Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-11, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. oktober 2002síða 4

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 195 - 11. oktober 2002 Nr. 195 - 11. oktober 2002 7 Sandavágs Kommuna hevur ongar pengar biðið Tað er fallið borgar- stjóranum i Sanda- vági fyri bróstið, at stjórin fyri Vágatunli- num sigur, at Sanda- vágs og Miðvágs Kommunur hava bið- ið um hálvaaðru millión til at keypa sløkkiliðsútgerð fyri TUNNILSTRYGD Edvard Joensen Sandavági: Tað er heilt við síðuna av at siga, at vit hava biðið um hálvaaðru millión at keypa sløkkiliðsútgerð fyri. Vit hava ikki biðið um nakað sum helst, tí vit halda okkum ikki hava nakra sum helst ábyrgd av hasi útgerðini, sigur borg- arstjórin í Sandavági, Rósa Samuelsen. Tað, hon sipar til, er ein grein í Dimmalætting, har Dávur Reinert Hansen, stjóri í P/F Vágatunlinum verður endurgivin fyri at siga, at siga, at kommunur- nar hava biðið Vágatunnilin um pengar. –Tað, sum Dimma sigur, má Dimma standa til svars fyri, er viðmerkingin hjá Dáva Reinert Hansen til Sosialin. Tað hevur staðið nakað av ósemju um, hvør skal gjalda fyri og hava ábyrgd- ina av teirri útgerðini, sum krevst í samband við trygd- ina í Vágatunlinum. Rósa Samuelsen sigur, at kommunurnar hava ikki kravt nakað sum helst av Vágatunlinum. Men Dávur Reinert Hansen svarar aft- ur, at P/F Vágatunnilin hev- ur fingið bræv frá Mið- vágs- og Sandavágs komm- unum, sum hava felags sløkkilið, har víst verður á tey krøv, sum sett verða, og hvør útgerð krevst. Tó eru partarnir, sum skilst, á leið samdir um, at P/F Vágatunnilin skal bera kostnaðin av tí, sum keyp- ast skal. Men partarnir eru ikki samdir um, hvussu høgur hesin kostnaðurin skal vera. Leiðslan fyri tunlinum sigur, at kommunurnar kevja útgerð fyri hálvaaðru millión, men at til ber at fáa hana fyri 300.000,- krónur, sum partafelagið eisini er sinnað at gjalda. Men borgarstjórin í Sandavági sigur, at tað er møsn, tí kommunurnar krevja einki av nøkrum, tí tær hava ikki brúk fyri tí. Keypa ongan brandbil Rósa Samuelsen, borgar- stjóri í Sandavági, sigur, at Brunaumsjón landsins hev- ur verið í Sandavági og havt brandvenjing saman við M i ð v á g s - S a n d av á g s Sløkkiliði. Tá varð gjørt vart við, at sløkkiliðið átti at havt ein vøruvogn og ein viðfestivogn at koyra ymsa útgerð í. Talan kundi vera um eina íløgu upp á eina- staðni millum 60.000,- og 200.000,- krónur, sigur hon. Hinvegin vilja kommun- urnar, sum hava felags sløkkilið, ikki bera nakran kostnað ella ábyrgd av ein- um nýggjum brandbili við tanga, sum skal til fyri at uppfylla tey krøv, sett verða til tunnilstrygina. –Ein slíkur bilur skal ikki bara keypast. Hann skal eisini hýsast og røkjast, sig- ur Rósa Samuelsen, sum púra avvísir, at kommunur- nar vilja átaka sær nakran eykakostnað av tí, tí tað liggur uttan fyri ta ábyrgd, sum eitt kommunalt sløkki- lið hevur. Sum dømi vísir hon á, at á flogvøllinum er tað stat- urin, sum ber kostnaðin av hesum, og ikki Sørvágs Kommuna, har flogvøllurin annars liggur. Borgarstjórin í Sandavági vil ikki vera við til at skapa forsømi, tá talan er um trygdarútgerð í tunlunum, tí tað kann skjótt koma øðr- um kommunum aftur um brekku, sigur hon. –Vit standa fast við okk- ara støðu, sigur hon, og metir, at hon fær stuðul frá eitt nú Bíggjar-, Kunoyar- og Sumbiar Kommunum