Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-10, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. oktober 2002síða 12

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 194 - 10. oktober 2002 Nr. 194 - 10. oktober 2002 23 LÆRUBÓK Tíðindaskriv Nýggj lærubók við arb- eiðsbók og lærarabók til lærugreinina alisfrøði og evnafrøði í 7. flokki er komin. Føroya Skúla- bókagrunnur gevur út. Pól Jespersen, stu- dentaskúlalærari, hevur týtt og tillagað til føroysk viðurskifti úr bókarøðini "Ny fysik/kemi", ið danska forlagið Gylden- dal hevur givið út. Náms- frøðiligur stuðulsbólkur við Harriet Hansen, Sel- mar Jacobsen og Jacob Thomsen hevur viðgjørt handritið. Lærubókin er prýdd við litføgrum og skemtiligum myndum eftir Óla Petersen. Haraft- urat eru fotomyndir úr føroyska gerandislívi- num, sum ger tilfarið við- komandi og áhugavert. Arbeiðsbókina hevur Jan- us Dam Guttesen mynd- prýtt, við góðum og frá- greiðandi tekningum til hvørja arbeiðsuppgávu. Lagt verður upp til, at næmingarnir skulu nýta sítt íborna forvitni at undrast á tað, sum eygað sær. Bókarøðin byggir víðari á innihaldið í lærugreinini náttúru og tøkni í 4., 5. og 6. flokki. Har eru næm- ingarnir vanir at eygleiða náttúrufyribrigdi, undrast á og spyrja, og síðani finna svarini. Nógvu royndirnar og uppgávur- nar eru ætlaðar at lætta um innlæringina. Aftast í lærarabókini eru nakrar smáar uppgávur, ið lærar- in kann fjølrita til næm- ingarnar. Har eru eisini støðuroyndir, har sum næmingarnir sjálvir skulu orða hóskandi uppgávu- svar. »Alisfrøði og evnafrøði 1« er fyrsta bókaheildin í eini lærubókarøð í alis- frøði og evnafrøði ætlað 7., 8. og 9. flokki fólka- skúlans. Umbróting, reproarb- eiði og prentumsiting hevur Repro-Z staðið fyri. Lærubókin er 163 blað- síður og kostar kostar 180 krónur. Arbeiðsbókin er 89 blaðsíður og kostar 64 krónur. Lærarabókin er 39 blaðsíður og kostar 48 krónur. Alisfrøði og evnafrøði 1 Árliga skúlarenn- ingin verður í morg- in, fríggjadagin. Tað stendur tó skúlum frítt at flyta renni- dagin, og onkrir skúlar hava longu verið og runnið SKÚLARENNINGINI 2002 Tíðindaskriv Føroya Ítrottalærarafelag bjóðar aftur í ár skúlun- um at vera við til ta árligu Skúlarenningina. Hetta er 19. árið, at runnið verður. Ítróttalærarafelagið hevur í ár gjørt av, at runnið verður fríggjadag- in 11. oktober. Tað stend- ur tó skúlunum frítt fyri nær at renna annan dag enn tann ásetta. Sigast skal, at fleiri skúlar longu hava runnið. MBM hevur øll árini stuðlað tiltakinum, og hevur hetta gjørt tað møguligt at halda á í so langa tíð. Eins og undanfarnu ár er gjørt nýtt vakurt lut- tøkuprógv, ið verður handað næmingunum, tá teir hava runnið. Á tí verður skrivað, hvussu langt teir megnaðu at renna í ár. Hetta er einasta lands- umfevnandi skúlaítrótta- tiltak, sum stendur næm- ingunum í boði í ár, eftir at skúlaítróttadagurin fyri 6. flokkar varð avlýstur í vár. Vónandi verður skúlaítróttadagurin tikin upp aftur í hesum skúla- árinum, men tað veldst tað um vælvild frá lærar- um, sum vilja átaka sær at fyrireika dagin, sigur Føroya Ítróttarlærarafel- ag í tíðindaskrivi. Í morgin fara skúlabørn at renna »Hvat gat eg sagt…« Føroya Skúlabóka- grunnur hevur í sam- prenti við enska for- lagið Dorling Kind- ersley givið 3 bøkur út við felags heiti- num: ”Hvat gat eg sagt....”