hósdagur 23. februar 1984síða 3
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 24 — 23. februar 1984 tíðindablaðið (508 alurin Síða 3
Flestu húskini mót-
mæla brennistødini
Fólkið í bygdun-
um við Sundalagið
vilja ikki hava eina
rusk-brennisteð
Við Air.
Í vikuskiftinum
vórðu undirskriftir
savnaðar ímóti
ætlaðu brennisteð-
ini, og nær um
flestu húskini hava
mótmælt, at
brennisteðin verður
løgd Við Air.
Harafturat hava
fiska- og skelja-
alarar i Sundalagn-
um mótmælt.
Freistin fyri at
senda yvirfriding-
arnevndini mót-
mæli er úti í morg-
in, 24. februar.
Íbúgvarnir i Hósvík,
Hvalvík, Streymnesi,
Norðskála, Oyrabakka og
Oyri taka ikki glaðbeintur
ímóti ruskbrennistødini,
sum Interkommunali
Renovatiónsfelagsskapur-
in, IRF, hevur í umbúna
at leggja norðuri Við Air.
Seinasta vikuskiftið
varð skipað fyri innsavn-
an av undirskriftum ímóti
tí ætlaðu brennisteðini.
Skulu vit lata talið av
undirskriftum dema, so
eru fólkini í nevndu bygd-
unum við Sundalagið hart
ímóti, at brennisteðin
verður legd Við Áir.
Í alt hava umleið 300,
ella 298, fólk skrivað
undir. Talan er bert um
vaksin fólk og gingið varð
bert í húsini tann eina
dagin. Nógv vóru tí ikki
við hús.
Í Hósvík skrivaðu 82
fólk undir. Í Hvalvík og
Streymnesi settu 75 fólk
navn sítt undir mótmæl-
ini. Og í Sunda kommunu
skrivaði ikki færri enn 141
fólk undir mótmælisskriv-
ið.
Fyrireikararnir halda, at
serliga gott var úrslitið í
Hvalvík, tí har eru so
nógv fólk longu nú uppi-
blandað. Talan um jarðar-
eigarar, sum hava sagt ja.
Bygdarráðið hevur jú sagt
ja. Ein meiriluti í heilsu-
nevndini hevur sagt ja.
Nógv, sum hava eitt ella
annað samband við hesi,
skrivaðu kanska tí ikki
undir.
Alarar hava eisini
mótmælt
Ikki bara fólkið, sum býr
við Streymin og í Hósvík,
hava mótmælt brennisteð-
ini. Bæði fiska- og skelja-
djóraalararnir í Sunda-
lagnum hava eisini mót-
mælt, at ein brennisteð
verður legd við Air.
Ein av teimum, Sosi-
alurin hevur tosað við,
sigur, at meguleikarnir
fyri aling í Sundalagnum
mugu haldast at vera
ógvuliga góðir.
Væntandi fer alivinnan
eisini at vinda nógv upp á
seg í Sundalagnum. — Tað
stendur bert á at fáa
smolt, sigur hann.
Ein annar av teimum,
Sosialurin hevur tosað
við, vísir á viðmerk-
ingarnar, sum nakrir
franskir fiskakeyparar
høvdu í føroysku blødun-
um fyri stuttum.
— Tað er ræduligt, um
alivinnan skal knuskast
ådrenn hon er komin i
gongd av ålvara.
ER
Eisini visir hann å, at
tað verður sagt, at hitin
skal brukast til klekingina
og startfóðring av yngli.
Men, leggur hann afturat,
hitin verður so dyrur, at
tað verður alt ov dyrt at
keypa hann.
— Hetta kemur heldur
ikki bert at raka alararnar
í Sundalagnum. Fáa út-
lendskir keyparar av ali-
fiski at vita, at ein rusk-
brennistød liggur tætt við
alibrúkini, gáa teir ikki
eftir, um fiskurin kemur
úr Sundalagnum ella aðra-
staðni. Hetta kemur tí at
raka alla foroysku alivinn-
una, verður sagt.
Landslæknin:
brennisteð er ein
dálkingartáttur
Fyri at kanna brennisteðir
aðrastaðni, hava komm-
unupolitikkarar, heilsu-
nevndir 0.0. verið á vitjan
í Danmark. Á hesi ferðini
luttók eisini landslæknin,
Hegni Debes Joensen. Í
eini blaðgrein sigur
hann,at roykur kom úr
teimum trimum brenni-
steðunum, teir sóu í Dan-
mark, eins og luktur
kendist á ellum trimum
steðunum.
Harafturat vísir hann á,
at roykurin verður reinsk-
aður gjegnum elektrofilt-
ur. Um hetta sigur hann:
»Reinskingin gjøgnum
slik filtur minkar vissu-
liga i ein góðan mun um
dålkingina, men roykurin
verður tó ikki reinur av ti.
Var hann tað skuldi ikki
verið neyðugt við
skorsteinum, ið lógu um
70 m. hædd. Ein brenni-
steð er, uttan mun til tær
dygdir hon annars hevur,
ein dálkingartáttur í sterri
ella minni mun«.
Við Áir, norðuri í Sundalagnum — ein miðdepil fyri framtíðar alivinnuna í
Føroyum! Bæði íbúgvar og alarar mótmæla ætlanini hjá IRF at leggja eina
brennistød oman fyri smoltstødina Vid Air
Thomas Arabo, leidari av
Vestnordenprojektinum,
hevur eisini viðgjert
spurningin um at leggja
eina brennisteð í einum al-
ingarmiðdepli.
