leygardagur 3. mars 1984síða 11
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
| Leygardagur 3. mars 1984
Stakkastásið
Nakrar viðmerkingar til >Úr Dalsgarðs-
søgu« í Sosialinum nr. 10 í ár
For
PPT
Stakkaståsid, sum Elisabeth og Petur Andreassen, eiga. Å myndini er eitt belti og tvær stakka-
nålir — gjørt i 1725
Kúlan á stakkanálini er fínasta handverk
Eg og fleiri við mær munnu við
áhuga hava lisið brotini Úr Dals-
garðssegu, sum fróðarmaðurin
Viggo Dalsgaard hevur skrivað og
vónandi heldur á við at skriva í Sosi-
alinum.
Eg havi eina lítla viðmerking ella
rætting til tað, sum hann skrivar í
Sosialinum nr. 10 — 21. januar
1984. Tá ið Jákup Jóansson á seinnu
ferð síni til Danmarkar í 1679
spurdist ikki aftur í aftur, komu
tvær kistur við vidførinum aftur til
Feroya. Í aðrari var stakkastás, ið
hann hevði keypt til konuna. Og
sigur Viggo: >Hetta stás man onkur
av detrum Hanusi Kamban hava
nú. Tað var arvað til Skúvoyar úr
Dalsgarði við eini abbadóttur Jakup
Jóansson, sum giftist úti í Stovu í
Skuvoy«.
I békini Søgur og søgubrot eftir
Jéannes Dalsgaard er henda frå-
søgnin, sum hann hevur eftir
Enokki á Skarvanesi (f. 1838):
„Ein maður uttan úr Stovu í
Skúvoy fríggjaði til dóttur Páls;
hetta var ikki væl umtókt av for-
eldrunum at gentuni. So einaferð
Páll og konan hevdu verið í Havn,
var gentan rýmd av húsinum, tá tey
komu aftur. Skúvoyingar hevdu
verið eftir henni. Hon hevði tikið
aðra kistuna, ið heim kom eftir
deyða Jákups Jóanssonar, ið var
abbi at gentuni. Eitt vindeyga
hevdu teir tikið úr fyri at fáa
kistuna út. Fýra mans skuldu bera
kistuna á Mølina. Tá tey eldru komu
aftur úr Havn, var eingin dóttir.
So gingu nekur ár, samband hevði
einki verið millum foreldur og
dóttur. Skúvoyingar hevdu verið í
Havn til 6lavsøku og løgdu at landi i
Skålavik; tå kom ein smådrongur
niðan frå båtinum. Hann møtti
einum gomlum manni uppi å Keldu,
og maðurin spyr drongin, hvørji for-
eldur hansara eru. Drongur sigur so,
hvørji tey eru, og at tey eru vid i båt-
inum. So sigur hesin gamli maðurin:
»Eg eri abbi tín, Páll i Dalsgarði. Tú
skal fara oman til bátin og biðja
pápa tín og mammuna koma nidan«.
Hann so gjerdi, og síðan var sátt og
semja teirra millum.
Tað stakkastás, ið var í ogn teirra
Hanus Kambans og konu, er eftir
segnini komið til Skúvoyar við hesi
Dalsgarðsdóttur<É.
Hvussu nógv er nú í hesi segnini?
Eg fari at lata skjølini tala, og tey
siga nakað heilt annað.
Skúvoyingurin, sum fríggjaði til
dóttur Páls, var Janus úti í Stovu (f.
1713, bóndi 1738-1778, deyður
1796), og gentan var Anna Páls-
dóttir (f. um leið 1704, deyð 1786)
yngsta dóttir Páll í Dalsgarði.
Og hvat sigur kirkjubókin fyri
Skálavík?
Har stendur, at Páll doyði um
mikkjalsmessuleitið 1727, og at
Anna og Janus vórðu trúlovað 13.
august 1738 og gift í Skálvíkskirkju
24. sept. sama ár. Tey vóru trímenn-
ingar við tað, at ommurnar báðar,
Kristin og Katrin vóru systrar,
detur Harra Klæmint. Einasti sonur
teirra, Oli, hann, sum eftir fråsøgn-
ini hjá Enokki skuldi meta abba
sínum uppi á Keldu, er feddur í
1740, doyptur 7. desember.
Tá hevði abbin, Páll, ligið í grevini
í 13 ár.
Páll í Dalsgarði var giftur við
Rakul Sámalsdóttur, sum menn
halda hevur verið úr Lamba. Hon
doyði í 1705, og árið eftir sekir Páll
um at sita við óskift búgv. 5. mai
verður so endaliga skiftið eftir
Rakul Sámalsdóttur millum Pállog
bernini. Hetta skiftið er sera áhuga-
vert, tí tað gevur eina mynd av
einum valahúsi í Feroyum um ár
1700. Her skal tó bert verða tikið
við tað, sum hevur við stakkastásið
at gera. Í skiftinum eru fýra stakka-
nálir, og har stendur soleiðis:
1 selvforgyldt Nall med 19 Lev og
Plade 7 gl.
1 ditto med 15 Lev 7 gl.
1 ditto mindre, forgyldt paa begge
sider 3 gl. 10 Sk.
1 ditto forgyldt paa den ene side
2 gl.
Tad at hesar nålir høvdu 19 og 15
leyv, sigur einki um, hvussu nógv
leyv hava verið upprunaliga, tí
okkurt kann hava verið dottið úr og
misfarist. Tær báðar nálirnar, ið
vóru eftir Hanusi Kamban og konu,
høvdu 22 leyv hver.
