fríggjadagur 11. oktober 2002síða 7
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 195 - 11. oktober 2002
Nr. 195 - 11. oktober 2002
13
Fíggjarlógarviðgerðin á tingi bendir á, at vit fara
at fáa eitt samgonguskrædl um ikki so langa tíð.
Skulu vit døma eftir úttalilsunum hjá fleiri av
samgongufólkunum undir viðgerðini seinastu
dagarnar, so er totalt kaos á fíggjarlógarøkinum.
Løgmaður, sum annars eigur at vera borganin
fyri, at mál, sum fara niðan í tingið, hava undir-
tøku millum samgonguflokkarnar, hevur eftir
øllum at døma bara latið standa til og sett seg
afturá fyri at eygleiða tað innanhýsis stríð, sum
mangulfulla fíggjarlógin hevur við sær.
Tað ber illa til at lesa líkasælu og dvalakendu
støðu løgmans í sambandi við fíggjarlógar-
viðgerðina sum annað enn, at hann fegin sær, at
samgongan slitnar. Tað er einasta náttúrliga
svarið til hansara passivitet og apati og tað
fulkomna kaos, ið ræður.
Viðgerðin hevur víst, at uppskotið til fíggjarlóg
er bara ein karmur heldur enn eitt detailierað
lógaruppskot, sum tað eigur. Nú skulu so
fíggjarnevndarlimirnir til at fylla henda karmin
út so ella so. Okkurt aftrat her og okkurt burtur
av har. Hetta er kanska ikki so óvanligt men tað
óvanliga er, at meðan hetta fyrr hevur hoyrt til
undantakið, er hetta nú júst øvugt. Nú er
undantakið vanin. Nærum alt uppskotið sum tað
er er fyribils. Skulu bara nøkur heilt fá av teim-
um mongu ynskjunum og krøvunum, sum
samgongufólk hava til uppskotið, verða tikin til
eftirtektar, so fer talan at verða um ein hóp av
eykafíggjarlógum. Hetta er so í fullkomnari
andstøgn til tað, sum formaðurin í Fíggjar-
nevndini segði so avgjørdur við fíggjarmála-
ráðharran herfyri, nevniliga, at hann fór ikki at
góðtaka fleiri eykajáttanaruppskot. Nú sær út til,
at hann verður noyddur at eta hesi orð í seg aftur,
tí tað rætt og slætt ikki slepst undan eykajátt-
anarlógum og serlógum fyri eitt nú at kunna
røkka kravinum um undirsjóvartunnil til Norð-
oyggjar og til skattalætta.
Formaðurin í Javnaðarflokkinum fýltist undir
viðgerðini harðliga at samgonguni og segði, at
eingin politikkur er at síggja aftur í fíggjar-
lógaruppskotinum og helt hann tað vera ótrúligt,
at samgongan bara kann halda fram, um so er at
andstøðuflokkarnir stuðla tí fíggjarlóg sam-
gonguflokkarnir ikki sjálvir kunnu semjast um.
Ella sum tingmaðurin Henrik Old segði undir
viðgerðini: var atkvøtt fyri fíggjarlógini í dag, so
lá hon skerfløt.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Samgonguskrædl
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliassen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 4449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Rullandi redaktionin:
tel. 220507
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Tórbjørn Jacobsen
natoja@ft.dk
Tað sigst um ein ávísan, at
tá ið hann fór at eldast,
leitaði hann sær í kleystur.
Hetta sama kann ikki sigast
um Øssur Dam Jacobsen.
Minnist hann bara sum ein
siðiligan og sáttligan ting-
mann úr Vestmanna. Væl er
fráliðið síðani. Nú tykist
maðurin at hava skift ham á
gamalsaldrinum.
Líkist
meira stavnamanninum, tá
ið hesin var yngri, og meiri
trivaligur í retorikkinum.
Húðfletti alt sum fyri var.
