Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-03-01, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. mars 1984síða 6

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

S íða 6 tíðindablaðið Av tilvild SKAL atgerðarloysi aftur fáa takið á føroyinginum, skal afturhaldið ótarn- að sleppa at seta fótin fyri mennandi tiltskum her á landi. Skal sama mið- leysa kósin, sum seinni árini hevur valda, ótarnað standa við. VIT og Føroya fólk annars halda av- gjørt ikki, at so skal vera. EYÐSÝNT er, at tilvildakenda leiðsla av landi okkara seinastu árini hevur skert fólksins vónir um, at tað hóast alt innan samgongu var hegni og vilji til munandi vinnuligar sum sosialar ábetur. ØRSKUKENDA klandurslag stjórnarinnar hevur forkomið teimum meguleikum fyri ábótum, sum vilji kanska hevur verið til hjá einhverjum stjórnarflokki. SKERDA demokratiska arbeiðslagið hevur sýnt okkum føroyingum, at aðalmál á framtaksleið hevur henda samgonga ikki havt vilja ella starvs- hevi til at sett sær. EINA tænastu fyri aðra hevur verið lagið. Útbyggingin vinnuliga, sam- ferðsluliga sum sosialt hevur verið merkt av hesum. Ávís berghol ella vegateinar hava ávísa tíð verið mett sum sokallað primærarbeiði — til aðr- ar tíðir sekundær, alt eftir hvgr sam- gonguflokkur til ávísa tíð hevur kravt meira fjálgan enn annar. ÚRSLITINI av hesi skeivu gongd kenna vit. Bíðan við og dýrkan av samferðsluútbyggingum okkara og vánaligastu meguligu nýtslu av ovur- dýrum tólum — rusta burtur ónýtt í einhverjum av landsins avkrókum. UPPAFTUR vánaligari við vinnulívsút- byggingini. Sanniliga eru skipini, ið løgst eru til bæði stásilig og hartil stór og dýr — og onkur av hesum hava sýnt nytsluføri eitt nú á djúpum vatni, har mangt lá á láni. MEN alráðandi tilvildin, sum tað í frægasta føri má kallast, í samband við innflutningsloyvini hevur fyri Før- oya fólki avdúkað avgjørda ætlanar- loysi stjórnarinnar einamest á vinnu- liga økinum. VIRKI og persónar, ið selt hava út- strídd skip við tí í hyggju, og við lands- stýrisins tilsegn, at fáa annað skip til vega, hava verið nýtt sum gíðslar í klandursspæli landsstyrisins. Innflutn- tíðindablaðið Argjavegur 25 Postsmoga 76, 3800 Tórshavn telefon 11820 ingur av risaskipum til hundraðtals milj. uttan hugmynd av hvat hesi skulu nýtast til, er ikki minni tilvildar- ligur. Kundi í øllum førum væntað, at landsstýri hesum viðvíkjandi tók sær um reiggj og veitti hesum skipum tryggan vinnumøguleika samsvarandi ætlanunum fyri hesum skipakeypum. ALINGIN, nýggja vinna okkara, ið bæði vit og útlendingar hava góðar vónir um, er vorðin við skerdan lut. Ongar hækkingar á fíggjarlógini til hesa vinnugrein, sum vit vita er í menning. KJÚKLAN um gomlu skipini, noktan av útflutningsloyvum fyri útstríddu skip okkara, ið allir eru samdir um eru ov nógv í tali, hevur eisini forkomið okkum meguleikan fyri náttúrligari endurnýggjan. EINHVOR stýring av fiskiskapi okkara á landleiðini, ið allir vinnandi menn okkara sóknast eftir, hevur heldur íkki verið roynd. SO eidasørt at verulig stig eru tikin til tess við uppbýti av landleiðini at veita línuveiðuni sámuligar virkisumstødur. AT hetta vána lag ivaleyst ikki einans