. Hetta eru bøkur, sum við føgr- um myndum og greiðum tekstum lýsa nakrar av mongu loynidómunum í náttúruni. Køn fak- fólk hava ráðgivið enska forlagnum og borga fyri, at inni- haldið er fullgott BÓKAÚTGÁVA Tíðindaskriv Havið, Regnskógurin og Rúmdin siga frá hvør sín- um náttúruøki. Í hvørjari bók eru nógvar forvitnislig- ar og livandi myndir, ið ikki bert eru ein fragd fyri eyg- að, men samstundis siga sína søgu ofta betur enn mong orð megna at gera. Bókarøðin er løtt og greid- liga skrivað og á tremur við upplýsingum til børn og ung. Aftast í bókunum eru orðalýsingar og leitorðalist- ar, so lætt er at finna fram til tær røttu upplýsingarnar. Havið, ið Jørgin M. Árnason við Úlvsá, lærari, hevur týtt, hevur m.a. frá- sagnir um háv, hval og del- fin. Lívið í korallrivum og mangt annað sjáldsamt, ið er til undir sjónum og á havsins botni, verður lýst við hugtakandi myndum og upplýsandi teksti. Regnskógurin, ið Magni Joensen, lærari, hevur týtt, greiðir frá mongu dýrun- um, ið krógva seg í regn- skóginum. Tikarar, slangur og sjimpansur umframt flogeðlur, silkiapur og letidýr - fyri bert at nevna nøkur av teimum. Lesarin verður kunnaður um týdn- ingin, regnskógurin hevur fyri alt livandi á jørðini. Rúmdin, ið Pól Jesper- sen, studentaskúlalærari, hevur týtt, sigur við hug- takandi myndum og greið- um teksti frá nógvum fyri- brigdum í rúmdini. Greitt verður m.a. frá øllum sólar- fylginum, frá gongustjørn- um, halastjørnum, vetra- breytini og frá rúmdarferð- um. Hetta eru upplýsandi bøkur til børn og ung bæði í heimi og skúla. Repro-Z hevur havt prentgerðina um hendi. Hvør bók er 48 blað- síður og fæst í bókabúðun- um fyri 72 krónur. Finn.fo - fyrsta føroyska alternativa telefonbók TELEFONBÓK Tíðindaskriv Fyri fyrstu ferð nakarantíð kunnu føroyingar nú hyggja í eina telefonbók, sum ikki kemur frá Føroya Tele. Telefonbókin kallast finn.fo, og hon rúmar øll føroysk fast- og fartelefon- nummur í Føroyum. Finn.fo er ikki eins og aðrar leitingar á Interneti- num. Her eru ongar tungar bannaralýsingar og pop-up vindeygu. Finn.fo kemur upp á skíggjan beinanvegin - her skal ikki bíðast. – Vit ynskja, at brúkarin fær skjótar og greiðar upp- lýsingar, uttan órógvandi bannaralýsingar. Hetta mál hava vit rokkið við finn.fo, sum uttan at taka munnin ov fullan telist millum skjótastu leitisíður í heimi- num, sigur Rógvi A. Fossá- dal í tíðindaskrivi. Hann sigur eisinin, at sjálvt um ferðin á Interneti- num gerst størri og størri, økjast krøvini til ferðina frá teimum vitjandi alla tíðina. – Google er eitt gott dømi um hettar, tey vitjandi velja Google, tí her fáa tey eina skjóta og greiða leiting, sigur hann. Á finn.fo finst bæði ein telefonbók og ein vinnu- bók. Í telefonbókini eru øll føroysk telefonnummur, eisini virkir, og í vinnubók- ini er møguligt at leita eftir til dømis einum gistingar- húsi, sum ein ikki kennir navnið á. Tey vitjandi kunnu eisini fáa eina ókeypis persónliga telefonbók á finn.fo. Her kunnu tey mest nýttu tele- fonnumrini leggjast inn, so at tey altíð eru við hondina. Tað er ókeypis at nýta finn.fo. Finn.fo verður fíggjað við at virkir og stovnar, sum ynskja at vera meira sjónligir á finn.fo, gjalda fyri hetta. VIÐMERKINGAR Hans Birgir Hansen Mr. Big Tað er stak vánaligt av for- eldrum at næmingum í fólkaskúlum og miðnáms- skúlum og hægri skúlar