hósdagur 8. mars 1984síða 9
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 30 — 8. mars 1984
Vit ferðast aðra-
staðni!
Tummas Arabo: Vit í
arbeiðsbólkinum meta, at
vit feroyingar hava sera
lítið vald, tá tað snýr seg
um at fáa turistar til
landið ella ikki. Tað er jú
frítt at ferðast millum
lond. Nú tá flutnings-
meguleikarnir gerast
alsamt betri, so fáa vit
fleiri turistar, antin
okkum dámar tað ella ikki.
Okkum nýtist sum so als
ikki at taka steðu til
henda spurningin. Men
sjálvandi skulu vit tosa
um, hvussu nógv vit skulu
gera burtur úr at
reklamera fyri Feroyum.
Eg meti tó, at trýstið
uttanífrá altíð fer at vera
til staðar, og tí mugu vit
nú b einanvegin byrja at
stýra streyminum av tur-
istum, sum koma til
Feroya. Annars haldi eg,
at feroyingar eru sera
fegnir um at ferðast í
eðrum londum. Tí kunnu
vit ikki annað enn at loyva
eðrum at koma henda
vegin
Sigurd Simonsen
tey, sum
gistingarhús í Feroyum
og tey, sum hava flut-
ningstól at flyta fólk og
farm bæði millum Feroyar
og útlond og í Feroyum,
ynskja at fáa meiri í sín
part. Eingin hevur so
nógv, at hann ikki kann
fáa meira. Og jú fleiri eru
um at brúka flutningstól-
ini, tess betri melur tað
runt fíggjarliga.
— Men tá tað verður sagt,
at talan er fyrst og fremst
um at stýra og fáa skipað
viðurskifti — er hetta í
veruleikanum ikki tað
sama sum at síga vit vilja
hava fleiri turistar til
landið, og at vit vilja fáa
fleiri pengar burtur úr tur-
istunum.
— Jákup Haraldsen: —
Tað, sum vit royna at siga
í hesum áliti er, at Feroyar
tola fleiri turistar uttan at
vit skulu gera nakað fyri
at fáa teir, men okkum
tervar eina ferðamanna-
miðsteð, sum skal skipa
viðurskiftini soleiðis, at
turistarnir kunnu koma
meira út um alt landið.
Vit hava ein sera stóran
flutningskapacitet, sum
vit fegnir ynskja at brúka.
Annars kann eg bert vísa
til tað, sum politikararnir
segdu á ferðamannaráð-
stevnuni í Havn fyri
nekrum árum síðani. Teir
hildu turistarnir
mugu koma meira út um
landið, og at tíðin turistar
eru í Feroyum, átti at
fevnt um enn fleiri mánað-
Øll
hava
fyri, at
ir
Fremmandamaður-
in líka so góður
Jákup Veyhe: Tá vit
føroyingar fara út í onnur
lond, so ynskja vit ikki at
verða nevndir turistar.
Nei, vit ferðast. Meðan
tey fremmandu, sum
koma henda vegin, tey
sum lá
nevna vit turistar,
okkurt niðursetandi í
hesum orðinum. Eg haldi
ikki vit kunnu loyva
okkum at ferðast til onnur
lond, um vit ikki ynskja
turistar til Føroya. Tí
haldi eg, at vit áttu at
fingið feroyingin at skilt,
at fremmandamaðurin er
líka so góður, sum vit, tá
vit eru fremmandi í eðrum
londum.
— Tosað verður at
leingja um tíðina, turistar
eru í Feroyum. Men vit
eru b ert 40.000 menniskju
í hesum landi og skulu vit
hava turistar her sterri
part av partinum enn í
dag, kann tað ikki fáa
óhepnar avleiðingar fyri
fólk, umhvervi og
mentan?
Johan Restorff, nevnd-
arlimur í Feroya Ferða-
mannafelag: — Tað er dýrt
at byggja í Feroyum og
hetta merkja vit, sum
skulu hýsa teimum mongu
fremmandu. Skulu vit
klára okkum fíggjarliga,
so mugu vit royna at
víðka um sesongina,
soleiðis at turistarnir eru
her fleiri mánaðir enn í
løtuni. I dag er sesongin
bert 3 mánaðir
Jákup Haraldsen: Tær
stóru ílegurnar, sum eru
gjørdar i hotel og gist-
ingarhús, skulu eisini
svara seg. Ætlanin við
teimum er so at vit kunnu
fáa turistar henda vegin
um veturin eisini. Tá fingu
vit eina meira stabila
vinnu. Eg má vidganga, at
mær dámar best at brúka
orðið vinnu, tá talan er um
turistar. Tað er tann vegin
vit eiga at ganga.
Eg skal tó viðganga, at
sleppur gongdin at halda
fram sum nú uttan stýring
og skipaðum viðurskift-
um, so fer hetta at fáa
oheppið árin bæði á nátt-
úru, fólk og mentan.
Reklama
Tí ynskja vit pengar av-
settar á fíggjarlógina til
eina ferðamannamiðsteð.
Tummas Arabo: — Eg
ivist ikki í, at vit við eini
ferðamannamiðsteð kunnu
fáa enn meira pening
burtur úr turistunum.
