hósdagur 10. oktober 2002síða 10
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 194 - 10. oktober 2002
19
Felagið vil ikki av við
føroyska málverjan,
sum kennir seg væl
fyri at taka upp-
gávuna á seg at verja
málið í landsdyst-
unum komandi
vikuna
FÓTBÓLTUR
Jóannes Hansen
Søgurnar hava verið nógvar
síðstu vikuna. Sunnukvøld-
ið endurtók Jákup Mikk-
elsen tað í útvarpinum, sum
hann segði, tá hann fyrst í
september var heima í
sambandi við landsdystin
ímóti
Skotlandi.
Hann
ynskti at sleppa burtur úr
Molde, tí hann ikki fær
møguleikan á besta liðnum.
Í Klaksvík hevur verið
nógv tos um, at Jákup
Mikkelsen
skuldi
vera
spælandi venjari hjá KÍ, og
møguleikin fyri, at mál-
verjin skuldi flyta til okkurt
annað útlendskt felag hevur
eisini verið nevndur. Men
nú er veruleikin tann, at
Jákup Mikkelsen verður í
Molde.
- Eitt ár er eftir av sátt-
málaskeiðnum. Eg havi
spurt meg fyri, um tað var
møguligt at sleppa leysur
nú, men venjarin, Gunde
Bengtsson, hevur verið
avgjørdur í, at teir hava
brúk fyri mær, so vit fara
ongan veg.
Ert tú vónbrotin ikki at
sleppa burtur?
- Tað kann vendast báðar
vegir. Tað er ikki nøktandi
hjá mær ikki at spæla á
besta liðnum. Tí hevði tað
verið gott at sloppið burtur.
Men á hinari síðuni havi eg
í vikuni fingið greiða
ábending um, at teir rokna
meg framvegis at vera gott
boð upp á málverjuplássið
á liðnum í tippuliguni, og
útmeldingin hjá teimum
ger ikki hugin minni at
stríðast fyri plássinum,
sigur Jákup Mikkelsen.
Væl fyri
Jákup Mikkelsen varð av-
settur
landsliðnum
til
dystin ímóti Skotlandi. Tað
var hann sjálvandi vón-
brotin av. Nú standa tveir
týdningarmiklir útidystir
fyri framman, og Jákup
sigur seg vera væl fyri at
spæla - um hann fær møgu-
leikan:
- Eg venji fjúrtan tímar á
grasi um vikuna. Tað er
mítt arbeiði, og eg haldi
ikki, at eg havi verið betri
fyri enn tað sama. Eg spæli
eina ferð um vikuna. Í 2.
deild eru vit á fimta plássi.
Viðhvørt vinna vit stórt, og
aðrar ferðir stendur tað
nógv á. Eg kenni meg vera
topptrimmaðan til stóru
avbjóðingarnar í Litavia og
Týskalandi, og sjálvandi eri
eg við á ferðini, tí eg vóni
at sleppa at spæla. Men eg
eri ikki harri yvir, um tað
verður Jens Martin ella tað
verði eg, sum fari at verja
málið. Avgerðin er hjá
venjaranum. Men eingin ivi
skal vera um, at eg eri upp-
settur og klárur til avbjóð-
ingina, sigur Jákup Mikkel-
sen.
Hagtølini eru ikki
eintýðug, tá tað ræður
um úrslitini á lands-
liðsferðini eftir at
landskappingin er av
LANDSLIÐIÐ
Jóannes Hansen
Fyrrapartin í gjár klokkan
tíggju fór fótbóltslandsliðið
á síðstu uttanlandsferðina í
hesum árinum. Tveir dystir
eru á skránni á ferðini.
Tann fyrri verður í Litavia
seinnapartin leygardagin,
og tann seinni verður í
Týskalandi mikukvøldið í
komandi viku. Talan er bara
um aðru uttanlandsferðina
hjá landsliðnum í ár. Hin
fyrra var í februar, tá lands-
liðið var á venjingarlegu á
Kypros. Tá vóru tveir dystir
á skránni. Landsliðið tapti
2-1 ímóti Póllandi, og liðið
vann 1-0 ímóti Liktinstein.
Síðani tá hevur landsliðið
á heimavølli vunnið 3-1
ímóti Liktinstein og spælt
2-2 ímóti Skotlandi í fyrsta
EM undankappingardyst-
inum í hesum umfarinum.