Havi ikki sæð nakað tíð-
indaskriv frá radikala sjálv-
stýrinum um, at teir hjálpa
hvørøðrum
við
lesara-
brøvum, men okkurt bendir
á, at har situr ein lítil fitt
losja, í akkumuleraðari øði,
og frustratión, og varpar
sakleys offur út á hermóti, í
eini neyðarsligari roynd at
niðurgera
onkran,
sum
roynir at gera eitt erligt
politiskt arbeiði. Handan
gluggaklæðini skula tit allir
samlir vera so sára vísir í, at
hetta verður sum at sletta
vatn á gás. Hvørki meiri
ella minni.
Tjóðveldisflokkurin still-
aði ikki upp til fólkatings-
valið, tí vit ætlaðu okkum á
fólkating fyri at sita har og
trilla tummlar og gána upp
undir kongaligu ljósakrún-
urnar.
Vit stillaðu upp til fólka-
tingsvalið, tí fólkatingið er
eitt forum, har vit kunnu
virka til frama fyri hug-
sjónini um tær frælsu Før-
oyar.
Tað er undirritaði, sum
floksins umboð á fólka-
tingið, sum meti um,
hvussu vit frægast fáa brúkt
hendan pallin, hitt danska
parlamentið, til frama fyri
hesi somu hugsjón.
Higartil hevur arbeiðs-
hátturin verið, at verið
virkin, í fólkatingssalinum.
Við at seta fram skriv-
ligar og munnligar spurn-
ingar, til allar teir ráðharrar,
sum varða av føroyskum
viðurskiftum, soleiðis at
tey føroysku atlitini og tey
føroysku áhugamálini ong-
antíð verða gloymd.
Tað havi eg gjørt við
støðugt at vísa á ta ódemo-
kratisku
støðu,
harið
danska statsvaldið umboð-
ar Føroya land og Føroya
fólk í hernaðarmálum og
uttanríkismálum, uttan at
vit so frægt sum fáa innlit í
viðurskiftini.
Tað geri eg við at kunna
um okkara politisku stevnu
á fundum í bæði Føroyum,
Grønlandi og Danmark.
Tað geri eg við at sam-
starva við grønlendsku
fólkatingsumboðini,
so-
leiðis at okkara felags stríð
fær størri megi.
Haldi, at tað hevur ging-
ist so toluliga. Hætti mær, í
allari beskeðinheit, at siga,
at ein føroyskur fólkatings-
sessur ikki í nógv, nógv ár
hevur verið brúktur so nógv
og so væl, sum síðani Tjóð-
veldisflokkurin vann annað
av føroysku umboðunum á
valinum seinasta heyst.
Ein gamal løgtingsmaður
átti at vita, at í einum parla-
menti verður mesta arbeiði
ikki gjørt í tingsalinum.
Har verða hugsjónirnar og
retorikkurin
fýrdur
av.
Mesta arbeiði og djúptøkna
viðgerðin av málum fer
fram í ymsu nevndunum.
Tá uppskot mítt um
sjálvsavgerðarrætt Føroya
fólks var fyri á danatingi,
varð tað t.d. beint í
politisku-búskaparligu
nevndina.
Viðgerðin gekk væl í
tingsalinum - men táið mál-
ið eftir 1. viðgerð varð
beint í nevnd, mátti eg
sleppa endanum. Fekk ikki
verið við meir. Tað var latið
upp til danskar parla-
mentarikarar einsamallar at
viðgerða. Síðani datt tað
burtur. Ætli mær at taka tað
framaftur einaferð í vetur,
so fáa vit at síggja hvussu
leikur fer. Nú hava vit í
hvussu er optimalar møgu-
leikar fyri at fylgja málin-
um, fram til endans.
Sum støðan hevur verið,
var
hetta
nevndarloysi
sjálvandi ein vansi, vildi tú
gera eitt dygdararbeiði. Tí
havi eg valt at fara uppí
hesa nevndina, sum eisini
viðgerð onnur mál av týdn
ingi fyri Føroyar. Hetta,
ikki tí eg ætli mær at lut-
taka í donskum innlendis-
politikki, men heldur tí at
eg ætli mær at fáa størst
møguliga ávirkan á tey
mál, sum snúgva seg um
Føroyar og okkara viður-
skifti.
