Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-03-03, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. mars 1984síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 tíðindablaðið Útgevari: p/f sosialurin ÁAbyrgdarblaðstjóri: Jan Miller Argjavegur 26 Postsmoga 76, 3800 Tórshavn telefon 11820 Politiskur- og fyritaksblaðstjóri: Krisjan Dani Blaðfólk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen og Jóhann Mortensen Uppseting: p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981 Samvitskumål HAVA seinastu dagarnar verið áhoyrarar til upplýsandi og gott kjak um støðu teira evnaveiku í Føroyum. ÁVÍST hevur verið tað skammiliga í tí, at vit ikki sjálvier her á landi skulu hava umsteður fyri at hýsa hesum og kjúgla um tey sum frægast. AT hetta er álvarsligt samvitskumál hjá føroyingum flestum, ivast eingin i. Sostatt kann eingin rættsiktaður føroyingur loyva útsetan av skila- góðari loysn á málinum. Beinleiðis heimapolitiskur illvilji eigur heidur ikki at verða toldur longur. VITA, at danir ikki koyra hesi sam- felagsliga illa fyrikomnu út á geilar, hetta uttan mun til um hesi eru danir, føroyingar, svørt ella gul. MEN meguleikan fyri viðsýntum samhuga mótvegis okkara brekaðu hava vit ikki enn. Stovnsplåssini eru ikki nóg nógv í tali og lítið hevur, síðan Eirargarður varð bygdur, verið gjørt til tess at bóta henda tørv. LANDSSTÝRISMAÐURIN í heilsu- málum segði seg í útvarpinum herfyri at ivast i, um tørvurin veruliga var so stórur fyri útbyggjan av hesum røkt- ingarstovnum. Hevði sum so ikki verið tað, sidan Eirargarður varð tikin I nýtslu — ikki fyrrenn nú. TIDARBILID og stóra arbeiði Javna, umframt seinastu væl undirbygdu ávísingar henda stovns, gera tað iva- leyst skilagott fyri einhvønn við slikari landsstýrisábyrgd nú at geva málinum tørvandi ans. LANDSSTÝRISMAÐURIN skal annars eiga, at hesin bæði væl og virðiliga hevur umsitið tær viðtøkur á heilsu- liga økinum, ið undanfarnu landsstýr- ini høvdu rokkið. Dømini eru mong um hetta, tvey teirra eru Ellis- og Røkt- arheimini í Klaksvík og Eysturoynni, ið fyrrverandi landsstýrismaður Vilhelm Johannesen legði eftir seg. ANSUR hansara fyri ødrum loysnum, ið aðrir enn samgongumenn hansara hava ávíst, so sum byggjan av smærri oddagrein ansingareindum kring landið, er eiisni at rósa. UM komandi valstríð ikki vignast samfelagnum ørvisi, enn at stórri sam- hugi meguliga fæst frá ødrum flokkum eisini fyri at skunda undir loysnir á hesum økjum, so er tað kort- ini ikki til fánýtis, so álvarsligt, sum tað má sigast at vera, ikki í egnum landi at kunna hýsa hesum landsbørn- um okkara, ið valla hava annan ugga í lívinum enn at vera so nær sínum egnu sum møguligt. MEIRI ivasamt er tað, um peningabyti til hesi samfelagsøki verður so objek- tivt og vælviljað, um sokallaði blokk- stuðul fólkafloksins úr Danmerk fyri- litarleyst skal umsitast av slíkum, sum í verki hava sýnt — um ikki ongan — so ikki sama samhuga fyri hesum samfelagstátti. SKAL danski peningurin eisini nýtast til starblinda og einvísa stuðlan av framhaldandi undirskotstiltøkum, einans vid ti fyri eygad, at hesi ikki å nakran hått megu koma undir al- menna åvirkan ella ognarlut, so eru allar orsøkir til sum skjótast at betakka seg fyri slíkan danskan-fólka- floksblokkstudul. JAVNADARFOLK hevur tad ålit å Føroya fålki, at vit ikki ivast i, at hugur er fyri, at vit sjalvir umsita bædi egnan og danskan pening. MEN sjålvstyris- ella loysingarfólk gerast vit ikki størri av hesum aleina, og eiga teir, ið hug hava at fyrigykla fólki slíkt, einans tí vit møguliga flyta ein part av danska landskassanum