Í grein síni vísir hann á,
at byrjandi feroyska ali-
vinnan kann fáa harða
kapping frá Noregi ella frá
alarum í eðrum granna-
londum. Og so sigur hann:
„Okkara styrki í hesi
kapping verður at vit
hava kvalitet og okkara
fiskur kemur at vaks aupp
í púra reinum umhvervi.
Sostatt kunnu vit rokna
við, at keyparar, ið vilja
gjalda fyri kvalitet og
reinferi av okkara veru,
vilja koma til landið og
síggja alibrúkini og tað
eki, ið alingin fer fram í.
Tað kann blíva til og
verður = til óbótaligan
skaða, um vit mitt í
Føroya størsta aliøki hava
eina ruskstød standandi«.
Og franskir uppkeyp-
arar av alifiski, sum vóru i
Feroyum fyri stuttum,
hildu tað vera óheppið, at
ein brennisteð varð legd
við alibrúkini. Tí, hvat
fara allir útlendingarnir,
sum vitja hendan vegin í
alt sterri tali, greiða
vinum frá, tá teir koma
heimaftur við myndum av
brennisteð og alibrúkum
lið um lið, vístu frans
mennirnir á.
Eisini klaga til yvir-
heilsunevndina
Yvirheilsunevndin hevur
eisini fingið eina klagu í
samband við ætlanina hjá
IRF at leggja eina brenni-
stød Við Air.
Heilsunevndin í Hósvík
kann ikki ganga við til
brennisteðina og hevur
sent mótmæli til yvir-
heilsunevndina, ið hevur
sent klaguna víðari til
heisunevndina í Hvalvík,
tí ætlaða brennisteðin
liggur í Hvalvík.
Tað eydnaðist ikki Sosi-
alinum at fáa fatur á
heilsunevndini í Hvalvík,
men tað er ikki líkt til, at
heilsunevndin í Hvalvík
hevur viðgjert klaguna
hjá Hósvíkar heilsunevnd.
Hinvegin hevur ein
meiriluti i heilsunevndini í
Hvalvík góðtikið rusk-
brennisteðina hjá IRF.
Vísir = heilsunevndin í
Hvalvík klaguna hjá
heilsunevndini í Hósvík
frá sær, hann heilsunevnd-
in í Hósvík klaga til yvir-
heilsunevndina.
Freistin fyri at senda
hesa klaguna er fjúrtan
dagar.
Yvirheilsunevndin hev-
ur ikki fingið annað
mótmæli enn hetta
ásettur,
Fjallbrúður
brúður, stevndi gamla felagi sínum vegna
ferð á aðalfundi sum er í s*ríð við lóg felagsins
Á Suðuroyar Tingi í
síðstu viku skuldu
partarnir Í sakini
millum Føroya Arbeið-
arafelag, Ingeborg
Vinther og Fjallbrúður
leggja skjel síni fram.
Men nýggja nevndin
í Arbeiðskvinnufel-
agnum Fjallbrúður, í
Vági, hevði ikki fingið
gjørt eitt svarrit, so
málið er útsett til 6.
mars.
Eftir eykaaðalfundin
í Fjallbrúður 7. januar
stevndi fyrrverandi
formaðurin i Fjall-
brúður, Ingeborg
Vinther, og Feroya Ar-
beiðarafelag nýggju
nevndini í Fjallbrúður.
Grundgevingarnar
fyri stevningini vóru
fleiri.
Á eykaaðalfundinum
varð nýggjur formaður
valdur í staðin fyri
Ingeborg Vinther. Men
í lógini fyri felagið
stendur, at formaður
skal veljast á ársaðal-
fundi.
Harafturat varð
fundurin fráboðaður
við óvanliga stuttari
freist. T.d. fekk sjálvur
formaðurin, Ingeborg
Vinther, onga fráboðan
um eykaaðalfundin
uttan hana, ið hon
hoyrdi gjøgnum Ut-
varp Føroya. Í lýs-
Fjallbrúður
kom ikki við
svarskrivi
Nýggjur rættarfundur er
so
kunnu leggja fram skjol
síni í stevningini móti
Formaðurin í FÅ, og fyrrverandi formaður í Fjall
partarnir
fram
ingini á miðdegi varð
boðað til eykaaðalfund
seinrapartin sama dag
við dagsskrá: 1. >mis-
álit á formannin«, og
2. »val av nýggjum for
manni«.
Annars heðvi for-
maðurin, Ingeborg
Vinther, skrivliga
boðað til nevndarfund
sama dag at viðgera
eina fráboðan um, at 28
limir í Fjallbrúður
ynsktu eykaaðalfund.
Sjálvur formaðurin
hevði ikki fingið listan
við undirskriftunum,
men bert fráboðanina.
Málið var sostatt
ikki viðgjert á nevnd-
arfundi, og nevndin
heðvi sum so heldur
ikki kallað til eykaadal-
fundin, men bert ein
meiriluti í nevndini.
Sakferari hjá Feroya
Arbeiðarafelag og
Ingeborg Vinther er
Sigurð Joensen, meðan
Sosialurin hevur fingið
upplýst, at Tormóður
Djurhuus, ið vanliga er
sakferari hjá Feroya
Arbeiðsgevarafelag, er
sakferari hjá Arbeiðs-
kvinnufelagnum Fjall-
brúður.
jo-mo