Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-02-23, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. februar 1984síða 4

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 tíðindablaðið $0Si Juris ; Nr. 24 — 23. februar 1984 Longu fýra eldsbrunar í ár: ava illgruna Sprutt, tollvaldid og tagnarskylda — Hevur tollvaldid ikki tøgnskyldu, ella er persónsjagstranin komin so vitt, at fólk í almennum starvi geva upplýs- ingar. Yvirtollarin: — Vit hava togn- skyldu og upplýsa bert tølint fyri at rætta ósonn rykti „Kann ein al- mennur stovnur sum Tollbúðin upplýsa talið av t.d. rúsandi logi sum ein persónur ella skip hevur við sær úr út- londum, tá talan ikki er um smugl- ing«? Henda spurningin hava mong sett sær, eftir at Dagblaðið í síðstu viku upplýsti, at »Sudringur sett met — 586 fløskur av sterkum umborð< Men einki varð sagt um, at skipið var tikið fyri smugling. Hinvegin upplýsti blaðið, at >...ætlanin hjá manningini var ikki at ganga uttan um toll- valdið. Teir uppgóvu alt tað rúsdrekka, ið teir høvdu umborå«. — Um nå ein fiski- maður, sum er niðri og selir, keypir innbúgv i stóran stíl, men ikki hevur ætlanir um at smugla men gjalda toll, uppgevur Tollbúðin so navnið á manninum, spyr ein lesari. — Hevur tollvaldið ikki tagnarskyldu, leggur hann afturat. Tollvaldið hevur tagnarskyldu — Vit hava tegn- skyldu, og fara ikki at útlevera fólk, sigur 3 Frank yvirtollarin, Dam Joensen. Um orsekina til, hví hesi telini fyri Suðring vórðu uppgivin, sigur hann, at tað gingu rykti um, at Suðringur skuldi havt smuglað 8- 900 fleskur. Fyri at fáa hesi leysatíðindi rætt- að, upplýsti tollbúðin rætta talið og avsann- aði tíðindini um smugl- ing. Annars rættar yvir- tollarin orðingina í Dagblaðnum um, at tollbúðin skal hava sagt, at talan er um met og hesa orðingina: „Hetta er eitt met, sum neyvan verður yvir- gingið í fleiri ár fram- yvir«. Hetta er ikki sagt, upplýsir Frank D. Joensen. Harmast um framferðina Sosialurin vendi sær til reiðaran og skiparan á Suðringi, Mortan Jo- hannesen. Hann harm- ast um hendingina. Eftir at Suðringur hevði selt í týsklandi, fór hann til Danmarkar í erindum og síðan heim í flogfari. Hann heldur tað vera »toppmålt«, at tollvaldið útleverar slík tel, og setir spurnar- tekin við tagnarskyld- una hjá tollvaldinum. — Er jagstranin eftir persónum nú komin so langt, at man fer so langt sum at heinta upplýsingar frá persón- um í almennum starvi. } DRNEUMF ÁRS" jr . pfåm Tá slíkt hendir, er spurningurin, um fólk kunnu fola seg trygg í framtíðini, sigur Mortan Johannesen. Annars upplýsir hann, at tveir av mann- ingini áttu helvtina av spruttinum, meðan summir áttu lítið og aðrir einki. Tá Suðringur hevur verið og selt í útiond- um hevur manningin fingið loyvi at keypa »bonn« innan fyri tað mark, ið ásett er. Hetta hevur eisini verið treyt- að av, at teir eru farnir í land við spruttinum, tá skipið er komið heimaftur. Slíkt hevur ikki funnist umborð á Suðringi, sigur Mortan Johannesen. Verið í varð- veitslu Tollvaldið hevði fingið frænir av spruttinum umborð á Suðringi, tá hann var á veg úr Týsklandi, so eyka- manning varð send