fríggjadagur 11. oktober 2002síða 8
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Frá fríggjadegi 11. oktober til hósdagin 17. oktober
Taxi - út í verð
Undan væðingini - smuglarin
Gesturin
Næmingar úr 6. flokki á
skúlanum á Giljanesi práta um
happing, og hvussu man kann
steðga happing. Vit práta eisini
við ein persón, sum veit nógv
um happing. Næmingarnir
sleppa eisini at hitta tann
persónin, sum tey helst vilja
hitta. Gita hvør tað verður.
! – Happing 5:12
Skúlagáttin
Sunnukvøldið kl. 20.00
Fríggjakvøldið kl. 18.10
Mikukvøldið kl. 20.00
Mikukvøldið kl. 20.00
Ein rørandi og romantiskur skemtifilmur, sum bæði
Helen Hunt og Jack Nicholson, vunnu ein Oscar fyri.
Melvin (Jack Nicholson) er tann løgnasti maðurin tú
kanst hugsað tær. Hann arbeiðir heima í íbúð síni á
Manhattan, har hann roynir at fullføra arbeiði av eini
skaldsøgu. Restina av tíðini brúkar hann upp á, at
irriterast inn á onnur menniskju. Hann velur, av
tilvild, nøkur offur. Hansara homoseksuelli granni,
Simon, fær serliga nógv stríð av Melvin, sum hevur
sínar føstu ætlanir, sum hann fylgir í allar endar og
kantar. Hann byrjar millum annað dagin við døgurða
á eini lokalari kafe, har hann hevur fast borð, og
bestikk við í lummanum. Her hevur hann eisini havt
samanbrestir við øll tey arbeiðandi, øll uttan Carol
(Helen Hunt). Hon er ein hart arbeiðandi mamma,
sum hevur ein son, sum er plágaður av astma. Carol
hevur nóg mikið at stríðast við í sínum egna lívið, og
letur seg ikki órógva av einari ella tveimum
sarkastiskum viðmerkingum. Saman við Carol verður
Melvin noyddur at seta seg inn í lívið hjá øðrum og
kenslurnar hjá teimum. Hetta er ein ræðandi
uppliving fyri hann, sum ikki dugir so væl sosialt, og
heilt einkult ikki veit, hvussu hann skal uppføra seg.
Det bli'r ikke bedre
Mánakvøldið kl. 19.00
Sunnukvøldið kl. 20.00
15
14
Nr. 195 - 11. oktober 2002
Sangleikur um Kúlla Knút
Leygardagin verður
frumsýning av barna-
og ungdómssangleiki-
num Kúlla Knút, sum
Havnar Sjónleikarfel-
ag stendur fyri. Kúlla
Knút hevur sín upp-
runa í danska Bølle
Bob, men er nú um-
settur og umskrivað-
ur, so føroysk børn
skulu kenna seg aftur
í honum
SJÓNLEIKUR
Jón Brian Hvidtfeldt
Fyri tjúgu árum »uppfann«
danin Gunnar Geertsen
søguna um Bølle Bob, sum
síðan er vorðin fólkaogn í
Danmark. Leikurin hevur
verið á palli óteljandi ferðir
síðan og millum annað er
ein sjónvarpsrøð gjørd um
Bølle Bob. Eisini tónleikur-
in, sum er ein samantvinn-
aður partur av søguni um
Bølle Bob, er vorðin væl
umtøktur í Danmark, seldar
eru umleið 350.000 plátur
og fløgur, og millum løgini
finnast eisini fleiri landa-
plágur.
Og tað var eitt av hesum
løgunum við Bølle Bob,
sum fekk Elin á Rógvi at
hugsa um, hvørt tað ikki
hevði verið eitt gott hug-
skot at fingið leikin umsett-
an og umskrivaðan, so eis-
ini føroysk børn (í øllum
aldri) kundu fáa gleði av
søguni.
- Tað var eitt hvørt í tón-
leikinum við Bølle Bob,
sum fangaði meg. Eg hevði
longu tá ætlanir um at leik-
stjóra ein sjónleik fyri børn,
men eg valdi tó at lesa fleiri
aðrar leikir, áðrenn eg
gjørdi av at tað skuldi vera
Bølle Bob, greiðir Elin á
Rógvi frá. Hon hevur sjálv
leikstjórnað
leikinum,
meðan Herleif Hammer er
framleiðslustjóri.
Tað var eitt ivamál um
Bølle Bob skuldi sleppa at
varðveita sítt danska navn,
men fólkini aftan fyri leikin
valdu tó, at í Føroyum skal
Bølle Bob eita Kúlla Knút.
Stuttligur leikur
Søgan í sangleikinum um
Kúlla Knút fer fram í eini
føroyskari bygd, har ein
standmynd skal avdúkast.
