Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-11, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. oktober 2002síða 3

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 195 - 11. oktober 2002 Nr. 195 - 11. oktober 2002 5 Tað var eitt stórt og stásiligt far, sum miku- morgunin stevndi inn á Vágsfjørð, og óivað hugsaði mangur, at spell er, at farið er ikki longur í føroyska flot- anum. Talan er um fyrrverandi Ango, ið nú eitur Kiliutaq, og umborð eru før- oyingar. Raskir rækju- menn, ið fiska væl og sum hava sligið egið met. Kiliutaq tók lemmar umborð frá Injector-door og er nú á veg á fiskileið FISKISKAPUR Dagfinn Olsen Teir eru raskir rækjumenn, føroyingarnir við Kiliutaq, og restin av manningini. Í summar slógu teir sítt egna met, tá teir eftir bert 11 døgum fyltu skipið við 353 tonsum. Metið, ið teir høvdu áðrenn, var at fylla bátin eftir bert 14 døgum. Slík brøgd bera sjálvsagt boð um dugnaliga mann- ing, men tá vit práta við menninar umborð, so er tað ikki reyp vit hoyra, men havt verður á lofti, at sera nógv er at fáa og at út- gerðin er góð, nevniliga til- tiknu trollemmarnir frá In- jektor í Vági. Tað er mikudagur og fyrrapartur er. Kiliutaq liggur á Vági, har teir taka lemmar inn. Umborð er øll manningin, eisini teir 3 før- oyingarnir, ið eru yvir- menn. Klokkan 13 skulu teir avstað aftur og beint á fiskileið í Eysturgrønlandi, eftir at skipið í eina tíð hev- ur verið til høvuðsumvæl- ingar á skipasmiðju í Dan- mark. Mest hava teir roynt í Vesturgrønlandi, men nú skal roynast í Eysturgrøn- landi. Tveir vágbingar og ein miðvingur eru við á hesum holdinum. Hinir eru danir og grønlendingar. Á hinum holdinum eru eisini føroy- ingar yvirmenn. 23 mans eru við Kiliutaq, sum nú hoyrur heima í Nuuk. Men tað var tann tíð, tá skipið hoyrdi til í Vági og kallaðist Ango. Bygt í 1988 fyri einar 120 milliónir. Tá vánaligu tíðirnar komu, keypti Royal Greenland stásiliga skipið fyri einar 60 milliónir. Petur Kjærbæk, skipari, Vágur, vísur okkum runt og greiður frá, meðan bíðað verður eftir stýrimanninum úr Miðvági, Meinhard Jo- hannesen og 2. stýrimanni, Andre Joensen, Vágur, ið eru ørindir í landi eftir provianti. Góðar umstøður eru um- borð og í stóru hølunum hjá skiparanum greiður Petur frá. Hann leggur dent á, at nevndu met eru bert at rokna fyri teirra hold, tí júst hvat hitt holdið hevur fisk- að, veit hann ikki. - Vit eru jú bert um- borð helvtina av tíðini, sig- ur Petur, og greiður frá, at teir eru tveir mánaðir um- borð og tveir heima. Lemmarnir Tað hevur gingið væl hjá øllum bátum í Grønlandi, men rækjuprísurin er enn vánaligur, hóast hann er byrjaður at ganga spakuliga rætta vegin. - Á sumri eru túrarnir styttri, tí størri rúgva er at fáa. Á vetri tekur ein túrur umleið ein mánað, sigur Petur. Umborð á Kiliutaq hava teir í eitt ár roynt lemmar frá Injektor í Vági og flestu rækjubátar í Grønlandi nýta teir. - Teir spíla meira. Talan er um eini 15 % meira spíl. Hetta gevur sjálvsagt møguleika fyri betri fiski- skapi, sigur Petur. Og hóast lemmarnir eru tiltiknir fyri at vera orku- sparandi, so hevur Kiliutaq nýtt tað sama í olju, men tað hevur sína frágreiðing. - Meira spíl gevur meira mótstøðu. Og so hava vit havt gott fiskarí og tungan bát, so tá alt kemur til alt, so hava vit spart olju. Áðrenn Kiliutaq fór at nýta føroysku lemmarnar, nýttu teir danskar lemmar. Vanliga halda hesir í eini 7 - 8 mánaðir, men hóast føroysku lemmarnir hava verið umborð í meira enn eitt ár, so