týsdagur 6. mars 1984síða 6
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið
Utgevari: p/f sosialurin
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Miilier
tíðindablaðið
Argjavegur 26
Postsmoga 76,
3800 Tórshavn
telefon 11820
Politiskur- og fyritaksblaðstjóri: Krisjan Dahl
Bladfélk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen og Jéhann Mortensen
Verja og vaka
FØSTUINNGANGURIN farni er
sum kunnugt åminning um byrjan-
ina til sváru royndartiå Sonar
Hansara, ið øllum valdar, skuldi
igjøgnum til tess at ætlada bjarg-
ingarverkið skuldi gerast full-
komið — og ikki minni fyri at geva
fólkinum hevi til at skilja týdning-
in av teirri offurgerð, ið seinni
skuldi verða til so ómetaligt gagn
fyri mannabørnini her á foldum.
EISINI vit bíða eftir teimum sam-
felagsligu atgerðum, ið neyðugar
eru dag frá degi, um politiska
royndartíð landsbarnanna íkki
skal vera til fánýtis burturav. Bíða
tolin í vónini um, at okkum fyrr
ella seinni gevst bert eitt brá av al-
ráðandi landspolitisku ætlanum
teirra, ið atikid sær hava leiklutin
ikki at vera millum teirra sum bíða
eftir tí forloysandi, sum koma
skal, um annars vónfátæka bíðan
okkara ikki skal vera heilt til
fánýtis
VAPNAHVILD stríðandi partanna
imillum er avgjørt ikki at lasta,
heldur ikki tå tad snyr seg um
undrunarsama friðarlæti sam-
gongumanna ímillum.
ALTVALDANDI friður sum
okkara, ið heimurin annars man
øvunda okkum, kundi í sjálvum
sær verið tað, ið neyðugt var til
tess, at hver einstakur okkara
kundi skipa lív sítt í hesum sam-
felag eftir teim siðsómareglum, ið
flest okkara hóast alt kundu
hugsa okkum at liva eftir.
TREYTIN fyri áhaldandi semju-
tilveru landsbarnanna er bert tann,
at samfelagið er í ávísari javn-
støðu vid seg sjålvt, at fólkanna
tørvur so dånt er nøktadur í sama
mun fyri hvønn einstakan.
ØLL eru vit ymisk, tíanbetur, og
tann tørvur hver einstakur sam-
felagsborgari hevur loyvt sær at
meta sum sín er enn meiri fjøll-
Uppseting: p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981
oddagrein
broyttur — hetta í stóran mun
vegna tær enn ójgvnu samfelags-
sæmdir, id fallnar eru hverjum
einstøkum i lut.
AT so skal vera, er ikki bara gott.
Tolni teirra, ið mest lata um seg
ganga, kann ikki longur góð-
kennast sum politiskt amboð hjá
teimum, ið grimastir eru í samfel-
agsligum sjålvsøkni. At alt tað
nógva, ið liggur á láni í hesum
samfelag, kundi verið vidgjørt og
betra um, um politiska royndar-
skeið samgongunnar hevði verið
hóskandi stytri, er eingin ivi um.
SKJØTIL hevði verið settur á fjøl-
táttan av framleiðslu okkara.
Neyðug tiltøk høvdu verið framd
til tess at laga fiskivinnu okkara
eftir núverandi treytum, ið sam
gongumenn enn ikki vilja
viðganga at vera so mikið broytt-
ar, at álvarslig nýhugsan er fyri
neyðini eisini her.
UTTAN- og millumlandasiglingin,
tað verið seg privat ella alment
ríkin, hevði verið loyvt meiri skila-
gott og meiri samsvarandi fyri-
litarkendum aðalreglum, ið alsamt
verða at fylgja, tá tað snýr seg um
nýtslu av skattgjaldaranna
peningi.
TAÐ hevði verið tolt alment at tala
um tað arbeiðsloysi, ið veruliga er,
serstakliga millum ungfólkið.
