leygardagur 3. mars 1984síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Leygardagur 3. mars 1984
Orð og myndir: Jan Miiller
liðug á verkstaðnum í
Miðvági og varð sett upp
á Vesturtúgvu omanfyri
Sandavág. Har hevur hon
staðið síðani. Tað er nú
tvey ár síðani, hon varð
sett upp.
Upprunaliga varð
ætlanin at gera fimm vind-
myllur og seta tær upp í
Feroyum — fyrst sum ein
roynd at vita, hvussu tær
riggaðu.
Avgjert varð tó at
steðga hesi framleiðsluni,
tá Orkuráðið kom inn í
myndina. Tá vóru so
kortini triggjar vind-
myllur aftrat um at vera
klárar at seta saman. Tær
liggja í letuni á verk-
staðnum í Miðvági.
Orkuráðið ynskti at
gera mátingar av mylluni
og av vindinum, har hon
stóð. Hetta arbeiði hevur
tikið umleið eitt ár. (Sí
úttalilsi frá formanninum
í Orkuráðnum í aðrari
grein á blaðsíðunum).
SEV — verkfreð-
ingar og avbjóðing
— Men nær kunnu vit so
rokna við, at tit byrja
framleiðslu = av vind-
myllum?
Bjarni Joensen: — SEV
hevur ein vissan einkar-
rætt til framleiðslu av el-
orku í Feroyum. Tí eru
nógv fólk uppi í tí arbeið-
inum. Av somu orsek
verður eisini rættiliga
nógv kjak, hverja ferð
SEV byrjar okkurt slíkt
arbeiði. Taka vit t.d. sein-
astu vatnorkuútbygg-
ingina, so hevur hon verið
nógv umtalað. Hyggja vit
so eftir teimum mongu
verkfrødingunum, sum
eru í landinum og sum
vilja sleppa framat, so
síggja vit, at tað í letuni
mest er eitt kjak um, hvat
vit ikki skulu gera.
Sjálvur haldi eg ov lítið
álvara er í hesum kjaki, tí
okkum tervar eina veru-
liga avbjóðing. Eg kundi
t.d. hugsað mær, at SEV
gjørdi okkurt fyri at bj
bjóða hesum stóra sak-
kunnleika sum verkfreð-
ingarnir eru, av. Teir eru
jú eisini ein orka í sær
sjálvum.
Á sama hátt kundi eg
hugsað mær, at vit sum
arbeiða við vindmyllum,
fingu eina ella aðra av-
bjóðing.
— Hvussi skuldi slík av-
bjóðing sæð út?
— T.d. kundi SEV lagt
út við at sagt, at teir
ynskja at fáa nakað
burturúr vindorkuni og at
teir í tí sambandi tí settu
tær og tær treytirnar.
Men tíanverri tykist tað
ikki, sum vindorkan hevur
so høgan prioritet í løtuni.
Ti mugu vit so gera nakað
fyri at vekja áhugan, og
tað gera vit so eisini.
SEV vil gjalda fyri
vindorku
Bjarni Jeonsen sigur, at
teir hava fingið at vita frá
SEV, at nakrar vind-
myllur kunnu setast upp.
Elsini hevur SEV latið
teir vita, at SEV letur ein
ávísan kw-prís til teir,
sum hava vindmyllur.
— Hetta meti eg sum
eitt framstig, hóast prís-
urin er sera lágur. Men
hetta er so ein orsekin tiol,
at tað nú verður arbeitt
við einum konkretum
projekti.
Bjarni Joensen vísir á,
at ætlanin er at byggja
fimm vindmyllur og seta
tær upp í Vágum. Tað er
P/f Riisager Elvindmyllur,
sum skal hava hesar vind-
myllurnar. Nú verður so
arbeitt við at skaffa
fígging til projektið.
Tá fíggingin fyriliggur
verður farið undir at gera
Gamli verkstaðurin, ið tó framvegis verður brúktur
myllurnar og verða tær
settar upp so skjótt til
ber.
— Tað hevur nógv at
siga, at vit hava fleiri
vindmyllur standandi her,
soleiðis, at m.a. fremm-
andir keyparar kunnu
síggja, hvussu tær virka,
og hvat tær geva av orku.
Kunnu vit seta upp ein
slíkan lítlan vindmylnu-
garð, so ber eisini til at
gera tær broytingar, sum
meguliga verða neyðugar
fyri at fáa sum mest
burtur úr framleiðsluni og
at leingja um livitíðina.
— Ynskir so onkur eina
vindmyllu beinanvegin, so
fær hann hana.