eru teir enn væl nýtiligir. - Vit eru stak væl nøgdir við lemmarnar, sigur Petur. Hvørt metini í fiskiskapin- um koma av dugnaskapi ella útgerðini, verður ikki meira prátað um, tí meðan Petur vísur runt á brúnni, ið er stór og stásilig, so eru Andre og Meinhard komir á umborð og so er klárt til myndatøku, tí nógv er at fáa frá hondini, áðrenn leiðin verður løgd á fiski- leið, har rækjurnar bíða og møguliga nýggj met skulu setast. Raskir rækjumenn sligið egið met Eftir eina miseydnaða roynd at bjóða Bygda- leiðir í Suðuroy út fyri einum ári síðani, verður nú ein roynd gjørd afturat BYGDALEIÐIR Áki Bertholdsen Nú verður aftur ein roynd gjørd at bjóða bygdaleiðir í Suðuroynni út. Annars vóru Bygdaleiðir í Suðuroy eisini bjóðaðar út í fjør, tá ið Bygdaleiðir fleiri aðrastaðni í landinum vórðu bjóðaðar út. Men tá varð útbjóðingin í Suðuroynni tikin aftur av tí at óvissa tók seg upp um, hvussu nógv, Bygdaleiðir skuldi koyra og, hvussu nógvir bussar skuldi vera. Tá varð boðað frá, at ætl- anin var at bjóða Bygda- leiðir í Suðuroy út aftur seinni. Og nú sigur Reidar Nón- fjall, stjóri á Strandferðsl- uni, at Bygdaleiðir í Suður- oynni verða bjóðaðar út aftur fyrsta dagin. Hann sigur, at Strand- ferðslan arbeiðir nú við at leggja síðstu hond á út- bjóðingartilfar og blað- lýsingar. Vinnumálastýrið hevur góðkent leistin, sum Strandferðslan ætlar at arbeiða eftir og tað verður í allarnærmastu framtíð, at Bygdaleiðir í Suðuroy verða bjóðaðar út aftur. Hann veit ikki um tað verður 1. januar, at Bygda- leiðir í Suðuroy skulu vera umskipaðar, men tað verð- ur í øllum førum heilt tíð- liga í komandi ári. Tænastan ikki skerjast Tá ið Bygdaleiðir í Suður- oy vórðu bjóðaðar út í fjør, spáddu keldur, sum kenna væl til busskoyring, at tað fór at føra til eina munandi verri tænastu. Tá varð sagt, at sum er koyra Bygdaleiðir í Suður- oy einar 360-370 tímar um vikuna, men eftir útbjóð- ingartilfarinum tá, skuldu Bygdaleiðir í Suðuroy ikki koyra meiri enn 130-140 tímar um vikuna. Sostatt var ætlanin at skerja koyr- ingina meiri enn eina helvt. Í løtuni koyra sjey bussar í Suðuroynni, men eftir útbjóðingini tá, var ætlanin, at framyvir skuldi bussarnir ikki vera meiri enn fýra í tali- møguliga við einum lítlum eykabussi til ávísa koyring. Men hesuferð sigur Reidar Nónjall, at útbjóð- ingin verður øðrvísi. Hann sigur, at eftir út- bjóðingini skal talið á buss- um verða áleið tað sama sum í dag og hann sigur eisini, at tað er ikki ætlanin at skerja koyringina, tí tænastan skal ikki versna. Akkurát, hvussu nógvir tímar bygdaleiðir í Suðuroy skulu koyra, tá ið tær eru umskipaðar, veit hann ikki, men ætlanin er ikki at lækka tænastuna. – Endamálið við útbjóð- ingini er, at tað skulu bæði vera tænastuligir og rakst- rarligir fyrimunir, elggur hann afturat. Men eitt verður í hvussu so er øðrvísi, nú Bygda- leiðir í Suðuroy verða bjóð- aðar út einaferð afturarat. Tá ið busskoyringin var bjóðað út í fjør, var talan um at øll koyringin skuldi undir ein og sama arbeiðs- takara. Men nú verður koyringin bjóðað út í tveimum, koyr- ingin í syðru helvt verður boðin út fyri seg og koyr- ingin í norðaru helvt verður boðin út fyri seg. – Sostatt kann sami ar- beiðstakari bjóða uppá koyringin í syðru helvt, ella koyringina í norðaru helvt, ella koyringina í báðum økjunum, sigur Reidar Nónfjall. Stjórin á strandferðsluni sigur, at Suðuroyggin verð- ur býtt sundur í tvey fyri at gera uppgávuna lættari at klára hjá teimum, sum hava hug at