og lærustovnar og lærupláss- um dagliga at forkela/ hjúkla um hesi. Tað er tíð uppá at gevast við slíkum og læra tey at seta bein undir egið borð og røkja tað dagliga húsar- haldið og mat og reingera og keypa dagligar húsar- haldsvørur. Tað er í barnaárum at støði verður lagt, hvussu ein verður sum tilkomin og vaksin, hvat vit síggja við teimum í havnargøtum, hvussu ófólkaliga skikkaði og óuppdrigin hesi eru í Tórshavnar kommunu og uttan fyri ídag. Tað er ikki ringt at ímynda sær hvussu fram- tíðin hjá teimum sær út, ið komin eru út í ungdóms- kriminalitet, harðskap, valdsgerðir, drykkjuskap, rúsevnismisnýtslu. Barnabati og barnavernd- in og kriminalforsorgin hvat gera hesi fyri at skapa veruliga fyribyrgjan av brotsverkum, vit síggja út ímillum áðurnevndu í Havnini. Eg havi møtt nógvum forðingum á vegnum til at koma ígjøgnum løgregluna til barnabata, barnavernd, kriminalforsorg, viðvíkj- andi áðurnevnda í Tórshavn ídag. Eg nýti tí bløðini tá ein verður øðrvísi viðfarin av løgreglu, ið ein hevur sum nábúgva niðan fyri Reva- garðin, og hvørs teir hava hildið ein fyri bæði háð og spott. Eg haldi tað vera nógv fyri at løgreglumenn/ kvinnur, niðri á Politi- garðinum, skulu tilskila sær rætt at fremja grova dis- krimineraðan viðv. meld til Politistøðina. Eg haldi borgarar og Havnina vera ein andstygd ið ein dag og kvøld kennur á sær, tá ein upplivir ósømi- ligan atburð, hugburð, málburð, áðurnevndu sýna. Eg havi ikki rokna við slíkari viðferð tá alt er órættvíst skipa útí millum allar borgarar uttan um áðurnevndu ið eru tí í tí sama sum øll hesi ungu í dag. Tað skal skipast verulig kriminalitets fyribyrgjan innan skúlar og lærustovnar og úti í felagsskapum og úti á arbeiðsplássum hvat øll hesi ungu arbeiða. Jógvan á Lakjuni tingmaður »Nú stendur á gomlum nøglum«. Hetta gamla, vakra orðatakið tók ein eldri maður til, sum eg tosaði við nú ein dagin. Hann sipaði til hetta málið um skrásett parlag, sum hevur fingið so nógva umtalu í seinastuni, og sum hann og mong við honum eru so ómetaliga skelkað av. Tá ið vit viðgera eitt tílíkt evni, koma vit natúrliga inn á holdningar, hugburð til lívið. Tað er jú soleiðis, at í øllum tíðarskeiðum er ym- iskt, sum er "hugsa-ndi", og annað, sum er "óhugsandi", um vit kunnu brúka tey orðini. Eg meini t.d. við, at okkurt, sum var full- komiliga óhugsandi, tá ið foreldur okkara ella abbar og ommur okkara vóru ung, er í dag góðtikið. Fara vit bara eitt lítið sindur aftur í tíðina, so vita vit, at fólk um okkara leiðir vóru ómetaliga fast ankrað í kristindóminum. Nagl- arnir - um vit brúka ta myndina - stóðu fastir í teimum kristnu virðunum. Men í okkara sokallaðu frígeringartíð, kanska ser- liga við 68-ideologiini og hennara humanistisku læru er hend ein ótrúlig seku- larisering - ein verðslig- gering. Og naglarnir eru farnir at losna. Vit hava í einari yvir- lýsing í bløðunum sæð, at tað eru ikki so fáir før- oyingar, sum vilja hava, at vit heilt skulu taka hesar naglarnar úr, skulu sleppa tí kristna fundamentinum og fara at lóggeva human- istiskt. Humanisman sigur, at menniskjað sjálvt skapar sínar normar. Einki pláss er fyri nøkrum givnum lívs- reglum, og eingir normar eru, sum ikki kunnu broyt- ast, soleiðis at aðrir koma í staðin, um tað er neyðugt, ella loysir seg betur. Og serliga í okkara tíð hevur gingið ómetaliga