leygardagur 25. februar 1984síða 8
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
u Sida 8
r
Hondbóltsskráin
Skála
Leygardagur
13,00 KÍF-VB. = d.14
13,40 KFÍ-SÍFb d.12
14,15 St.ÍF-SÍF d.10
14,55 KÍF-SÍF
II menn
16,05 EB-Neistin
; I menn
17,15 EB-Neistin a
III menn
d. 14
m.u.
18,30 VÍF-VB
19,30 VÍF-H71
Sunnudagur
14.30 VIF-Stjørnan b
d. 10
15,15 VIF-Stjørnan
II menn
16,25 VIF-Stjørnan
I menn
17,35 St.IF-Kyndil
I menn
18,45 St.IF-NSI d.16
Liverpool og
Everton
Sigur er, at finalan i ensku
steypa-kapningini — Liga-
cup — verður leikt á
Wembley í London.
Í ár verða tað tvey lið úr
Liverpool, nevnliga ensku
meistararnir FC Liverpool
og býarfelagararnir úr
Everton, ið skulu spæla
finaluna, sum verður 25.
mars.
Hetta varð veruleiki tá
Everton mikukveldið, á
útivelli, tapti við ongum
máli móti einum tá seinna
semifinalan móti Aston
Villa varð spæld.
Hóast ósigurin verður
tað Everton, ið sleppur at
spæla á Wembley, tí liðið
vann fyrru semifinaluna
við tveimum málum móti
ongum og sostatt semi-
finaluna samanlagt 2-1.
Stórhending
í Ítalia
Mikukveldið
italska
skrivaði
triðjadeildar fót-
19,35 St.IF-EB
III menn
Runavik
Leygardagur
13,15 NSÍ-Kyndil g. 16
14,05 NSÍ-Neistin c
g.14
14,45 NSÍ-SÍF = d.16
15,35 NSÍ-SÍF
III menn
16,50 NSÍ-VB
II menn
18,00 NSÍ-ÍF d. 14
Kambsdalur
Sunnudagur
14,00 ÍF-Sóljan
14,50 GI-MB
III menn
d. 16
g. 16
16,00 GÍ-MB
bóltsliðið Bari ítróttar-
segu, tá tað megnaði at
vinna dyst móti Juventus
og á tann hátt forðaði
teimum víðari leikrætt í
italsku steypakappingini.
Juventus vann síðstu
steypakappingina og Bari
er fyrsta felag úr triðju
deild sum nakrantíð hevur
megnað at spælt seg fram
til lutteku í kvartfinal-
unum.
Bari vann samanlagt 4-3
aftaná at dysturin miku-
kveldið endaði 2-2. Bæði
málini hjá Bari vórðu
skotin uppá brotssperk —
tað seinna bert eitt min.
áðrenn leiklok.
Juventus hevði at kalla
alt spælið — tó uttan at
megnað at nýta stóru
yvirvágins til sigur. Sum
demi um leikbýtið kann
nevnast, at Juventus fekk
13 hornasperk, meðan
Bari bert fekk tvey.
Men tað eru málini og
ikki hornasperkini, ið
télja, so Juventus, við
ellum »heimsstjørnum«
sínum, er sligið út —
hevur mist luttekurætt
sin.
&
Aluminiumstak
Februar er Gtsølumånadi, ti geva vit 15% av-
sláttur uppá aluminiumstak, hendan mánaðan
út
Takið hevur skifer profil. Fæst eftir mát upp
til 7,05 m. Lætt og skjótt at leggja á. Liturin:
svart og reytt.
firma Á SMID
v/ Jérun Petersen
3815 KALDBAK - Tlf. 13819 og 14094
Leygardagur 25. februar 1984 |
Petur — eina
ferð enn
AB skipaði seinasta vikuskiftid fyri borðtenniskapping. Bæði í
einmansleiki og tvímansleiki vórðu vinnararnir teir somu sum í
FM-kappingini í meistaradeildini. Ungi leikarin Petur Niclassen
vann einmansleikin, meðan Eyðun Luid og Dagbjartur
Hammer vunnu tvímansleikin
Leygardagin hittust
nakrir av bestu borð-
tennisleikarunum í Feroy-
um í kapping sum AB
skipaði fyri.
Sekstan teir bestu leik-
ararnir, ið hava luttikið í
landskappingini í ár, vóru
bodnir at luttaka, men ein-
stakir teirra góvu avboð.
