Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-03-03, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. mars 1984síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Leygardagur 3. mars 1984 Rætting av tí eg skrivaði um prestin Andrias Hansen Dam her í blaðnum 19/11- 83 Viggo Dalsgarð skrivar Í stykkinum, um Illu Onnu í Kvivik, ið fyri tað mesta var eftir Anton Degn, er komið eitt stórt mistak, av tí, at eg tíverri ikki hevði lisið tað, ið John Davidsen hevur skrivað í Varðanum í 33. bindi. Fyri at rætta hetta, havi eg biðið John Davidsen um loyvi at seta tað her, ið hann sigur um upprunan av Damma navninum, og takki honum her fyri beinasemi. John Davidsen sigur í Varðanum: Hin rætta Dam-slegtin. I prestatali sínum Færøernes geistlige Stat, 2. útg. Faaborg 1879, skrivar C.F. Nielsen um 10. lut- herska prestin í Norðstreymoy: 10. 9. Sept. 1724—15. apr. 1727. Anders Hansen Dam (Andreas Dambius) f. 88 i Ulfborg, Jyll.: F(ader) P(astor) Hans Andersen Dam til Ulfborg og Raasted; M(oder) Anna Maria Mavors; S(ogne) p(ræst) til Nordstrømø 9. Sept. 24; gift 5. Dec. 24. Kbh. Johanna Maria Bohm; u(den) børn; 2 gft Didrik Jensen, Kongsfæster til Sjovgaard og Høygaard i Nord- strømø; (død 15. apr. 1727; en god Prædikant, stod stundom 3 Timer paa Prædikestolen). Vidmerking: Teir bókstavir, ið standa i (), havi eg skoytt uppí.á Tó at ættfróðir menn í Kollafirði og námunda bygdum vistu at greiða frá, at Dam prestur átti dóttur, ið giftist við Jógvan bónda í Homrum, og at avkomar teirra vóru sum murran, og tó at segumenn vistu fullvæl, at C.F. Nielsen var ikki altíð eftirfarandi, so gongur hansara frásegn kortini aftur bæði hjá Chr. Heilskov og A. Degn. Í greinini Jyske Slægters for- bindelse med Færeerne (Jyske sam- linger 5. række 4. Bind: Festskrift til Carl Klitgaard) skrivar Heilskov: Navnet Dam er forplantet paa Færøerne paa en ejendommelig maade. Anders Hansen Dam, f. i Ulvborg 1688, blev 1728 (!) sognepr. til Nord- strømø. Han var gift med Johanna Maria Bohm, men havde ingen børn med hende. Efter præstens død kom hun i ægteskab med Didrik Jensen, kongsbonde i Kollefjord, og fik med ham en datter, Maren Didriks- datter, der blev gift med kongs- bonde Thomas Joensen. Deres søn, ovennævnte Jens Thomassen, til- købte sig ret til at føre navnet Dam. Sama skrivar Degn i Færøske Kongsbønder 1584-1884 s. 63: Endskønt Hr. Dam ikki efterlod sig Børn, er dog Navnet Dam meget udbredt paa Færøerne, hvilket kommer af, at en Datter af Bonden, Didrik Jensen med Fru Dam, nemlig Maren Didriksdatter, i sit Ægte- skab med Kongsbonde Thomas Joensen, Øreenge, havde Sønnen Jens Thomassen, ligeledes Kongs- bonde sstds., som tilkøbte sig Ret til at bære Navnet Dam. Legið er, at hesir skilamenn ikki hava vitað, at fólk fingu ikki loyvi at keypa sær nýtt navn fyrrenn við lóg frá 22. apríl 1904. Utlendsk ættarnøvn sum Dam, Debes, Eisenberg, Mohr, Miller, Wang, Wenningstedt, Weihe og fleiri hava ikki verið borin í kallleggi líka frá sínum fremmanda upphavi, ei heldur eru tey keypt. Tað hevur gingið til her á sama hátt sum aðra- staðni: >Da der ikke fandtes Lov- regler for Antagelse af Slægts- navne, florerede Navnelaan og Navnerov«. (Fabritius og Hatt. Haandbog i Slægtsforskning, s. 277). Fara vit út á skjalasavnið fyri at fáa greiði á hesum máli, so finna vit í Geistlighedens Skrifteprotokol 1679-1729 fol. 173 og 175, at Anders Hansen Dam doyði longu 6. januar 1727, og at »Arvingerne i Sterfboen vare Enken Mad. Johanne Maria Dams, hvis Lauværge blef kaaret og sat velagte Daniel Hansen av Qval- vig, som personlig medte, og Datte- ren Anna Kristine Andersdaater, hvis Formynder blef constitueret Joen Heinesen af Skallinge, som og self indfant