Hetta var orsøkin til, at
Tjóðveldisflokkurin stillaði
upp til fólkatingsvalið. Vit
vildu hava ávirkan á tað,
sum snýr seg um Føroyar.
Og vit vildu brúka okkara
ávirkan.
Vit eru ikki partur av
nøkrum donskum fólka-
tingsbólki. Vit hava okkara
egna bólk. Hjálandabólkin.
Norðuratlantsbólkin. Ein
alliansa av trimum sjálv-
stýrismonnum úr Grøn-
landi og Føroyum.
Síðstu fýra árini sótu
Jóannes Eidesgaard og Óli
Breckmann á danatingi.
Tá Óli segði ja, segði Jó-
annes nei. Og tá Jóannes
segði nei, segði Óli ja.
Teir
kolldømdu,
ella
rættari, ógildaðu ávirkanina
hjá hvørøðrum. Harvið
høvdu teir absolut onga
ávirkan á nakað sum helst,
sjálvt um báðir, íðnir
royndu at reka danskan
innlendispolitikk, - í hvør
sínum leiri.
Tá bankamálið var fyri,
gjørdu teir sína skyldu, og
atkvøddu ikki ímóti før-
oyskum áhugamálum. Fyrr
var illa.
Men annars gjørdu teir so
at siga einki, sum føroyskir
fólkatingsmenn. Sjaldnir
gestir í tinginum. Eingin
visti, at teir vóru til, sum
slíkir. Hóast 1.000 føroysk
mál áttu at verið tikin upp,
tóku teir einki upp. Alt fór
bara aftur við borðinum.
Er tað tað, Øssur Dam
Jacobsen vil hava? Vil hann
hava tvey føroysk fólka-
tingsumboð, sum kanska
halda eina talu annaðhvørt
ár, og annars einki annað
gera enn at heva sína løn?
Tað halda vit ikki í Tjóð-
veldisflokkinum. Vit hildu
tað vera meiningsleyst at
hava tveir føroyingar sit-
andi á danatingi, sum
ongan annan leiklut høvdu,
enn
at
vera
pippandi
kanariufuglar í búri hjá
ávikavist Socialdemokrati-
et og Det Konservative
Folkeparti.
Á Fólkatingi blandar
Tjóðveldisflokkurin
seg
ikki uppí danskan inn-
lendispolitikk. Hetta hevur
altíð verið og fer væntandi
frameftir, soleingið flokk-
urin er umboðaður har, at
vera hansara støða. Hetta,
líkamikið um flokkurin er
staddur á røðarapallinum
ella í einhvørji fólkatings-
nevnd.
Øssur Dam Jacobsen átti
eisini at vita, at ein teknisk
valsamgonga í einum parla-
menti av sær sjálvum einki
hevur við politiskt sam-
starv at gera. Norður-
atlantsbólkurin á Fólkatingi
er suverenur. Valdi at fara í
tekniskt
samstarv
við
Sosialdemokratarnar, SF,
Radikala Vinstra og Eind-
arlistan um nevndarbýtið,
Siglir Øssur í sigartoku?
Framhald á næstu síðu
Regin Eikhólm
9/10-2002
Nývaldi "fólkaligi" meiri-
lutin í vísindaligu siðsemis-
nevndini hevur fingið av at
vita bæði av tingsins røð-
arapalli og í fjølmiðlunum,
tí sagt verður, at tey
átrúnarliga á fundamental-
istiskum ástøði bert um-
boða ein lítlan minniluta í
Føroyum. Um hald er í tí
sum sagt verður, so er hetta
kortini ikki fyri føroyingin
nøkur óvon støða, tí tað
fundamentalistiska
hug-
rákið hevur í mong ártíggir
stórtrivist eitt nú í okkara
almennu puristisku móðir-
málsrøkt, men tað bøtir
sjálvsagt ikki um støðuna.
