leygardagur 25. februar 1984síða 11
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Leygardagur 25. februar 1984
Vit gerast ongantíð til eitt annað Mallorca
Men vit mugu
ava skipað
ferðamanna-
viðurskifti
— soleiðis at ferðafólk ikki verða slept
uppá fjall
Tað er stórur áhugi fyri at
vitja nýggja og stóra
Hotel Feroyar í summar.
Meinhard Jensen, stjóri,
sigur í samreðu við
Tíðindablaðið Sosialin,at
longu nú hava teir 100%
bílegging fyri juni, juli og
august. Hvat viðvíkur
mai og september, so er
helvtin av seingjarpláss-
unum bílegd. Hann roknar
tó við, at tað sum frálíðir
verður fult upptikid í mai
og í september eisini.
Sostatt eydnast tað
hotellinum at víðka um
summartíðina til fimm
mánaðir. Hetta heldir
hotelstjórin er gott, nú
minni enn eitt ár er farið,
síðani hotellið varð tikið í
brúk.
Veitslur og fundir
— Nú er so spurningurin
hvat vit kunnu fáa av fólki
restina av árinum. Tað
hevur víst seg, at novem-
ber og desember verða
nógv brúktir til m.a.
veitslur. Her er vissuliga
stórur tervur á helum, og
her tykjast fólk sera
Veitslan í
Norðurlandahúsinum
og Hotel Feroyar
— Tað er ikki rætt, at
tað bert kunnu vera 380
fólk til borðs á Hotel
Feroyum, sum skrivað
stóð í Sosialinum týs-
dagin.
Tað er stjórin á Hotel
Feroyum, Meinhard
Jensen, sum sigur hetta.
Hann upplýsir, at tey
hava havt 554 fólk til
borðs, og at tað væl
kunnu vera fleiri enn.
Meguleiki er at hava 800
fólk sitandi á tveimum
hæddum.
Sosialurin skrivaði eis
ini: »Annars hava størri
matstovur verið bidnar
um at geva sítt boð uppá
stóra borðhaldið og var
tað Hotel Hafnia, sum
lat besta tilboðið<.
Meinhard Jensen: —
Vit eru ikki bidnir um at
lata mat til veitsluna í
Norðurlandahúsinum.
Eg tori annars at siga, at
vit eru teir einastu, sum
hava kapacitet til at fara
út við mati. Vit hava
keypt serstakar kassar
og vognar, sum vit
kunnu flyta mat við. Vit
kunnu hava mat í
teimum í seks tímar
uttan at hita teir upp.
Annars sigur Mein-
hard Jensen, at tey á
Hotel Føroyar høvdu
ikki roknað vid at skula
við Norður-
kappast
landahúsið um at fyri-
reika slíkar sterri veitsl-
ur. Tað er so tað, sum
hendir nú, heldur hann.
— Skulu vit kappast
við Norðurlandahúsið,
so er partur av grundar-
lagnum undir Hotel
Feroyum heilt burtur
leggur hann aftrat.
Víðari sigur Meinhard
Jensen:
Skulu so heilt stórar
veitslur haldast, so haldi
eg, at ítróttarhellin á
Hálsi er betri egnað enn
Norðurlandahúsið.
hugað fyri at leiga hotell-
id, sigur Meinhard Jensen.
Hann heldur fyri, at
meguleiki verður at fáa
fleiri og fleiri útlendingar
henda vegin at halda fund-
ir og ráðstevnur. Men
slíkt skal fyrireikast í góð-
ari tíð, so tað var rættiliga
avmarkað, hvussu nógv
tilik tiltøk hotellið kundi
fyriskipa í fjør.
Men stórur áhugi er fyri
at koma til Feroya at hava
fundir og ráðstevnur,
sigur Meinhard Jensen.
M.a. hava allir stjórarnir
— íalt 80 — á teimum
donsku provinsbankunum
umbiðið heli til heystar.
Teir skuldu annars halda
fund á hotelli í fjareystri.
Nú valdu teir so Feroyar
ístaðin.
Danir og norðmenn
Meðan flestu ferðafólkini í
fjør vóru danir, tilsamans
65%, so vísir tað seg nú, at
talið á norðmonnum, sum
koma henda vegin, er stød-
ugt vaksandi. Bert eitt
norskt ferðamannafelag,
»Fritidsbusser« hevur
umbiðið pláss fyri rætti-
liga nógvum fólkum í
summar.
