Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-03-08, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. mars 1984síða 1

allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

frælsi javnaður brødralag Nr. 30 * hósdagur 8. mars 1984 57. árg. + kr. 5,- Ferðafólk i Føroyum! I dag ræður »junglu- Tummas Arabo, Johan Restorff, Jåkup Haraldsen, Jåkup Veyhe, Sigurd Simonsen og John Sivertsen hava arbeitt vid spurningunum um framtidar turismuna i Føroyum. — Vit eiga at fáa skipað viðurskifti og økja um talið á ferðafólki. Vit eiga at Í 1982 komu um leið 45.000 fólk til Føroya — føroyingar sum útlend- ingar. Flutningssambandið gerst stødugt betri og fleiri fremmand ferðafólk leita til oyggjar okkara. Metingar vísa, at tað um ár 1990 kanska koma 100.000 ferðafólk til Feroya. Hesi fólk kunnu leggja so nógvan pening eftir seg, at talan verður um eina veruliga vinnu við fleiri hundrað arbeiðsplássum. Men treytin fyri at taka ímóti skapa eina vinnu burtur úr teimum fremmandu halda teir einum stødugt øktum tali á ferðafólk- um er, at vit fáa eina ferðamannamið- stød, ið stýrir og skipar vidurskiftini, soleiðis, at ferðafólk ikki verða slept uppá fjall — sum í dag. Í lotuni liggur eitt rúgvismikið álit um føroysku ferðamannaviðurskift- ini i landsstyrinum. Teir, sum hava gjørt hetta álit, hava vónað, at pen- ingur fór at verða settur av á fíggjar- lógina til at fremja ein ferðamanna- politik — og at lóggáva á hesum eki Lesið á síðu 8 og 9 varð løgd fyri tingið. Tí i dag ræður „junglulógin<. Tíðindablaðið Sosialurin hevur tos- að við umboð fyri Feroya Ferða- mannafelag og limir í arbeiðsbólk- inum sum gjerdi ferðamannaálitið. Tíanverri hevur tað ikki eydnast okkum at fáa eina viðmerking úr landsstýrinum, og ti er enn óvist um ferðamannamiðsteðin = kemur á fíggjarlógina á hesum sinni Foroya Landsstýrið: Verkfallið á telefon- verkinum 6logligt! Starvið sum kaðalmeistari er ikki fallið burtur Um miðdagsleitið í gjár varð upplýst, at lands- stýrið fór at venda sær til starvsmannafelagið seinra- partin í gjár. Tað bar ikki til at fáa upplýst, hvat landsstýrið fór at siga við Starvsmannafelagið. Men landsstýrið heldur, at arbeiðssteðgurin, Starvsmannafelagið hev- ur sett í gildi á TFL kring alt landið, er brot á sátt- málan og er tí ólógligur. Annars verður upplýst í landsstýrinum, at starvið sum kaðalmeistari á tele- fonverkinum framvegis er til og at tað ikki verður lagt niður. Møguliga verður tað broytt nakað, tá tað verður sett aftur. Hetta er m.a. tað, Starvsmannafelagið hev- ur spurt landsstýrið um, men uttan at fáa svar. Um málið viðvíkjandi tí nýggja starvinum hjá byggifreðinginum, ið upp- runaliga varð settur sum kaðalmeistari, sigur full- trúin i starvsviður- skiftum, John Danielsen, at landsstýrið hevur rætt í at upprætta nýggj sterv, um landsstýrið heldur terv vera á tí. Tað er henda stovningin av nýggjum starvi til ein byggifreðing, sum upp- runaliga varð settur sum kaðalmeistari, men sum ikki vildi fara inn undir starvsmannafelagssátt- málan, ið er kjarnin til ósemjuna. ' Starvið sum kaðalmeist- ari er undir økinum hjá Starvsmannafelagnum, men tá ein byggifreðingur varð settur í starvið, varð hann settur eftir sáttmál- anum hjá byggifreðingum við betri semdum, t.d. eftirlonarskipan, sum starvsfólk annars ikki hava. Tá Starvsmannafelagið gjørdi landsstýrið varugt við hetta, gav landsstýrið felagnum viðhald. Lands- stýrið bað stovnin og tann setta um at fáa sáttmála- viðurskiftini broytt. Tá hesi boð landsstýrisins ikki vórðu eftirlíkað, segði landsstýrið mannin upp Men dagin fyri, at hann skuldi fara úr starvinum, varð eitt nýtt starv sum byggifrødingur stovnað Og maðurin tók við hesum starvinum 1. mars Men hetta starvið er ikki lýst leyst, vísir Starvsmannafelagið m.a á. Landsstýrið sigur, at tervur var á hesum starv- inum, og dugur ikki at síggja, at tað er neyðugt at lýsa, tá maðurin er á staðnum. Meira um málið á síðu 3