er íkomið vegna vánaliga hegni teirra einstøku, ið seinastu árini hava hildið seg til at stjørna tj6dini, er helst rætt. IVAST ikki í, at summir teirra veruliga hava vilja til og kenslu fyri tí, ið gagnar tjóðini. Men stútuta hóttarlag teirra størru stjórnarflokkana hver móti ødr- um og ódemokratiska 13-greinin hava í tíð og ótíð sett fót fyri tiltøk frå stjórnarsíðu, ið møguliga høvdu tolt dagsins ljós. LAGIÐ hevur sostatt verið — eg ein stóran, tú ein lítlan, tú ein lítlan, eg ein stóran — tá tænasta fyri aðra ikki var megulig. SKERDA ávirkan løgtingsins á fyrisit- ingina av hesum landi er núverandi stjórnarlag fyri at takka. Hugtak — eis- ini teirra borgarligu — um, at eingin skuldi vera við síðuna av ella yvir løg- tinginum, er eisini fokið, nú fólka- flokkurin so íðiliga dregur niður á danating avgjørd løgtingsmål. OG meðan leikur fer, fer eisini álit før- oyinga á aldargamla styrislagidd, sum ikki so fáar smátjæðir higartil hava øvunda okkum. Nr. 27 — 1. mars 1984 Sambandsfloksins og fólkafloksins heilaga plikt Í danska sjónvarpinum segði Óli Breckmann, at tað fyri seg var ein heilag plikt at berja niður sosial- ismuna. Tað er greið tala; her er ein maður valdur av Feroya fólki at umboða okkum, og skuldi tað so- statt ikki verið munur á, hverji ella hver tey eru, sum meguliga skulu hava hjálp frá fólkatingslimi Feroya. Her ger Óli B. tað greitt, at hansara fólka- tingsverk er at berja ndur sosialismuna, verka- mannafjeldina og at loysa bandið, sum bindur sam- an Danmark og Feroyar ímillum. Hetta varð kunngjert fyri fleiri milliónum av danskarum, sum hetta kveld hugdu at sjónvarp- inum. So må ein spyrja seg sjálvan, hvar er hin fólka- tingslimurin, fer hann aftur at skriva bræv? »Kære statsminister, det som Oli B. siger skal De ikke tage så tungt, for det er bare Ole.« Ella hvat ætlar um- boðsmaður sambandsins sær at gera, nú Fólka- flokkurin veruliga hevur gjort vart við seg, hevur sett Sambandsflokkin skák mát. Ætlar nú umboðsmaður sambandsins framvegis at skriva brev? Við tí drep- andi tøgn, sum samband- sins umboðsmaður hevur valt, tekur hann beinleiðis undir við tí, sum Óli B ferir fram. At tað fyri flokkar í Feroyum er hejlag plikt at berja verkamannafjeld- ina, má ein harmast um, men nú hava teir bekent kuler. Fólkaflokkurin við tí sum Óli B. sigur og við tí stuðli hann fær frá floks- feløgum sínum — sam- bandsflokkurin við at velja at taka undir við tí, sum Oli B. førir fram. Við at taka religion við i striånum, sum annars Sambandsflokkurin tókt- ist at hava serrætt uppå, hevur nú fólkaflokkurin veruliga sett sambands- flokkinum stólin fyri hurðina. Einki hoyrist til um- boðsmann sambandsflok- sins, hann hevur fingið tunguband. Ella er tað veruliga so, at sambands- politisk viðmerk- ing flokkurin tekur undir við tí, sum Óli B. við fullari uppbakking úr flokki sín- um ferir fram, so er sanni- liga vandi á ferð. Tá er eingin 'Sambands- flokkur meira, hann er et- in upp av Fólkaflokk- inum. Rokningin fyri gallarí- spæl Óla B. skal gjaldast, og verður tað tann vanligi skattgjaldarin, sum skal gjalda; ikki hann sum vardúr er av heili tveimum grannskoðaravirkjum — virkjum og persónum sum