Av einhvørjari orsøk verður
standmyndin stolin, men vit
kunnu tó longu avdúka, at
hon kemur afturíaftur, áðr-
enn leikurin er av. Fleiri
stuttligar søgur og stuttligir
persónar eru í leikinum,
millum annað handilsmað-
urin Blom, sum selir børn-
unum bomm og ymiskt
annað.
Elin á Rógvi sigur, at
leikurin fyrst og fremst er
stuttligur, men sjálvandi er
eisini ein moralur aftanfyri,
leggur hon afturat. Eisini er
tónleikur og sangur ein ber-
andi partur av leikinum, og
millum annað verða tíggju
sangir framførdir, teir um-
leið tveir tímarnar, leikurin
varir.
20 leikarar
Tilsamans 20 leikarar, 15
børn og fimm vaksin, úr
Havn, Hoyvík, Kollafirði
og Nólsoy, eru við í leiki-
num. Elin á Rógvi hevur
sjálv valt børnini út til leik-
in, eftir at tey hava verið til
»casting« í Sjónleikara-
húsinum, har tey millum
annað skuldu vísa, at tey
dugdu at syngja, dansa,
spæla sjónleik og so skuldu
tey eisini vera til reiðar at
nýta stóran part av síni frí-
tíð til venjingar.
Venjingarnar til leikin
byrjaðu um hálvan august,
og liggur nógv arbeiði
aftanfyri, nú tey leygardag-
in hava frumsýning av
leikinum. Av tí at talan er
um ein sangleik, hevur av-
bjóðingin ligið í at fáa tón-
leikin at passa til sjónleik-
in.
Sangirnir eru allir um-
settir til føroyskt, meðan
løgini eru tey somu sum í
donsku upprunaútgávuni.
Av tí at upphavsrætturin til
sangirnar og tónleikin við
Bølle Bob er spjaddur á
fleiri hendur, rokna tey í
Havnar Sjónleikarfelag ikki
við, at nøkur fløga fer at
spyrjast burturúr. Men tey
hava tó fingið loyvi til at
spæla ein sang um Kúlla
Knút inn av nýggjum, og
hesin verður væntandi at
hoyra í útvarpinum í næst-
um.
Frumsýning
leygardagin
Leygardagin klokkan 19
verður frumsýning í Sjón-
leikarhúsinum í Havn av
sangleikinum um Kúlla
Knút. Av tí at pallurin er
stórur, og leikararnir eru
ikki færri enn 20 í tali,
vænta tey ikki at farið verð-
ur at ferðast kring landið
við leikinum. Fyribils er
ætlanin at spæla sangleikin
um Kúlla Knút 14 ferðir,
men annars so leingi, sum
áhugi er fyri leikinum.
FÍGGJARLÓG
Jón Brian Hvidtfeldt
Postverk Føroya skal um-
skipast, so ella so. Og
broytingarnar skulu sting-
ast út í kortið og fremjast,
longu í ár. Tað er greitt, eft-
ir at játtanin til stovnin er
strikað í fíggjarlógarupp-
skotinum fyri næsta ár.
Spurningurin er so, hvørt
Postverkið skal umskipast
til alment partafelag, ella
onkur onnur loysn skal
finnast. Bjarni Djurholm,
landsstýrismaður í vinnu-
málum, er av tí áskoðan, at
rættast er at umskipa Post-
verkið til alment partafelag,
og landsstýrismaðurin met-
ir, at henda loysn fer at gera
Postverkið bíligari at reka. Í
øllum føri tær átta millión-
irnar, sum í dag mangla í
roknistykkinum hjá post-
verksstjóranum til fíggjar-
ætlan fyri næsta ár. Úr
Vinnumálaráðnum hevði
Bergur í Garði, stjóri á
Postverkinum, annars fing-
ið vissu fyri, at hann fór at
fáa átta milliónir úr lands-
kassanum næsta ár, men
henda játtan er síðan skorin
burtur. Bergur í Garði vísir
á, at av hesum átta millión-
unum skuldu millum tríggj-
ar og fýra milliónir nýtast
til rakstur, meðan restin
skuldi nýtast til íløgur.
Hann leggur afturat, at ikki
ber til at spara allar íløgur-
nar burtur, og tí verður
helst neyðugt at finna enn
størri part av pengunum av
rakstrinum, harav lønir eru
80 prosent.
Í Sosialinum í gjár segði
Bjarni Djurholm, lands-
stýrismaður í vinnumálum,
sum eisini varir av Post-
verkinum, at hann hevði
sett pengarnar av til Post-
verkið, fyri á tann hátt at
tryggja grundarlagið undir
stovninum næsta ár. Men
hann legði afturat, at fór tað
at eydnast at umskipa Post-
verkið til alment partafelag
næsta ár, so fór ikki at
verða neyðugt við játtanini.