Við fundamentalistiskum
undirtónum og málsliga
misskiltum
nationalro-
mantiskum aroma hevur
ein lítil minniluti í mong
ártíggir einvegis framt ís-
landifila purismu í før-
oyska málinum. Vit hava
eisini í sama tíðarskeiði
fingið ein hóp av meir ella
minni hepnum nýføroysk-
um orðum, men úrslitið er,
so løgið tað ljóðar, eitt
minni
nuancerað
og
fremmandagjørt móðirmál
uttan egið alfabet.
Fleiri hundrað ára inten-
siv samvinna við Danmark
hevur givið eina málsliga
endurspegling haðani av
bæði praktiskum og in-
tellektuellum fyribrigdum,
sum í dag eru ein natúrligur
partur av okkara máli,
hóast puristarnir ikki vilja
viðurkenna tað.
Danskur etikkur og
føroyskt spjaldur
Nýggja føroyska orðabókin
hýsir til dømis ikki orðum
sum etikkur og æstetikkur,
hóast sagt verður í formæl-
inum, at savnað er úr mælt-
um máli. Ein føroysk debat
uttan hesi orð er óhugsandi
í dag og var tað eisini fyri
100 árum síðani. Hinvegin
so finna vit bæði nummar-
plátu og spjaldur í bókini.
Hesi hava hvør sín uppruna
og týdning, men Bileftir-
litið velur at brúka heitið
nummarspjaldur heldur enn
nummarplátu. Eg havi so
enn ongan bil sæð við
spjaldri, men síggi javnan
seyð við spjaldri. Fellur eitt
føroyskt orð (nummarpláta)
saman
við
tí
danska
(nummerplade), so sigur
ráðandi danifoba hugrákið,
at her ruggar ikki rætt. Boð
er strax eftir nýføroyskt, og
hetta ger føroyskt til eitt
vandamál, har sjálv sálin
við sínum abstrakta sen-
sualiteti er við at bløða
burtur. Móðirmálsbúnin hjá
einum fólki er ikki nakað
sum í sínum uppruna broyt-
ist frá degi til dags.
Eitt móðirmál má antin
vaksa ella hvørva. Tá vit í
Føroyum ikki eiga ein ein-
asta heimskendan filosof,
rithøvunda ella vísinda-
mann, sum hevur dimen-
sión ella førleika sum slóð-
ari fyri expansiónini av tí
meiri altjóða verbaliseraða
hugaheiminum, so mugu
vit smyrja okkum við, at
ikki øll altjóða fyribrigdi
kunnu umsetast niður í
okkara
verbalu
húða-
skógvar.
Føroyska alfabetið
Í 50’árunum lærdu vit eitt
føroyskt alfabet, sum hevði
nógmikið av bókstavum til
øll vanlig orð, nøvn, brúks-
lutir og hugtøk. Vit vóru
stolt av at hava eitt frælst
sjálvberandi alfabet, sum
gjørdi tað óneyðugt hjá
okkum at fara uttanlands at
lána bókstavir - eitt nú til
nøvnini í nýggju telefon-
bókini ella álmanakkanum.
Men síðani tá er máað
burturav okkara alfabeti í
ólukkumáta, soleiðis at vit í
dag ikki hava nakað veru-
ligt føroyskt alfabet, men
eina
rudimentera
bók-
stavarøð, sum als ikki er
nøktandi í dagliga sam-
skiftinum, og ger okkum
ófræls og heft at útlendsk-
um
alfabetum.
Henda
óvirðilig um enn sjálv-
gjørda støða er ein stór
skomm fyri okkara móðir-
mál.
Amputerað alfabet
Við hvørjari heimild kunnu
okkara puristisku málfrøð-
ingar amputera virknar
bókstavir
av
føroyska
alfabetinum og deyðadøma
ein hóp í móðirmálinum
virkin og neyðug orð?
Fylgirnar kenna vit. Tá ein
vanligur føroyingur gremur
seg um, at hann ikki dugir
nóg væl at tosa føroyskt, so
meinar hann við, at hann
dugir ikki nóg væl ný-
føroyskt, tí móðirmálið
duga vit øll til egnan tørv.