sambært formannin í Sjálvstýrisflokkinum, fáa serviðgerð av Føroya Landsstýri. Í dag hava føroyingar ongar umboðsmenn sum verja viðurskiftini landa millum. Sambandsflokk- urin hevur valt at tiga ella í mesta feri at skriva brev — og so leingi so er, eru teir við at loysa bandið og undir heilagum navni at berja niður verkamanna- fjøldina. Sverre Midjord Loynivåpn Schliiters Oli Álit Guds í stríðnum móti ollum, id ikki er konservativt í Føroy- um Danska Ekstrablaðið hevur viðmerking 21. í hesum um tann lætta Schlúter kennir á sær eftir at okkara Óli Fólka- ting hevur lovað honum stuðul í einum og ellum í donskum politikki. Vertin liggur nú á hjá Poul Schlúter um danska fleirtalið vil hava hesa ella hina fíggj- arlógina, nú hann við serfer- oyskari hjálp kann fáa hverja tað so skal vera ígjegnum fólkatingið. Politiska loyndarvápn for- sætisráðharrans er danska fólkafloksumboði Óli Breck- mann. Við honum í rygginum er eingin endi á, hvussu fagurliga konservativt Danmerkin skal stjórnast. Óli sigst av ekstrablaðnum at vera hitt ólátaða geilar- strokið í føroyskum politikki. Hin hvassorðaði blaðskriv- arin, ið hverki firnast dóm manna ella profeta. Eitt av sereyðkennum han- sara siga hesir gloggu donsku blaðmenn at vera evni hansara til steðuskiftan og -loysi í tíð og ótíð. Líka óálítandi sum okkara ófanta- liga veðurlag. Sum demi nevna teir halga lyfti hansara undan fólka- tingsvalinum um ikki at koma sær uppí danskan poli- tik. Pípan hevur nú annað ljóð. Sum avgerandi persónur fyri um konservatisman skal valda í ævintýrríkinum, kann hann ikki annað enn stuðla vininum Schliiter og harvið fyribyrgja, at oyðandi fram- burðspolitikkur fær hevdi fyri seg. Slíkum svikum hevði hesin stúkuvendari ikki orka at ligið undir. Trúgvi tí, hver ið vil, men sigur hesin Óli seg at stríðast við hægstu maktum ímóti fjølmentu føroysku gudloys- ingunum, missiónsku kommunistunum og teirra líkum, sum allir sum ein saman við Feroya fólki flest einki heldur vilja, enn at hava illamann búgvandi í Feroyum. Halda hann vera óferan at skapa sær sjálvum arbeiði um so er, at hann sær sterri trell og sterri heidning í hverjum føroyskum manna- barni, enn í sær sjálvum. Er álit hansara til feroy- ingin í Feroyum veruliga so vánaligt, at hann ikki torir at lata sálir teirra upp í hendir hins Alvalda einsamallan, so eru neyvan heldur útlit fyri álitisskapandi politiki frá slíkum verdsligum politisk- um umboð, ið hverki lítir Harra ella tænara tað til, ið mest umræður, tá tað snýr seg um persónligu samskifti okkara við Gud. Blaðið ger ikki so lítið burturúr forkærleika hansara fyri rættarúrskurðum sum so og vísir á persónar, sum í hesum hava ligið ímillum. Fyri okkum friðarelskandi feroyingar er hesin táttur rættuliga lítið áhugaverdur, men ikki skerst burtur, at tað fyri komandi politikara av slíkum observansi er av- gjørdur fyrimunur í við vissu at vita hvussu ómetaliga tolið eitt dorhsvald av hesum heimi í ávísum ferum kann vera. Av sterri áhuga fyri okkum føroyingar er, at eisini teir meta somu intoluransu at vera galdandi fyri fólkaflokk- in allan sum so. Ávísa, at átala fyri — 6låtapolitikk hansara mestsum er ókend Framhald á síðu 10