og hvørjar tær nú eru, sum hava ein ella tveir tunnils- munnar innan fyri komm- unumark. Keðilig gongd Rósa Samuelsen, borgar- stjóri í Sandavági, harmast um gongdina í hesum máli- num. Hon mælir til, at partar- nir í málinum nú gera nak- að skilagott í felag, so hetta verður loyst, so tunnilin kann lata upp tann 26. nov- ember, sum ætlað. –Eg haldi, at tað er skeivt, at hetta verður við- gjørt í pressuni, tí vit áttu at kunnað tosað okkum til rættis um hetta í allari still- heit. Eg havi við vilja hildið ein lágan profil og ikki vilja úttalað meg til fjøl- miðlarnar. Men tá vit nú verða søgd at krevja hasa hálvaaðru milliónina, noyð- ist eg at tala at, sigur hon. Hon heldur, at tað er bara ov seint farið í gongd við at loysa hendan partin av tunnilsætlanini. –Ikki tí, sigur hon, longu 9. januar var geitt, hvør út- gerð kravdist, men tað er so enn ikki loyst. Nú mugu allir partar taka seg saman og gera nakað skilagott við málið, tí tað skal loysast áðrenn 26. nov- ember, vísir hon á. Tað ber ikki til bara at uppføra seg, sum um ein er fornermað- ur. Annars metir Rósa Sam- uelsen, at stóri feilurin ligg- ur í, at eingin lóggáva er á økinum, sum einaferð fyri allar staðfestir, hvussu slík mál skulu skipast. Í dag er alt bara tulkingar, og tær kunnu skjótt gerast ójavnar. –Ein slík lóg eigur at ger- ast beinanveg, so vit sleppa undan hesum trupulleika- num næstu ferð, ein tunnil skal takast í brúk, sigur Rósa Samuelsen, sum framvegis gleðir seg til tann 26. november, tá undirsjóvartunnilin verður tikin í nýtslu. Barnagarðurin í Sandavági reistur Mikudagin varð fyrri partur av dagstovni- num í Sandavági reistur. Stovnurin, sum tilsamans verur 500 fermetrar til víddar, fer at kunna hýsa 80 børnum í vøggustovu- og barnagarðsaldri DAGSTOVNUR Edvard Joensen Sandavági: Tað flaggaði uttan fyri Kommunuhúsið í Sandavági mikudagin. Dagstovnurin varð reistur. Rósa Samuelsen, borgar- stjóri í Sandavági, sigur, at talan er um ein samkipaðan barnagarð og vøggustovu, sum tilsamans fer at hava pláss fyri 80 børnum. Kommunan hevur í dag skipaða dagrøkt, har átta dagrøktarmammur hava til- samans 58 børn. Umframt er ein, sum er tøk av og á, eitt nú tá børnini savnast í spælistovuni, greiðir hon frá. Nýggi dagstovnurin í Sandavági verður reistur í tveimum lonum. Hann verður skipaður í fýra eind- um, soleiðis at tað verða tvær ferðir 15 vøggustovu- pláss, og tvær ferðir 20 barnagarðspláss, greiðir Rósa Samuelsen frá. Tó verður tað møguligt at broyta prioriteringaina, um tað til dømis verður brúk fyri fleiri barnagarðspláss- um, sigur hon. Eftir ætlan skal bygning- urin standa klárur tann 31. mars komandi ár, og roknað verður við at flyta inn í seinasta lagi 1. mai. Dagstovnurin í Sanda- vági verður fíggjaður úr egnum lumma, sigur borg- arstjórin. Hann fer um íløguætlanina hjá kommun- uni, og einki lán er tikið. Rósa Samuelsen greiðir frá, at Páll á Reynatúgvu, landsstýrismaður við al- mannamálum, var og vitj- aði ein dag herfyri, og tá varð tosað um prís. Hann fekk tá at vita, hvat ætlaði prísurin fór at verða, og helt fyri, at kundi Sandavágs Kommuna klára tað, skuldi hon fáa premiu. –Tað ætla vit okkum so at minna hann á aftur, tá lið- ugt er, tí vit eru sannførd um, at prísurin fer at halda, sigur borgarstjórin í Sanda- vági. Hon vil tó ikki siga al- ment, hvat prísurin verður, men sigur tó so mikið, at