fríggjadagur 11. oktober 2002síða 5
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 195 - 11. oktober 2002
Nr. 195 - 11. oktober 2002
9
Til Rumenia fyri 25. ferð
RUMENIAHJÁLPIN
Solby A. Eliasen
Í gjárkvøldið fór Absalon
Matras fyri 25. ferð úr Før-
oyum til Rumenia. Við sær
hevði hann ikki minni enn
sjey tons av klæðum og
øðrum til tey neyðstøddu
harniðri.
Sosialurin
hitti
hann
uttanfyri Christianskirkj-
una, tá hann saman við øðr-
um var í ferð við at lessa
bussin.
Absalon sigur, at ein
kann ikki ímynda sær alla
neyðina í Rumenia. Ein má
síggja tað fyri at trúgva tí.
- Tá ein hevur sæð,
hvussu ringt tey hava tað,
og hvussu fátøk tey veru-
liga eru har niðri, tá sær
ein, hvussu gott vit hava tað
herheima, sigur hann.
Hann greiðir frá, at tað er
ræðandi at síggja allar sjúk-
urnar, sum eru í umfari har.
Fólkini eru gravskitin, tí
tey hava ikki ráð at keypa
sápu, so tey kunnu vaska
sær.
- Har eru so nógv sjúk
børn eisini, og tað er synd-
arligt at síggja alla neyðina
og elendigheitina, sum er
har. Eg havi sæð børn, sum
vóru so skitin og illa fyri, at
klæðini vóru byrjað at rotna
av teimum, sigur hann
stillisliga.
Bussurin hjá Absaloni er
lessaður við klæðum, dýn-
um, seingjarklæðum og
madrassum. Men ongin
matur ella sápa er við, tí tað
eru sera strangir reglar í
Rumenia
fyri
tílíkum.
Absalon sigur, at um hann
hevði havt mat við, so
hevði tað verðið tikið frá
honum við markið millum
Ungarn og Rumenia. Tí
hevur hann heldur pening
við til tey neyðstøddu.
Nú hevur hann verið so
ofta har niðri, at fólkini
kenna hann aftur, tá hann
kemur. Tað fyrsta tey spyrja
hann um hvørja ferð, hóast
tey vita tað, er um hann ikki
hevur mat við.
- Tá er tað, vit heldur
geva teimum pening, tí vit
ikki kunnu hava matin við.
Absalon sigur eisini, at
fyrr plagdi hann at hava
sápu við úr Føroyum, so tey
kundu sleppa at vaska sær,
men tað sleppur hann ikki
inn í landið við longur, so
nú fer ein partur av pengun-
um eisini til sápu.
Skiftust um skógvar
Hóast hann nú hevur verið
so ofta í Rumenia, so hevur
hann framvegis ikki vant
seg við at síggja neyðina.
- Ein venur seg aldrin við
at síggja fólk í fátækra-
dømi. Ímynda tær, fólk ið
eru so illa fyri, at tey ikki
ein gongd eiga pening til at
keypa sápu, so tey kunna
vaska sín egna kropp, sigur
Absalon.
Hann greiðir frá, at eina-
ferð tá tey komu til Rumen-
ia, vóru tey stødd í eini lítl-
ari bygd. Har var ein fam-
ilja við 12 børnum. Tá
bussurin kom til bygdina
komu
fólkini
sjálvandi
ímóti teimum beinanvegin,
tí tey høvdu frætt aðra-
staðni frá, at har var hjálp at
heinta.
Henda familjan átti bert
eitt par av skóm. Og tað
vóru
skógvarnir
hjá
mammuni. Og teir skógvar-
nar skiftust børnini um at
brúka, soleiðis at bert eitt
barn kundi fara í skúla um
dagin. Næsta dagin slapp
so eitt annað barn og so
framvegis. Men í bussinum
vóru nógvir barnaskógvar,
so tá bussurin hevði verið
har tann dagin, áttu børnini
í hesi familjuni hvør sítt par
og kundu tí øll fara í skúla í
senn dagin eftir.
Gentan, sum hevði havt
skógvarnar hjá mammuni
tann dagin, kom rennandi
aftan á bussinum, tá hann
koyrdi avstað. Og gleðin og
tøkkin lýstu úr eygunum á
henni, tí hon nú hevði fing-
ið einar skógvar bara til sín
at brúka.