bjóða seg fram. – Tá ið vit bjóðaðu koyr- ingina út í fjør, fingu vit varhugan av, at tað var nak- að stórur biti hjá teimum, sum kundu havt hug atr bjóða uppá koyringina, at alt varð bjóðað út í einum. Strandferðslan heldur, at ein fyrimunur við at bjóða Bygdaleiðir út, er, at tað verða nógv færri arbeiðs- takarar, enn tað vóru áðrenn og hann heldur ikki, at tað bilar, um tað verða tveir arbeiðstakarar í Suð- uroy. – Hann sigur, at í øllum førum verður talið á teim- um, sum koyra bygdaleiðir í Suðuroy, lækkað úr seks, ella sjey, sum teir eru í dag, niður ein, ella í mesta lagi tveir arbeiðstakarar og tað heldur hann skuldi givið nakrar stórrakstrarfyrimun- ir. Nýggj kapping um Bygdaleiðir í Suðuroy Poul Johannus Poulsen í Sumba er ein av teimum, sum koyra Bygdaleiðir i Suðuroy. Nú fáa hann og hinir fimm, ella seks bussførararnir í Suðuroynni, kapping um koyringina FAKTA Navn: Kiliutaq Heimstaður: Nuuk Lastar 350 tons Longd: 64 metrar Breidd: 13 metrar Kiliutaq á Vági. Petur Kjærbæk, skipari, Vágur, Meinhard Johannesen, stýrimaður, Miðvágur og Andre Joensen, 2. stýrimaður, Vágur Allir kommunulækn- arnir í landinum hava nú fingið skriv- lig boð um at halda aftur við at leggja sjúklingar inn á Landssjúkrahúsið og a vísa forstáilsi fyri at teir verða skjótt út- skrivaðir aftur SPARINGAR Áki Bertholdsen – Nú eru sjúklingarnir eina- ferð enn tiknir til gísla á Landssjúkrahúsinum. Tað er niðurstøðan hjá l ø g t i n g s m a n n i n u m , Andreas Petersen eftir seinasta sparitiltakið hjá Landssjúkrahúsinum. Andreas Petersen er eis- ini kommunulækni, men er júst farin í farloyvi fyri at løgtingsmaður burturav. Og hann er rættiliga ør- kymlaður og irriteraður av teimum nýggjastu spari-til- tøkunum hjá Landssjúkra- húsinum, tí hetta eru tiltøk, sum beinleiðis raka sjúk- lingarnar. Hann vísir á, at nú um dagarnar hava allir komm- unulæknarnir fingið skriv- lig boð frá Landssjúkrahús- inum um at halda aftur við at leggja sjúklingar inn á Landssjúkrahúsið. Í sama viðfangi verða kommunu- læknarnir bidnir um at vísa forstáilsi fyri at sjúkling- arnir verða skjótt útskriv- aðir aftur. Andreas Petersen leggur dent á, at her er ikki talan um sjúklingar, sum hava bráðneyðuga viðgerð fyri neyðini, tí teir eru altíð komnir í viðgerð uttan nak- að og tað sleppa teir eisini, hóast Landssjúkrahúsið nú hevur sent kommunulækn- unum hesi boðini, so har er ongin trupulleiki. Í so máta kann hetta ikki kallast óforsvarligt, tó at tað er eitt bakkast fyri tey,sum bíða eftir viðgerð. – Tað eru tær tilrættis- løgdu viðgerðir, sum verða útsettar av hesi orsøk. Men brævið merkir, at er talan um vanligar sjúkur, har viðgerð kann bíða, skulu kommunulæknarnir hugsa seg tvær ferðir um, áðrenn teir leggja sjúk-ling- ar inn á Landssjúkrahúsið. Tað merkir eisini, at sjúk- lingar fara at vera útskriv- aðir aftur skjótari, enn teir annars plaga at vera og tað merkir, at kommunulækn- arnir mugu vera til reiðar at átaka sær tað eyka arbeiði, sum stendst av tí. Sparingar í bestu tíðum Tá ið orðaskiftið var um fíggjarlógina í tinginum mikudagion, duldi Andreas Petersen ikki fyri, at tað var bæði ørkymlandi og tvør- ligt at fáa slík boð frá Landssjúkrahúsinum júst nú. – Vit skilja øll at tað kann vera neyðugt at avmarka virksemið á Landssjúkra- húsinum um summarið, tá ið nógv starvsfólk eru í summarfrí og orkan er á jólum og um árskiftið, tá ið nógvir frídagar eru og fólk annars helst ikki vilja leggjast inn kortini, uttan at tað er heilt