Tí var hann skelkaður, tá
hann, eftir at fíggjarlógar-
uppskotið var farið til
prentingar, fekk at vita, at
Fíggjarmálaráðið
hevði
strikað játtanina til Post-
verkið.
Karsten Hansen, lands-
stýrismaður í fíggjarmál-
um, er ikki heilt samdur við
tulkingini hjá Bjarna Djur-
holm av gongdini í máli-
num. Karsten Hansen vísir
á, at tað á landsstýrisfundi,
væl áðrenn fíggjarlógin fór
til prentingar, var semja um
at raðfesta onnur øki, mill-
um annað eldraøkið, hægri,
og at eingir pengar tí vóru
til Postverkið næsta ár.
- Tað var semja í sam-
gonguni um, at onnur øki í
samfelagnum skulu rað-
festast hægri, og at eingir
pengar tí vóru til Postverk-
ið. Men tá eg so fái upp-
skotið til játtanir til málsøk-
ið vinnumál frá Bjarna
Djurholm, eru átta milliónir
kortini settar av til Post-
verkið. Trupulleikin
er
bara, at tá var longu semja
um at nýta pengarnar til
onnur øki, og tað ber jú ikki
til at nýta somu pengar tvær
ferðir. Tí valdi eg at strika
hesa játtan, sigur Karsten
Hansen, landsstýrismaður í
fíggjarmálum.
Postverkið
skal umskipast
Bjarni Djurholm, lands-
stýrismaður í vinnumálum,
vísir á, at fæst ikki politisk
undirtøka fyri at umskipa
Postverkið til alment parta-
felag, so kemur stovnurin í
álvarsligar trupulleikar, tí
so mangla átta milliónir í
fíggjarætlanini hjá stovni-
num. Hann vil tí hava
landsstýrismannin í fíggjar-
málum at veita vissu fyri, at
játtanin til Postverkið kem-
ur aftur á fíggjarlógina,
fæst ikki politiskur meiri-
luti fyri at umskipa stovnin.
Karsten Hansen sigur, at
málið snýr seg ikki um,
hvørt hann skal veita
Bjarna Djurholm vissu fyri
nøkrum sum helst.
- Eg havi fingið boð um,
at man hevur ætlanir um at
finna eina endaliga loysn
fyri Postverkið, og at henda
loysn verður funnin í hes-
um árinum. Tað hevur alla
tíðina ligið í kortunum, sig-
ur Karsten Hansen. Hann
kann tí heldur ikki veita
postverksstjóranum nakra
vissu fyri, at játtanin til
stovnin kemur aftur á fíggj-
arlógina, eydnast tað ikki
politiska myndugleikanum
at semjast um framtíðina
hjá Postverki Føroya.
Karsten Hansen hevur
lítlan hug at gera viðmerk-
ingar til, hvørt hann og rest-
ina av Tjóðveldisflokkinum
taka undir við at umskipa
Postverkið til alment parta-
felag.
- At umskipa Postverkið
til alment partafelag er ein
møguleiki av fleiri, sigur
Karsten Hansen og leggur
afturat, at enn væntar nakað
í, áðrenn ein loysn er funn-
in fyri Postverkið. Hann iv-
ast tó ikki í, at ein loysn
verður funnin fyri Post-
verkið í hesum árinum.
Bjarni Djurholm, lands-
stýrismaður í vinnumálum,
segði av tingsins røðara-
palli hósdagin, at í sam-
band við at umskipa Post-
verk Føroya til alment
partafelag, verður lagt upp
til, at Postverkið millum
annað skal selja burturav
sínum aktivum, t.d. bygn-
ingum, fyri millum 30 og
40 milliónir krónur.
Postverkið má liva í óvissuni
13 ára gamli Philip Reinert
Ovenberg úr Hoyvík spælir
Kúlla Knút í sangleikinum
av sama navni, sum verður
frumsýndur leygardagin
Mynd: Finnur Justinussen
- Landsstýrið er samt um at raðfesta eldraøkið
hægst næsta ár, og tað merkir millum annað,
at eingir pengar eru til Postverkið. Hetta visti
Bjarni Djurholm eisini av, men tá hann so
allíkavæl ætlaði at játta Postverkinum átta
milliónir á fíggjarlógini, so noyddist Fíggjar-
málaráðið at strika pengarnar. Tað sigur Kar-
sten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmál-
um, nú tað vísir seg, at átta milliónir mangla í
fíggjarætlanini hjá hjá Postverkinum næsta ár.
Karsten Hansen vísir á, at arbeitt verður við at
fremja broytingar innan Postverkið, so stovn-
urin gerst bíligari at reka. Broytingarnar
skulu fremjast í hesum árinum
C
M
Y
K
14