Bókstavaamputatiónirnar
hava eisini ítøkiligar av-
leiðingar: C-vitaminin finst
ikki longur á føroyskum, og
helst verður føroyingurin
enn meira krímfokin nú enn
áður. Føroya Musikskúli
kann rokna við at fáa átalu
fyri framhaldandi at brúka
útlendska C-tónan, sum
saman við imperialistisku
avleykarunum:" C-Dur, C-
moll ella Cis-moll" kann
skaða
óspiltu
føroysku
musiksálina.
Føroyingar
hava fyrr klára seg við
kvøðing og Kingo í Torv-
moll, so hví ikki nú?
Nú kirkjan ætlandi kem-
ur á føroyskar hendur, hava
orglini eisini eina óvissa
framtíð, tí neyvan verður
danski C-tónin við í yvir-
tøkuni. Men hinvegin, hví
skal eitt føroyskt klaviatur
eisini partú miðsavnast um
ein
tilvildarligan
út-
lendskan C-tóna við 261,1
svingningum pr. sekund, tá
vit hava okkara egnu tóna-
smiðir?
Puristiski móðir-
málsførleikin
Havandi í huga at okkara
gráa máleminenca hevur
lagt munin meiri í tað
puristiska
enn
í
tað
musikalska í sjálvum móð-
irmálinum, so áttu vit
deyðiligu móðirmálslingar
helst eisini at havt lært at
liva við sakninum eftir C-
tónanum, og sum rættir
føroyingar tikið ábyrgd og
liva við tí tilfangi sum
okkara gelda bókstavarøð
gevur okkum.
Men um vit hinvegin
kaga í telefonbókina, so
síggja vit, at hundraðtals
føroyingar nærmast eru
gjørdir navnleysir, tí ver-
andi føroyska bókstava-
røðin rúmar ikki teirra
nøvnum. Sjálvt okkara
kendi málvinur og orða-
bókaútgevar,
Zakarias
Wang, noyðist uttanlands,
tá hann skal skriva sítt
navn, tí hvørki Z ella W eru
longur at finna í føroysku
bókstavarøðini, heldur enn
tað í matematikkini nógv
brúkta X’ið. Á henda hátt
verða nøkur okkara bók-
staviliga sett uttanfyri, og
tað er óføroyskt.
Samanumtikið má sigast,
at føroyska málið hevur
mist ein hóp av nuancum
og verður annars í ov stóran
mun drenað fyri aktuel og
viðkomandi altjóða orð, har
tey nýggju heimagjørdu
landafrøðis heitini eru eitt
gevandi
dømi.
Ongin
kennir nakað aftur og tað er
sera óheppið, serliga tá
hugsað verður um at før-
oyingar eru eitt siglandi
fólk, sum dagliga hava brúk
fyri altjóða heitum á økin-
um.
Nýggja navnalóggávan
vísir vegin
Nýggja
navnalóggávan
boðar annars frá góðum, tí
nú verður aftur møguligt at
uppkalla ein av sínum
kæru. Har vístu politikarar
dirvi og gingu móti tí fyrru
taliban líknandi navnalóg-
gávuni -mest umboðandi
Úlv og Úlvhildu. Saman
við nýggju navnalóggávuni
eigur sjálvandi nøktandi
føroyskur bókstavaførleiki
at fylgja við. Eitt barn
navngivið við føroyskum
navni skal kunna stava sítt
navn á føroyskum. Hett má
vera eitt minstakrav, og tað
átti Føroya løgting at tikið
sær av saman við stovnan-
ini av eini breiðari móðir-
máls siðsemisnevnd.
Ein
breið
móðirmáls
siðsemisnevnd umboðandi
brúkarar við tilknýti til
føroyska samfelagið og við
atliti til móðirmálið sum
smidligur samskiftismiðil,
hevði givið okkum eitt
meiri nuancerað móðirmál
við fleiri niveaum. Alt frá
túnatosi til universitetsstøði
innan flest øll fakøkir.
Hetta hevði natúrliga ført
við sær eina fjølltáttaða
altjóðagering av málinum,
tí skapandi kreftir - áður
múlabundnar
-
høvdu
sloppið framat.
