Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-03-08, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. mars 1984síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 30 — 8. mars 1984 tíðindablaðið Hevði TFL fylgt sáttmálan var eingin arbeiðssteðgur Hevði leiðslan á Telefon- verki Føroya Løgtings, TFL, fylgt såttmålanum millum Starvsmannafel- agið og Feroya Lands- stýrið hevði tvídrátturin um aktuellu starvssetan- ina ikki fingið fótin fyri, seg og Starvsmannafel- agið hevði sloppið undan at seta ein arbeiðssteðg á telefonsteðini í Havn í gildi. Hetta halda nekur av teimum, sum í letuni eru í verkfalli. Starvsfólk vísa á, at hverki starvsfólk ella Starvsmannafelagið hava fingið nakað at vita um gongdina í málinum, sum er beinleiðis orsekin til ar- beiðssteðgin, og til ta (framuidar)-ætlan, ið mað- urin av nýggjum er settur eftir. Víst verður til grein 2, stykki 1 í sáttmálanum hjá Starvsmannafel- agnum: >Tá avgerandi broyting- ar verða gjørdar í arbeiðs- gongdini á einum stouni ella nýggjur teknikkur verður tikin í nýtslu, skal starvsfólkið á avvarðandi stovni hava boð um hetta í góðari tíð fyri at fáa høvi til at vera við til tilrætta- leggjanina. Krevja tílík tiltok eftirútbúgving, skulu starvsfólk á avvarð- andi stovni hava høvi til at fåa neyduga eftirut- bugving, so tey kunnu røkja hesi arbeidi«. I såttmålaøkinum hjå Starvsmanna- felagnum Sipað verður í hesum sam- bandi til gongdina, frá tí at ein maður við byggi- froðingaprógvið verður settur sum kaðalmeistari eftir sáttmála millum fel- agið hjá byggifreðing- unum og landsstýrið og ikki sambært sáttmál- anum hjá Starvsmannafel- agnum, hóast starvið er í såttmålaøkinum hjå Starvsmannafelagnum. Og frá tí at landsstýrið sendir manninum eina uppsegn í januar við gildi frá 1. mars og til tann dagin, tá knappliga eitt nýtt starv er sett á stovn til mannin — sum byggi- freðingur. Álitismaðurin á kaðal- deildini fekk einki at vita um hesa nýnormeringina fyrr enn dagin fyr, 29. mars. Sama dag varð eisini setanarbrævið sligið upp í matstovuni í høl- unum, TFL heldur til í uppi á Hálsi. Hví landsstýrið er gingið við til at seta eitt nýtt starv á stovn — við hægri len og eftirlenar- skipan — er ikki eydnast at fáa upplýst. Upprunin til málið Upprunin til arbeiðssteðg- in á TFL er ósemja um setanina av einum nýggj- um kaðalmeistara. Sein- asta summar varð sekt eftir nýggjum kaðalmeist- ara, tí tann undanfarni hevði sagt seg úr starvi. Og síðsta heyst setti TFL nýggjan kaðalmeistara í starv. Formaðurin í Starvs- mannafelagnum, Ernst Hansen, sigur, at felagið fylgdi ikki gjella við mál- inum seinasta summar, tí felagið var tá í sáttmála- samráðingum við lands- stýrið. Knappliga síðsta heyst frættir felagið, at sam- ráðingar fara fram millum setanarmyndugleikan og felagið hjá byggifreð- ingum, tí talan er um at seta ein byggifreðing í starvið. Hóast landsstýrið ikki hevði eftirlíkað ellum ynskjunum hjá felagnum hjá byggifrødingunu m, so var landsstýrið kortini gingið við til hægri len ella viðbót og til eina eftirløn- arskipan. V.ø.o. var lands- stýrið gingið við til at veita betri semdir enn starvsfólk fáa. Starvið sum kaðalmeist- ari er annars í sáttmála- ekinum hjá Starvsmanna- felagnum, og tá felagið frætti um samráð- ingarnar, vendi felagið sær til landsstýrið og vísti á, at talan var um eitt starv sum starvsmanna- felagssáttmálin fevndi um. Landsstyrid gav vidhald Landsstýrið gav Starvs- mannafelagnum viðhald. Landsstýrið segði seg eisini vilja broyta setanar- viðurskiftini, soleiðis at maðurin kom undir sátt- málan hjá Starvsmanna- felagnum. Hetta fekk TFL eisini at vita frá landsstýrinum, men TFL eftirlíkaði ikki ynskjunum, og í tíðarbil- inum sum farið var, varð maðurin settur í starv. Tá landsstýrið frætti, at TFL ikki hevði broytt set- anarviðurskiftini, gav landsstýrið boð um, at starvið sum kaðalmeistari kemur undir såttmålaøkid hjá Starvsmannafel- agnum, og vildi maðurin ikki fylgja boðunum hjá landsstýrinum, fór lands- stýrið at siga hann upp. Ynskini hjá landsstýr- inum vórðu ikki eftirlíkað, og síðst í januar mánað varð hann uppsagdur og skuldi fara úr starvi 1. mars. Frættu einki aftur Starvsmannafelagið hoyr- di so einki aftur til málið fyrr enn 29. februar. Ernst Hansen upplýsir, at henda dagin fær nevnd- in í felagnum at vita frá álitismanninum á kaðal- deildini, at hann hevur verið á fundi