Tveir sigrar, ein javn-
leikur og eitt tap og mál-
munurin 7-5 er óhoyrd
úrtøka hjá føroyska lands-
liðnum. Spurningurin er so,
hvussu tað fer at standa til,
tá landsliðið hósmorgunin í
komandi viku verður aftur í
Føroyum.
Hagtølini
Í fyrradagin segði Jákup
Mikkelsen seg stúra eitt
sindur fyri, um spælararnir
fóru at verða nóg væl tun-
aðir inn á stóru uppgávuna.
Tað gjørdi hann, tí nú
luttaka nógv teir flestu
spælararnir á landsliðnum í
føroysku kappingini, sum
er liðugt spæld. At kapp-
ingin er liðug kann hava við
sær, at sinniliga yvirskotið,
sum spælararnir høvdu
verið noyddir at hildið seg
til, um fleiri umfør vóru
eftir í landskappingini,
kann vera burtur, tá alt er
avgjørt. Málverjin undir-
strikaði, at tað skal so
ógvuliga lítið til, áðrenn tað
á hesum støðinum sæst væl
og virðiliga aftur í hug-
burðinum, avrikunum og
harvið úrslitunum.
Jákup Mikkelsen mundi
ikki minst hava dystin í
Sveis fyri tveimum árum
síðani í huga. Landskapp-
ingin var liðugt spæld, tá
landsliðið fór til Sveis.
Føroyar løgdu seg framum
1-0
beinanvegin,
men
sveisararnir so hølvaðu
føroyingarnar av. Úrslitið
varð 5-1. Sambært skránni
skuldi føroyska liðið fýra
dagar seinni spælt í Beo-
grad, men dysturin varð út-
settur orsaka av fløktu
støðuni í Jugoslavia. Av-
rikið í Sveis boðaði ikki frá
góðum í Jugoslavia - í so
máta var tað bara gott, at
dysturin
varð
útsettur.
Dysturin varð spældur í
august árið eftir, og tá var
úrslitið 2-0 til heimaliðið.
Men hagtølini eru ikki
altíð so ljót fyri landsdyst-
irnar, sum verða spældir í
oktober.
Í fjør taptu Føroyar 3-0 í
oktober í Slovenia. Í 1999
taptu Føroyar í minniliga
dystinum í Prag. Ta ferðina
var talan um sera gott avrik.
Bestu avrikini í oktober á
útivølli vóru tey í 1998. Ta
ferðina vóru Føroyar í
Litavia og í Skotlandi.
Dysturin ímóti somu tjóð-
ini, sum Føroyar skulu
spæla ímóti leygardagin,
Litavia, var málleysur javn-
leikur, og í Aberdeen end-
aði tað 2-1 til skotska
heimaliðið.
Føroyingar
vóru niðurspældir fyrra
partin av fyrra umfarinum í
Litavia, men teir fótaðu
sær, og í Aberdeen gekk tað
upp á stás. Orkan var so
mikið nógv, at Føroyar
síðstu minuttirnar trýstu
meiri fyri at javna, enn
skotarnir trýstu fyri at økja
um leiðsluna.
Øðrvísi veruleiki
Omanfyri standandi kundi
boðað frá, at tað oftast
gongst væl á heystartúrin-
um, og tað hevði verið
framúr, um tað hesa ferð
royndist væl betri, enn tað
gjørdi í marrudystinum í
Sveis.
Men tað er ein munur á
liðnum, sum nú er farið á
myrku heystarferðina, og á
liðnum, sum í 1998 og í
1999 stóð seg so væl í Li-
tavia, Skotlandi og Kekkia.
Tær ferðirnar vóru fleiri
spælarar á liðnum, sum
vóru í útlendskum kapping-
um - í Danmark, Noregi,
Íslandi og Onglandi. Hesa
ferð eru allir spælararnir
uttan Jákup Mikkelsen og
Christian Høgni Jacobsen
farnir í vetrarfrí frá lands-
kappingini. Tí er vandin
kanska størri fyri tí, sum
Jákup Mikkelsen kvígur
fyri, enn hann var fyri trim-
um og fýra árum síðani.
Á hinari síðuni kunnu vit
siga, at føroysku spælar-
arnir vita væl og virðiliga,
hvat tað snýr seg um. Nógv
teir flestu teirra hava verið
á sovornum ferðum und-
anfarnu árini, og teir, sum
vóru við í Sveis í fyrraárið,
eiga at minnast til, hvussu
tað ikki skal gerast.