skjótt at slept og brotið niður mang- ar av teimum normunum, sum livdu í okkara fólki. Vit sleptu tí kristnu lívs- fatanini og fóru at hugsa í humanistiskum banum. Í humanismuni ger menn- iskjan seg sjálva til mið- depil - eingin hægri autori- titetur ella myndugleiki er til - nei, menniskjan sjálv verður sentrum. Tað er ómetaliga álvar- samt at sleppa tí kristnu menniskjafatanini og fara at lóggeva "sosiologiskt", tí virðisnormar kunnu broyt- ast dag frá degi. Og júst í hesum málinum koma vit inn á hetta. Tað verður mangan sagt, at vit eiga ikki at blanda religión og politikk saman. Eg eri ikki samdur við tey, sum siga hetta, hóast eg haldi meg skilja, hvat fólk meina. Vit eiga sjálvandi ikki at nýta átrúnað til egnan politiskan vinning. Men - tá ið tað kemur til etisk mál sum t.d. hetta um skrásett parlag, so ber ikki til at svíkja tína innastu sannføring - tað sigur seg sjálvt - tað er jú ein partur av tær sjálvum! Tað kristna grundsjónar- miðið hevur við sær, at hvørki ein meiriluti ella nakað úrvalslið kann hava absoluttan, og harvið óav- markaðan, myndugleika. Tað er ein hægri mynd- ugleiki, sum hevur ásett virðisnormarnar, og Hans- ara absoluttar eru bindandi bæði fyri tað vanliga menn- iskjað og sanniliga eisini fyri allar myndugleika- persónar. Hetta eri eg sannførdur um, og eg vóni, at vit ongantíð skulu koma hagar til, at vit beinleiðis fara at lóggeva ímóti Guds regl- um. Hetta sigi eg ikki, tí at eg sjálvur eri nakað ella haldi meg vera betri enn nakar annar, ei heldur tí at eg dømi ella fordømi nakr- an. Vit menniskju eru øll í sama báti - eingin megnar í sær sjálvum at liva upp til Guds meginreglur. Men Hann, sum er yvir øllum, hevur talað til okkum ígjøgnum sítt orð, og tí vóni eg, at vit sum tjóð framvegis fara at hava respekt fyri. Hann biður okkum venda okkum frá tí skeiva, sum vit øll eru so merkt av, og tí mugu vit ongantíð fara at lóggeva soleiðis, at vit gera tað lógligt, sum Gud harðliga ávarar okkum ímóti! Tað verður tjóðini til vanlagnu!! Samgongan, sum nú situr, hevur havt sum aðalmál at arbeiða fram ímóti sjálvstýri, og tað er fyrst og fremst tað, sum hevur hildið henni saman. Vit hava eisini so ómetaliga nógv annað gott at arbeiða fyri! Tí harmar tað meg, og eg skilji als ikki, at Høgni Hoydal skal koma við hesum málinum um skrá- sett parlag, tá ið hann veit, at meginparturin av sam- gonguni als ikki tekur undir við tí. Men ætlar Høgni sær at trumfa hetta ígjøgnum, ja, so veit hann, at sam- gongan er rokin. Her er als eingin diskussión! Eg fari at heita á Høgna Hoydal um beinanvegin at sleppa ætlanunum um at seta lóg um skrásett parlag í gildi í Føroyum og fari at biðja hann heldur lurta eftir einum av teimum fyrstu rættiligu loysingarmonn- unum í Føroyum, Sverra Patursson. Nú veit eg ikki, um Sverri var funda- mentalistur, men hann ivast ikki í, hvat fundament vit sum tjóð eiga at byggja á. Hann segði m.a. hesi orð í einari røðu í 1944: »Eg eri loysunarmaður, men ongantíð havi eg start meg blindan í tí, at tað skal vera okkum nóg mikið, bert vit verða fullfíggjaðir í politikki og vinnulívi, og at alt er í lagi hjá okkum við- víkjandi bókmentum og teim sokallaðu vøkru list- unum. Nei, tað skal annað til enn hetta. Og eingin hev- ur dugað at siga tað betur, hvat ið skal til, enn hitt føroyska andsmennið, sprottin úr