aðrir dagstovnar eru fyrr bygdir fyri rættiliga nógv fleiri pengar, enn hesin fer at kosta. Nú dagstovnurin verður bygdur, fer dagrøktarskip- anin úr gildi, og dagrøktar- mammurnar verða sagdar úr starvi. Á stovninum er tað so- leiðis, at tað skal vera eit ávíst tal av útbúnum peda- gogum í starvi, og tað kann so fara at merkjast aftur hjá teimum ikki útbúnu, sum fara at søkja starv har. Tó er ikki sagt, at dagrøkta- mammurnar, sum hava ver- ið í starvi hjá kommununi, ikki sleppa aftur í starv á stovninum. Tað velst sjálv- andi um, hvørjar umsóknir koma inn, sigur Rósa Sam- uelsen. Tað eru sandavágsmenn, sum smíða bygningin, og Johnfinn á Plógv, byggi- meistari, stendur fyri arb- eiðinum, sum varð boðið út. –Vit eiga at fáa lógarfest, hvør hevur ábyrgdina av tunnilstrygdini, sigur Rósa Samuelsen, borgarstjóri í Sandavági. Henni dámar ikki, at málið um tunnils- trygdina undir Vestmanna- sundi verður viðgjørt í bløð- unum. Og tað, sum verður sagt í bløðunum, má eisini vera satt, sigur hon Mynd: Edvard Joensen Nýggi dagstovnurin í Sandávagi, sum verður liðugur um mánaðarskiftið mars/apríl næsta ár, fer at kunna hýsa 80 børnum Mynd: Edvard Joensen Bergur Jacobsen, prestur, sigur seg ikki heilt duga skilja, hví so nógv verður gjørt burturúr at nokta teimum samkyndu at skráseta seg í parlag. – Tað virkar sum um, at tað verður gjørt fyri at halda eld í felagsskapinum, sigur Bergur SKRÁSETT PARLAG Heri á Rógvi – Tá kristnir bólkar kasta seg yvir einstøk mál, sum í løtuni í Føroyum, skráset- ing av samkyndum pørum, so kann tað eisini vera eitt andaligt armóðstekin, tí onki styrkir felagsskapin so væl, sum eitt felags mál og ein felags fíggindi. Eg sigi ikki, at tað er tað, men, tað kann vera, at tað er so! Soleiðis skrivar Bergur Jacobsen í einum lesara- brævi fyrr í vikuni. Hetta er enn eitt íkast til nógva kjak- ið um skrásett parlag, sum hevur stungið seg upp í Føroyum, nú familju- og arvarættur skal gerast før- oyskt málsøki. Høgni Hoydal, landsstýr- ismaður, hevur sagt, at skrásett parlag fyri sam- kynd eftir hansara fatan eis- ini skal við í teirri føroysku lógini, tá økið verður yvir- tikið. Bergur Jacobsen starvast til dagligt sum prestur í Samuelskirkjuni í Keyp- mannahavn. Hann hevur eisini verið prestur og landsstýrismaður í Føroy- um. Umvegis lesarabrøv gevur hann eisini eitt íkast til kjakið í Føroyum. – Kjakið er óaktuelt. Tað er fullkomiliga ósannlíkt, at hetta kemur ígjøgnum í løgtinginum. Kjakið í dag er fullkomiliga nyttuleyst. Eg veit ikki, hvat tað er fyri eitt síðuspor, sum man vil á, sigur Bergur Jacobsen. Finna fígginda Fyri Bergur kann tað sum nevnt í alstóran mun tykjast sum um, at samkomur finna sær ein fígginda í teimum samkyndum fyri at halda eld í felagsskapinu, og hetta heldur hann vera synd fyri tey samkyndu. Í Føroyum. – Í Danmark merkir tú, at tað er øgiliga stórur munur á lívsháttinum hjá teimum, sum ganga í kirkju, í mun til onnur. Soleiðis er tað ikki í Føroyum. Eg skal ikki siga, at tey finna sær ein fígginda, men tað er ein møguleiki. Tú kanst kalla tað kynismu, men eg haldi, at tað er eitt sjónarmið, sum er loyvt at hava, sigur Bergur Jacobsen. Vil skráseta Ì sínum starvi sum prestur í Danmark hevur Bergur ongantíð vælsignað eitt samkynd par í kirkjuni. – Eg havi ongantíð gjørt tað, og eg ivist í, um eg nakrantíð fari at gera tað, sigur Bergur Jacobsen. Hann