- Tað merkisverda av øll-
um hesum var, at hon eisini
var so ómetaliga fegin, tí
hon visti, at vit fóru til ta
næstu bygdina. Og har búði
ein vinkona hjá henni, og
hon hevði eisini brúk fyri
skóm, og tað fegnaðist
hendan gentan næstan líka
so nógv um, sigur Absalon
og leggur afturat, at fólkini
í Rumenia hóast fátækra-
dømi hugsa sera nógv um
hvønnannan.
- Tey siga hvørjum øðr-
um, at tey hava fingið
hjálp, og hvaðani tey hava
fingið hana, so at hini eisini
kunnu fáa ágóðan av Rum-
eniahjálpini, sigur Absalon,
og tað skilst á honum, at
hann hevur alla virðing fyri
hesum neyðstøddu menn-
iskjunum, sum á ein ella
annan hátt duga at sýna
næstrakærleika
í
allari
neyðini og fátækradømi-
num.
Skrásettur í Rumenia
Tað er sera strangt hjá út-
lendingum at koma til
Rumenia. Har er strangt
eftirlit við markið. Tá
Absalon kom har fyrstu
ferð, stóðu vápnaðir her-
menn frammanfyri bussin,
meðan hann bleiv kannað-
ur.
Í dag er tað ikki longur so
strangt, tí nú kenna teir
Absalon og hansara ørindi í
Rumenia.
- Teir plaga at heilsa mær
nú og eru sera hjálpsamir
eisini, so nú er tað munandi
lættari, tá vit skulu um
markið, sigur Absalon.
Hann sleppur eisini at
koyra frítt runt í Rumenia,
Absalon Matras úr Klaksvík hevur koyrt niður til Rumenia við klæðum og øðrum til tey neyðstøddu har síðani 1995. Í
gjárkvøldið fór hann so við Norrønu við einum bussi lessaðum við sjey tonsum av klæðum
Hesuferð fór Absalon avstað við umleið sjey
tonsum av klæðum, dýnum, madrassum og
øðrum til tey neyðstøddu í Rumenia
tí hann er skrásettur sum
humaniterur
hjálpari
í
landinum.
Hann og hansara fólk
búgva í býnum Timisoara.
Ella rættari sagt, er tað
teirra tilhaldsstað. Tí tey
koyra jú so at siga kring alt
landið. Men tað er gott at
hava eitt stað at halda til.
Hesuferð skula tey tó til
ein bý, sum eitur Con-
stanca. Hann liggur heilt
suðuri ígjøgnum niðri við
Svartahavið beint upp til
markið við Bulgaria. So tað
verður ein drúgvur túrur at
koyra frá Timisoara til Con-
stansa.
- Teinurin er líka langur
sum alt Týskland, sigur
Absalon.
Hann greiðir frá, at rum-
enarar sjálvir geva komm-
unismuni skuldina fyri alla
neyðina í landinum. Rum-
enarar siga, at Rumenia var
eitt
ríkt
land,
áðrenn
kommunismuna.
- Tað verða ein rúgva av
pengum nýttir til alt eftirlit-
ið, sum er í landinum,
greiðir Absalon frá. Hann
sigur, at tað er so nógv øðr-
vísi enn tað, vit eru von við
herheima.
- Til dømis, um eg skal
keypa okkurt har, so telji eg
fyrst eftir, um tað er nóg
mikið av pengum. Síðani
telur kvinnan handan kass-
an, síðani ein triðji persón-
ur, og so framvegis. Tað
skulu nógvir pengar til tí-
líkt eftirlit, vísir Absalon á.
Neyðin í Rumenia er tó
ikki bert á bygdunum.
Absalon sigur, at óansæð,
hvar ein so ferðast í landi-
num, so er neyðin sjónlig.
Tað eru nógv, sum hava tað
gott, men sanniliga eisini
nógv, sum ikki hava tað
gott.
- Um tú fert ein gongutúr
í einum býi í Rumenia, so
sært tú nógv fólk, vaksin og
børn, í dýrastu neyð.
Rumeniahjálpin
Absalon nýtir hvørt oyra,
sum hann vinnur til hetta
vælgerandi
endamálið.
Einaferð hevði hann einans
250 krónur eftir, tá hann
kom umborð á Norrønu,
men hann sigur, at tað
hugsar ikki so nógv um.
- Eg skal nokk klára meg.
Hann arbeiðir sjálvur
bert frá mei til septembur,
og so koyrir hann túrar til
Rumenia hinar partarnar av
árinum.