Allir teir, sum næstsíðsta
týsdag fingu ferðaboð, eru
við í Litavia. Christian
Høgni Jacobsen og venj-
arin, Henrik Larsen, ferð-
aðust
umvegis
Keyp-
mannahavn,
Jákup
Mikkelsen
ferðaðist
umvegis Oslo, og hinir
lættu allir fyrrapartin í gjár
við
flogfarinum
hjá
Atlantsflog úr Vágum.
Jákup heldur fram í Molde
Myrka ferðin er ikki altíð soltin
FK-
kappingin
um
vikuskiftið
FLOGBÓLTUR
Hilmar Jan Hansen
Fimm lið hjá kvinnum
og seks hjá monnum
eru við í FK-kapping-
ini fyri meistaradeild-
arlið, sum verður høv-
uðsstaðnum um viku-
skiftið. Mannfólkini
spæla í Hoyvíkshøllini
og
konufólkini
í
Gundadalshøllini, og
byrjað verður leygar-
morgunin
klokkan
9.30 stundisliga.
Hetta er fyrsta flog-
bóltskappingin millum
tey bestu liðini í vetur,
og plagar hon at geva
ábendingar um, hvør
fer at standa seg væl
ella ikki í sjálvari
landskappingini, sum
byrjar í næstum. Men
meira er upp á spæl
enn bara tað.
Samstundis sum FK-
kappingin er inngang-
urin til veturin hjá
flogbóltsfólkinum, er
hetta avgjørt ikki bara
ein »upphitingarkapp-
ing«, tí vinnararnir hjá
kvinnum og monnum
spæla seg beinleiðis í
steypafinalurnar,
ið
verða
spældar
15.
februar 2003.
Hjá kvinnunum eru
liðini seks í tali - TB,
Mjølnir, Dráttur, ÍF,
Fleyr og KÍF - og spælt
verður
í
tveimum
bólkum: Í bólki A eru
TB, ÍF og Fleyr, og í
bólki
B
Mjølnir,
Dráttur og KÍF.
Dystirnir í bólki A
eru ÍF-Fleyr, TB-ÍF og
TB-Fleyr, og í bólki B
Dráttur-KÍF, Mjølnir-
Dráttur og Mjølnir-
KÍF.
Í aðrari hálvfinaluni
spælir vinnarin í bólki
A móti nummar tvey í
bólki B, og í hinari
spælir vinnarin í bólki
B móti nummar tvey í
bólki A. Finalan hjá
kvinnunum
verður
spæld
sunnudagin
klokkan 13.30.
Hjá monnunum eru
liðini Fram, Fleyr, SÍ,
ÍF og Mjølnir, og
spæla tey øll í einum
bólki á tveimum vøll-
um samstundis.
Dystirnir eru Fleyr-
Mjølnir
og
SÍ-ÍF,
Fram-Fleyr og Mjøln-
ir-SÍ,
Fram-ÍF
og
Fleyr-SÍ, ÍF-Mjølnir
og SÍ-Fram, ÍF-Fleyr
og Mjølnir-Fram.
Tey bæði liðini, ið
eru fremst eftir allar
hesar dystirnar, spæla
finalu
sunnudagin
klokkan 15.
Jákup Mikkelsen sleppur ongan veg úr Molde, tí
venjarin sigur brúk vera fyri honum har
19
Teir báðir dystirnir
millum EB/Streym og
B71, sum skulu gera
av, hvat av liðunum
kann kalla seg 1.
deildarlið næsta ár,
verða spældir sunnu-
dagin og týsdagin
FÓTBÓLTUR
Hilmar Jan Hansen
Bara ein hvíludagur verður
millum teir báðar dystirnar
millum sundalagsmenn og
sandoyingar,
tá
EB/
Streymur og B71 skulu
gera av, hvat av liðunum
næsta ár spælir í 1. deild.
Tann
fyrri
dysturin
verður spældur sunnudagin
á Eiði, og tann seinni longu
aftur týsdagin á Sandi.
Hetta gjørdi fótbólts-
sambandið av við lutakasti
fyrrapartin í gjár, tá tað
eisini bleiv ásett, dómari í
fyrra
dystinum
verður
Lassin Isaksen og í seinna
dystinum Oddmar Andrea-
sen.
Bæði EB/Streymur og
B71 hava ynskt at fingið
spurningin um upp- ella
niðurflyting
avgreiddan
sum skjótast, og tað er ein
av orsøkunum til, at so tætt
verður millum dystirnar
báðar. Bara mánadagin fáa
spælararnir at hvíla seg í.