Vist hava vit tekniskt
dugnaligar málfrøðingar,
men eitt er sjókort at skilja,
annað skip at føra. Eitt tosa
mál er ein livandi vera og
hevur sál og følilsir, sum
ein áhaldandi teknisk pur-
isma kann drepa. Men
saman við eini breiðari
móðirmáls siðsemisnevnd
høvdu vit kunna altjóða-
gjørt málið og rætta uppá
tær talibanlíknandi útreins-
ingar, sum føroyska móðir-
málinum hevur verið fyri -
øllum at gagni!
UTTAN ÚR HEIMI
fyri at fáa eina so dygga
umboðan sum gjørligt.
Annars hava vit ikki
meiri politiskt samstarv
við hesar flokkar, enn
við allar hinar á tingi. So
einfælt er tað. Eisini her
roynir
gamli
norðstreymoyartingmað
urin at villeiða sínar
landsmenn.
Skal nøkur meining
vera
í
føroysku
umboðanini á danatingi,
so má hon brúkast sum
frægast. Tí stillaðu vit
upp. Og nú brúka vit
hana.
Til
fulnar.
Í
strembanini fram ímóti
teimum frælsu Føroyum.
Framímóti
føroysku
republikkini.
Tað var kanska ikki alt
so heilhjarta, tað sum
hendi frá føroyskari síðu,
á danatingi, áðrenn 20.
november 2001. Sum
onkur vildi sagt. Ikki
sannheit Øssur? Góðan
byr útaftur úr hesum
altoyðandi,
klaustro-
fobiska sigarmjørkanum.
Høgligari er at sigla í
góðum líkindum. Tá
himin er heiður og
silvitni blaktrar. Sum
bretar siga: In calm sea
every man is a pilot.
Framhald av síðu 12
Hava vit ikki eisini tørv á eini breiðari móðirmáls siðsemisnevnd?
- so vit kunnu rætta uppá tær talibanlíknandi útreinsingar, sum føroyska móðirmálinum hevur verið fyri
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Tað var stórur eftirspurn-
ingur eftir fiski á telefon-
søluni hjá Fiskamarknaði
Føroya í gjár og prísirnir,
sum skipini fingu, vóru
rættiliga góðir.
Ein trolbátur fekk 33 kr.
fyri tosk 1, 32 kr. fyri tosk
2, 24 kr. fyri tosk 3, 22 kr.
fyri tosk 4 og 18 kr. fyri
tosk 5.
Hetta er metprísur, siga
tey á Fiskamarknaði Før-
oya.
Hýsan hevði eisini góðan
prís; hýsa 1 fór fyri 18,70
kr. , hýsa 2 fyri 17,70 kr. og
hýsa 3 fyri 14,70 kr. Besti
prísurin á tungu var 42 kr.
fyri kg.
Ein partrolari, sum seldi
um telefonsøluna í gjár,
fekk
31 kr. fyri tosk 1,
30 kr. fyri tosk 2, 24 kr. fyri
tosk 3 og 22 kr. fyri tosk 4.
Upsin
hevði
eisini
hampiliga góðan prís á
telefonsøluni í gjár. Ein
snellubátur seldi upsa 1 fyri
5,50 kr., upsa 2 fyri 5,70
kr., upsa 3 fyri 5 kr. og upsa
4 fyri 4,10 kr.
Veður og streymur
Á Fiskamarknaði Føroya
siga tey, at tað er veður-
lagið
og
streymviður-
skiftini, sum trýsta prísin
uppeftir í løtuni.
- Veðrið hevur verið so
gott, og nógvur fiskur er
komin uppá land, ikki bara
her hjá okkum, men eisini
uttanlands. Tí hevur fiska-
prísurin ikki verið so góður.
Tey vísa á, at ruskut
veður saktans kann tæna tí
endamáli at trýsta prísirnar
uppeftir, og tað er hetta,
sum nú er hent .
Nú veðrið hevur verið
óstøðugt nakrar dagar, hev-
ur lítil og eingin fiskur
verið inni á gólvinum.
Metprísir á uppboðssøluni
C
M
Y
K
13
12