hendavegin, at vera meiri ærligir í so máta. SKULU vit hava blokkstuðul, skulu vit hava somu javnvåg í útreiðslum okkara viðvíkjandi skúlaskapi, heilsu- málum og sosialum trygdarskipanum annars, so mugu vit eisini, áðrenn talan kann vera um at flyta árliga danska tilskotið hendavegin, hava breiða og ósvikaliga lógfesta semju um føroysku býtisætlanina fyri henda danska pening. N. 4 — 23. februar 1984 Landsbankin — nær kemur hann! Javnaðarflokkurin heitir á legtingið um straks at áleggja landsstýrinum at stovnseta Landsbanka Føroya, sum viðtekur eru fyri sambært legtingslóg um føroyskan landsbanka. Uppskot til samtyktar er soljóðandi: Í september 1978 samtykti Føroya løgting log um Landsbanka Føroya. Eisini samtykti legtingið vidtøkur fyri Landsbanka Føroya og lóg um åbyrgdar- skyldu fyri stovnsfæ Lands- bankans (Løgtingstidindi 1978 Bind A, p. 81 ff.). Endamål > Landsbankans var at reka samfelagsåhuga- mål. Hetta merkir, at bankin var ætladur at vera eitt amboð í búskaparpolitikk- inum til tess at halda uppi trygg fíggjarviðurskifti. Somuleiðis skuldi bankin tryggja eina javna útbygging av føroyska samfelagnum. Meira nágreiniliga kann uppgáva landsbankans lýsast við at vísa á, at hann eftir lógini var ætlaður at vera bankasamband lands- kassans, eins og hann skuldi verið ráðgevandi hjá al- mennum myndugleikum í sambandi við lántekur uttan- lands. Harumframt skuldi Lands- banki Feroya samskipa lán- teku hjá føroyskum komm- unum. Hóast landsbankin ikki var ætlaður at vera tjóðarbanki við ellum vanligum tjóðar- bankauppgávum og tjóðar- bankamyndugleika, hevur hann kortini sambært lógina nakrar ávísar týdningar- miklar tjóðarbankaupp- gávur, t.d. at vera við til at leggja bústaðarpolitikkin til rættis. Sum kunnugt er lands- bankin enn ikki settur á stovn, hóast tað nú eru úti við fimm ár, síðan lógir og ivðtekur vórðu samtyktar á løgtingi. Figgjarliga og buskapar- liga gongdin serstakliga tey síðstu trý árini hevur prógv- að, hvussu stórur tervurin er á einum landsbanka við tjóð- arbankalíknandi myndug- leika. Fíggjarligu og búskapar ligu trupulleikarnir eru steðugt vaksandi, og er hetta til stóran meinboga fyri Feroya fólk og feroyskt vinnulív. Hóast vaksandi fíggjar- ligar og búskaparligar trupul- leikar letst landsstýrið ikki um vón, men letur bert standa til. Hesin politikkur. sum gonru tut upp á at lata standa til, at lata figgjarligu og búskaparligu gongdina fara fram sum best ber til uttan nakað slag av stýring, hevur ført til eina uttanalnds- skuld, sum er trífaldað eftir fáum árum og sum nú er uppi á 2,3 mia. Víðari hevur hesin >sum best ber til«-politikkur ført til, at útlánsrentan í Før- oyum nú er so heg, at rentu- byrðarnar eru til slíkan mein- boga fyri vinnulív og tey, sum seta búgv, at lånmøgu- leikarnir hjá kommununum ikki eru nóg góðir. Samanumtikið er stórur saknur í einum landsbanka, og Javnaðarflokkurin heldur tí, at bankin eigur at verða settur á stovn uttan meiri drál. Tað tykist tí, sum lands- stýrið onga ætlan hevur um at fremja legtingslógina um landsbankan, og flokkurin heldur tí, at legtingið má áleggja landsstýrinum nakað so sjálvsagt sum at halda landsins lógir. Tí verður hetta uppskotið til samtyktar lagt fyri leg- tingið. Á Feroya februar 1984. Atli P. Dam, Jákup Linden- skov, Hilmar Bech, Jergen Thomsen, Tórálvur Mohr Olsen, Jóannes Dalsgaard. Samgonguni undan val inum 1978 eydnaðist at fáa samtykt semingsuppskot um foroyskan landsbanka. Undir fyrstu viðgerð av málinum fríggjadagin í farnu viku bar Atli Dam fram, at hetta mál, sum meiriluti tingsins hevði framt i 1978, vegna ymsar