Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-02-25, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. februar 1984síða 20

‹ fyrra síða allar 20 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Myndir: Dagny Orð: Hegni Vit hava Kirkjube framm- anfyri og Kaldbak í stýri- borð. Hava kós móti Kald- baksbotni. Nei, Kjrkjubøur er ikki fluttur í Mjerkadal. Vit hava hann á skerminum har frammi Bandið við reklamufilm- inum um Feroyar og Hotel Feroyar er á. Vit hoyra um Múrin. Og um alkoholfríu barrina á hotellinum. Í Toru er ongin barr longur. Hon er tikin úr. Men annars er alt óbroytt í bussinum, sum varð bygdur, tá Volvo fylti 75 í 78. Mikukveldið. Sámal hevur boðið pressuni ein túr við Toru. Tit ringja — vit skriva Er nakað á vási? — !vamál? Ein spurningur, ella tíðindi, so ring tit okkara. Vit eru til reiðar! — Sum at sita í flogfari, sigur onkur. Og er bein- rakin. Her er nógv, sum minnir um flogfer innan. Sámal tosar eisini í heilum um flogternur. Hann meinar bussternur. Vit lenda í ellum góðum á einum víkiplássi í Kald- baksbotni. Og fáa seguna um, hvusu tað ber til, hetta ediliga akfar nú er í kanska einasta landi, fyrr- verandi eigari tess ongan- tíð hevur verið í: Peter Belli og Se & Hør Hugskotid kom, tå Peter Belli og hansara fólk vóru her í fjor. Tey høvdu brúk fyri einum bili, sum kundi taka tey øll, ta tey fóru út á bygd. Og sum tey kundu halda til í, meðan tey bíðaðu eftir, fólk kom í dans. Sámal sigur, at Gimpe (Petur Olivar í Hoyvík) eigur hugskotið. — So segði eg við Gimpa: eg fái mær ein so- vorðnan buss og so kann eg koyra fyri teg, tá tú hevur orkestur. So ein dagin sigur Gimpe við meg, athann hevur sæð í Se&Hør, at Spies selur bussin hjá sær. Eg ringdi niður ein mánadag og fekk at vita, at hósdagin bleiv bussurin vístur fram uttan fyri Hotel Mercur. Tá kundu tey, sum høvdu hug at keypa, koma at síggja og royna bussin. Sámal fór niður. Av- gjørdur í at keypa bussin. Hans David hevði tær 210 hestarnar undir hond mikukveldið. Býbussarnir hava sterri motor. Men hesin er betri at koyra, heldur Hans David. Í nakkastyttuni er hátalari, so ferarin kann hoyra musikk, meðan hann koyrir. Ella fáa boð frá onkrum har afturi, har telefonir eru Salongin, ella fundarhelið har afturi. Tora er góðkend til 30 ferðandi, sum tað eitur Eigarin heldur, hetta borðið eins væl kann brúkast sum samráðingarborð. Motordun og annað óljóð órógvar ikki. Bussurin er væl bjálvaður. So er slekt fyri stereoanlegginum er góður friður at fundast EPA At flúgva á asfalti Hann dugdi tær rettu snildirnar. Fleiri vóru um boðið, og meiningin var, at allir skuldu senda inn tilboð. Til saltfisk — Eg bleiv sitandi, tá hinir fóru. Teir spurdu, hvat eg skuldi gera við bussin í Feroyum. Um nakrir vegir vóru. Um eg ætlaði at flyta saltfisk við honum. Tá teir vóru farnir keypti eg bussin fyri 500.000 kr. Eg hevði tvær milliónir við mær, sigur Sámal og tú sært ikki á honum, um tað er skemt ella álvara. Vit fáa at vita, at toll- urin er 25% og, at buss- urin, nú feroyskar plátur eru komnar á, er ein iløga upp á 700.000 kr. Sum so skula inn aftur. Hotel Feroyar er eisini umboðað. Tí Hotel Feroyar hevur longu leigað Toru í 700 tímar í summar. Til útferðir og til at koyra fólk av flogvøll- inum til hoteldyrnar. Fólk, sum koma at halda ráð- stevnur. Teir tímar, Tora ikki koyrir við hotelgestum, kunna onnur leiga. — Prísurin er ikki fast- lagdur. Men eg rokni við, tað fer at kosta 400-500 kr. um tíman, sigur Sámal. Hatta við saltfiskinum var kanska ikki so býtt kortini Sámal vónar, at Fiska- selan leigar Toru, tá út- lendskir keyparar koma. So teir kunna seta seg við samráðingarborðið, tá Tora rullar uman móti Vatnsoyrum. Ella Landsstýrið, tá kvotur skula avgerast. Reytt ljós Vit koyra nú aftur út á flogbreytina...ja, Kald- baksvegin, fáa vent og seta kós móti Hoyvíks- vegnum. Nú er Disco og rock á skerminum. Við wc-hurð- ina lýsir reytt. — Far bara inn. Har er ikki upptikið. Tað lýsir reytt í fimm minuttir, hverja ferð, onkur hevur verið har inni. Tá hevur útsúgv- ingin reinsað luftina Men bussurin hevur aðrar hentari hentleikar enn hendan. Hann hevur ljósmotor, 15 hestar. Og 220 volta úttak. Tora kann lata streym Lýsingar: Lýsingarmaður okkara er ráðgevari hjá fyritskum og einstaklingum í lýsingaspurningum. Hetta verður gjørt uttan meirkostnað fyri lýsaran. Johanna (fremst) og Tórharda vóru ternur hetta kveldið. Tórharda er kona Sámal og eftir henni hevur bussurin fingið navn. Bringuprýðið, tær hava, er reklama fyri bussin. Tora stendur á tí. Vit fingu hver sítt, tá vit komu umborð. Sofus Hansen hevur gjørt tey og hann var eisini niðri og málaði navn og strikur og okkurt annað prýði á bussin til getumetir, sjón- varpsupptekur og annað. Hann hevur oljufýring. So har kann vera fjálgt inni, hóast motorurin er sløktur. Gamaní. Men tað allar- snildasta, men tó einfald- asta, er tað, at ferarin kann við at trýsta á ein knøtt har frammi, lata taklúkurnar upp og aftur. Her er sum í flogfari við neyðútgongd. Munurin er tó, at Tora hevur eisini brúsu Havi sjálvur ongantíð verið bussferð, har taklúk- urnar ikki hava fingið for- bannilsi yvir seg Vit lenda við Super Dekk Service. Sámal bjóð- ar okkum at royna ein bý- buss, so vit kunna saman- bera. Ongin tekur av