hjá stjóran- um, Sólbjern Jacobsen, saman við onkrum deild- arleiðarum. Á hesum fundinum fær álitismaðurin at vita, at byggifreðingurin, sum varð settur sum kaðal- meistari, er fluttur í eitt nýtt starv, ið TFL hevur februar. skuldi gjort tann 28. Byggifreðingurin fara heim tann 29. sum kaðalmeistari, og tá hann metti aftur dagin eftir tók hann við nýggjum starvi. — Tí spyrja vit, hvar blívur so starvið sum kaðalmeistari av, sigur Ernst Hansen. Við at ný- normera sterv upp á handa mátan gongur stovnurin uttan um sátt- málan millum Starvs- mannafelagið og lands- stýrið. Tí metir Starvsmanna- felagið hetta seinasta sum brot á sáttmálan. Og tí hevur Starvs- mannafelagið eisini spurt landsstýrið, hvar starvið sum kaðalmeistari blívur av. Síða 3 Formaðurin í Starvsmannafelagnum, Ernst Hansen: — Tað at landsstýrið gongur við til at normera eitt nýtt starv, tá kaðalmeistarin ikki vil ganga undir sáttmálan hjá Starvsmannafel- agnum er at ganga uttan um okkara sáttmála. Starvsmannafelagid fylgdi ikki gjølla vid gongd- ini, tá nýggjur kaðalmeistari skuldi setast, tí fel- agið var upptikið av sáttmálasamráðingum, haðani henda myndin stavar Arbei..;steðgurin á kað- aldeildini hevur vart eina viku í dag. Men mána- dagin víðkaði Starvs- mannafelagið arbeiðs- steðgin, soleiðis at hann fevndi um alla telefonstød- ina i Havn, ialt 79 starvs- fólk. Hetta hendi eftir at landsstýrið ikki hevði svarað brævinum um málið frá Starvsmannafel- agnum. Felagið hevði sett mánadagin á miðdegi sum freist. Og mikumorg- unin fóru øll starvsfólkini á TFL í verkfall. Bert neyðtænastan er opin. jo-mo Verkfallið er brot á sáttmála og er ólóg- ligt Starvið sum kaðal- meistari er ikki fall- ið burtur. Lands- stýrið metti, at tervur var at stovna eitt nýtt starv. Lands- stýrið heldur ikki, at gongdin í mál- inum hevur avger- andi broytingar við sær á kaðal- deildini og tí brot á grein 2 í sátt- málanum Landsstýrið heldur, at verkfallið, ið Starvs- mannafelagið hevur sett í gildi á Telefonverki Fer- oya Legtings, er ólógligt. — Tað er klárt brot á sáttmálan miilum Starvs- mannafelagið og lands- stýrið, sigur John Dani- elsen, fulltrúi í landsstýr- inum. Hetta hevur lands- stýrið gjørt felagið varugt við. Tá Sosialurin hevði sam- band við landsstýrið beint fyri døgurda ígjár, hevði landsstýrið ikki vent sær til felagið, men fulltrúin í starvsfólkaviðurskiftum upplýsti tá, at landsstýrið fór at venda sær til Starvsmannafelagið sein- rapartin í gjár. John Danielsen vildi kortini ikki siga nakað um, hvat landsstýrið fór at siga við Starvsmanna- felagið. Men hann upplýsir, at kaðalmeistara-starvið, ið Starvsmannafelagið hev- ur spurt landsstýrið eftir, er ikki fallið burtur. Starv- ið er ósett og steða er ikki tikin til, um starvið megu- liga skal broytast nakað. Við góðum grundum Spurdur, hvussu tað ber til, at landsstýrið gongur við til at stovna eitt nýtt starv, tá ein persónur ikki vil taka av starvi sum kaðalmeistari, ið hann er settur í, sambært galdandi sáttmála fyri starvið, sigur Johan Danielsen, at telefonverkið er ein tek- niskt samansettur stovn- ur sum er undir stødugum útviklingi, og at tað er við góðum grundum, at tele- fonverkið hevur sekt um at stovna eitt nýtt starv til ein byggifreðing. Tá landsstýrið hevur góðkent starvið, er tað tí, at landsstýrið ásannar, at tervurin er til staðar, vísir hann á. John Danielsen upp- lýsir, at byggifreðingurin skal taka sær av at tekna kaðalar, skipa fyri arbeið- um í samband við útbjóð- ing til privatar entrepre- nerar, samráðast við hesar, hava eftirlit við arbeiði og samskipa kommunalar byggiætlanir við ætlanirnar hjá telefon- verkinum o.a.tl. Somuleiðis verður upp- lýst, at persónurin í starv- inum er undirleiðari á kað- aldeildini. — Landsstýrið metir seg hava heimild at upp- rætta nýggj størv uttan at spyrja Starvsmannafel- agið eftir, og starvið sum kaðalmeistari eksisterar framvegis, sigur lands- stýrisfulltrúin. Ikki avgerandi broyting Sosialurin: — Starvs- mannafelagið, og fólk á kaðaldeildini halda, at hverki stovnur ella lands- stýrið hava hildið seg til sáttmálan, tí starvsfólkið ikki er tikið upp á ráð, sum grein 2 í sáttmálanum sigur! John Danielsen: — Í sáttmálanum stendur >Tá avgerandi broytingar verða gjerdar í arbeiðs- gongdini...skal starvs- fólki...“ Landsstýrið heldur ikki, at talan er um avgerandi broytingar fyri Framhald á síðu 4