Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-02-23, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. februar 1984síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 tíðindablaðið Utgevari: p/f sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Muller Argjavegur 26 Postsmoga 76, 3800 Tórshavn telefon 11820 Politiskur- og fyritaksblaðstjóri: Krisjan Dahi Blaðfólk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen og Jóhann Mortensen Uppseting: p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981 Grønland og EEC SÅTTMÅLI millum EEC og Grønland, at seta í staðin fyri beinleiðis limaskap grønlendinga í felagsskapinum, er nú komin undir land. FYRI 90.000 tons/umroknað i toska- virði, ið EEC ætlar sær at veiða yvir næstu fimm árini, fáa grønlendingar 216 milj. krónur árliga. Harumframt er grønlendingum tryggjaðum bestu toll- semdir í samband við útflutning til EEC eitt ávíst áramál framyvir. SITANDI grønlendska landsstýrið eins og andstødan eru nøgd við hetta sámuliga samráðingarúrslit og eiga vit føroyingar at fegnast við teimum um, at slíkur sáttmáli hóast torføru og tíðum útlitaleysu samráðingarnar, kortin ifekst í lag. OKKARA sømdir í grønlendskum sjógvi eru eisini við sáttmálanum tryggjaðar óbroyttar komandi fimm árini og eiga vit at vera takksamir fyri tað. Avmarkaða rækju-, kongafiska- og svartkalvaveiða okkara verður so- statt at halda fram óbroytt. IVASAMT er hvat annað vit kunnu samráðast við grønlendingar um. Men møguleikan hava teir sett opnan fyri, at vit kunnu verða egndir, um TAC'ið ikki skuldi verið uppfiskað. HER kundu kanska komið uppá tal samráðingar beinleiðis við grønlend- ingar um brosmu-og toskafiskiskap fyri línuskipini við Eysturgrønland um- framt samstarv í samband við nýggj- an alternativan fiskiskap á teirra leiðum. VIÐVÍKJANDI rækjum, so er helst eingin munagóð broyting okkum til fyrimuns megulig í fyrstu syftu. SAMSTARVID, ið er millum føroysk reiðarí og grønlendingar, kann møgu- liga víðkast. Men hugsandi er ikki, at tað fer at eydnast okkum at selja teimum enn fleiri rækjuskip, fíggjað við stórum føroyskum seljarapanti mótvegis trygd fyri seljara fyri rækju- kvotu millum 1000 og 2000 tons um- framt mestsum óskerdan rætt til víðari rakstur av skipinum eitt longri áramál í Grønlandi. LANDSBÚSKAPARLIGU skeivleik- arnar í samband við slíkar selur hava oddagrein grønlendingar longu av álvara gjørt vart við. RÆKJUSKIPATAL teirra er nú eisini við at vera hóskandi fyri samlaða TAC'ið fyri hesa veiðu. MÁL, vit til eina og hverja tíð verða at samráðast við grønlendingar um, er stødin í Føroyingahavnini. UTLITINI fyri at opna fyri fiskavikan å Nordafar í år eru óbroytt. T.v.s. eingi, um vit ikki góðtaka hasi 1000 tonsini, talan higartil hevur verið um. VIT hava sagt teimum nei til at lata stødina upp í ár á so ótryggum råvøru- grundarlag. Grønlendingar kunnu ikki í løtuni jåtta okkum nakað afturat, og hartil er tað nú komið, at grønlend- ingar sum skjótast vilja hava endaligt svar, um upp verður latið ella ikki, so teir sum skjótast kunnu býta hesi tonsini til aðrar. VIT halda ivaleyst mong, at grønlend- ingar her kundu havt synt okkum stórri vælvild. Hetta man tó verða iva- samt, við tað at Nordafar saman við virkinum í Eysturbygdini eru tey ein- astu, ið fingið hava kvotur yvirhøvur. HAVA alla orsøk til at harmast um tørvandi råvørugrundarlag fyri Norda- far i år, men vanbyti hava vit ikki å nakran hátt verið fyri í hesum máli. HÁTTVIRDI løgmadur okkara, Pauli Ellefsen, vildi í útvarpinum verða við, at EEC við avtaluni við grønlendingar hevði veitt trygd fyri at »balance- niceauiða, ið hann kallaði tað, Foroya og EEC ímillum, gjørdist eins og undanfarna. VIÐ ødrum orðum, at EEC í såttmål- anum vid Grønland hevði vissad seg um, at vit frå grønlendingum vildu fåa tað sama sum higartil og hetta sjålv- sagt fyri at lætta um komandi samráð- ingar Føroya og EEC ímillum. GRØNLENDINGAR skulu also framvegis gjalda nakað av tí, vit fram- yvir kunnu vænta okkum frá EEC. HALDA at løgmadur sostatt heldur skuldi takka grønlendingum sjålvum fyri óbroyttu veiðuútlit okkar í grøn- lendskum sjógvi. Nr. 24 — 23. februar 1984 Er fólkaflokkurin óálitandi! „Sverre Midjord skrivar: Hetta vil legmaður verða við í aftursvari til grein mína í Sosialinum „Nú loysur fólkaflokk- urin«. Hesa niðursteðu er løgmadur fyrst komin til aftaná fýra ár í sam- gongu við sama flokk. Tað er fyrst nú gingið upp fyri hann,at so er. Hetta má sigast at vera í seinra lagi, men tað eru jú Guðs bern sum batna. Orsekin til hesa niður- steðu hjá løgmanni er tann, at sambandsflokk- urin á danska fólkatingi nú hevur fingið eina veruliga avbjóðing, sum krevur, at umboð teirra veruliga verður