Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-10, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. oktober 2002síða 13

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 194 - 10. oktober 2002 Nr. 194 - 10. oktober 2002 25 12. oktober verður Altjóða giktadagurin hildin í Norðurlanda- húsinum. Giktafelag- ið hevur valt at lata Giktadagin í ár verða dag teirra, sum hava Fibromyalgi GIKT Tíðindaskriv Fibromyalgi er sjúka, ið ikki er løtt at staðfesta, tað setur tí serlig krøv til ser- kunnleikan, so fyri hesar sjúklingar í Føroyum er tað ein stórur vansi, at ongin serlækni er á hesum økið herheima. Fibromyalgibólkurin sum er undirbólkur í Giktafelag Føroya, hevur fingið norska serfrøðingin í fibro- myalgi, Karin Øien For- seth, at koma hendavegin at halda fyrilestur um hesa giktasjúkuna. Karin Øien Forseth er 53 ára gomul. Hon hevur arb- eitt sum sosionomurí 5 ár, og varð liðug sum lækni í 1986. Hon fekk doktora- heitið við ritgerð, ið kallast: »Vøddapína og pína í beinagrind og fibromyalgi - útbreiðsla, títtleiki, søgu- liga gongdin og fyriboð- an.« (Musculoskeletal pain and fibromyalgia: Preva- lence, incidence, natural history and predictors.) Hon hevur arbeitt á norska Ríkissjúkrahúsi- num, men arbeiðir nú á giktadeildini á sjúkrahúsi- num Betanien í Skien í Noregi. Øll, sum hava áhuga í Fibromyalgi eru vælkomin til fyrilesturin í Norður- landahúsið henda dagin 12.okt 2002. Byrjað verður kl 14.00, har møguleiki verður at keypa sær ein drekkamunn og tosa sam- an, áðrenn fyrilesturin . Kl 15.00 fer Karin Øien Fortseth at halda sjálvan fyrilesturin, og eftir fyri- lesturin er møguleiki at seta fram spurningar til Karin Ø. Forseth. Orðstýrari verð- ur næstformaðurin í Gikta- felagnum, Anna Petersen. Um kvøldið verður sam- koma í MBF húsinum, har ábit og undirhald verður á skránni. Allir limir í Giktafelag- num kunnu vera við í sam- komini um kvøldið. Kostnaðurin fyri tiltakið í MBF húsinum er Kr. 150,-. Tilmelding fer fram til 8.okt.02 á tlf 310237, 321309 ella 21 43 79. Fibromyalgibólkurin vónar at síggja nógv fólk í Norðurlandahúsinum leyg- ardagin 12.oktobur, tí nógv viðgerðarfólk bæði komm- unulæknar, sjúkrasystrar, fysioterapeutar, ergotera- peutar og socialráðgevarar hava her møguleika at møta serkunnleikanum, fáa meira at vita um fibro- myalgi, og sostatt er møguleiki at fáa ivaspurn- ingum svaraðum. Gikt er nógvar ymiskar sjúkur, tær mest kendu eru eitt nú Slitgikt, Liðagikt, Urinsýrugikt og Bechterew. Aðrar giktsjúkur, sum ikki eru so kendar, eru til dømis, Fibromyalgi , SLE, Sjøgren syndrom, og Reit- ers. Ìtróttarskaðar og rygg- sjúkur/skaðar vera eisini bólkaðar undir heitinum giktsjúkur, umframt einar 200 aðrar sjúkur. Torgdagur í SMS Mánadagin 14. oktober verður Torgdagur í SMS. Tað er Apotekið, Giktafel- ag Føroya, Hjálpartólamið- støðin og handilin Ergo og Hjálpartól, sum saman standa fyri torgdegnum. Endamálið við degnum er at lýsa giktasjúkurnar, eitt nú hvør kunning er at fáa frá Giktafelaganum. Fyribyrging og hjálp við hjálpartólum er umráðandi leiklutur í lívinum hjá tí giktrakta. Orsøkin