VIÐTØKUR løgtingsins um lands-
banka høvdu verið framdar, um
sanna fólkastýrinum aftur hevði
verið lív lagað.
ENDURREIST hevði verið fólksins
trúgv til okkara politisku- sum um-
sitingarligu myndugleikar og
sloppist hevði burturúr tí atgerðar-
sum hugsjónarsorta, ið lemjandi
royndartíð samgongunnar hevur
drigið niðuryvir tjóðina.
Landaskomm
Eg spákaði mær nú ein
dagin út í Havnardal fyri
sjálvur at síggja, um tað
var so galið, sum teir siga.
Men tað va rbara so
nógv verri, aldri á ævini
havi eg sæð nakað líkn-
andi; maka til óhumsku
skal ein leita leingi eftir.
Har fleyt í allar ættir,
hvar ein so vendi sær.
Lukturin var ræðuligur;
hatta kunnu tit ikki vera
bekent vid i kommununi.
Eg vil råda øllum frå at
fara í nánd har, ti tað er
heilsuskaðiligt, heilt
spyggjuligt.
Hvar eru
leikarnir har?
myndug-
Hetta er
ikki bert ein byarskomm,
men ein landaskomm.
Sámal
Nr. 29 — 6. mars 1984
Ein margháttlig framferð
Sosialurin hevði í farnu
viku eina frálíka frá-
greiðing og viðgerð av
málinum um læknaviður-
skiftini í Sandoyar lækna-
dømi.
Úrskurðurin í hesum
máli er kravið um at fáa
ein lækna afturat. Mynd-
ugleikarnir tykjast at vera
í depurhuga, men tey, sum
búgva í hesum lækna-
demi, duga sjálvsagt best
at skilja steðuna tann
dagin, tá núverandi lækni
í mai mánaða fer úr starv-
inum.
Men sjálv málsvið-
gerðin tykir mestsum
margháttlig. Tá legtings-
maðurin Tórálvur Mohr
Olsen reisir málið á tingi
vegna javnaðarflokkin
fyrst í des. 1983 er tað fyri
at fáa eina veruliga og
munagóða loysn. Men tað
eru nú gingnir 3 mánaðir
síðani málið kom á ting,
uttan at nakað frættist
aftur frá tingnevndini,
hvers formaður er løg-
tingsformaðurin Jógvan
Sundstein.
Beint áðrenn legtingið
fekk at vita frá tingfor-
manninum 24. februar, at
eingin tingfundur bleiv
aftur fyrrenn í dag, segði
Tórolvur tingbólkinum
frá, at hann fór at seta
fram ein fyrispurning til
landsstýrið um lækna-
málið; hesin fyrispurn-
ingur man koma fram í
tinginum í dag.
Men aftaná
frágreiðingina í Sosi-
alinum seinasta hósdag,
frætta vit, at umboð fólka-
floksins á fólkatingi hevur
sett fyrispurning til innan-
ríkismálaráðharran um
læknamálið. Tað sama
visti Dimmalætting at
siga frá sambandsum-
boðnum á fólkatingi
sjálvan fólkatingsval-
dagin — og tá visti
Dimma at siga, at nú var
málið loyst.
Men tað, sum erkymlar,
er hetta, at eitt so týðandi
mál fyri Sandoyar lækna-
demi verður viðfarið á
slíkan hátt og, at sam-
gonguflokkarnir beinleiðis
hava tikið málið úr hond
unum á legtingsformann-
inum Jógvan Sundstein.
Tí ervísi er tað ikki at
skilja, tá eisini sjálvt
fólkatingsumboðið hjá
fólkaflokkinum reisir
málið á danatingi.
Hetta er einki nýtt mál,
men eitt mál sum má loys-
ast ongantíð ov skjótt.