Fyrst var talan um at
spæla seinna dystin miku-
dagin,
men
tá
spælir
føroyska landsliðið móti
Týsklandi, so helst hevði
verið trupult at fingið
mannað liðini og uppaftur
verri at fingið nakrar
áskoðarar, so tí verður
spælt týsdagin í staðin.
Óvart á sundalags-
menn
At upp- og niðurflytingar-
dystirnir
skuldu
verða
spældir millum júst hesi
bæði feløgini, var kanska
ikki akkurát tað, tey flestu
høvdu væntað.
Serliga mundi tað koma
dátt við hjá EB/Streymi, at
kappingin als ikki var liðug
eftir tey átjan umførini, tí
soleiðis sá ikki út tey fyrstu
seytjan umførini. Liðið var
ongantíð á aftasta plássin-
um, og frá áttanda umfar-
inum legði liðið sjógv
millum seg og TB og Skála.
Men við einum øgiligum
endaspurti - tríggjar sigrar í
síðstu fýra dystunum -
eydnaðist Skála fyrst at
leggja TB aftur um seg, fyri
síðani í allarsíðsta umfarin-
um eisini at taka EB/
Streym.
- Eg skal ikki dylja fyri,
at tað er øðrvísi, enn vit
høvdu ætlað, at vit nú skulu
spæla tveir dystir aftrat,
eftir at kappingarárið ann-
ars er liðugt. Men tá málið
hjá okkum var at halda
okkum í 1. deild, og vit nú
skulu spæla tveir dystir
aftrat fyri at røkka tí
málinum, so gera vit tað,
sigur Trygvi Mortensen,
venjari hjá EB/Streymi.
- Lagið hevur verið gott
undir
venjingini
hesa
vikuna, so eg haldi at allir
eru greiðir yvir, at hetta
mugu vit bara taka við. So
vit fara eftir at vinna dyst-
irnar, so vit framvegis
teljast millum 1. deildar-
liðini næsta ár.
B71 væntaði Skála
Sandoyingar høvdu hin-
vegin í eina góða viku vitað
av, at teir skuldu spæla
hesar báðar dystirnar, eftir
at kappingin í 2. deild
annars var liðug. Og undan
tí hava teir ligið væl fyri at
fara við næstfremsta pláss-
inum aftan fyri FS Vágar,
ið vann deildina suverent.
Kappingin í næstbestu
deildini hevur annars verið
rættiliga fløkt, tí ikki fyrr
enn móti endanum gjørdist
eitt sindur av muni á teim-
um, ið kundu flyta niður og
teimum, ið kundu vinna
silvur og rætt til upp-
flytingardyst.
-
Hóast
vit
høvdu
væntað, at vit skuldu spæla
móti Skála, so kann tað í
grundini gera tað sama, um
tað verður EB/Streymur í
staðin. Vit vita, at eitt 1.
deildarlið eigur at vera væl
fyri, og so kann tað gera tað
sama, hvussu tað eitur,
sigur Eli Hentze, spælandi
formaður í B71.
- Eg havi havt varhugan
av, at EB/Streymur hevur
verið eitt støðugari lið enn
Skála, men hinvegin skerst
ikki burtur, at Skála hevur
víst rættan form síðstu
dystirnar.
Hetta er annað árið á rað,
at B71 er við í teimum
báðum dystunum, ið skulu
gera av, hvør fær evsta
sessin í 1. deild, men mun-
urin er kortini tann, at í fjør
var tað B71, sum tapti og
flutti niður. Nú kann liðið
vinna og flyta upp.
Tá vóru tað skálamenn,
sum í fyrra dystinum á
Sandi mestsum avgjørdu alt
við einum 4-1 sigri. Vikuna
eftir vann B71 1-0 á Skála,
men tað munaði ov lítið í
samanlagda úrslitinum.
Nú fæst so at síggja, um
sandoyingarnir duga betur
at spæla seg uppeftir, ella
um sundalagsmenn megna
at halda fast um sítt pláss í
bestu deildini.
Nr. 194 • hósdagur • 10. oktober 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo
Nú landskappingin í
1. deild er av, er
áhugavert at hyggja
at, hvussu teir ymsu
ítróttartíðindamenni
nir undan kappingini
gittu um, hvussu
endaliga støðan fór at
vera
FÓTBÓLTUR
Hilmar Jan Hansen
Onkur vil kanska halda, at
ítróttartíðindamenninir eru
teir, ið halda seg vita alt.
