Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-03-03, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. mars 1984síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 28 — 3. mars 1984 tíðindablaðið Síða 7 Tollarar og farisearar Fyrispurningur til Páll Vang, lands- stýrismann í vegamálum Við tað at einki rekist fyri bergholsgerð til Sumbiar settu javnaðar- tingmenninir í Suðuroy Atli P. Dam og Hilmar Bech saman við leg- tingsmonnunum Flem- ming og Ova Mikkelsen hin 22. februar fram so- ljóðandi fyrispurning til landsstýrismannin í vegamálum Páll Vang. 1. Kann landsstyris- maðurin våtta, at neyð- ugur peningur er ella verdur tøkur til byrjan av bergholsgerð ímillum Lopra og Sumba fyrst í komandi fíggjarári. 2. Kann landsstýris- maðurin vátta, at arbeiðið fer í gongd og at boriútgerðin, ið nýtt Tingmenn í Suðuroynni ynskja boriútgerð flutta úr Lorvík til Sumbiar Í seinastu viku settu teir fýra suður- oyartingmenninir, Páll Vang, lands- stýrismanni í vegamálum tveir fyri- spurningar viðvíkjandi bergholsgerð millum Lopra og Sumba verður ímillum Getu og Lorvík, verður flutt til Suðuroyar til nýtslu ímillum Lopra og Sumba, tá henda verðut tek um einar seks vikur. Sum viðmerking til fyrispurningin vísa Suðuroyartingmenninir Atli P. Dam, Hilmar Bech, Flemming Mikkel- sen og Ove Mikkelsen til fylgjandi. Á bygdafundi í Sumba stutt eftir álvarsliga bil- óhappið á Sumbiarvegn- um í januar-ódnini var semja um at geva m.e. landsstýrismanninum hevi til — innan ávísa tíð — at virka innan sam- gonguna fyri útvegan av fígging til bergholsgerð- ina, sum eigur at byrja fyrst í komandi fíggjar- ári. Nú eru fýra vikur til fíggjarlógin skal verða samtykt, og var tí gott at fingið upplýst, hverji stig landsstýrismaðurin hevur tikið til tess at fáa greitt hetta mál. Skulu stundir gevast, áðrenn fíggjarlógin verður sam- tykt at meta um, hvert onnur politisk stig skulu takast, er nú neyðugt at frætta frá landsstýr- inum um hesi viður- skifti. Serliga kenna vit okkum erkimlaðar av skriving legmanns um tervandi tiltøk í hesum máli, og er hendan skriv- ing tí lutvíst orsek til fyrispurning okkara. Livst so spyrst, men ikki er at vænta, at menn við ábyrgd fara at bela hesum máli, men loysa tða sum eitt hitt fyrsta, tá Lorvíkarbergholið er liðugt. Atli P. Dam, Hilmar Bech, Flemming Mikkel- sen og Ove Mikkelsen. Vit »sosialistar« hava nú aftur fingið at vita í Dag- blaðnum, at vit eru nakrir verri heidningar. Tað er nú heldur ikki fyrstu ferð at fólk hevur fingið henda »sannleikan« at vita, so fólk má fara at trúgva tí eftirhondini. Tann seinasti í hesum kóri er Lydia Arge. Hon hevur lisið í Samvirke, at William Heinesen hevur avskrivað | kommunism- una og nú liggur meira ájavnt sosialistarnar, og hann sigst framvegis at vera ateistur. Og niður- steðan er sjálvsagt, at so mugu vit ganga út frå, at hesin flokkur hevur somu fatan sum W.H. o.a., sum fáa blaðrúmd í Sosi- alinum«. Nu visir tad seg, at William Heinesen als ikki hevur sagt seg vera ateist. Men tað merkir nú ikki so nógv fyri Lydiu Arge. Hon hevur enn einaferð fingið eitt páskot at for- telja fólki, hvat tað er fyri fólk, sum Sosialurin um- boðar, og so merkir tað ikki so nógv, um grundar- lagið er í lagi ella ikki. Annars kundi tað verið áhugavert at fingið upp- spurt, hverja heimild Lydia Arge hevur til at út- tala seg um sæluna hjá fólki. Hevur hon fingið onkra opinbering, ella hevur Várharra á onkran annan hátt sett hana til dómara yvir okkum eðrum. Og hverji áhuga- mál man tað vera hon rekir við hesum pástandi. Man tað vera umsorgan fyri sosialistasálum, sum nívir hana, ella man tað vera so galið, at hon rekur erindi fyri sínar politisku harrar! Vit kenna einki til, at Várharra býtir menniskju upp eftir teirra politisku sannfering. Og tað eru jú mong, sum gjøgnum árini hava gjert krav uppá at vera kristin. Og í veruleik- anum er ikki so ringt at meta um, hverji ið bera hetta heiti av rettum. Tað eru nevniliga tey, sum við sínum lívi og erðum hava víst, at tey kunnu vera eitt fyridemi fyri onnur. Tað eru ikki hesi, sum hava skapt mótsteðu móti kristindóminum. Men tað eru afturímoti tey, sum hava brúkt Várharra sum vápn fyri at vinna sær sjálvum vald, og til at genera teirra med- menniskju. Victor Danielsen plagdi at siga, at tá hann kom til himmals vóru minst tvinni viðurskifti, sum fóru *t undra hann. Lutvist fór hann at undrast yvir, at hann fór at síggja mong har, sum hann ikki hevði roknað við at sæð. Og annars, at hann fór at sakna mong, sum hann heilt vist roknaði við at síggja. Og tíbetur verður tað ikki Lydia Arge, sum verður dómari hin eina dag. Og heldur ikki Oli Breckmann, Óla