Hvat nálirnar í skiftinum eftir
Raku! Sámalsdóttur hava verið
mettar í virði, sæst av, hvat neyt og
seyður er mett til. Ein góð kúgv var
mett til 4 gyllin og ein ærseyður til
10 skinn. Sostatt vóru nálirnar við
19 og 15 leyvum hver mett móti út
við tveimum kúm ella 14 ærseyðum.
(Í búnum var eisini eitt belti »af rødt
Fløyel med forgyldt Sølvbeslag«
mett til 32 gyllin ella tað sama sum
8 kýr ella 64 seyðir! Hetta beltið
arvaðu tveir av breðrunum, Jákup
og Rasmus).
Í hjúnarlagnum vóru fimm breður
og fimm systrar. Stakkanálirnar
vóru fýra, so ein systirin mátti
verða við sviðið soð, hóast allar
sjálvsagt fingu sín systralut. Og
tann, ið var við sviðið soð, var júst
henda Anna, ið giftist við Janusi úti
í Stovu, hon var jú yngst av systr-
unum og fekk onga nál. Sostatt er
segnin hjá Enokki um, at hetta
umredda stakkastásið kom til Skúv-
oyar við hesi Dalsgarðsdóttrini, ikki
bein ísum so mangar).
Elsta systirin Kristin (f. 1688 d.
1741) fekk nálina við 15 leyvum.
Hon giftist 1721 við Óla Joensen
undir Hagabrekku (d. 1728).
Tey fingu bara eina dóttur, Rakul
(f. 1723), sum eg komi aftur til
seinni.
Næsta dóttirin Rakul fekk nálina,
sum var gylt á báðum síðum. Hon
var ógift og búði hjá beiggjanum
Rasmusi. Hon doyði 11. okt. 1776
87 ára gomul.
Triðja dóttirin, Elsuba (f. 1694),
fekk nálina við 19 leyvum. Hon var
gift við Rasmusi, bónda á Ryggi í
Miðvági, í 1744 er hon einkja og býr
á Ryggi.
Fjórða dóttirin, Karin (f. 1702),
fekk nålina gylta å adrari siduni. I
1744 er hon ógift og er at vera hjá
beiggjanum Rasmusi.
Fimta døttirin, Anna, fekk sum
nevnt onga.
Viðvíkjandi kistuni, sum fýra
mans vóru um at bera á Mølina, er
bert at siga, at her kemur fram tann
serstaki fráseguháttur, sum er so
eyðkendur fyri Enok á Skarvanesi.
Tær stakkanálir, sum »onkur av
detrum Hanus Kamban hevur nú<
hava aldri verið í teirri kistu, sum
var send upp til Feroya aftan á
deyða Jákups Jóanssonar í 1679 av
teirri einfaldu orsek, at tær eru
gjørdar í 1720. Báðar eru stemplað-
ar við somu stemplum, DSK og niðri
undir 1720. DSK merkir Daniel
Schwartzkopf. Hann var silvur-
smiður í Keypmannahavn, fekk sær
egnan verkstað um leið 1698, er
umtalaður 1699-1727. Deyður 1736.
CL merkir Conrad Ludolf (1679-
1729), hann var Stadsguardein, t.e.
tann embætismaður, ið hevði um
hendi at vátta fínleikan av edlum
metallum í ellum gull- og silvur-
lutum. Siðan er staðarmerki fyri
Keypmannahavn, trý torn, og niðri
undir 1722, og so mánaðarmerki
juni.
Tvær systrar úr Skálavík giftust
til Skúvoyar. Tær itu Kristin og
Sissal Tróndadetur. Kristin giftist
riðri í Búð, og Sissal giftist 1771 við
ola bónda úti í Stovu. Móðir hesar
báðar systrarnar var ådurnevnda
Rakul Óladóttir, og faðirin Tróndur
Lukasen. Henda Rakul var dóttir
Óla undir Hagabrekku og Kristina í
Dalsgarði. Gamla Olevina niðri í
Búð í Skúvoy, ættað av Skarvanesi
f. um leið 1860 hevur einaferð sagt
fyri konu míni og mær, at henda
Sissal hevði vid sær »stakkastås,
nålir, beltir, mallur, brúðarskeiðir
og ein brúðarklædning og onnur
konufélkaklædir«. Tað vil so til, at
skifti er til eftir ommudóttur hesa
Sissal, sum eisini æt Sissal. Hon var
gift við Hanusi úr Búðini í Skúvoy,
sum festi Útistovugarðin við henni
við tað, at einasti bróðir hennara,
Óli, datt oman á ungum árum. Í
hesum skifti, har hvert nikk og
pikk er tikið við av tí, hon átti av
klæðum og eðrum, er einki nevnt um
nakað stakkastás. Hon doyði ung,
bert 37 ára gomul, frá fimm bernum.
Skifti er eisini eftir faðir hennara,
Janusi, sum doyði árið eftir. Heldur
ikki her er nakað stakkastás nevnt.
Sonur hesa Sissal og Hanus var
Janus úti í Stovu, sum gav soninum
Hanusi Kamban og konuni, Mariu,
hesar nevndu stakkanálirnar og eitt
gylt belti.
Einki er at ivast í, at hetta stakka-
stásið hevur verið í húsunum úti í
Stovu í fleiri ættarlið, hóast tað ikki
er nevnt í ådurnevndu skiftum. Tað
sigst, at úti í Stovu hava verið fýra
stakkanálir. Einari skal ein prestur
vera farin við, sigst, hvar so tann
fjórða er farin, veitst ikki.
Mær er sagt, at fleiri slíkar
stakkanálir (ella stakkastás) hava
verið ymsastaðni í Feroyum, ein er á
forngripasavninum í Havn, komin
úr Getu, og eina havi eg sæð niðri á
Nationalmuseinum.
Petur Andreassen