noytt at verða á varhaldi og at taka steðu. Hetta er eitt sindur óvanligt fyri í hvussu so er fólkatings- umboð sambandsflokks- ins. Eg vísti á vandan við verandi umboð úr fólka- flokkinum. Umboð fólka- flokksins gjørdi líka tað, sum eg ávaraði Feroya fólki um, á fólkatingi at fremja tað, sum teir ikki hava meirluta fyri her heima á landi, og hetta fáa teir hjálp til frá Sam- bandsflokkinum. Legmaður váttar, at ríkisfelagsskapurin er í vanda, men hann gloym- ur, at í veruleikanum verður vandin stuðlaður av legmanni og flokki hansara, tí tað skerst ikki burtur, at umboð fólkaflokksins er samstundis stuðul løg- mans her heima á landi, og henda stuðul valdi Pauli Ellefsen sjálvur undir samráðingunum undan verandi samgongu. Tíverri havi eg ikki við einum orði ella stavi hoyrt mótmæli frá sam- bandsflokkinum, tvert- urímóti, ferð eftir ferð er sagt av sjålvum leg- manni: »Vit bakkaðu fyri følkaflokkinum«. Og henda bakking, harra legmaður, hevur givið fólkaflokkinum tað framgongd og harvið eisini fólkatingsum- boðið. Eg havi ikki sæð nakað mótmæli frá sam- bandsflokkinum, tvertur ímóti, tit fegnaðust yvir, at nú stóð borgarliga stjórnin sterkari. At tað so gongur út yvir eitt av aðalmálum sambandsflokksins tyk- ist ikki at saka, ella rætt- ari sagt, teir eru ikki vaknaðir enn. Men nú hava tit baksíðuna av medaljuni. At so hin fólkatings- limurin umboðandi sam- bandsflokkin vaknar við kaldan dreym, og skrivar bræv til stats- ministarin og harmast, tað er ikki nokk, harra legmaður. Eg kundi havt hug at sæð, nær brævið er skrivað. Hví tók ikki umboð sambands- floksins orðið í fólkating- inum og har rættleiddi Óla Breckmann, nei tíverri frá Sambands- flokkinum var drepandi tegn og hann sum tigur hann samtykkir, og her er vandin. Veljarar sambands- floksins her heima mugu verða ikki so lítið skelk- aðir av hesari negativu stødu sambandsflokks- ins, nå verulig avbjóðing av um livsvigtigu vidur- skifti okkar. Rikisfelagsskapurin er i vanda, og sambands- flokkurin tegir. At Johannes M. Olsen so skrivar til statsminis- taran, bøtur ikki um støduna, og serliga tå hann brúkar hesar vend- ingar: »Det lykkedes det ny- valgte medlem Oli Breckmann at få stats- ministeren på glatis«, og vidari, »det skal ikke be- brejdes, for statsminis- teren er ikke inde i de- taljer i forholdene i færøsk politik«. Tað kann ikki leggjast statsministaranum til las, at hann ikki er nógv inni í føroyskum poli- tikki, og at hann ikki er væl inni í viðurskift- unum, sum eru klárlegd í heimastýrislógini, men eitt er statsministarin greiðir yvir, Óli Breck- mann er umboð lands- stýrisins, og tí tók stats- ministarin væl ímóti reðuni. Tað, sum er at harmast um, er, at hitt umboðið umboðandi sambandsflokkin í Fer- oyum og sum er partur í Landsstýrinum, ikki mótmælti. Hann skrivar bræv verður sagt aftaná. Vanliga hevur umboð sambandsfloksins íkki tungt við at taka orðið, men her tagdi hann. Tað at statsministarin fær eitt bræv, betir ikki um nakað, tí tað vóru 178 onnur umboð fyri- uttan sjónvarp og radio- lurtarar, sum hoyrdu rødu Ola Breckmanns og sambandið tagdi. At brævið ella frá- segnin hevur staðið í Dimmalætting betir ikki um steðuna, tí fólka- tingslimir lesa ikki allir Dimmu. Og harra legmaður, henda tegn sambands- floksins, tað er vandin, og vandin verður sterri, um vit ikki her heima á landi sameina kreftirnar, sum verja ríkisfelags- skapin og góðu sam- vinnu okkara við ríkið. Men vit gera tað ikki bara her heima, men meira við tí, at umboð tykkara á fólkatingi er á varhaldi og roynir at verja borg. Okkara partamenn á fólkatingi eru gjørdir varugir við vandan. Seinri í svargrein síni sigur Pauli Ellefsen, at orsøkin til hesa stødu vit eru í, er tann broyting, sum hendi í 1974. Tá javnaðarflokkurin valdi annan samgongu- felaga. Kann verða at ein broyting hendi hjá okkum, men hon hendi eisini = hjá sambands- flokkinum, hann fekk nýggjan leiðara. Undir samrådingum, áðrenn núverandi sam- gonga varð skipað, hevdu vit samtalur, og vit vóru positivir fyri einari samgongu við gomlu samgongufelagar okkara, men vit hoyrdu einki frá sambandsflokk- inum aftaná fyrsta umfar, hví harra løg- maður? Eg eri samdur í ti, at vit ikki kunna steðga Óla Breckmann á fólka- tingi, serliga so leingi sum hitt umboðið tigur. Men her heima á landi eru meguleikarnir at fyribrygja, at viðurskifti versna ímillum ríkið og okkum. Ella er tað veruliga so, at sambandsflokkurin ofrar grundsjónarmið flokksins fyri stuðul fólkaflokksins. Um so er, mugu mangir sambands- veljarar etast, men ikki nýtist teimum at verða bangnir, tí javnaðar- flokkurin er til reiðar at fara til verka í einari am- gongu sum byggir á grundsjónarmiðini í heimastýrislógini. Sverre Midjord