Ein tílík ferð er ikki
ókeypis, hóast hon er til
góðgerandi endamál, og tað
skal nógvur peningurin til
fyri at røkka málinum, og
kunna fara fleiri túrar um
árið niður til Rumenia. Og
so er spurningurin, hvar
peningurin kemur frá.
- Eg veit ikki at siga
akkurát, hvar peningurin
kemur frá. Men eg brúki
hvørt oyra, sum eg havi
sjálvur. Harafturat hava vit
eina konto, sum eitur Rum-
eniahjálpin, og har seta
nógv fólk pening inn. Til
dømis kann eg nevna eina-
ferð, tá eg kom aftur av ein-
um túri, tá stóðu brádliga
so nógvir pengar á konto-
ini, at eg kundi fara í gongd
við
fyrireikingarnar
til
næsta túrin beinanvegin,
greiðir hann frá.
Og hann er sera takksam-
ur fyri beinasemi, sum fólk
hava víst honum í sambandi
við hetta tiltakið. Bæði við
at lata klæðir og annað inn,
og so eisini við at lata pen-
ing.
Hetta er 5. ferðin hjá
Absaloni til Rumenia í ár,
og ein freistast at spyrja
hann, um hann ikki hevur
hug at steðga.
- Eg havi hugsað um at
steðga, men eg kann ikki.
Eg havi sæð so nógva neyð,
og hvussu ringt fólk hava
tað, at tað er ikki hugsingur
um hjá mær at gevast, sigur
hann og leggur afturat, at
hann ætlar sær ein túr aftur-
at í ár, áðrenn veturin av
álvara fer at gera um seg.
- Eg má royna at koma
niðuraftur har einaferð
afturat, so tey hava eitt
sindur av heitum klæðum
til veturin. Tí tá tey hava
fingið klæðir, so hava tey
tað sindrið meira av peng-
um til eitt nú mat og brenni.
Munurin millum summar
og vetur í Rumenia kann
verða upp til 80 gradir.
Kuldin kann fara líka niður
í –40 gradir í fjallalendi-
num og –20 gradir á slætt-
lendinum.
- Tað ringasta fyri tey um
veturin er, at tey eiga onki
brenni. Og tað royna vit so
eisini at nýta pening frá
Rumeniahjálpini til. Vit
keypa brenni og býta tað so
javnt millum tey, soleiðis at
tey vónandi klára seg
gjøgnum veturin, greiðir
Absalon frá.
Peningurin frá Rumenia-
hjálpini fer sostatt til
brenni, sápu og mat, tí tað
sleppur Absalon ikki at
hava við sær í bussinum.
- Eg plagdi at hava sápu
við fyrr, men tá munn og
kleyvasóttin fór at gera um
seg, bleiv tað bannað. Men
eg ætli mær at fara at
spyrja, um eg ikki kann
hava sápu við aftur nú.
Imanuel og Absalon
Absalon koyrir ikki bara
fyri seg sjálvan til Rumen-
ia. Í Havn er tað samkoman
Imanuel, sum stendur fyri
Rumeniahjálpini, og so
plaga tey at skiftast um at
hava ta fíggjarligu ábyrgd-
ina av túrinum. Á seinasta
túrinum var tað Imanuel,
sum hevði ábyrgdina, men
hesuferð er tað aftur Absa-
lon sjálvur.
Hann sigur, at fólk í Før-
oyum eru ófør at lata til
Rumeniahjálpina, og tað
sást avbera væl á øllum
sekkunum, sum eru pakk-
aðir í stóra bussin frá
Mouritsen. Men inni í
kirkjukjallaranum í Christ-
ianskirkjuni standa fleiri
sekkir eftir enn, sum ikki
passa við henda túrin. Tað
er ongin vandi í tí, tí Absa-
lon fer avstað aftur ein túr
afturat einaferð í novembur.
Hann hevur havt ein
minni buss á hinum túrun-
um, men hesuferð hevði
Mouritsen bjóðað honum
ein buss, og hann er nógv
størri.
- Tað er deiligt, tí so kann
eg hava nógv meira við,
sigur Absalon Matras, sum
leggur dent á, at tað berandi
í øllum er at síggja, hvussu
fegin onnur kunna verða
um okkara yvirflóð.
- Eg havi sæð børn, sum vóru so illa fyri, at klæðini vóru byrjað at rotna av teimum, sigur
Absalon
C
M
Y
K
9
8