suður at taka ímóti trolaranum. Men har varð eingin roynd gjørd at smugla. Alt var frammi. Tollvaldið hevur havt spruttið í varðveitslu, men eftir hvat Sosialinum er upplýst, er tað síðan útflýggjað innan fyri tær ásetingar, ið lógin setir. jo-mo til streymveit- ingina Kann tann vánaliga streymveitingin, tær títtu spenningsbroytingarnar, seta eld á hús? Hendan spurningin seta fólk við Skálafjerðin sær, nú fýra eldsbrunar hava verið har higartil í ár. A Glyvrum kom eldur í eina oljufýring. Húseig- arin greiddi legregluni frá, at hann ivaðist ikki, spenningsbroytingar vóru orsekin til eldin. Frimodt Poulsen, steð- leiðari á politisteðini í Runavík, góðtekur hesa frágreiðing. Hann sigur, at streym- veitingir til bygdirnar við Skålafjørdin er út av lagi vánalig. Eldsbrunin á Glyvrum gjerdi ikki stóran skaða. Men í hinum tr imum fer- unum hendi stórskaði. Eini hús í Seldarfirði fóru illa, eini á Skála brunnu í grund og eini onnur har fingu serliga roykskaða. Eldur kom í tey húsini um hálvgumátta-tíðina leygarmorgunin. Hildið verður fyri vist, at eldurin byrjaði í ljóaranum (eim- nettuni) Tað er tó ikki sligið fast, at spenningsbroytingar glørdu at eldur kom i. Men møguleikin er ikki útihýst- ur heldur. Heldur ikki i hinum bådum førunum, i Søldar- firdi og å Skåla, er avgjørt, at óregliga streymveit- ingin hevur skylduna í, at fólk knappliga stóðu uttan tak yvir hevdið. Herverk Nekur herverk hava verið í Eysturoynni seinastu tíðina. Á einum húsum við Toftavatn eru lúkurnar fyri eitt vindeyga brotnar og ein rútur. Onkur hevur verið inni, men onki er brotið og oni er horvið úr húsunum. Hósdagin fekk legregl- an fráboðan um, at tíggju rútar vóru knústir í bygn- inginum hjá Eysturoyar stoypivirki í Saltangará. Og um vikuskiftið gjørdi onkur seg inn á ein bil á Strondum og breyt ymiskt uttan av honum. Í Leirvík var innbrot á knettavirkinum og har vóru tiknar 700 kr. úr einum pengakassa á skriv- stovuni. Ongin var fyrrapartin í gjár tikin fyri hesar hend- ingar. hd Upp í Havn at halda week-end Í morgin koma tveir norskir kavbátar á Havnina og steðga til sunnudagin. Kavbátarnir eita Skolpen og Stadt og teir eru 18 ára gamlir. 18 mans eru við hverjum báti. Kavbátarnir eru 45 metrar langir og viga 370 tons. Ferðin er 10 míl, tá teir eru uppi, og 17, tá teir eru undir, upplýsir Færøernes Kommando. Norskir kavbåtar hava fyrr verið i Havn. Í mai 1980 var KNM Kya her í nakrar dagar. Og tá vóru liðin 40 ár, síðani ein norskur kavbátur rýmdi til Feroya undan týskinum. Myndin er av Kyu við molan í Havn í mai 1980. 25 år og sama mynd CEPT, Europeiska sam- starvið millum post- og fjarritaverk, er 25 ár í ár. Tí er avgjert, at myndin á Europa-frímerkjunum fyri 1984 skal vera tann sama fyri øll 26 limalond- ini. Europa-merkini hjå Føroysku Europa-merkini i år. 250 oyru merkid er ljósabrúnt og hitt er ljósa- blátt. Postverki Feroya koma 2. apríl, tvey merki, 250 og 500 oyru. Frímerkjadeildin hjá Postverkinum sigur, at tey, sum vilja tryggja sær fyrstadagsútgávu av hesum merkjum, eiga at boða frá í seinasta lagi 19. mars. Hetta er sætta ferðin, Postverkið gevur út Europa-merki.