kallar tað fyri ein demokratiskan rætt, at skráseta seg í parlag. – Vit tosa her um fólk, sum skulu hava lívslangan trúðskap og eru góð við hvønn annan. Hesi ynskja at hava ordan í sínum viður- skiftum við arvi osfr. Tann rættin haldi eg, at øll eiga at hava. Hesum nýtist man ikki at vera fyri ella ímóti, sigur Bergur Jacobsen. Sjálvur heldur hann ikki, at hetta gongur ímóti bíbli- uni at loyva teimum hesum. – Tað kemur so eisini ann uppá, hvussu tú lesur bíbli- una. Hvat virðar tú mest av øllum, og hvat tekur fram um, sigur Bergur. Í Danmark stendur tað hvørjum presti frítt sjálvur at gera av, um hann vil vælsigna eitt samkynd par í kirkjuni. Í Danmark eru tað eisini prestar, sum livað í samkyndum parlag. Ì Før- oyum hevur bispur greitt sagt, at kirkjan ikki fer at góðtaka, at prestar vælsigna samkynd pør. Tað ber ikki til at ganga ímóti viljanum hjá bispinum sum ovasta fyri kirkjuni og vælsigna samkynd pør. Bergur Jacobsen vísir á, at tað er einki fyri hjá før- oyskum samkyndum at fara til Danmarkar at verða vælsignaði av einum presti, um tað er tað, tey vilja. Bergur veit at siga, at í Danmark ganga nógv sam- kynd í kirkju, og hann kennir eisini fleiri. Av hes- um vilja nógv als ikki væl- signast í kirkjuni, tí eftir teirra trúgv eru tað kona og maður, ið gera hetta. Tað vísir seg harumframt í Dan- mark, at tey samkyndu eru farin at halda til í kirkjum við samkyndum prestum ella prestum við somu hug- burðum sum tey. – Í Danmark kunnu fólk velja frítt, og tað haldi eg eisini er fínt, sigur Bergur Jacobsen. Presturin í Samuels kirkj- uni kennir kortini ikki nógv til, at føroysk samkynd koma til Danmarkar – í øll- um førum hansara kirkju – av ótta úr Føroyum. So vítt Bergur veit eru ikki nógv samkynd millum kirkju- gangararnar í Samuels- kirkjuni, men tað eru nógv aðrastaðni. Bergur Jacobsen, prestur: Demokratiskur rættur at skráseta parløg Bergur Jacobsen heldur kjakið um skrásett parlag vera nyttuleyst í Føroyum, tí uppkskotið verður valla samtykt við hesari løgtingsmanningini Orsakað av einum leka í einum olju- tanga rann olja í ósan í Sandágerði, men landsynningur var í ættini, og hetta forð- aði oljuni at renna á sjógv LEKI Heri á Rógvi Seinnapartin mikudagin fekk Tórshavnar sløkkilið fráboðan um ein oljuleka í Sandágerði. Olja var runnið út í ósan í Sandágerði. Or- søkin var tann, at eitt hol var á einum oljutangi, sum stendur við eitt av húsinum tætt hjá. Annfinn Reinert, vara- leiðari hjá Tórshavnar sløkkiliði, sigur, at olja er runnin út gjøgnum rør í kloakini, og hon er so runn- in út í ósan í Sandágerði. Við serligari útgerð fóru menn frá Tórshavnar sløkkiliði undir at súgva oljuna upp úr ósanum. – Vit arbeiddu við at fáa oljuna burtur til kl. 9 á kvøldi, og tá høvdu vit fingið tað mesta. Vit fóru so aftur hósmorgunin tíðliga fyri at royna at fáa restina, sigur Annfinn Reinert. Sjálvur roknar Annfinn við, at ein størri reinsing av økinum skal gerast, men tað ilt at siga, nær og av hvørjum hetta verður gjørt. Roknað verður við, at einir 2.000-2.500 litrar runnu út í ósan, men bert heilt lítið rann út á sjógv. Landssynn- ingur var í ættini, og hetta forðaði oljuni at renna út á sjógv. Landsynningurin forðaði oljuni Fólk frá Tórshavnar sløkkiliði høvdu úr at gera við at fáa oljuna upp úr Sandágerði. Ein leki á einum tanga var orsøkin til lekan. Mynd: Finnur Justinussen C M Y K 7 6