Men tá tað kemur til at
síggja fram í tíðina í
føroyskum mansfótbólti,
eru evnini ymisk.
Í serblaðnum »Fótbóltur
2002«, sum Sosialurin gav
út í vár, áðrenn landskapp-
ingin byrjaði, blivu fimm
av tíðindamonnunum bidn-
ir um at gita, hvussu kapp-
ingin fór at enda. Og - sum
vant - var misjavnt, hvussu
væl ella illa teir raktu.
Nógv tað frægasta úr-
slitið átti ítróttarskrivarin á
Dimmalætting, Jákup Bogi
Joensen, ið hevði meist-
araliðið HB og so tey fimm
aftastu liðini røtt. Á pláss-
unum frá nummar tvey til
fimm fór raðfylgjan hjá
honum tó av lagi.
Men yvirhøvur at gita
røttu
endaplaseringarnar
hjá seks av teimum tíggju
liðunum er framúr gott, so
Jákup Bogi skal hava rós
fyri tað. Lagaðu bara nøkur
fá ting seg eitt sindur
øðrvísi, hevði hann havt alt
rætt…
Meira og minni skeivt
Á einum deildum næst-
fremsta plássi í hesari lítlu
»miðlakappingini« komu
so útvarpsmaðurin Suni
Merkistein og okkara egni
Jákup Mørk, ið hvør høvdu
fýra lið røtt í endaligu
støðuni.
Suni gitti fýra tey nið-
astu, men fór so skeivur í
ovara endanum, meðan
Jákup fekk trý tey niðastu
røtt og so GÍ á fjórðapláss-
inum. Suni hevði B36 sum
besta meistaraboðið og
Jákup satsaði upp á KÍ.
Sjónvarpsmaðurin Tórð-
ur Mikkelsen og ítróttar-
skrivarin
hjá
Oyggja-
tíðindum, Finnur Helmsdal,
mugu finna seg í einum
deildum aftasta plássi, og
báðir høvdu teir trý av
teimum tíggju liðunum á
røttum stað.
Finnur gitt trý tey nið-
astu, men hevði síðani einki
annað rætt. Eins og Suni
trúði hann mest upp á B36
sum meistaralið og HB sum
silvurvinnara, men soleiðis
endaði tað heila als ikki, tá
samanum kom.
Tórður kann hinvegin
iðra seg um, at føroyska
kappingin ikki bara er
seytjan umfør, tí so hevði
hann fingið fimm røtt.
Hann hevði meistaraliðið
HB á rætta plássinum, VB
sum nummar sjey og TB
sum aftasta liðið, men so
satsaði hann uppá, at
EB/Streymur fór at halda
plássið oman fyri Skála.
Kenna botnin best
Yvirhøvur vísir tað seg, at
ítróttartíðindamenninir
duga best at gita um, hvør
endar aftarlaga, tí fýra av
teimum fimm gittu, hvørji
lið blivu trý tey niðastu.
Tveir høvdu meistaraliðið
rætt, men annars var eingin
- uttan Jákup Bogi - ordi-
liga í nánd av at gita,
hvussu seks ella sjey tey
ovastu fóru at liggja, tá tey
átjan landskapp-ingarum-
førini vóru av.
Eingin
hevði
heldur
roknað út, hvørji lið fóru at
finnast millum heiðurs-
merkjamóttakararnar, men
kortini var Jákup Bogi
eisini nærmastur har, tí
hann gitti HB, KÍ og B36,
meðan Finnur Helmsdal
gitti B36, HB og NSÍ.
Og fyri at venda aftur til
byrjanina, at fleiri kanska
vilja halda, at ítróttar-
tíðindamenninir eru teir, ið
halda seg vita alt, so hevði
tað kanska verið eitt hug-
skot at fingið almenningin
at gitt við næstu ferð.
Tað kundi jú saktans
hent, at onkur visti betur
enn teir, ið onkur heldur
halda seg vita alt…
Tveir tættir dystir
avgera evsta plássið
Jákup Bogi dugdi best at gita
Fyri einum ári
síðani taptu Eli
Hentze og B71
móti Skála og
fluttu niður. Nú
skulu sandoy-
ingar vinna á
EB/Streymi fyri
at flyta upp
C
M
Y
K
18