J. Ról- antsson, Jógvan Sund- stein ella Steingrím Niclassen, fyri at nevna nakrar, sum beinleiðis ella óbeinleiðis hava åbyrgd- ina av hesi stempling av flokki og persónum fyri at vera heidningar. Tað kundi hent tann dag, at nakrir av teimum heidnu »tollarunum« tá komu lika væl fyri, sum allir teir farisearar, sum sita i hvør sinum halgi- dómi á fremsta bonki og takka Gudi fyri, at teir eru so nógv kristnari og betri enn allir teir sosialistisku tollararnir. Óli Jacobsen Løgtingid — hægsti myndug- leiki? Nú eina tíð hevur verið ófert kjak um útbygg- ingarætlaninar hjá SEV og sum vera man er hetta kjakið bæði »håspent« og »energiskt«. Kilowatt í milliónvís og krónir í sama tali flúgva um oyrini á okkum, so vit vanlig fólk vita ikki, hvat »sørin« vit skulu halda. Ein missir heilt úr eyg- sjón tað, ið veruliga fer fram og tað, sum SEV í veruleikanum er í ferð við at gera. Henda tekniks adiskussiónin skúgvar heilt tann veruleika til viks, at SEV-ætlanin er størsta umbroyting av okkara náttúru, ið vit hava upplivað og hugsandi er, at eingin okkara er heilt greiður yvir, hvussu víttfevnandi ætlanin er og hverjar av- leiðingarnar verða. Tað nyttar ofta lítið at rokna upp milliónir, hund- ratals-milliónir ella milli- ardir fyri at vísa, hvussu stór projektini eru, tí tá telini blíva sterri enn tann eina milliónin, so missir vanligt fólk dimensión- irnar. Harafturímóti kundi tað sagt eitt sindur um ætlan- ina, um vit nú siga, at SEV fer at byggja 90 km. av tunnil gjøgnum Føroya land, ella við eðrum orðum, so fer SEV at bora Streymoynna tvær ferðir igjøgnum uppá longs. Vit í Norðurstreymoy ið eru farin at hugsa um at venda okkum til okkara fólkavaldu umboð fyri ekið við tí í hyggju at fáa ein 2-3 km. tunnil millum Signabe og Kaldbaksbotn eru eitt sindur undrandi, tí meguliga skuldu vit heldur vent okkum til teir, ið stjórna SEY, tí um hesir gera ein stump meira ella minni kann vist ikki betýða so nógv. Her kemur so paradoks- ið. Hyggur ein eftir, hver stjórnar SEV, so er hetta eitt kommunalpolitiskt til- tak og meginparturin av tí fólki, ið situr í toppinum og tekur tær stóru avgerð- irnar í SEV eru bygda- og býarpolitikarar, ið eru valdir inn til at stjórna teirra heimbygd/býi, ofta við tí fyri eyga at gera ein byggiplan, taka steðu til ein veg, eina vatnleiðing 0.s.fr. Nú situr tað fólkið, id er valt undir hesum fyri- treytum, og tekur av- gerðir um regulert at um- byggja hetta landið, og avgerðir við einari slíkari horisont, ið er langt, langt útyvir tað, sum okkara høgtærada løgting tekur. Vit kunnu so spyrja okkum sjålvi, hvussu ofta hevur landið ikki ligið hálva- og heilavegna í stjórnarloysi orsaka av steðutakan til ein stump av tunnil her, ein stump av tunnil der, eina ferju, eina kei o.s.fr. Alt tikið fyri nakrar fáar milliónir kr. og avgerðir við stutt- um sjónarringi. Nei, vit hava valt Fer- oya Legting og so kunnu vit vera negdir við teir, ið har sita ella ikki, til at taka landsumfatandi av- gerðir og eingin annar instansur skal taka av- gerðir í landinum við longri horisonti enn tað, ið Legtingið skal kunna. SEV er longu nú ein al- menn fyriteka og tað eiga stig at verða tikin sum skjótast at gera SEV til ein landsstovn. Hetta vildi givið Leg- tinginum reinan myndug- leika og ábyrgd av tí út- bygging, ið SEV fremur í hesum landinum og tey inngreb, ið verða gjørd í náttúruna. Haraftrat vil tað geva tann fyrimun, at vit sleppa undan alla tíðina at liggja undir einari hóttan um, at nú fer Havnin úr SEV, ella nú fer Klaksvíkin úr SEV, tí rtað er nógv, sum týðir uppá, at henda stóra útbygg- ingarætlan koyrir undir einum vissum trýsti frá slíkum argumentum. Og so til síðst nakað heilt annað, sum tykist at vera rættuliga ótolandi og tað er, at hesir kommu- nalu felagsskapirnir, tað er bæði galdandi fyri SEV og IRF við teirra útbygg- ingarætlanum. Hverja ferð, ið nakað verður sagt ímóti hesum ætlanum, so verður rópt upp um, at so og so stórt endurgjald til Hejgaard og Schultz, og hoppa vit frå IRF-ætlanum, so verður eitt so og so stórt endurgjald til Velund. Her kann ein fáa mistanka um, at teir stóru kommunalu felagsskapirnir yvirhevur als ikki eru teirra uppgávu vaksnir, tá tað kemur til stórar kontraktir, tí eingin kann kontrakta seg so- leiðis, áðrenn definitiv av- gerð er tikin, at man kann fáa millónuppæddir í bót, um broyting kemur í viðurskiftini. Vit hoyra t.d. aldrin, at Landsverkfreðingurin róp- ar upp um, at um politik- arar ikki gera so og so, so fær hann so og so nógvar milliónir í bót. Tað skuldi bara mangla. Nei! Lat okkum gera SEV til landsstovn, so kunnu vit útbyggja út frá landssjónarmiðum. Kollafjerður 01.03.84 Thomas Arabo