Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-02-25, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. februar 1984síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 tíðindablaðið FL lurin Nr. 25 — 25. februar 1984 Politiskur- og fyritaksblaðstjóri: Krisjan Dahl Blaðfólk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen og Jóhann Mortensen Uppseting: p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981 Menningarhjålp ella mergsúgvan HEIMURIN allur er í dag meira saman- sjóðaður enn hann nakrantíð fyrr hevur verið. Hendingar langt av leið eru ikki longur so fjarskotnar ella okkum so óviðkomandi, sum fyrr. FRAMTØKINI á flestum økjum hava somuleiðis ført tað vid sær, at „hver av ødrum liva må«, eisini í tí týdningi, at vit varða av teimum, sum vit fyrr vistu lítið, helst einki um. ANDSTØDUBOLKARNIR stóru megu somuleiðis samskifta hver við annan, tí teir hava hver brúk fyri ødrum. Stór- veldini USA og USSR. Hvussu tey so enn tíggja sær og gálva hver eftir ødrum, so hevði illa verið vorið hjá russum, fingu teir ikki hveitikornið úr Ameriku. NEYÐIRNAR nógvastaðni eru ovur- honds, samstundis liva onnur í ovur- miklari yvirflóð. VIT LIGGJA í tí seinra partinum, sum haraftrat mangan illa dugur at skilja vána støduna aðrastaðni. Vit tala tí um menningarhjálp og neyðhjálp, sum nakað nógv minni týðandi, enn tá samgongumenn tala um sekunder berghol. oddagrein Á TINGI hevur mál verið til umrødu, sum Javnaðarflokkurin í prinsippinum stydjar, men sum flokkurin heldur vera blóðskeivt at fremja so sum landsstýrið vil, snøgt eftir forrætnings- ligum sjónarmiðum. T.v.s. eftir før- oyskari »frisinnadari« hugsan. TAÐ er Senegalprosjektid. Í hesum máli liggur mangt døkt; landsstýrið er ikki ført fyri at upplýsa veruleikan í hesum málinum ella snøgt sagt vil tað ikki. VIT megu krevja at menningarhjálp úr Føroyum kemur undir eftirlit hins al- menna. Eitt reint forrætningsligt mál hjá nekrum fáum peningasterkum fyritøkum í Føroyum, skal skattaborg- arin sum so mangan kroystast til at bera alla ábyrgdina av, um illa skuldi vilja til. Gjalda undirskotið. TAÐ er lætt at rista breiðar reimar av annara manna skinni — peninga- sterku fyritøkurnar hava dugað kynstrið — alternativi í Føroyum sum kallar seg frísinnað hevur hetta sum grundstødi — hetta at skula valda, men ongantíð vilja gjalda. HETTA slagið sum er raskast tá umræður at mergsúgva landskassan. Suðurstreymoyar Javnaðarfelag : Kjakfundur Mánadagin 27. februar verður kjakfundur í felagnum Fundarevni: 1: Javnadarflokkurin og vinnupolitikkur Tummas Arabo, leiðari av Vestnorden-projekti- num leggur fyri 2: Ymiskt Fundurin verður í felagshølunum í Dr. Jacobsensgøtu 5 kl. 20 Metið fjølment og stundisliga ! Stjórnin Feroya Vanlukkutrygging Heimatrygging av sjómonnum Í lesarabrævi í Dimma- lætting týsdagin 21. feb- ruar 1984 skrivar »sjé- maður< um omanfyri nevndu trygging, at sjó- menn rinda til orfga nyttu. Hetta er ikki beint. Nevnda trygging fevnir um alt tað persónliga arbeiði hjá honum, ið hevur nevndu trygging, og har afturat vanlukkur, ið henda beinleiðis á veg til og frá arbeiði. Fyri at gera hetta meira livandi, kunnu vit nevna Maður málar sær húsini, stigin brotnar ella glíður, og maður brýtur armar ella bein. Maður fer á fjall fyri seg sjálvan og dettur oman. Óhapp henda eisini: Tá maður fer til útróðrar við egnum báti. Tá maður fer á trødna, ella í bein at velta. Tá maður smíðar heima við hús. Tá maður byggir hús hjá sær sjálvum. Tá maður stoypir garð og hampar um húsini. Vanlukkur í húsarhald- inum, hoyggingararbeiði, grindarakstur 0.a. Hvat viðvíkur at gera hesa trygging frívilliga, so er tað ein politiskur spurn- ingur, har Feroya Legting hevur seinasta orðið. Fyri tey, sum starvast í Vanlukkutryggingini, hev- ði tað nokk verið ein fyri- munur um tað var frívill- ugt, men higartil hevur ikki verið politiskur meiri- luti fyri hesum. Seguliga bakgrundin fyri at hava tvingaða heimatrygging av sjó- monnum er hendan: Í tí tíðini, Vanlukku- tryggingin varð stovnað fyri 58 árum síðani, var fiskimynstrið í Feroyum eðrvísi enn tað er í dag. Tá fór fiskiflotin í virksemi í mars mánað, og tá ið komið varð út í oktober mánað, vórðu so gott sum øll skip løgd fyri akker á firðunum í Feroyum fyri veturin. Sum vera man, fóru menn til útróðrar, og óneyðugt er at siga frá ellum teimum vanlukkum, ið hendar eru við opnum