Bjarni Joensen sigur
víðari, at teir hava havt
eitt ávíst samstarv við
Orkuráðið og vónar hann,
at teir framyvir kunnu
hava eitt gott samstarv
tann vegin.
Nú má okkurt
henda
Men hann dylur tó ikki
yvir, at nú má okkurt
ítekiligt henda, skal
nakrantíð vindmylnu-
framleiðsla byrja í Fer-
oyum.
— Steðgurin hevur verið
sera drúgvur, hóast eg
haldi tað vera rætt, at vit
fáa eitt fótafesti í Før-
oyum, áðrenn vit av
álvara fara at framleiða
myllur til útlandið.
Okkara figgjarstøda
versnar år undan åri, ti vit
ikki sleppa at framleida.
Har marknaðurin so
krevur av okkum, at vit
seta upp vindmyllur nú
beinanvegin, har haldi eg
tað er klókt at gera tað.
Bjarni Joensen sipar við
hesum orðum m.a. til
vitjanina av einum
amerikanara í síðsta
mánað. Hesin
amerikanarin ynskti at fáa
Snellurnar, sum miðvingar eru víðakendir fyri
í minsta lagi eina vind-
myllu til USA í hesum
árinum, skuldi nakar
hugsingur verða um at
selja fleiri slíkar vind-
myllur í 1985 og árini
aftaná.
Hvat viðvíkur at gera
eina góða vindmyllu í
Vágum, so eru tað tvey
hevuðskrev, sum ein slík
mylla skal lúka fyri yvir-
hevur at vekja áhuga.
Fyri tað fyrsta skal hon
framleiða nógv í mun til
tað hon kostar. Haraftrat
skal livitíðin vera long.
Hvat prototpyuni uppi
á Vesturtúgvu viðvíkur,
so hevur hon prógvað, at
livitíðin er í lagi. Hon
hevur nevniliga staðið seg
í ellum veðri.
Eisini framleiðir hon
nógv. Nakrir nýggir
veingir eru júst settir á
hana og við teimum tykist
myllan at fáa eina sera
stóra framleiðslu. Vind-
megin skal bert vera 12 til
13 metrar pr. sekund, fyri
at myllan fær fulla fram-
leiðslu. Metingar vísa, at
myllan við hesum veingj-
unum, kann koma uppá
250.000 kwt. um árið.
Hetta er næstan tvífalt
tað, sum myllur av somu
stedd aðrastaðni koma
upp á. Hesi tel skulu tó
takast við fyrivarni enn.
Hóskar væl at gera
vindmyllu í Vágum
— Men hvussu hóskar slík
framleiðsla seg á verk-
staðnum í Vágum?
— Tað skulu ikki gerast
stórar broytingar til tess
at kunna gera vindmyllur.
Tað er tó greitt, at verður
talan um stóra fram-
leiðslu, so má orkan
økjast.
— Vit hava útgerð til at
gera vindmyllur. Eg
trúgvi heldur ikki tað
verður nakar trupulleiki at
gera tær fyrstu 20 til 50
vindmyllurnar. Og vísir
tað seg at vera ynskiligt
at gera enn fleiri, so er tað
einki til hindurs fyri at
ekja um tær tungu
maskinurnar. Vit hava
eitt boriverk, sum vit
brúka til at gera gearkass-
arnar við og vit hava
longu bilagt eitt sterri
boriverk aftrat.
Av eðrum uppgávum er
so sveising og skeri- og
maskinarbeiði. Her eru vit
væl útgjerdir, og verður
neyðugt við nýggjari út-
gerð, kann hon fáast til
vega.
— Hvussu við fólk-
inum?
Her verða eingir trupul-
leikar. Tá talan er um slíkt
sum trolspel hava vit
sjáldan gjert seriur.
Tvs. at vit hava fólk,
sum eru kunnug á fleiri
ekjum. Fáa vit nú eina
framleiðslu = av vind-
myllum, har talan verður
um seriur, so kann ein og
sami maður gera ávísar
uppgávur. Tað skuldi so
givið meguleikar fyri
nýggjum arbeiðsplássum.
— Men er ikki vandi
fyri, at tit fara at koyra
fólk til hús?
— Vit hava ongantíð
koyrt fólk til hús. Tað fara
vit heldur ikki nú. Tvert-
urímóti kann talan verða
um at seta fleiri fólk, um
vindmylnuframleiðsla ke-
mur í gongd av álvara. Og
tað vóni eg, endar Bjarni
Joensen.
Verkstaðurin í Miðvági, sum nú ger klárt at byrja framleiðslu av vindmyllum — um
fígging fæst