Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-02-23, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. februar 1984síða 11

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 24 — 23. februar 1984 toindabiadid EN lurin Síða 11 — Kyndil spældi enn verri henda dagin. Aftaná dystin vildi onkur vera við, at hetta at Neistin vann nu var at rokna sum føst »traditibn« Kyndil-Neistin, 1. deild, kvinnur: 6-14 (28): Málskjúttar: Kyndil: Herborg Joensen 2, Sólva Eystberg. Óluva Dalsgarð, Guðrun Dalsgarð og Annika Johansen hver sítt Neistin: Vivi Kuhr 9, Marjun Thomsen 2. Marjun Christiansen i. Torgerd Klein I og Elsa Maria Bærendsen I Brotskøst: Kyndil 2 og Neistin 3 Dómarar: Johnny Joensen og Svend Åge Seloy Áskoðarar: Um 200 Seinastu árini hevur fyrsta kvinnulið hjá Neist- anum verið nógv tað besta liðið í hesi deild. Kappingarárið 1983/84 hevur ikki havt nakra broyting við sær. Liðið hjá Neistanum hevur roynt seg móti ellum hinum lið- unum í Feroyum og tað hevur verið so sum so við mótsteðuni. Liðið tóktist at spæla í einum flokki oman fyri hini. Hóast hetta, so var kappingin um FM ikki av- gjerd fyrrenn sunnudagin, tá Neistin og Kyndil hitt- ust í hellini á Hálsi. Kyndil hevur í ár roynst nærum eins væl og Neistin — bert tann eini dysturin móti Neistanum var taptur, og tá reglurnar hjá HSF siga, at sínámill- um dystir skulu teljast fram um málúrteku, var meguleiki hjá Kyndli at vinna FM, um sigurin á Neistanum kundi gerast nóg stórur. Og Kyndil hevur fyrr negnað at vunnið á Neist- inum, ið altíð tykist at 1ava trupult við at vinna lystirnar móti Kyndli. Harafturat eru dystirnir millum hesi bæði lið, ið jú eru tey bestu í føroyskum kvinnuhondbólti, altíð vánaliga leiktir, hóast hetta ljóðar legið. Og í so máta var hesin dystur einki undantak. Neistin spældi ein av vánaligastu dystum sínum í ár, men tá Kyndil samstundis leikti enn vánaligari, hevði Neistin hesaferð ikki trupulleikar at vinna á Kyndli. Neistin byrjaði væl betur. Liðið kom á odda 6- 0 áðrenn Kyndil, ið tóktist at hava stórar trupulleikar at sleppa gjøgnum Neista- verjuna, endiliga fekk >hol å«. Hetta hendi i 20. min., men í næstu 10 min. eyd- naðist bert Kyndli at fáa eitt mál afturat, samstundis sum Neistin fekk tvey, so hálvleiks- steðan var 8-2 til Neistan. Hóast Kyndil kom meira við í spælið í seinna hálvleiki, var liðið ongan- tíð nakar veruligur vandi hjá Neistanum. Roynt var at mansupp- dekka besta leikaran hjá Neistanum, Vivi Kuhr, men hetta gav als einki úrslit. Tá dómararnir bríkslaðu dystin loknan hevði Neistin vunnið við 14 málum móti 6 og hevði Vivi skotið 9 av málum Neistans. Sostatt vann Neistin enn eina ferð í 1. deild kvinnur. Foroyameistarar — sum vanligt Tað er nærum vorðin fastur síður, at Neistin vinnur 1. deild kvinnur. Hóast liðið leikti ein av vánaligastu dystum sínum, tå tað hitti Kyndil í avgerðandi dystinum, vann tað tryggan sigur — „Hetta er jú við at gerast ein tradition« tók onkur áskoðari til aftaná loknan dyst — og rætt er tað. Sosialurin ynskir Neist- anum tillukku við meist- araheitinum. Á myndini síggjast teir leikarar, ið vóru við í dyst- inum móti Kyndli. Afturat teimum hava Hjerdist Samuelsen, Sigrun Mikkelsen, Turið Mohr, Marjun Hanusar- dóttir og Johanna Hansen eisini roynt seg á liðinum hjá Neistanum í ár. Aftara rað frá vinstru: Karsten Andersen, venjari, Marjun Christiansen, Ingilín Holm, Guðrun Horn, Elsa Maria Bærendsen og Christian Poulsen, venjari. Húkandi frá vinstru: Marjun Thomsen, Malan Mohr, Óluva Joensen, Rannvá Hanusardóttir, Vivi Kuhr og Torgerð Klein ynskir Føroyamelstarun- um hjartaliga tillukku við heitinum. P/f Thomas Dam & Co., ítróttar- og súkludeildin, Niels Finsensgøta 5, 3800 Torshavn — Tlf. 11400