hósdagur 23. februar 1984síða 5
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 24 — 23. februar 1984
Hevði
hendan
Hevði nakar viljað fingið
hendan knívin í seg?
Í bakið ella í hálsin til
demis?
Sjálvandi ikki.
Heldur ikki tann, sum
hevur lagt knívin í rusk-
posan.
Sum hann er her. Óinn-
ballaðan.
Ja, knívurin er funnin í
einum ruskposa, sum kom
út í Havnardal fyri stutt-
um.
Hver skuldi trúð tí, at
menninir, sum taka rusk-
posarnar, eru í lívsvanda,
tá teir eru til arbeiðis?
Men tað eru teir.
Hetta er onki eindemi.
Eina ferð, ein teirra tók
ein posa á bakið, oyðilegði
hann jakkan. Hann skarst
upp.
Eina aðru ferð, teir
skuldu koyra ein posa í
ovnin, datt ein dolkur úr
. hon
Og ikki so sjåldan eru
brotnar fløskur i ruskpos-
unum.
Bara blakad í. Hóast tað
stendur á posanum, at
hvast rusk skal ballast
inn.
Tað er kanska óneyðugt,
tað stendur har. Tí tað
sigur seg sjálvt.
Á sjúkrahús
Hetta hugsanarloysi er
ikki nýtt. Longu í juli
1979 hevði myndablaðið
Magn grein um vand-
arnar, ruskmenninir eru í.
LÅ
]
»Ein hevur ligid å hospi-
talinum nú. Hann hevði
skorið seg í hondina. Hann
skar nakrar spengur yvir
av einari fløsku.
Sjålvur mundi eg eina-
ferð verið skorin á háls av
einum knívi. Eg setti
posan niður á ekslina, so
kom knívurin út gjøgnum
síðuna á posanum og
niðurvið hálsinum á mær.
Vit hava fleiri knívar
liggjandi í bilinum, sum
fólk hava blakað burtur.
Eisini hava vit funnið
líggjar. Eina kvísl fekk eg
einaferð millum herðableð-
ini á mær... «
Arbeiðið er nokk so
vandamikið, bert tí fólk
ikki hugsa seg nóg væl
um. Ruskmenninir rokna
ikki við, at slíkt verður
koyrt í. Teir hava ikki
altíð meguleika at síggja
tað, um tað ikki liggur
omanå.
Heldur ikki er loyvt at
koyra trykkdósir i, sum
ikki eru heilt tómar. Tær
gera ein veldiga spreing-
ing, tá tær koma í ovnin.
Enn er ongin komin til
skaða av tí.
Men av fýrverkaríið
kom ein maður einaferð til
skaða úti á rusksteðini.
Onkur hevði kokyrt fýr-
verkari i ein posa. Knapp-
liga leyp ein av hesum
kinesarunum úr ovninum
beint upp í munnin á
manninum og skræddi alt
upp...«
Fundurin
um
folkaskulan
sendir Útvarpið frå
pallborðsfundinum
um fólkaskúlan sum
Feroya Lærarafelag
skipaði fyri í Komm-
unuskúlahellini i
Havn um viku-
skiftid.
tveir tímar og er so-
statt einasta sending
á skránni hóskveld-
ið.
Fundurin
fólkaskúlan,
kveldið kl. 19.
um
hós-
KFUM og
KFUK
hevur fund í kveld kl.
20,00 í KFUK: tónleikur,
sangur, drekka og arfdakt.
Alment for-
eldrakveld
Mánakveldið kl. 20,00
verður í KFUK alment
foreldrakveld við Johan
Weihe, presti.
tú viljað fi
teg!?
ingið
Hesin knívur lá óinnballaður í einum ruskposa. Leggið merki til tann spíska oddin.
Grov skuldseting at
vit hava snytt!
— Óvanligt sakarmál tikið
til dóms.
Sjómansskúla-
næmingar vilja reinsast fyri
skuldseting
og krevja
440.000 kr. í endurgjaldi
Ein grov skuldseting, sum
ongi prógv eru fyri er
sonn.
Hetta var niðurlagið hjá
sakferarunum hjá teimum
trimum sjómansskúla-
næmingunum, sum í 1982
blivu burturvístir frá
próvtekuni, tí teir skuldu
havt snýtt í skrivligum
enskum.
Teir tríggir góðtóku ikki
burturvísingina og eftir,
at hon hevði verið til við-
gerðar hjá Landsskúla-
fyrisitingini, Landsskúla-
ráðnum og Landsstýr-
inum uttan, at teir fingu
viðhald, avgjerdu teir at
stevna Landsstýrinum við
kravi um, at tað verður
dømt at viðurkenna, at
burturvísingin er ógildug.
Teir hava eisini lagt
endurgjaldskrav móti
Landsstýrinum.
Fyri mista innteku, tí
teir ikki fingu skipsferara-
prógvið tá í 1982, og fyri
tort, tí málið kom bæði í
blødini og Útvarpið.