neyðugt. – Men hendan tíðin, frá september og til jólar og mánaðirnir eftir jól, til summarferian byrjar, plag- ar at vera tann virknasta tíðin á Landssjúkrahúsin- um, har vit í stóran mun plaga at arbeiða bíðilistar- nar undan. – Tí er tað ógvuliga ør- kymlandi, at Lands-sjúkra- húsið eisini skrúvar fyri, nú tað annars kuldi verið tann virknasta tíðin. – Samstundis er tað ómetaliga trupult at verja, at vit fara soleiðis við sjúklingunum í eini tíð, har samfelagið ongantíð hevur verið betri fyri fíggjarliga, enn tað sama. Hann sigur, at tá ið slíkt kemur fyri í bestu búskaparligum tíð- um, kunnu vit stúra fyri, hvat fer at henda, tá ið tíðinrar fara at versna aftur. Hann leggur afturat, at hóast virksemið er av- markað um summarið og um ársskiftið, er hetta nakað nýtt, at vit eisini skulu spara mitt um heyst- ið, tá ið vit annars plaga at fáa rættiliga nógv frá hondini. Andreas Petersen heldur ikki at tað ber til at hava eitt høvuðssjúkrahús, sum alla tíðina avmarkar virksemið og í hansara hugaheimi eru tað aftur sjúklingarnir , sum verða tiknir til gísla fyri at spara. Hann sigur at í summum førum eru bíðilistarnir rættiliga langir til ymsar viðgerðir, í summum førum eru teir eitt heilt ár og at tað er onki at ivast í, at hetta nýggja sparitiltakið fer at føra til enn longri bíðilistar, tí nú koma sjúklingar, sum bíða eftir viðgerð, at bíða enn longri. – Løgtingið hevur júst eitt uppskot til viðgerðar um at játta 12 milliónir meiri til Landsjúkrahúsið. Men talan er ikki um at játta meiri til sjálvan rakst- urin, so at vit fáa fleiri fólk í viðgerð og tað er eitt vón- brot. Talan er tvørturímóti um at játta seks milliónir til eitt ravmagnsgeri og 12 milliónir til byggingina, og hóast hetta uttan nakran iva er neyðugt, gagnar hetta ikki sjúklingunum, sum bíða eftir viðgerð og tí hevði eg vónað, at meiri eisini varð játtað til rakst- urin, sigur Andreas Peter- sen. Hann sigur, at hetta er ein afturvendandi trupulleiki, bæði hjá okkum og aðra- staðni, at bíðilistarnir longjast og longjast, uttan at okran á sjúkrahúsinum økist tilsvarandi. – Men at vit so harafturat skulu beinleiðis avmarka virksemið við at halda aftur at leggja sjúklingar inn, er negativa ávirkanin á bíði- listarnar enn verri. Hann spyr eisini, hvussu tað ber til, at Landssjúkra- húsið fer eftir ferð kemur í ta støðu, at tað verður neyðugt at repa seglini tá ið tað líður út á árið fyri at fáa játtanirnar at halda. – Hetta skapar ótrygg- leika og vit mugu spyrja, hví tað ikki ber til at stýra Landssjúkrahúsinum betri enn so fíggjarliga, so at vit sleppa undan hesum spari- tiltøkunum á hvørjum ári. Vit fingu onga viðmerk- ing frá Landssjúkrahúsin- um, tí hvørki Poul Geert Hansen, leiðari á Lands- sjúkrahúsinum, ella Anne Grethe Mikkelsen, lækna- stjóri, vóru at hitta. – Kanska skylda vit Landssjúkrahúsinum eina umbering, held- ur Jenis av Rana, kommunulækni og formaður í miðflokk- inum LANDSSJÚKRAHÚSIÐ Áki Bertholdsen – Hetta er ein ónd ringrás, men nú má og skal okkurt henda á Landssjúkrahús- inum. Tað er Jenis av Rana, sum eigur orðini. Hann er kommunulækni, men hann er eisini formað- ur í miðflokkinum, sum umsitur heilsumál í sam- gonguni so orðini hava eina ávísa tyngd. Jenis av Rana skilir ikki, hvussu tað ber til, at Lands- sjúkrahúsið ár um ár kemur í ta støðu, at tað verður neyðugt at seta sparingar í verk. – Har er talan um vána- liga fíggjarstýring úti á deildunum. Hann sigur, at tað er ikki óvanligt, at kommunu- læknar fáa