hósdagur 23. februar 1984síða 10
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10 tíðindablaðið B | S É | | | | | ] Nr. 24 — 23. februar 1984
Kyndil, 1. deild menn vann
sunnudagin foroyameistara-
heitið, "men strævið gekk. At
kalla allan dystin var VÍF á
odda og høvdu teir at kalla
vunnið = meistaraheitið —
trúðu áskoðararnir — men %
seinastu fimm min. av dyst-
inum fóru kreftirnar at bila og
samstundis kom Kyndil fyri
seg, so meistaraheitið endaði
í Havnini.
Hóast dysturin ikki var av
teim best leiktu var hann Aftast frá vinstru síggjast Hendrik Rubeksen, venjari, Annfinn Brekkstein, John Egholm, Kári Nielsen,
- - HanusJoensen, Hans Iversen, Bent Jákup H. Hansen og Jóan Pætur Midjord, venjari. :
avbera spennandi, sum dystir Í fremra raðnum frá vinstru húka Sverri Jacobsen, Jón Helgi Hofgaard, Árni Arge, Áki Davidsen,
altíð eru tá hesi bæði liðini =. Hjørleif Kúrberg og Erling Jacobsen.
tey bestu i Føroyum — hittast
ista t VÍF vildi vinna
Kyndil-VIF, 1. deild, menn: 16-16 (6-10}- vestmenningum feroya-
Málskjúttar: Kyndil: Hanus Joensen 4,
Kári Nielsen 3. John Egholm 3, Áki
Davidsen 2, Bent Jákup Hansen ?,
Erling Jacobsen Í og Sverri Jacobsen
somuleiðis Í
VÍF: Svend Áge Seloy 5, Peter Ander-
sen 3, Kári Durhuus 3, Palli Joensen 3,
Palli Askham | og Páll Poulsen somu-
leiðis I
Avarðingar: Kyndil 2 og VÍF 2
Utvisingar: Kyndil 2 og VÍF 3.
Burturvisingar: Kyndil Í
Brotskøst: Kyndil 2 og VÍF 4.
Dómarar: Kristian Johansen og
Hjalmar Petersen
Askoðarar: Um 750.
Tað sást skilliga at tað var
ein avgerðandi dystur um
føroyameistaraheitid, ið
skuldi spælast tá Kyndil
og VÍF hittust sunnu-
dagin í hellini á Hálsi:
Fyri fyrstu ferð í langa tíð
var hellin nærum fullsett
av áskoðarum, ja, har
vóru fleiri fólk savnaði enn
til nógvar av teimum sein-
astu landsdystunum.
Undan dystinum var
greitt, at VIF skuldi vinna
dystin við fýra máls muni
fyri at ognað sær meist-
araheitið av tí at Kyndil
hevði vunnið fyrra lands-
kappingardystin teirra
millum við 19-15, og um
liðini komu at standa jevn
í stigum — VÍF hevði
bert tapt henda eina dyst
og Kyndil ongan — og
málmunurin í dystum
teirra millum vildi verða
tann sami, so vildu VÍF
vinna meistaraheitið
orsaka av nógv betri mál-
úrteku.
Longu frá byrjan skilt-
dystin. Leikararnir vóru
nógv ágrýtnari enn teir
hjá Kyndli. Verjan
arbeiddi væl og tå Kristin
Johansen i målinum fekk
avbera góða byrjan við
fleiri góðum bjargingum,
sá alt út til at eydnast hjá
VÍF, meðan verri bar til
hjá Kyndli. -
Hóast Kyndil kom á
odda aftaná fimm min.
leik, so var tað VÍF, ið
sýndi betra leikin. Serliga
var Svend Áge Seloy úti á
høgra vongi, ið gjørdi vart
við seg — ferð aftaná ferð
fór hann gjøgnum verjuna
og setti bóltin í netið og
var tað m.e. honum fyri at
takka, at VÍF var á odda
við teimum fýra mål-
unum, ið kravdist, í hálv-
leiki.
Í byrjanini av seinna
hálvleiki, júst sum Kyndil
tóktist at vera við at koma
fyri seg, varð Kári Nielsen
rikin av velli — reytt kort
— fyri ov harðan leik. Í
ávísan mun erkymlaði
hetta leikin hjá Kyndli,
men samstundis tóktist
einstakir leikarar hjá VÍF,
t.d. Kári Durhuus, at fáa
minni burtur úr í munt il
fyrra hálvleik, so munurin
millum liðini vaks ikki.
Sum hálvleikurin leið
roknaðu flest ell við at
VIF-sigurin fór at verða
tryggur. Spurningurin var
bert um hann vidli gerast
nóg stórur til at tryggja
meistaraheitið. Og seks
min. undan leikloki eyd-
naðist VÍF at ekja til 16-
12 — fýra máls munin, ið
var neyðugur — so nú var
bert um at halda fast«.
Men, men...
Ágrýtni leikurin í fyrra
hálvleiki hevði tart uppá
kreftirnar hjá fleiri VÍF-
leikarum. Kreftirnar
tóktist at ganga undan og
samstundis kom Kyndil
veruliga fyri seg.
Seinastu fimm min. av
dystinum leikti Kyndil
sum eitt veruligt
meistaralið — hesa letu
var leikurin kvikur og
álopsroyndirnar góðar, og
tá avtornaði vísti úrslita-
talvan at Kyndil hevði
megnað at fáa fýra mál
seinastu fimm min. og
harvið javnleiki 16-16.
Sostatt vann Kyndil fer-
oyameistaraheitið uttan
at tapa nakran dyst í
hesum kappingarári.
Dysturin var kanska
ikki aw teim best leiktu,
um ein hugsar um teknik,
men avbera spennandi og
kvikt leiktur — sum altíð,
tá hesi lið hittast. Næstan
allan dystin var tað VÍF,
ið var ágrýtnara liðið og
hevdu teir FM í hond-
unum, men seinastu fimm
min. varð alt mist burtur.
Sosialurin ynskir
Kyndil tillukku.
Sunnudagin var landskappingardystur í 2. deild menn leiktur millum
Kyndil og VIF í ítróttarhellini á Hálsi.
Bæði hesi liðini eru samansett av nøkrum royndum leikarum og
nøkrum ungum, komandi 1. deildarleikarum.
Hjá Kyndli spældu m.a. Annfinn Rubek Nielsen, Niels (Natte) Natte-
stad og Hendrik Dahl, meðan Petur Højgaard, Petur Joensen o.a.
mannaðu liðið hjá VÍF.
Skilligt var at hetta vóru tvey lið, ið dugdu at spæla hondbólt. Harð-
skapur varð ongin at síggja og gekk leikur javnt á. Lidini skiftust um at
vera á odda — tó ongantíð vid meira enn tveimum málum.
Aftaná at stødan í hålvleikinum var javnleikur 8-8, tóktist dysturin i
seinna hålvleiki at skula enda vid javnleiki 16-16. Og tå leiktidin var
lokin var stødan 16-16.
Men, men…
Dómararnir høvdu brikslad fyri triggjarmetur-kasti til VIF, og
eydnaðist Petur Højgaard, hóast Kyndil gjordi tættan manngarð, at
grýta bóltin í netið, so at endaliga úrslitið varð 17-16 til VÍF.