Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-11, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. oktober 2002síða 2

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 195 - 11. oktober 2002 Nr. 195 - 11. oktober 2002 3 Clickhaze fer seinni í oktober mánaði til Íslands á konsert- ferð. Tríggjar kon- sertir eru í løtuni á skránni teir 10 dag- arnar, bólkurin verður í Íslandi KONSERTFERÐ Eyðun Klakstein Tann 18. oktober fer Clickhaze til Íslands á konsertferð. Fyribils eru tríggjar konsertir á skránni í Reykjavík, men tað kann gerast til fleiri. Tað er Kiddi Sæmunds- son, sum hevur syrgt fyri ferðini og hevur skipað fyri konsertunum. Hetta er fyrstu ferð, at Clickhaze fer til Íslands at spæla. Tey hava verið í flestu av hinum norður- londunum og spælt í hes- um árinum. – Nú fyrireika vit okk- um til ferðina, okkurt nýtt verður kanska tikið fram, sum ikki hevur verið spælt áður, og kanska verða onkrir spennandi gestir á skránni, siga tey í Clickhaze. Clickhaze kemur eftir ætlan heim aftur tann 28. oktober. NÝGGJUR HANDIL Tíðindaskriv Í morgin letur ein nýggjur klædnahandil, X-size, upp í Havn. Handilin verður í veg- hæddini hjá Salong Tótu, har Benetton fyrr var. Hann er fyrst og fremst ætlaður teimum ungu frá 12 ár og uppeftir, men har verður eisini okkurt at finna til øll tey, sum dáma ella hava tørv á stórum klæðum, sum navnið eisini ber boð um. Stílurin verður mest street-wear, so sum Hip- Hop og skaterklæðir og av merkjum kunna t.d. nevnast: Tribal, South- pole, Enyce, K. Kani, og Pelle Pelle. Eisini verða skateboard at fáa, bæði komplett og í deilum - bretti, hjól, leiði o.s.v. og ymiskt annað frá t.d. World Industries. Nógv ung - serliga dreingir, keypa nógv klæðir av hesum stíli, skateboard og aðra útgerð á alnótini, tí tað fæst lítið av slíkum í Føroyum. Onkrir handlar hava nak- að av slíkum klæðum, men bert eitt lítið úrval. Úrvalið í handlinum er breitt, og kannst tú her finna klæði frá innast til uttast, buksur, blusur, T- shirts, hettutroyggjur, jakkar, belti, skógvar, lissur, eitt sera stórt úrval av húgvum o.a.. Eisini verður nakað av smykk- um at fáa. Handilin verður ein annarleiðis handil, bæði í útsjónd og í úrvali, verður sagt í tíðindaskrivi. Í Kvívíkar skúla hava tey nú havt fyrstu virkisætlanina móti happing HAPPING Tíðindaskriv Fyrr í ár var nógv skriving í bløðunum um happing, og einki er at ivast í, at hetta er ein stórur trupulleiki í før- oysku skúlunum, sum tað eisini er tað í skúlunum í hinum Norðurlondunum. Seta vit tølini úr hinum Norðurlondunum inn í før- oyskt høpi, síggja vit, at av 5.500 næmingum í før- oysku barnaskúlunum (í 1. - 7. flokki) eru um 800 næmingar t.e. 15% ella á leið 7. hvør næmingur uppi í happing sum offur ella sum forfylgjari, og 5 % - tað er 20. hvør næmingur ella 280 næmingar - eru uppi í álvarsligari happing úr einari ferð um vikuna til fleiri ferðir um dagin. Ymisk tiltøk ímóti happ- ing verða gjørd um øll Norðurlond. Svenska skúlalógin áleggur øllum barnaskúlunum at hava eina ítøkiliga virkisætlan (“handlingsplan”) ímóti happing, og virkisætlanir eru í mongum skúlum í hinum Norðurlondunum. Í vár heitti barnaverndin í Kvívíkar Kommunu á skúlastýrið í kommununi um at taka upp málið um happing, og ein arbeiðs- bólkur varð settur. Skúla- stýrið heitti á skúlan, og skúlin heitti síðan á læraran og ráðgevaran Bergur Godtfred um at hjálpa við ráðleggingini um tiltøkini og virkisætlanina. Bergur Godtfred hevur í longri