boð um at halda aftur við innleggingum, men tað hevur mest verið um summarið og um høg- tíðirnar. Um tað er hent fyrr hesa tíðina á árinum, sum annars plaga at vera høvuðs ar- beiðsmánaðirnir á Lands- sjúkrahúsinum, minnist hann ikki, tí tað koma so nógv brøv frá Landssjúkra- húsinum, at hann heftir seg ikki so nágreiniliga við tey longur. Hann vísir tó á, at tað sum er ein bati hesuferð, er, at hetta er fyrstu ferð í fleiri ár, at Landssjúkrahúsið ikki hevur hótt við uppsagnum og tað er so altíð eitt fram- stig. Kanska ein umbering Jenis av Rana vísir á, at játtanin til Landssjúkra- húsið er nógv hækkað sein- astu árini, men at tað eru mong, sum sita eftir við eini kenslu av, at vit onki fáa fyri pengarnar, sum koma sjúklingunum til gagns. – Men kanska skylda vit Landssjúkrahúsinum eina umbering. Hann vísir á, at hesi sein- astu árini er fólkatalið í Føroyum hækkað eini 4.000 fólk. – Og hóast játtanin til Landssjúkrahúsið er hækk- að hesi seinastu árini, kann væl vera, at hon kortini ikki er hækkað so nógv, at Landssjúkrahúsið í dag fær líka høga játtan fyri hvørt fólk í landinum, sum tað fekk fyri 8-10 árum síðani, tá ið vit hugsa um vøksturin í fólkatalinum og um tað, at fleiri og fleiri viðgerðir al- samt eru at fáa á Lands- sjúkrahúsinum, samstundis sum viðgerðir og heilivágur eru nógv dýrkað seinastu árini. – Hann sigur, at hann hevur eitt á floksfelagan og landsstýrismannin í heilsu- málum, Bill Justinussen, um at gera eitt roknistykki, sum vísir, hvussu stór játtanin til Landssjúkra- húsið er fyri hvørt fólk í landinum í dag, og, hvussu stór játtanin var fyri 10 árum síðani, samstundis sum viðgerðirnar eru blivnar fleiri og dýrari og lønirnar eru hækkaðar. – Vísir tað seg, at játtan- in í veruleikanum er aftur- útsigld, skylda vit Lands- sjúkrahúsnum eina um-ber- ing fyri manglandi játtan og fyri áhaldandi at hava funnist at Landssjúkrahús- inum fyri tær sparingar, sum eru gjørdar, tí so hava vit lagt eitt ómetaligt trýst á Landssjúkrahúsið. Jenis av Rana heldur, at hetta er eitt ómetaliga áhugavert roknistykki, tí hesi seinastu árini eru eini 4.000 fólk komin til Før- oya, sum øll brúka heilsu- verkið. – Men tey eru eisini komin við skattakrónum, so tað er ikki annað enn rímiligt, at játtanin til Landssjúkrahúsið fylgir við vøkstrinum í fólkatalinum. Hann leggur afturat, at vísir roknistykkið, at játt- anin til Landssjúkrahúsið er afturútsigld, verður tað ómetaliga trupult hjá Løg- tinginum at lata vera við at hækka játtanina. Sjálvu leggur hann dent á, at okkurt skal henda, tí miðflokkurin ætlar sær ikki at tvíhalda um lands- stýrissessin, eydnast tað ikki at fáa nakað burturúr. Hetta er ikki fyri at hótta samgonguna á nakran hátt, tí hann ivast ikki í, at øll samgongan fer at taka und- ir við at geva Landssjúkra- húsinum betri sømdir og samstarvið í samgonguni er sera gott. Sjúklingar aftur nú tiknir til gísla á Landssjúkrahúsinum Nú skal okkurt henda á Landssjúkrahúsinum – Tað er ørkymlandi, at Landssjúkrahúsið eisini skal vera noytt til at spara hesa árstíðina, nú tað annars skuldi verið virknasta tíð á Landssjúkrahúsinum, samsrtundis sum samfelagið er so væl fyri búskaparliga, sum ongantíð hevur verið fyrr, sigur Andreas Petersen Jenis av Rana vil hava Bil Justinussen at rokna út, um játtanin til Landssjúkrahúsið hevur fylt við vøkstrinum í fólkatalinum. Vísir tað seg, at játtanin er afturútsigld, er tað ein ótrúliga sterk áeggjan til at hækka játtanina, heldur hann C M Y K 5 4