Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-11, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. oktober 2002síða 6

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 195 - 11. oktober 2002 Nr. 195 - 11. oktober 2002 11 Sosialurin hevur ver- ið og vitjað handverk- og listarbreytina í Ósáskúlanum í Klaksvík HANDVERK OG LIST Ingrid Bjarnastein Veðrið er heldur ófýsligt henda morgunin Sosialurin er og vitjar í Ósáskúlanum. Í dag hava 10. flokkarnir breytir – ávíkavist miðla- breyt, handverk og list, ítr- óttarbreyt og húsarhalds- breyt. Tey, ið hava valt breytina, ið eitur handverk og list, halda til í Advokathúsinum, sum liggur beint við síðuna av sjálvum skúlanum. Hetta kemst av stóra plásstrotin- um á skúlanum, tí ikki er pláss fyri øllum næmingun- um. Handverk- og listarbreyt- in hevur arbeitt við ymsum evnum síðani byrjanina av skúlaárinum. Arbeitt hevur verið millum annað við kollasjumyndum, litlæru og nógvum øðrum, og hesu- ferð er evnið lýsingar. Seinast næmingarnir høvdu breyt, arbeiddu teir við klipp og skræð mynd- um, og fyri at arbeiða víðari innan hetta økið, verður hesuferð dentur lagdur á lýsingar. Øðrvísi Sjálvt um stórur partur av undirvísingini í dag var heldur »turrislig«, so vóru næmingarnir ógvuliga áhugaðir. Lærararnir Tala Black og Bergljót Johann- essen greiddu frá um lýs- ingar og ávirkanina tær hava á keyparan. Sjálvt um næmingarnir teir báðu fyrstu tímarnar av breytini í dag, ikki beinleiðis høvdu so nógv annað at gera enn at lurta, so var áhugin stórur. Næmingarnir eru væl við í tímanum, og svara og nýta hugflogið, sum best ber til. Tað krevur rættiliga nógv av teimum, at skula svarað upp á allar spurningarnar lærarin kemur við, men hóast tað missa teir ikki mótið. Sjálvt um teir noyðast at sita niðri í eini tveir tímar, so tykist hetta ikki at nerva teir. – Grundin til, at vit hava valt hesa breytina er, at tað ljóðaði spennandi. Ein sleppur at gera nógv handa- ligt, vit sleppa út og so hava vit heldur ongi skúlating, siga næmingarnir. – Tær noyðist ikki bein- leiðis at vera kreativur fyri at vera á hesari breytini, men tað er avgjørt ein fyri- munur. Krevjandi At hava breytir í fólkaskúl- anum er nakað rættiliga nýtt. Fyri fáum árum síðani var onki, ið æt breyt, men við hesum sleppa næming- arnir frá tí vanliga undirvís- ingarhættinum, og verða aktiveraðir á ein heilt annan hátt enn vanligt. Tá tveir tímar vóru farnir við at tosa um lýsingar, sluppu næmingarnir út til ein steðg og aftaná steðgin skuldu teir sjálvir gera nakrar lýsingar. – Nú fara teir at arbeiða við lýsingum til eina kafé, sum teir skulu hava um hálvan november. Ætlanin er, at teir skulu sjálvir hugsa um alt, sum skal vera á kaféini. Innrætting, litir, pynt og annað, siga lærar- arnir, Tala Black og Berg- ljót Johannessen. Næmingarnir hava fyrr í ár verið niðri í fjøruni og heintað ymiskt, sum nú turkar og seinni skulu teir gera dekoratiónir burturúr hesum til at pynta kaféina við. Hinar breytirnar vera so eisini bjóðaðir á kaféina at síggja, hvat handverk- og listarbreytin hevur fingið burturúr. – At undirvísa í breytum er nógv meira krevjandi enn at undivísa vanligt. Tað krevur meira av læraranum og eisini skalt tú vera meira kreativur enn vanligt. Men vit halda, at tað er ógvuliga spennandi og okkum dámar tað væl, siga tær báðar, sum vísa á, at eisini tær læra nógv við hesum slagnum av undirvísing. Tala og Bergljót halda, at flestu næmingarnir eru ógvuliga áhugaðir í breyt- ini. – Tað verða altíð nakrir, sum ikki eru eins áhugaðir, og hinir, men samanumtik- ið, so koma teir væl frá tí. Teimum báðum lærarind- unum dámar væl henda nýggja undirvísingarháttin, og halda, at hetta er ein av- bjóðandi máti at undirvísa upp á. Ordiliga »vell« at hava breyt 10. flokkur í Ósáskúlanum hevði breytir hósdagin. Hesin flokkurin hevði handverk- og listarbreyt, og her eru tey avmyndað saman við einum høvdið, sum tey hava gjørt Sjálvt um tað mesta var tos henda morgunin, so sótu næmingarnir áhugaðir og lurta eftir tí, ið lærarin hevði at siga Skúlabørn á Toftum fingu sløk 1200 pund av eplum burtur úr 1200 seteplum, sum tey settu niður í Rituvík BØRN OG SKÚLI Vilmund Jacobsen Tíðliga í september tóku børnini í 6. flokki við Tofta skúla uppaftur eplini, tey settu niður í Rituvík, með- an tey enn gingu í 5. flokki. Fyrr í summar høvdu vit eina grein um hesa epla- velting í Sosialinum, og nú eplini eru komin uppúr aftur moldini, fara vit at siga frá, hvussu hildnaðist. Veltan í Rituvík var ein flagvelta. Børnini settu 1200 setepli niður av slagn- um folva, og nú tey tóku uppaftur, fingu tey út við 1200 pund av vælsmakk- andi eplum. Hetta er um- leið 12-13 fold, og tað er góð »frukt«. Í Rituvík er góður sólar- gangur, og eplini veksa væl. 52 pund hvør Børnini í 6. flokki eru 22 í tali, og tey fingu 52 pund av eplum heim við hvør. Tey hava eina konto í bankanum, har tey savna pening til okkurt, tey fara at gera í framtíðini. Foreldur og/ella onnur í familjuni keypa eplini, og peningurin verður settur á hesa felags- konto. Hetta er aðru ferð, at hes- ir næmingarnir velta epli í Rituvík saman við floks- læraranum, Jóhonnu Peter- sen. Fyrru ferðina var velt- an nógv minni enn hesa- ferð. Vanligt er at taka eplir upp síðst í september, men hóast upptøkan hjá 6. flokki var longu tíðliga í september, var nógv undir, og eplini vóru góð. Verkætlan Lærarar, sum hava 6. flokk við Tofta skúla, hava tosað um møguliga at skipa eina verkætlan innan fleiri læru- greinir um Rituvík/Toftir. Rituvík er ein lutfalsliga ung niðursetubygd. Kanska verður eplavelt- ingin byrjanin til hesa verk- ætlan. Hví settu fólk búgv í Rituvík, og hvørjar vóru fyritreytirnar? Hvussu sær bygdin út í dag? Tað er stuttligt hjá næm- ingunum at sleppa út um skúlans gátt við hvørt at takast við ymiskt í náttúr- uni. Næmingarnir í 6. flokki við Tofta skúla hava roynt eitt sindur av hvørjum. Settu niður í fimta, tóku uppaftur í sætta Næmingarnir eru spentir og hugagóðir, nú eplini verða tikin uppaftur Kanska verður eplaveltingin byrjanin til eina verkætlan í fleiri lærugreinum. Hví settu fólk búgv í Rituvík, og hvørjar vóru fyritreytirnar? Nógv er undir; 1200 setepli vóru í moldini, og sløk 1200 pund eru nú at taka heimaftur við C M Y K 11 10