leygardagur 25. februar 1984síða 10
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
SKITTIO
Hålvur eysturrikari og hålvur vestmenningur:
Hon selur
Føroyar
i utlondum
Okkum tervar eitt ferðamannaráð
Astrid Kerber eitur
hon. Er 23 ára gom-
ul. Pápin er eystur-
ríkari, mamman
vestmenningur. For-
eldrini búgva í
Eysturríki.
Astrid hevur ver-
ið í Feroyum, síðan
Hotel Feroyar lat
upp av nýggjum.
Hon hevur eitt
rættiliga sjáldsamt
arbeiði. Men tað er
áhugavert og
spennandi, sigur
hon sjálv.
Arbeiðið er at selja Hotel
Feroyar í útlondum. Men
tá Feroyar sum land er
ókent fyri mong aðra-
staðni, so verður arbeiðs-
uppgávan nógv sterri. Tí
áðrenn til ber at selja
Hotel Feroyar, so er
Astrid fyrst noydd til at
selja Feroyar.
— Fólk vita so lítið um
Feroyar. Tey spyrja, hvar
landið liggur, hvussu
veðrið er, hvussu fólkið og
náttúran er!!! Eg eri
noydd til at siga teimum
frá landinum, áðrenn eg
kann byrja veruliga
arbeiði mítt, nevniliga, at
selja Hotel Feroyar.
Ferðamannaráð
Astrid heldur hetta vera
eina spennandi arbeiðs-
uppgávu, men hon vísir tó
á, at tað átti at verið upp-
gávan hjá einum fer-
oyskum ferðamannaráð at
greitt fremmandum frá
Feroyum.
— Eg vóni, at vit skjótt
fáa eitt ferðamannaráð, tí
tervurin er stórur á einum
slíkum, leggur hon aftrat.
Astrid dugur væl mál.
Hóast hon bert hevur
-
verið stutt i Føroyum, so
dugur hon væl at tosa
foroyskt. Harumframt er
hon ken í enskum, týsk-
um, donskum, fronskum,
og eitt sindur av italskum
kann hon eisini klára.
Fyrst arbeiddi hon í re-
septiónini. Síðani hevur
hon meira tikið sær av
seluni av hotellinum. Í
dag fevnir arbeiði tí m.a.
um at vitja ferðamanna-
framsýningar og har for-
telja um Hotel Feroyar,
geva tilboð uppá stak-
linga- og bólkaferðir osfr.
Samstundis hevur hon
so samarbeiði við resepti-
ónina á hotellinum fyri at
fáa greiðu á, hverjir gestir
koma og nær.
Berlin
Astrid hevur júst verið á
eini framsýning í Ham-
burg. Í løtuni luttekur hon
å eini framsyning i Berlin.
Annars hava verið fram-
syningar i Paris, Miinchen
og London. Í næstum
verður ein stór framsyn-
ing i Keypmannahavn og
ein i Gøteborg.
Men hvussu er so
áhugin fyri at vitja
Feroyar spurdu vit
Astrid!
— Feroyar eru eitt nýtt
ferðamál og tí áhugavert.
Fólki dáma at koma til eitt
land, sum hevur vakra
náttúru og ikki alt ovnógv
ferðafólk eru framman-
undan. Tey vilja hava frið-
sælu í frítíð síni. Annars er
stórur áhugi fyri teimum
tiltøkum, sum vit skipa
fyri eitt nú fiskitúrum og
túrar at vitja fuglabjørg
og annars at síggja fugla-
lívið.
Astrid heldur, at tey
flestu ferðafólkini fara at
koma úr Danmark, Týsk-
landi og Bretlandi.
— Arbeiði mítt er tó at
royna at fáa fólk úr
londum sunnanfyri eisini
at koma til Feroya, leggur
hon aftrat.
jan.
Leygardagur 25. februar 1984
Astrid Kerber, selukvinna á Hotel Feroyum