Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-03-03, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. mars 1984síða 12

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Virki á landi — fiskiflotin og nýggj framleiðsla Eitt av «unmum føroysku virkj- unum, sum i mong år hevur gjørt útgerð til fiskiflotan — bæði til snellu-, linu-, garna- og trolveidu — er maskinverkstadurin »J. K. Joensen og Sonvr« í Miðvági. Tað er m.a. her, at tann kenda >Vágasnellan< verður gjerd. Tað arbeiða í dag umleið 50 fólk á hesum virkinum. Og tað hevur eydnast at fylgja so væl við tíðini og laga framleiðsluna til broyttar umsteður, at tað enn ongantíð hevur verið neyðugt at biðja arbeiðsfólk fara til hús. I dag er hetta virkið á einum vega- móti. Meðan ein nærum ótarnað útbygging er farin fram av okkara fiskiflota tey seinastu árini, so er nú okkurt, sum bendir á, at vend er við at koma í. Bæði fiskifreðingar og fiskivinnuráð mæla myndugleikunum frá at geva loyvi til innflutning og bygging av fleiri skipum, tí fiskastovnarnir verða ov nógv troyttir sum er. Tað er greitt, at virki á landi, ið framleiða útgerð til fiskiflotan, nú fara at merkja støduna. Tíðindablaðið Sosialurin vitjaði her- fyri inn á gólvið á maskinverk- staðnum í Miðvági, har vit tosaðu við stjóran, Bjarna Joensen. Hann hevur í nøkur ár arbeitt við ætlanum at fara undir framleiðslu av vindmyllum í Føroyum. Maskinverk- staðurin í Miðvági tykist at egna seg væl til slíka framleiðslu umframt tað teir gera til fiskiflotan. Leygardagur 3. mars 1984 | Maskinverkstaðurin i Miðvagi skal nú gera vindmyllur — Okkum tervar eina avbjóðing. Eg haldi, at ein slíkur stovnur sum SEV átti at komið við hesi avbjóðing. Tað eru so mangir verkfreðingar, ið í hesum landi, sum terva eina avbjóðing — ikki minst tá talan er um útbygging av orkuskipanini. Tað er Bjarni Joensen, stjóri á maskin- verkstaðnum »J. K. Joensen og Sonur« í Miðvági, sum sigur hetta. Hann hevur nú í trý ár verið við í arbeiðinum at byrja framleiðslu av vindmyllum í Feroyum. Sjálvur heldur hann, at nú má okkurt henda, skal ikki øll henda ætlan detta niðurfyri. — Vit hava altíð roynt at fylgja við tíðini og laga framleiðsluna til tær broyttu umsteðurnar, sum hava verið. Eisini nú tá nógv verður tosað um, at fiskiflotin er nóg stórur, eru vit tilreiðar at royna nýggjar leiðir. Tað er Bjarni Joensen, stjóri á maskinverkstaðn- um »J.K. Joensen« í Mið- vági, sum sigur hetta. Hann vísir á, at meðan teir higartil serstakliga hava hildið seg til upplýsingar frá fiskimonnum, skip- arum og reiðarum um út- byggingina av flotanum, so ber nú eisini til at halda seg til upplýsingar, sum Fiskivinnuráðið = kemur við. — Eg haldi sjálvur, at Fiskivinnuráðið hevur sera stóran týdning fyri eitt virki sum okkara og annars fyri alt samfelagið. Tað gevur okkum eina neyva mynd av verandi steðuni í flotanum og vísir samtíðis á, hvønn veg tað ber og eigur at bera. Í tilmælum sínum hevur Fiskivinnuráðið m.a. sagt, at fleiri skip mugu ikki leggjast á heimagrunn- arnar, tí teir verða nóg nógv troyttir sum er. Hetta fer so helst at hava við sær eina niðurgongd í eftirspurninginum eftir útgerð so sum trolspelum o.l. til fiskiflotan. Bjarni Joensen heldur to, at virki å landi eiga at fylgja vid, hvat hendir innan fiskivinnuna. M.a. verður nú so nógv tosað um, at fiskurin er í ov vánaligum standi, tá hann kemur fram til keyparan. — Hetta og so tað at neyðugt er at fáa meira burtur úr minni av fiski setur ávís krev til verandi fiskiskip eitt nú, at arbeiðsdekkið er bygt upp rationelt, og at tað ber til at arbeiða fiskin væl og virðiliga. Her royna vit at fylgja við, sigur Bjarni Joensen og vísir á, at teir gera ymsa útgerð í samband við sjálva viðgerðina av fiskinum umborð, eitt nú flutningsbond. Hvat annars viðvíkur arbeiðinum hjá Fiski- vinnuráðnum, so metir Bjarni Joensen, at tá talan er um at finna fram til, hverji skip hava mest rationellu og rettu arbeiðsgongdina og við- gerðina umborð, so afti hvert einstakt skip at verið kannað heldur enn at havt meðaltel fyri bólkar av skipum. Vindmyllur Maskinverkstaðurin í Miðvági hevur sum tann fyrsti her heima roynt eina nýggja og óroynda leið: nevniliga at framleiða vindmyllur. Tað eru meira enn trý ár síðani, at tær fyrstu fyri- reikingarnar vórðu gjørdar til tess at fram- leiða vindmyllur. Birgir Enni á Tveroyri, sum hevði arbeitt saman við kenda danska vindmylnu- byggjaranum, Christian Riisager, kom aftur til Foroya og við sær hevði hann Riisager, ið var hugaður at byggja sínar vindmyllur í Føroyum. Eitt samarbeiði kom í lag millum teir báðr og SEV letur nú ein ávísan kw-prís fyri ta orku, sum vind- myllan her framleiðir. Her síggja vit vindmylluna uppi á Vesturtúgvu í Vágum Bjarna Joensen í Miðvági, og úrslitið varð, at eitt nýtt felag varð sett á stovn. Felagið fekk navnið »P/f Riisager Elvind- myllur«. Ætlanin við hesum felag var, at Chris- tian Riisager skuldi tekna vindmyllurnar, meðan Orkuráðið: verkstaðurin i skuldi gera tær. Christian Riisager, sum er millum frægastu vind- mylnubyggjarar í Dan- mark, fór beinanvegin í gongd við at tekna eina heilt nýggja myllu. Myllan varð síðani gjord Miðvági Positiv kanningar- úrslit frá vindmyllu Orkuráðið hevur nú gjørt måtingar av vind- mylluni i Vågum i eitt år. — Úrslitið er rættiliga positivt, vind- myllan koyrir, sum hon eigur. Har er einki at havast at. Tað er formaðurin í Orkuráðnum, Jóannes Hansen, sum sigur hetta í samreðu við Sosialin. Uppá fyrispurning um tað ikki er rætt at fara undir framleiðslu av fleiri vindmyllum nú sigur Jóannes Hansen, at hetta er ikki nakað, sum Orkuráðið skal taka steðu til. — Okkara uppgáva er at gera royndir og kanningar í samband við vindorkuna. M.a. hvussu vit kunnu tillaga vindorkuna til føroyska orkukervið.