trupulleikar, enn ikki varð sett í verk. Ávísti eisini tann meiriluta, ið enn var í tinginum fyri mál- inum og sum sostatt skuldi kunna tryggja fremjan av tingsins vidtøkum um stovn- setan av landsbankanum. Segði, at tað undir táver- andi samgongu, sum einans sat tvey ár aftaná løgtings- samtyktina, ikki varð rokkip so vítt sum til stovnsetanina og at flokkur í nýggju sam- gonguni ikki í verki vildi verða við til at fremja ieg- tingslógina um landsbanka. Málið hevur tískil ligið á láni øll hesi árini. Tað vóru ymsar orsøkir, sum lógu til grund fyri at løgtingi, 16. samtykkja uppskotið frá landsstýrinum um iands- banka Mett varð, at samfelagnum tervaði hetta amboð. Serliga hava árini, sum farin eru, synt at so er. Rentubyrðarnar fyri so væl vinnulív sum fyri tey. ið setast skulu í búgv, eru ov tungar, eins og lánimeguleik- ar kommununar eru ov vána- ligir. Atli Dam vísti víðari á, at peningavirksemið átti at verða regulerað so vit ikki skuldabundu okkum úteftir í tann mun sum higartil, og at landsbankin kundi og skuldi virka fyri rímiligari rentu- stødi, sum útlit í letuni ikki eru fyri vegna stríð føroysku bankanna ímillum. Fólkaflokkurin við Jógvan Sundstein segði seg undir viðgerðini = sinnaðan fyri skjótast møguligari stovn- setan av landsbankanum sambært samtykt tingsins. Vísti tó á at hinir samgongu- flokkarnir ikki eru sinnaðir til at akta viðtekur tingsins í hesum máli. Jógvan Sundstein viðgekk, at okkum tørvadi hetta figgj- arstyringarambod, men at uppskot javnadarfloksins, ið allir annars áttu at tikið undir við, tó neyvan kom at broyta verandi steðu, eftirsum umsitingarmyndug- leikarnir = — landsstýrið, hansara egna — ikki eru sinn- aðir at seta lógina um lands- banka í verk. Onkur hevur hug at halda, at ódemokratiska steða landsstýrisins í málinum fyri fólkaflokkin er at rokna sum sokallað »hændeligt uheld«. Følkaflokkurin visti, sambært Agnar Nielsen ur sambandsflokkinum, at talan ikki undir núverandi sam- gongu kundi vera um stovn- setan av landsbanka, so undanførslur fólkafloksins um, at málið ikki er komið víðari vegna andsteðu aðra samgonguflokka, er íkki haldgóð. Men allir fegnast vit um nýggju officiellu stødu fólka- floksins í málinum, ið sostatt kundi tryggja okkum stovn- setanina beinanvegin. Sambandsflokkurin sigur tvert nei til landsbanka. Hesin vil ikki annað enn máa steðið undan føroyska vinnu- lívinum og stýring og skila- gott eftirlit við almenna pen- ingavirkseminum er eftir teirra metan av tí onda. Sjálvstýrisflokkurin = vid Asbjern Joensen segði seg vilja taka undir við uppskoti javnaðarfloksins. Vísti á, at orsekin til at lógin enn íkki var sett í verk var skerda demokratiska arbeiðslagið, ið seinnu árini hevði rátt á tingi. Tverpolitiskt kundi ikki ar- beiðast longur, heldur ikki við teimum málum, ið annars høvdu hollan meiriluta aftan- fyri seg. Hilmar Kass úr sjálvstýris- flokkinum kom við gomlu undanferlsuni um, at hinir flokkarnir í samgonguni ikki høvdu vilja dugna málinum á nakran hátt. Tískil høvdu sjálvstýrismenn ikki kunna ávirka málið rætta vegin. Tjóðveldisflokkurin við Er- lendi Patursson lýsti sum væntað floksins samhuga við málinum og kravdi legtings- samtyktina setta í verk sum skjótast. Fegnaðist um, at fólkaflokkurin enn sigur seg at halda við gomlu sam- tyktina og at einki sostatt skuldi verið til hindurs longur fyri stovnsetan av landsbankanum. Málið varð beint til aðru viðgerð uttan nevndarvið- gerð. tjak og meiningar Vit gera lesarar okkara varugar við, at treytin fyri at faa lesarabrøv upptikin undir hesum teiginum er, at blad- stjórnin veit, hver hev- ur skrivað brevini.