BREREKTYSL RIT
fitted 38
tit}
í Í 1.
{41 |