bátum, hvar menn um- komust ótryggjaðir. Orsakað av hesum, gjørdi Føroya Legting lóg sum segði, at øll, ið vinna 1/5 av sjónum skulu vera persónliga vanlukku- tryggjað árið runt, (ikki bara meðan teir vóru umborð á skipunum). Í letuni arbeiðir ein ar- beiðsbólkur við at gera broytingar í vanlukku- tryggingarlógini, og hevur hesin spurningur eisini verið til viðgerðar. Tað er rætt, sum >sjó- maður< skrivar, at tá ið ein arbeiðir hjá einum arbeiðsgevara, er hann tryggjaður har, men tey allarflestu fólk hava meir ella minni av persónligum arbeiði sum frammanfyri nevnt. Vanlukkutryggingin vil nýta hevi til at gera vart við, at ell, bæði kvinnur og menn kunnu tekna sær eina persónliga arbeiðs- vanlukkutrygging, ið kostar tað sama sum heimatrygging hjá sjó- monnum, og stórt sæð fevnir um tað sama. Fyri at sláa fast, um tervin á hesi trygging, kann upplýsast at sein- asta árið (1983) vórðu frá- boðaðir 100 skaðar sum komu undir persónliga trygging, og kostaði hetta tryggingarfelagnum stórt sæð 3 milliónir. Feroya Vanlukkutrygging Svar frá leiðsluni í F.A. Hetta var ætlað at seta í blaðið tá Ó.B. hevði skriv- að ein »stubba« 10. jan., men tað varð av óvanlig- ari »virding« fyri valúrslit- inum, at hetta ikki var gjørt. Grundin fyri, at tað kemur nú, er grein í donsk- um blaði, »Færingen der kan blive tungen pá vægt- skålen«, har O.B. breggjar sær av »nogle klingende borgerlige synspunkter«, sum hann metur, man hava givid sær tad stora stemmutalið. Skal tað vera soleiðis, so er vert, at meta um »kvali- tetin« í Fólkafloksvelj- arum, tí, tað er at undrast yvir, at teir, ið standa fatanfyri ein slíkan svertupott, sum DB. hevur verið seinnu tíðina, hava fingið annan dómdan fyri ærumeiding. Skilji tað, hverið vil. Ein slík persónspillan og reingjan av veruleika, saman við beinleiðis ósannindum, er neyvan komin í feroysk blað fyrr. Men, tað hevur í hvussu so er givið »bonus«. Ikki minni enn 1141 lupu bein- leiðis í hesa svertu balj- una, og restin, eisini teir, ið vit hava havt stóra virð- ing fyri, samtykti. Men so til »svariå«. Í Dagblaðnum 10. jan. er ein lítil stubbi frá Ó.B., har hann gremur seg um eina ákærandi grein, sær ímót, og vísir til, at vit eisini í »Dimmu« hava brúkt felagsins navn og allar limir tess til politiskt virksemi og ongatíð hava skrivað í DB. Tað er nokk ikki mangur uttan O.B., sum hevur fingið eyga á hetta »polit- iska virksemi<. Vit hava skrivað í flestum bleðum, uttan Dagblaðnum, og tað av góðum grundum. Vit vóru álopin av DB áðrenn nakað hendi við merkj- unum. Tað var tá lengjald- stovurnar vóru fyri snið- álopi, sum ikki reiðuliga eydnaðist. Tá skrivaði Ó.B. eina sermerkta grein, har hann vísir til tað óvanliga høvidskheit, at ein arbeið- ari verður »titulleradur« tygum, ja, er tað ikki stór- sligið? Her var so eingin, sum troystaði sær at sleikja hondini við koyrlinum, og enn minni hini, við sleiskni og reingjan av veruleikanum. Hetta mugu so teir 1141 taka sær av. At vit hava okkum út í politiskt virksemi, er nakað, sum Ó.B. avsannar sjálvur, í sama petti, so tjúkkur er vavgreyturin. Enn minni hava vit nýtt limir okkara til tað. Ein onnur lygusega er »avsannad« niðari á somu síðu. Men, — hon heðvi rokkið mál sítt, valið var farið afturum !!! Hesar lygusegur og per- sónspillan, sum .B. hevur válkað sær í, fara neyvan at prýða Føroya segu í framtíðini og teir nógvu veljarar í Fólka- flokkinum, sum hava givið honum krossin, vísa nokk betur enn nakað annað, hvussu »g6dsku- metingin« roynist har. Tað, ið vit gjerdu, var bara at peika á »keisaran«, at har vóru eingi klæði, men tað vóru tó so mong, sum ikki sóu, ella ikki vildu síggja. Eitt er vist! Um onkur fer at savna saman, tey ósannindi og tey runu- blek, sum hesin topp- kandidatur hevur nýtt, fyri at koma á fólkating, (jólakortini ikki íroknað) so kann hetta verða hentur stuðul hjá einum, sum næstu ferð ætlar sær um hesa hegu gátt. Hann leggur leiðslu F.A. undir at hava »truml- að< verkafólkið niður. Stuttligt — ha? Nei! her var tað ein special »arbeidari«, sum hevði kunnleika til truml- ing. Tað er nokk fyrstu ferð í okkara segu, at ein slíkur hegravongur hevur sett seg sjálvan á odda til at spreingja eitt føroyskt meginfelag. Tað sigur so, hvar vit hava hann. Vit fara ikki at kanna okkum æruna av at hann er farin á fólkating, og sjálvandi, enn minni av tí, sum hann kemur at avrika. Leiðslan í F.A.