týsdagur 6. mars 1984síða 7
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 29 — 6. mars 1984
fyri at vinna unglingadeildina og 3. deild
3. deild: Kyndil u-St.ÍF 39-26 (21-11):
29) s0sialurin
Føroyame
tstarar
Seinasta vikuskiftid vórðu flest allar deildir í hond-
bóltslandskappingini avgjørdar. Hetta hendi í ítróttar-
høllini á Hálsi í Havn har semifinaludystir, og onkur
finaludystur, vórðu spældir leygardagin, meðan átta
finaludystir vórðu spældir sunnudagin.
Nú restar bert deildin fyri dreingir 10 ár at verða av-
gjørd. Henda deild er ikki liðug enn, av ti at tað ber
ikki til at gera upp hvørji lið koma at luttaka í finaluni.
Sosialurin var í høllini á Hálsi um vikuskiftið og vit
prenta her stuttar frásagnir frá ymsu dystunum. Sosi-
alurin ynskir ollum vinnarum og foroyameistarum til-
lukku.
>
Finn Danberg, lidskipari hjá unglingaliðnum hjá Unglingalidid hjá Kyndli, sum vann meistaraheitið i 3. deild í ár. Teir leikandi á liðnum eru: Sigvald
Kyndli, við báðum steypunum, sum Kyndil fekk
Rasmussen, Niels Jensen, Jónleif Sólsker, Leivur Holm, Finn Danberg, Kári Rubek Nielsen, Leif Kris-
toffersen, Geir Wardum, Rósing Skorå, Gunnar Gregoriussen og Regin Jacobsen. Jákup Midjord, sum
eisini hevur spælt við liðnum, vantar á myndini. Unglingaliðið hjá Kyndli hevur ongan venjara havt í ár,
men Jóan Pætur Midjord hevur verið útskiftisleiðari teir seinastu dystirnar
Kyndil vann —
men St.IF flytir upp
Leygardagin varð finalan í
3. deild leikt. Finalan var
millum unglingaliðið hjá
Kyndli og 3. deildarliðið
hjá St. ÍF.
Orsekin til at unglinga-
liðið hjá Kyndli var við í
hesi finalu er, at unglinga-
liðini í ár fingu loyvi at
luttaka í 3. deild eisini, tí
luttøkan í unglingadeild-
ini var so fáment.
Ikki kann sigast annað
enn at unglingaliðið hjá
Kyndli hevur roynst væl í
år. Í síðsta mánað gjørdist
greitt at teir blivu feroya-
meistarar í unglingadeild-
ini í ár, og nú leygardagin
vunnu teir tryggan sigur á
St.ÍF, og harvið vunnu
teir eisini 3. deild.
Tað, at eitt unglingalið
kann vinna 3. deild, prógv-
ar, at ungdómurin veru-
liga kann spæla hondbålt,
og gevur hetta okkum
eisini eina vón um, at vit í
framtíðini kunnu rokna
við framgongd innan
vaksnamannahondbóltin,
tá hesin ungdómurin fer at
manna 1. deildarliðini.
Annars var spenningur
áðrenn dystin leygar-
dagin. Tað segðist, at liðið
hjá strandingum var sera
sterkt, men tað vísti seg
ikki at vera so torført hjá
Kyndli at leggja seg av-
gjørt á odda í dystinum.
Kyndil fekk fyrsta
málið, men beint aftan á
javnaði St.IF út. Men so
kom ferð á Kyndil, og tá
ein leta var farin, var
Kyndil komin fram um við
9 málum móti 2. Og so-
leiðis helt fram allan fyrra
hálvleik, sum endaði við
steðuna 21-11 til Kyndil.
Eisini í seinna hálvleiki
royndist Kyndil betur,
hóast spælið í hesum hálv- |
leikinum royndist eitt vet
ótryggari hjá báðum
liðum.
Kyndil vann dystin við
39 málum móti 26, og var
hetta avgjert uppiborið.
Hesir unglingarnir vístu
áskoðarunum, at teir
kundu spæla bæði kvikari
og betur enn liðið hjá
St.ÍF, og úrslitið gjørdist
eisini hareftir.
Men hóast unglingarnir
hjá Kyndli vunnu meist-
araheitið í 3. deild, so flyta
teir ikki upp í 2. deild. Or-
sekin er tann, at Kyndil
longu hevur eitt lið í 2.
deild, og onki felag kann
hava meira enn eitt lið í
hverjari av teimum
báðum hægstu deild-
unum. Harafturímóti
hevði St.ÍF áðrenn dystin
tryggjað sær lutteku í 2.
deild komandi vetur við at
koma í finaluna.
Í ár skulu tvey lið flyta
úr 3. deild upp í 2. deild.
Fyri at finna tað næsta
liðið, sum skal flyta upp í
2. deild saman við St.IF,
leiktu hini bæði liðini, sum
komu í semifinaluna, H71
og VÍF um, hvert av
teimum skuldi flyta upp.
H71 vann tryggan sigur á
VÍF, og verða tað tí
hoyvíkingar og strand-
ingar, sum verða tey
nýggju liðini i 2. teild
komandi leikár.