Teir krevja 50.000 kr.
hver fyri tort og annars
åvikavist 89.736 kr.,
162.000 kr. og 35.437 kr.
Feroya rættur skal nú
dema í málinum.
Umsetingar
Hetta óvanliga sakarmál-
ið var fyri í rættinum
fyrrapartin mánadagin.
Tá kom fram, at teir
tríggir næmingarnir á Fer-
oya sjómansskúla blivu
burturvístir, tí teir skuldu
hava havt samband hver
við annan undir próv-
tekuni í skrivligum
enskum.
Próvdómarin, Jógvan á
Dul — tað var hann, sum
tók stig til at fáa teir
tríggjar burturvístar —
greiddi rættinum frá, at
lærarin hjá teimum bað
seg hyggja serliga eftir
loysnunum hjá hesum
trimum.
Tá hann hevði gjørt tað,
var hann ikki í iva um, at
her var farið óregluliga
fram.
Teir høvdu snytt.
Ti orðaval og setningar
vóru so lík og villur tær
somu í umsetingum, at
tað bar ikki annað til enn,
at teir høvdu snýtt.
Talan er serliga um, at
tann eini skal hava fingið
hjálp frá hinum báðum.
Hvussu teir hava borið
seg, visti Jógvan á Dul
ikki at siga.
Men hann helt, teir
hevdu gjert soleiðis, at
fyrst var ein farin á w.c. og
har lagt eitt ark við
umsetingini. Síðan er
tann, sum skuldi hava
hjálpina, farin á w.c. og
havt umsetingina við sær
inn aftur og skrivað hana
av.
Jógvan á Dul var ikki
sjálvur hjástaddur undir
próvtekuni.
Men tað kom fram á
rættarfundinum, at teir,
sum ansaðu eftir, ikki var-
naðust nakað óregluligt.
Serken kanning
Ludvig Petersen, lands-
skúlastjóri, varð eisini av-
hoyrdur mánadagin.
Hann segði, at Lands-
skúlafyrisitingin læt
serken fólk kanna uppgáv-
urnar hjá ellum næm-
ingunum í flokkinum, teir
tríggir vóru í.
— Kanningin vísti týði-
liga, a: samband er millum
teir tríggjar.
Til demis hava teir
somu feilir, segði Ludvig
Petersen.
— Vit hava gjegnum-
gingið hetta fleiri ferðir og
tað er ongin ivi um, at
samband var millum teir á
próvtekuni.
Ludvig Petersen segði,
at Landsskúlafyrisitingin
kundi ikki góðtaka, at
menn sleppa úr Sjómans-
skúlanum at fera skip við
at snýta seg gjegnum
próvtekuna.
Og tað er ongin munur
á, antin tú fær hjálp frá
eðrum ella hjálpir eðrum.
Umaftur
Tá Landsskúlafyrisitingin
staðfesti avgerðina hjá
próvdómaranum, altso
góðkendi burturvísingina,
kærdu teir tríggir til
Landsskúlaráðið.
Sum mælti til at loysa
málið við semju. Soleiðis,
at teir tríggir skuldu fara
upp aftur í skrivligum
enskum. Hetta vildu teir
eisini. Men Landsstýrið
valdi heldur at taka undir
við próvdómaranum, fekk
Feroya rættur at vita.
Endin bleiv sø tann, at
teir tríggir burturvístu
næmingarnir stevndu
Landsstýrinum fyri at
blíva reinsaðir fyri tað,
sum fleiri ferðir á rættar-
mánadagin
fundinum
bleiv kallað ein
skuldseting.
grov
Próvbyrðan
Sakferararnir hjá teimum
trimum saksøkjarunum
legdu dent á, at ell próv-
byrðan liggur hjá sak-
sekta, Landsstýrinum
Teir kunna ikki prógva,
at teir ikki hava snýtt
Men Landsstýrið, sum
skuldsetir teir fyri at hava
snýtt, eigur at prógva
hetta, segdu sakferararnir
og eftirlýstu samstundis
prógvum.
Teir søgdu, at teir
høvdu roynt at provokera
Landsstýrið til at leggja
fram umsetingarnar hjá
ellum, sum vóru til roynd-
ina í skrivligum enskum,
so tað hevði borið tilat
samanborið við tær eisini.
Men hetta eydnaðist
ikki.
Sakferararnir eftirlýstu
eisini einari skrivligari
niðursteðu av serkenu
kanningini hjá Lands-
skúlafyrisitingini.
Hesa kanning gjerdu
tveir lærarar í Hoydelum.
Sakferarin hjá Lands-
stýrinum helt, at tá bæði
Landsskúlafyrisitingin og
Landsstýrið tóku undir
við avgerðini hjá próv-
dómaranum um burturvís-
ing, so má hon vera rett.
Vit muga hava tað álit á
landsins stovnum og
myndugleikum, at teir
duga at meta rætt í slíkum
forum, segði sakførarin.
Sum annars mótmælti
endurgjaldskrevunum.
Tey vóru komin so seint,
at hann hevði ikki havt
høvi til at tikið steðu til
tey, segði hann.
hd