tíð arbeitt við einum uppleggi til virkisætlan og umsett eina spurnarkanning, ið byggir á ástøði hjá kenda norska “happingarserfrøð- inginum” Dan Olweus. Í viku 36 gjørdi skúlin eina kanning við spurnar- bløðum, og hóskvøldið 5. september var foreldra- fundur við fyrilestri og orðaskifti. Foreldrini møttu sera væl upp. So at siga øll heimini vóru umboðað. Leygardagin 7. september var pædagogiskur ráðlegg- ingardagur fyri lærararnar, har lærararnir og rágevarin millum annað arbeiddu við at gera eina virkisætlan móti happing, sum byggir á kanningarnar, foreldratil- mælini og nýggjastu vitan- ina um happing. Síðan hava lærararnir og ráðgevarin arbeitt við ætlanini og fríggjadagin 4. oktober var so fyribils síðsta hond løgd á hana. Virkisætlanin verð- ur seinni fylgd upp við fleiri fundum og viðtalum, og til várs verður ein eftir- meting gjørd m.a. við ein- ari nýggjari kanning. Longu nú eru afturboðanir komnar frá foreldrum um, at virkisætlanin hevur gjørt góðan mun. Clickhaze til Íslands at spæla Ein handilin til tey ungu Sjeyndi hvør skúlanæmingur er upp í happing Max 30% feitt 70% var annað enn feitt, tá føroyskir kokkar vóru á buffét- skeiði fyrr í vikuni SKEIÐ Heri á Rógvi Sama dag sum Burger King v.m lat upp í SMS var eisini stórfingin feitt fátøk buffét á skránni í Skúlaheiminum við Marknagilsvegin. Týs- dagin og mikudagin vóru nevniliga fjúrtan føroyskir kokkar á skeið á Skúla- heiminum við Marknagils- vegin í Havn. Skeiðluttakararnir vóru frá sjúkrahúsinum, fyritøk- um, hotellum og aðrastaðni frá. Frá Hotel og Restaurant- skolen vóru Laila Hylle- kvist og Ingrid Petersen komnar at halda skeið fyri føroysku luttakarunum. Skeiðið var ætlað at geva íblástur til tey ymsu buffét borðini, m.a. jólaborðhald- ini. Tá tosað verður um nýggj hugskot, so verður hugsað um “grønar” rættir, har feitti ongantíð má vera omanfyri 30%. Luttakararnir á skeiði- num vóru: Otto Rubeksen, Johanna á Tjaldrafløtti, Evida Jo- hannesen, Marita Christ- iansen, Kirstin Dalfoss, Gundur Fossdal, Uni Gull- foss, Kirstin Andreasen, Bergtóra Høgnesen, Jákup Ziskason, Margretha Ryggshamar, Birgit Niel- sen, Ann Askham og Odd- vør Skarðhamar. Luttakarar, starvsfólk á Skúlaheiminum og skeiðleið- arar avmyndaði, eftir at teir síðstu gestirnar høvdu sett buffét borðiskin frá sær. Mynd: Finnu r Justinussen. Hjørdis Hammer úr Skúvoy Kjærgaard sjómansprestur í Hull SJÓMANSKIRKJA Birita Poulsen Danska sjómanskirkjan fær 1. desember ein nýggjan sóknarprest. Tað er Hjørdis Hammer úr Skúvoy Kjær- gaard, ið er hálvur føroy- ingur. Hon verður sjómans- prestur í Hull Onglandi og prestur fyri tí føroysku meinigheitina í Stórabret- landi. Hjørdis Kjærgaard, sum er 44 ára gomul, er sóknar- prestur í Lundtofte sókn, og har hevur hon verið sein- astu átta árini. Áðrenn ta tíð var hon prestur ár í Avedøre í seks ár. Hon er sett í starv í sam- starvi við Føroysku Sjó- manskirkjuna, ið fær eitt ískoyti frá landstýrinum til at seta í starv ein føroyskt talandi prest. Hjørdis Kjærgaard er sett í starv í eitt fýra ára skeið, og hevur hon í hesum tíðar- skeiðinum ábyrgd fyri at skapa samband millum før- oyingar í Stórabretlandi og vera teirra prestur. Ímeðan skal hon eisini vera prestur fyri teimum mongu donsku og føroysku sjófólkinum, ið sigla á Humberánni og tæna donsku meinigheitun- um í Hull, Newcastle og Grimsby. Hjørdis er gift við Tor- ben, ið starvast í vind- mylluvinnuni. Tey hava tveir synir sum eru 7 og 9 ára gamlir. C M Y K 3 2