Hetta eina felagið skal
hava 50 koyridagar í
Feroyum í summar.
Hotel Føroyar kann
húsa 3200 fólkum um
mánaðin. Tá er kortini
bert roknað við tveimum
fólkum uppá — verilsi.
Møguleiki er at hava trý
fólk á hverjum verilsi.
Vit spurdu Meinhard
Jensen, nú Hotel Feroyar
hevur koyrt í 10 mánaðir,
hvussu úrslitið sær út.
— Eg kann enn einki
siga um fíggjarliga úrslit-
ið. Telini fyriliggja til
aðalfundin sum verður í
mai. Men eg sjálvur havi
varhugan av, at hotellið
Í
Meinhard Jensen: — Eg rokni við, at hotellid ber seg fyrr, enn menn høvdu roknað við
fer at bera seg fíggjarliga
nógv skjótari, enn menn
høvdu roknað við.
Liggur væl
Meinhard Jensen heldur
ikki, at tað er ein vansi, at
hotellið liggur so langt frá
sjálvum miðbýnum í
Havn.
— Tverturímóti haldi eg
hetta fer at koma okkum
til góðar í næstu framtíð.
Her er útsýnið betri enn
nakra aðrastaðni. Fólk
kunnu fara út í náttúruna
longu beint uttanfyri
hoteldyrnar. Her eru eisini
nokk av parkeringspláss-
um, so samanumtikið
haldi eg, at tað var rætt at
leggja hotellið har, tað nú
liggur.
Hann vísir á, at buss-
ruta er til miðbýin hvenn
tíma. Hetta er so ikki
minst hent hjá starvsfólk-
unum.
Smyril Line og
DFDS
Meinhard Jensen dylur
ikki yvir, at Norrøna
hevur stóran týdning fyri
hotellið. — Var Norrøna
ikki komin til landið i fjør,
so hevði staðið illa til hjá
okkum.
Hann vísir á, at teir
hava eitt sera gott sam-
starv við bæði Smyril Line
og DFDS. Longu nú er alt
hotellið fult bilagt partar
av mánaðum við ferða-
fólki, sum kemur við
Norrønu og Winston
Churchill.
— Fólk ynskja lidnar
»pakkaferdir« til Føroya.
Tey vilja hava sum minst
av stríði at skula tilrætta-
leggja ferð og túrar í Fer-
oyum. Tey ynskja, at vit
longu, áðrenn tey koma
higar, hava gjert ein heilt
lidnan túr við prísum o
øllum.
Stjórin á Hotel
Feroyum sigur, at tað
hevði verið sera heppið,
um teir longu nú kendu
prísirnar á ferðum við t.d
skipi fyri 1985. Tí longu
nú verður arbeitt við at
skipa fyri ferðum í 1985
Ferðamannaland
At enda spurdu vit Mein-
hard Jensen, um hann
ynskir at gera Feroyar til
eitt veruligt ferðamanna-
land!
Hann sigur: — Handa
spurningin hava mong
sett mær og mong mis-
skilja ottani svarið, ið
verður givið. Lat meg siga
tað soleiðis.
Summarið er stutt, so
tað er avmarkað, hvussu
nógv ferðafólk vit fáa
henda vegin. Tey, sum
koma, skulu helst hava
skipað viðurskifti eitt nú
nokk av hotellplássi.
Higartil hevur hetta verið
ein mangul part av
árinum.
Vit, sum stíla fyri her á
hotellinum og onnur sum
arbeiða innan ferðamanna
vinnuna, ynskja fyrst og
fremst, at ferðafólk kunnu
koma til skipað viðurskifti
í Feroyum. M.a. við at
gera lidnar pakkatúrar
kunnu vit stýra ferðafólk-
unum, soleiðis at tey vera
til minst ampa fyri fólk og
náttúru
Vit hava bygt eitt hotel
fyri góðar 70 mill. kr
Okkara uppgáva er nú at
fylla hotellið, tað vit eru
ment. Og hóast vit klára
at fylla hetta hotellið og
onnur gistingarhús við, so
meti eg ikki, at Feroyar
fyri tann skuldi gerast til
tað ferðamannaland, sum
so mong eru bangin fyri
Vit gerast ongantíð til eitt
annað Mallorca, endar
stjórin á Hotel Feroyum.
jan.