Tað er ikki tann stóri pen-
ingaspurningurin, sum
her í bat stríðast um, men
heldur ein vanligur stríðs-
spurningur av tí sama
slagnum, sum ikki eru
ókendir innan landsstýris-
samgonguna.
Men tað eru tey, sum
búgva i læknadøminum,
sum koma at kenna svidan
og illa skilja handfaring-
ina av hesum ålvarsmåli.
J. Lindenskov
bordreltins og høli
Í samband við ta skrivir
ið hevur verið í Sosíalinum
9
nr. 23
fødingardagsvei
og nr. 25 um 60 åra
1
tsiuna a
fari
Landssjúkrahúsinum
eg at koma við hesi við-
merking:
Einasta krav, ið vit
settu til heli, var at 450-
600 fólk skuldu kunna sita
til borðs í senn í sama heli
og samstundis hava
meguleika at síggja á ein
pall.
Vit settu okkum fyrst í
samband við Hotel Fer-
oyar og fingu frá teimum
at vita, at tað mesta teir
kundu borðreiða fyri í
sama heli við palli inni var
umleið 380 fólkum, men at
teir kundu borðreiða í
ymiskum helum
fleiri
See. fleiri fólkum. Tað
er tí ikki rætt. tá Sosi
alurin skrivar 1 Hotel
Feroyar bert kann borð-
reiða fyri 380 fólkum
Tá vit vildu hava allar
veitslugestirnar sama
heli, kundu vit tí ikki góð-
taka hetta uppskotið frá
Hotel Feroyar og fóru tí at
kanna aðrar hølismøgu-
leikar í býnum, eitt nú
Itréttarhøllina á Hálsi.
Samstundis bóðu vit
Hotel Feroyar og Hotel
Hafnia um at geva tilboð
uppá at gera mat til
veitslu okkara.
Tá tað vísti seg, at
Ítróttarhellin ikki var tek
tað leygarkveldið,
veitslan var ásett at vera
hildu vit, at ikki vóru
nógvir aðrir meguleikar
uttan at biðja Norður-
landahúsið um at hjálpa
okkum at fáa innivist til
borðhaldið.
Leiðslan í Norðurlanda-
húsinum var so beinasom
at játta okkum húsið, og
varð borðreitt fyri 600
gestum.
Samanumtikið kann sig-
ast, at hetta var eitt gott
tiltak, sum í allar mátar
eydnaðist sera væl.
Vegna fyrireikingarbólkin
á Landssjúkrahúsinum
Kristianna Rein
Læknatrupulleikar sand-
oyinga
Fyri at eingin misskiljing
skal vera um ynski sand-
oyinga á skúvoyinga, nú
bæði Legting, Landsstýri
og Fólkating er í ferð við
at loysa hetta mál, so skal
vera gjørt vart við, at
bygdarráðini í Sandoyar
læknadømi ynskja eina
loysn, sum endaliga
verður loyst við tveimum
kommunu læknastervum
fyri ekið.
Fyribilsloysnir sum 1/2
læknar ella 1/4 amanuen-
sislæknar eru eftir okkara
tykki eingin góð loysn.
Hettar er eitt mál, hvar
peningur ikki kann vera
tað alt avgerandi fyri,
hver loysn verður funnin,
ti menniskjalív gerast
sum kunnugt ikki upp í
peningi.
Besta loysnin er tí, at
uppskotið, sum liggur í
sosialu nevnd, verður við-
tikið. Harvið verður enda-
liga loysnin tveir komm-
unulæknar í Sandoyar
læknadømi. Í tíðini inntil
hettar uppskot er viðtikið
á tingi og góðkent i
donsku ráðharrastovuni
og fíggjarnevndini, má so
einhver fyribils loysn finn-
ast.
Tað er eitt krav frá fólk-
inum her, at læknaviður-
skiftini vera eins góð hjá
okkum, sum hjá Feroya
fólki sum heild, og ynski
er tveir kommunulæknar.
Birgir Mohr