til at vit hava 2 umboð fyri hjálpar- tólaøkið er, at hjálpartóla- miðstøðin er tann almenni parturin, har ein søkir um hjálpartól og fær tólini eftir umsókn. Sostatt eru hesi tólini uttan kostnað. Handilin Ergo og hjálpar- tól er ein privatur handil sum selur hjálpartól bæði til almenn støð, men eisini til privatar persónar. Nógv fólk, sum eru rakt av gikt velja at keypa sær sítt egna hjálpartól eitt nú smától til køksarbeiði,og skulu tí hava henda møguleikan. Giktaár er á Apotekunum í Norðanlondum . Apotekið í Føroyum hevur á henda hátt valt at bjóða giktafel- agnum við á Torgið hendan dagin. Apotekið hevur í ár haft ymiskt frammi um gikt í , og teirra leilutur á Torgi- num henda dagin er at kunna um giktaheilivág og hvussu ein best nýtir henda heilivág og hvørjum Apo- tekið kann hjálpa tí Gikt- rakta við. Giktafelag Føroya vónar, at nógv fólk vitja okkum á Torginum í SMS hendan dagin. Ein floytubólkur og ein klarinettbólkur frá Musikkskúla- num hava konsert í Gøtu Kirkju í kvøld KONSERT Tíðindaskriv Í kvøld, hóskvøldið 10. oktober kl.19.30, er kon- sert í Gøtu Kirkju. Tað er Musikkskúlin, sum skip- ar fyri, lærarnir Andrea Heindriksdóttir og Peder Riis-Jensen møta um við hvør sínum bólki - ein floytubólkur og Føroya Klarinettorkestur. Tey hava eisini bjóða Leirvík- ar Gentukóri við á kon- sertina, leiðari teirra er Dánjal Eysturstein. Floytubólkurin spælir m. a tónleik eftir Fr. Kuhlau og G. F. Händel, Leirvíkar Gentukór syng- ur m.a. 2 løg, sum leiðar- in hevur útsett og Føroya Klarinettorkestur spælir m.a Ave Verum Corpus hjá Mozart og eina útset- ing hjá Bjarna Restorff av bøhmiska sálmalagnum »Upp alt, ið Harrin hevur gjørt«. Skráin er henda: Floytubólkur: J. J. Quantz (1697-1773): Preludio og Arie úr so- natu, opus 3 nr. 6 Fr. Kuhlau (1786-1832): Adagio úr opus 81 nr. 1 G. F. Händel (1685- 1759): Gavotte Fr. Kuhl- au (1786-1832): Rondo úr duet, opus 1 J. Hook (1748-1827): Allegretto og Andante úr sonatu nr. 1 Leirvíkar Gentukór: Afrikanskt fólkalag, arr. John Højbye: Siyahambe Negro Spiritual, arr. Poul Schønneman: Do don't touch Dona nobis pacem, ókendur uppruni Gamalt føroyskt sálmalag, arr. Dánjal Eysturstein: Nu rinder solen op Knút Ol- sen, arr. Dánjal Eystur- stein: Havið sang um Føroyar Føroya Klarinettorkestur: Bøhmen (1549), arr. Bjarni Restorff: Upp, alt ið Harrin hevur gjørt W. A. Mozart(1756-1791), arr. D. Dorff: Ave Verum Corpus N. A. Zingarelli (1752-1837), arr. D. V. Joseph: Motet, 1. An- dante e Sostenuto, 2. All- egro Giusto Konsert í Gøtu Kirkju Altjóða giktadagur í Norðurlandahúsinum Ken Denning í Listaskálanum Leygardagin letur upp framsýning við listarverkum hjá Ken Denning í Listaskála- num í Havn LISTAFRAMSÝNING Tíðindaskriv Ken Denning, sum er fødd- ur í 1957 í Sønderborg í Danmark, hevur mangan vitjað í Føroyum. Tey seinnu árini hevur hann fleiri skifti arbeitt í Graf- iska Verkstaðnum í Lista- skálanum. Hann nýtir manga graf- iska tøkni: silkiprent, stein- prent, kaldanál, træskurð, fotogravuru o.a. Mangar myndir eru sam- ansetingar av silkiprenti og oljumáling. Hetta úrval av