føroyskari fólkamold, sum sat í síni lítlu stovu, men sum tó var so rúmlig, at hann kundi taka alt Føroya fólk í sín favn - Jóan Petur uppi í Trøð í Kvívík. Í sanginum, "Við kaspiska havið", sigur hann tað í hesum eina ørindi: Lýða vit Gud og lóg og rætt, og dyrka vit vísdóms anda, tá birtist í Føroyum ljósari tíð at skína frá strond til stranda, tá blómar tann kvistur, her útrann av norrønum runni. Og leggið so merki til, hvat Sverri sigur víðari: Lívið hjá eini mannfjøld kann ikki verða trygt, uttan hon kennir í sær, at aftan fyri alt er ein stjórnandi høvuðsmegi. Og eitt fólk, sum ikki er lóglýðugt, smokkar skjótt moralskt niðurundir. Eitt mannfelag, sum ikki roynir at skilja millum, hvat ið er rætt, og hvat ið ikki er rætt, verður andliga brekað. Og eitt fólkasamfelag, sum ikki søkir sær tann vísdóm, sum gera kann tess lív vakrari og ríkari, verður einki ann- að enn eitt fátækt fólk, sjálvt um peningur og ríki- dømi ikki trýtur tí." Jóannes Patursson, bróðir Sverra, hevði somu grundhugsjón. Hann yrkir soleiðis í sínum kenda sangi, Boðar tú til allar tjóðir: "Um nú nýggjar øldir líða, halt á somu leið várt starv, at vit ikki lata svíða dugnaloysi til hin arv, sum vit ervdu fedrum av, tá skal lyftið, sum tú gav, allan aldur Føroyum tryggja føroyingunum her at byggja.« Hvat er tað fyri lyfti, ið Jóannes Patursson sipar til? Jú, tað er lyftið, sum Gud hevur givið okkum um, at fylgja vit hansara boðum, so skal gangast okkum og landi okkara væl. Tað skal vera mín vón, at vit framvegis ikki fara at "flyta hini gomlu markasjalini, sum fedrar okkara hava sett!" (Orðt.22.28). Nú stendur á gomlum nøglum! Nú stendur á gomlum nøglum Foreldur og fólkaskúlar og lærustovnar! KONSERT Tíðindaskriv Umframt konsertir í Norð- urlandahúsinum, verða eisini fleiri konsertir úti um landið, nú konsertfelag Norðurlandahúsins, Or- feus, fer undir nýggja skrá. Fyrsta konsertin við sangarinnuni Mariu Malm- sten Steinkopf og gittar- leikaranum Einari Stein- kopf verður í Stóra Pakk- húsi í Vági sunnudagin. Onnur konsertin í Or- feus-røðini verður í skúl- anum í Vestmanna sunnu- dagin 17. november klokk- an 17:00. Tá fara Stamen Stantchev og Yuri Penev at spæla ferhent klaver. Triðja Orfeus-konsertin verður í Eiriksgarði í Dali. Har fara tey trý Andrea Heindriksdóttir, Jógvan Zachariassen og Ólavur Ja- cobsen at spæla á ávikavist floytu, fagott og gittar. Tey eru øll trý úr bólkinum Aldubáran. Konsertin í Eiriksgarði verður sunnu- dagin 9. februar klokkan 15:00 Fjórða konsertin á skránni hjá Orfeusi verður í skúlanum í Trongisvági sunnudagin hin 9. mars klokkan 17:00. Tá fer klaverleikarin Jóhannes Andreasen at spæla. Fimta og næst seinasta konsertin á nýggju skránni hjá konsertfelagnum Or- feusi verður í Mentunar- húsinum í Fuglafirði hós- kvøldið hin 10. apríl klokkan 20:00. Tá fara tey bæði Martial Nardeau og Guðrún Birgisdóttir at spæla floytu. Sætta og seinasta kon- sertin hjá Orfeusi hetta skeiðið verður í skúlahøll- ini á Giljanesi sunnudagin hin 11. mai klokkan 17:00. Tá fer Sámal Petersen at spæla soloviolin. Afturat sær hevur hann sjónleik- aran Páll Danielsen, sum afturvið tónleiki Sámals fer at lesa ævintýrið um spanska tarvin Ferdinand. Allar seks konsertinar hja Orfeusi verða eisini hildnar í Norðurlandahúsinum mikukvøld klokkan 19:30. Orfeus á bygd C M Y K 23 22