Hóast hetta varð kapp-
ingin góð og spennandi.
Leikararnir vórðu býttir
í tveir innleiðandi bólkar
og komu teir tveir bestu í
hverjum bólki í semi-
finaluna.
Fyrra semifinalan var
millum Dagbjart Hammer
og Hegna Carlsson, báðir
Fram, og vann Hegni við
2-1.
Hin semifinalan var
millum feroyameistaran í
dreingja-, unglinga- og
meistaradeildini, Petur
Niclassen, AB, og Eyðun
Luid, Fram, og vann
Petur 2-0.
Sostatt var finalan i ein-
mansleiki millum Petur
Niclassen og Høgna Carls-
son.
Í finaluni prógvaði
Petur, at tað ikki er av til-
vild, at hann, hóast bert
15 ára gamalur, hevur
vunnið tríggjar deildir í
ár. Hann vann finalu-
dystin 2-0 (22-20 og 21-18).
Í tvímansleiki hittust
føroyameistararnir i
meistaradeildini, Dag-
bjartur Hammer og
Eydun Luid, Fram, og
Christian Christiansen og
Jens Christian Carlsson,
eisini Fram, og vunnu
Eyðun og Dagbjartur
dystin.
Sostatt ein endurteka
av FM-kappingini á Tver-
oyri.
Petur Niclassen, ein av evnarikastu borðtennis-
leikarunum í Foroyum
Enn ein sigur
Synd er at síga at kappingarárið hevur roynst gott hjá Neist-
anum, 1. deild menn, men nú móti ársloki hevur gingið betri
— serstakliga aftaná at venjarin, Jógvan Martin Mørk, er farin
at verja málið, meðan Carsten Andersen roynir seg sum úti-
leikari.
Neistin-St.IF, 1. deild menn: 18-17 (8-
12)
Málskjúttar: Neistin: Sjúrður Holm 7,
Carsten Andersen 6, Regin Hansen 2,
Rani Wardum 2 og Hjalgrím Samuel
sen Í
St.IF: Regin Johansen 6, Birgir Hansen
5, Poul Enok Hansen 4 og Dánjal Petur
Olsen 2
Avarðingar: Neistin 4 og St.IF 1
Utvisingar: St.IF 2X2 min
Brotskøst: Neistin 2 og St.IF 6.
Dómarar: Hendrik Rubeksen og Jerleif
Kúrberg
Vit hava fyrr skrivað, at
spælið hjá Neistanum
varð vorðið munandi betri
aftaná at málverjin
Carsten Andersen var
farin at spæla sum útileik-
ari meðan veniarin, Jógv-
an Martin Merk, í staðin
hevði sett seg sjálvan í
málið.
Hetta varð til fulnar
prógvað leygardagin, tá
Neistin og St.ÍF hittust í
dysti í hellini á Hálsi, tí
Neistin, ið annars hevur
havt eitt vánaligt kapp-
ingarár, vann dystin við
18 málum móti 17, aftaná
at teir í hálvleiki høvdu
verið aftanfyri við átta
málum móti 12.
Í byrjanini av dyst-
inum, og í fyrra hálvleiki
sum heild, var ikki nógv,
ið bar boð um, at Neistin
skuldi ognað sær bæði
stigini. St.ÍF, ið henda
dagin bert hevði sjey leik-
arar á liðinum — ongan
skiftileikara — kom betri
frá byrjanini, og vóru teir
á odda við tveimum og
trimum málum at kalla
allan hálvleikin, so roknað
varð við, tá liðini fóru til
hálvleikssteðg, at St.ÍF
uttan iva fór at vinna
dystin.
Men so varð ikki.
Í seinna hálvleiki kom
Neistin veruliga fyri seg.
Serliga vóru tað teir báðir
Sjúrður Holm og Carsten
Andersen, ið gjørdu um
seg, og skutu teir ávíka-
vist fimm og trý mál av
teimum tíggju, ið Neistin
fekk í hesum hálvleik-
inum. Samstundis kom
veruligur steðgur í hjá
strandingum, og eydnað-
ist teimum bert fimm
ferðir í hesum hálvleiki at
fáa bóltin aftur um
Jógvan Martin, so enda-
liga úrslitið varð, at
Neistin vann dystin við
átjan málum móti seytjan
og endar sostatt kapping-
arárið í tryggum avstandi
frá niðurflytingarpláss-
inum.