myndum hansara, ið hava sera týðiligan dám av før- oyskari náttúru, verður sýnt fram í Richard-Haizmann- Museum, Niebull, Týsk- landi, Galleri Den Gyldne Løve, Varnæs, Danmark og Listasavni Føroya. – Svartbrúnir, bleikir jarpir tónar og gráir mana fram eitt hugans rúm. Á gyltum klangbotni kaffibrúnt, brent og óbrent umbra. Terra di Siena og alskyns okkur. Ein fyrivarin kaldligur litdámur. Sum í spákonunnar kaffi- gruggi. Sum í einum fúnaðum filmi, har okkultar kreftir búleikast í grábrúnari skýming. Sum í gomlum ljósmynd- um, har minnini eru stirð- nað í brúnum dreymalýsi… heilsar Listasavn Føroya í tíðindaskrivi. Norðurlendska tænastu- mannaumbýtisskipanin ger tað møguligt hjá starvsfólki í landsfyrisitingini at fara til eitt av norðurlondunum at arbeiða í eina tíð. Stuðul verður veittur til at gjalda ferða- og uppihaldsút- reiðslur hjá luttakara. Skipananin hevur verið í gildi síðan 1979 og enda- málið er at fremja norður- lendskt samstarv. Endamál- ið er somuleiðis at geva lut- takarunum kunnleika til fyrisiting og lóggávu o.a. í hinum norðurlondunum. Tað er ikki neyðugt at luttakari býtir um pláss við ein starvsfelaga í einum øðrum norðurlandi, tó er onki, sum forðar fyri hes- um. Í 2003 hava Føroyar fing- ið tillutað kr. 70.000,- at nýta til hesa skipan. Skipanin virkar soleiðis Skipanin fevnir um bæði tænastu- og starvsmenn. Uppihaldið kann vara mill- um 1 og 8 mánaðir í einum kalendaraári. Stuðulin er í 2003 kr. 7.000,- um mánaðin um- framt ferðaútreiðslur aftur og fram. Endurgjald verður einans latið fyri ferðing á bíligasta hátt. Treytin fyri at fáa stuðul er, at viðkomandi fær frí við løn úr starvi sínum. Tíðin verður tald við í løn- ar- og eftirlønaraldrinum. Tey, sum vilja nýta skip- anina, mugu sjálvi gera av- talu við stovn í øðrum norðurlandi. Luttakari skal senda Løg- mansskrivstovuni eina frá- greiðing um uppihaldið, áðrenn 3 mánaðir eru farnir eftir heimkomu. Heruppií ein stuttan samandrátt á skandinaviskum máli t.d. á donskum, sum Løgmans- skrivstovan sendir av- greiðsluskrivstovuni hjá Norðurlandaráðharraráð- num. Umsóknir Umsóknir um stuðul skulu sendast Løgmansskrivstov- uni ígjøgnum stýrið/leiðsl- una á stovninum. Umsókn- in skal innihalda fylgjandi upplýsingar: 1. Navn á umsøkjara, føð- ingardagur og bústaður 2. Starvsheiti, starvsaldur og starvsstaður 3. Arbeiðsuppgávur 4. Navn og bústaður á stovni, avtala er gjørd við og tíðarskeið 5. Upphæddin, sum søkt verður um - tíðarskeið og ferðaútreiðslur Upplýsast skal, um um- søkjari hevur søkt um ann- an stuðul. Umsóknin skal innihalda ummæli frá stovninum, har stovnurin sigur frá, um við- komandi kann fáa tænastu- frí við løn. Umsóknarfreistin er 06. januar 2003. Umsóknir, sum koma inn aftaná hesa dagfesting verða bert við- gjørdar, um peningur er tøkur. Nærri upplýsingar um skipanina fáast við at venda sær til Løgmansskrivstovu- na - nýskipanardeildina og fáast eisini við at fara á heimasíðuna hjá Nordisk Ministerråd: www.norden.org og hyggja undir Støtteordninger og Nordisk utbytestjänstgör- ing. Norðurlendskt umbýti av starvsfólkum C M Y K 25 24