sig«. Tá ið skift varð eftir Didrik við Sjógv (Skifteprotokol 1761-79, fol. 207b; brævið er uppsett í 1771, men er ikki dagfest), varð tilskilað í skiftibrævinum: »MB. af oven anførte 120 fl. 5 sk. Gield p.p. bekom Joen Andersen paa sin Hustrus Vegne 46 fl. 6 sk. imod den Broderlod, som Enken efter hendes sl. første Mand Hr. Anders Dam paa Skiftet oppebar, saasom forne. Joen Andersens Hustru er eneste Barn af Samme første Ægteskab«. Av manntalslistanum 1. febr. 1801 sæst, at Anne Christine Dam, 76 åra gomul og einkja, er at vera i Homrum; hon mundi doyggja ikki nógv år eftir tað. Skifti eftir hana havi eg ikki funnið, men av eðrum skiftibrevum fáa vit at vita, at hon átti fýra synir og eina dóttur. I. Elsti sonur, Andras, var feddur 13. september 1749 og festi 13. apríl 1778 annað Hamrafestið (4 merkur): hann var giftur; men doyði barn- leysur 2. juli 1814. II. Símun Petur, gamli Símun á Todnesi, doyði 10. aug. 1848, 93 ára gamal; fyrra kona hansara skriv- aðist Anna Elisabeth Poulsdatter, men ikki havi eg fingið uppspurt, hvaðani hon var slektað; hon doyði í 1807, og áttu tey átta bern saman: 1) Jógvan bleiv bóndi í Koltri. 2) Páll búði í Fornanum í Kollafirði. 3) Jóhanna Lísbita giftist við Sámal bónda á Miðgerði. 4) Greta í Toftum í Vestmanna var tvær reisur gift. 5) Katrina Malena giftist við Rasmus í Koltri. 6) Sára Maria giftist við Andras á Hegaryggi á Strondum; tey áttu einans son, Óla Jákup, ið var gamal drongur. 7) Hans Niklái var húskallur á Velbastað og doyði har. 8) Símun Petur var á ellisárum at vera hjá bróðurdóttrini í Havn, Kolturs-Onnu. Seinna kona Símunar var Magga, dóttir Hanus í Toftum í Hósvík og Lísbitu Díðriksdóttur við Sjógv; tey vóru so systkinabernini at kalla; hon doyði 30. september 1843, 76 ára gomul. Trý vóru bernini í seinnu giftu: 9) Janus var ógiftur at vera hjá beiggjanum. 10) Kristianna giftist við Pól á Kinn á Hvítanesi og doyði 1898 um 90 ára gomul. 11) Hanus búði í Fornanum. III. Jóhannis festi 20. august 1798 hinar fýra merkurnar í Homrum; hann doyði 10. oktober 1842, 80 ára gamal; kona hansara, Katrin, var dóttir Dånjal á Signabe; hon doyði 28. mars 1853, 77 ára gomul; skifti havi eg einki funnið eftir tey, men tey hava helst ikki átt meir enn tvær døiur. 1) Anna Lísbita giftist við syst- kinabarni sínum Hósvíks-Nikláa. 2) Stina giftist við Díðriki sysi- kinabarni sínum. III Díðrikur í Húsinum var eitt skifti uppsitari á Kjalnesi; hann doyði 21. februar 1841, 76 ára gamal; kona hansara Súsanna var úr Sjúrðarstovu (?) á Toftum; tey áttu seks synir. 1) Niklái hevði sum ungur tænt í Hósvík; hann giftist við Onnu Lis- bitu og fekk festið eftir pápabeiggja sín. 2) Jógvan búði í Húsinum. 3) Dánjal búði norður í Sundinum. 4) Andreas var húskallur á Heyg- um í Vestmanna. 5) Díðrikur giftist við Stinu og bú- settist á Hvítanesi, hann doyði ungur. 6) Janus búsettist á Stykkinum. V. Johanna Lísbita, einkardóttir Stinu í Homrum, doyði fyri 1795; hon var tvær reisur gift; í fyrru giftu vóru tvey bern, í seinni eitt. Fyrri m aðurin æt Janus og var sonur Óla á Oyrareingjum og Onnur Díðriks- dóttur við Sjógv; seinni maðurin skrivaðist Ole Michelsen, men hvað- ani hann var slektaður, er mær ikki greitt. 1) Jógvan vaks upp í Homrum og skuldi hava garðin eftir Andras pápabeiggjan, men doyði, áðrenn hann hevði fest; hann var giftur og átti trý bern. Einkjan, Birita Sámalsdóttir av Todnesi, giftist aftur við Vága-Nikláa, ið var sonur Jóhannes á Todnesi. 2) Anna Sofía doyði ung. 3) Kristina Malena giftist við Símun í Selvindi. Nú fari eg at gevast — enn líður einki at siga frá ellum eftirkom- arunum hjá Dam presti. John Davidsen. Enn eina ferð, skal John Davidsen hava tekk fyri beinasemi. Viggo Dalsgaarð