Sum er, fáa vit alt ov lítið
burtur úr. Her liggur so
víst ein meguleiki fyri
einum ferðamannaídnaði,
har vit kunnu selja hópin
av verum og lutum til tey
fremmandu.
Vit brúka í dag nógvan
pening fyri at fara út í
stóru verð fyri at
reklamera fyri føroyskum
fiski og eðrum verum. Vit
leita kundar okkara upp.
Við einum skipaðum tur-
istpolitikki kunnu vit
reklamera fyri okkara
verum í Feroyum. Vit
hava jú kundarnar her.
Þeir fara so heimaftur og
kunnu har siga eðrum,
hvussu okkara fiskur og
verur annars eru. Og
hvussu Feroyar er sum
ferðamannaland.
— Men, leggur Tummas
Arabo aftrat, treytin
fyri hesum er ein ferða-
mannamiðsteð, har ein
ferðamannapolitikkur
kann verða gjerdur til
veruleika.
Sigurd Simonsen: Vit
hava ikki sandstrendur og
sól, sum aðrir hava at
bjóða turistum. Men vit
hava náttúruna. Feroya
náttúra er okkara selu-
objekt. Tað er hon, sum
skal fáa turistarnar henda
vegin. Hana hava vit so
eisini ivaleyst av. Um so
fólk hyggja og taka
myndir, so fer tað ikki at
spilla okkara náttúru. Vit
hava so nógv av náttúru
at lata av, at hon broytist
einki av tí. Tað eru eisini
fyrst og fremst fólk, ið
hava alsk til náttúruna,
ið koma henda vegin. Tað
eru fólk, sum seta eitt
virði í náttúruna og fara
serliga væl um hana. Og
at meta eftir teimum viðe-
merkingum, sum komu til
álitið frá turistum, so eru
teir ovfarnir av, at vit
føroyingar fara so illa um
nåtturuna.
Her haldi eg, at tur-
isman er positiv, tí hon
kann læra okkum at lata
eyguni upp fyri tí, sum vit
eiga og annars ikki fara
væl um. Tað er gott fólk,
sum kemur henda vegin,
og tí skaða tey náttúruna
sum minst. Tað eru ikki
fólk, sum ynskja at
drekka ella ganga í nátt-
klubba, sum koma higar,
men fólk, sum ynskja at
siggja náttúruna og njóta
hana.
John Sivertsen: — Vit
síggja eisini, nú summarið
nærkast og turistarnir
fara at koma, hvussu fólk
úti á bygd rudda og fríðka
um. So her er turisman
positiv.
— Halda tit tá, at vit als
ikki eiga at seta spurnar-
tekin við, um ynskiligt er
við fleiri turistum?
Tummas Arabo: — Tað
negativa vit hoyra her í
Føroyum um turismuna
er, at føroyingurin skal
ikki gerast til tænari og
bukka fyri turistum. Tad
AN Í
hugsi eg ikki vit koma til,
tí tað eru so nógvir aðrir
mátar vit kunnu fáa nakað
burtur úr turismuni. Tað
er ikki neyðugt at standa
við húgvuni í hondini. Vit
kunnu vissuliga fáa nakað
burtur úr turismuni, sum
eisini vit kunnu vera
negdir við.
Annars haldi eg ikki, at
feroyingar sum so, hava
nakað ímóti, at fleiri tur-
istar koma hendavegin.
Tey fólk, sum hava inn-
teku sína av turistum
hava so einki ímóti tí. So
er bert spurningurin,
hvussu nógv eru ímóti tí.
Jákup Veyhe: — Tað eru
ikki = turistarnir, sum
broyta ella ávirka okkara
samfelag. Tað at bygdir so
sum Saksun og Tjørnuvik
fingu vegasamband, ferdi
til alstórar broytingar. At
tað so bráddliga koma
2000 turistar har um
summarið haldi eg ikki
skapar nakrar stórar
broytingar. Tað er í stóran
mun tað góða ferðasam-
bandið í okkara samfelagi,
sum broytir samfelagið
uppá gott og ilt.
Johan Restorff:
broytingar, sum stava frá
turistunum haldi eg hava
verið hepnar. Taka vit
bygdahúsið í Tjernuvík,
so hava turistarnir verið
eitt gott ískoyti.
Jákup Haraldsen: — Ég
haldi ikki talan er um mis-
negd millum fólk við tur-
istarnar sum Tað er
harafturímóti stødan, sum
Tær
so.
er orsøkin til hesa mis-
nøgd. Tad at okkum
tervar so nógvar hent-
leikar so sum toilet, tele-
fonir og upplysandi tilfar,
er nakad, sum skapar mis-
nøgd. Ferðamaðurin er
noyddur at bidja um loyvi
at læna toilet og annað hjá
fólki, og hetta eru øll ikki
so fegin um.
Tað eru hesi viðurskifti,
vit vilja hava í rætt lag,
um vit í framtíðini yvir-
hevur kunnu loyva okkum
at taka ímóti fremm-
andum. Til tess er ein
ferðamannamiðsteð neyð-
ug.
p.
Tummas Arabo, Johan Restorff, Jåkup Haraldsen, Jåkup Veyhe, Sigurd Simonsen og John Sivertsen
John Sivertsen I dag
er jungluløgin galdandi å
ferðamannagkinum Vit
ynskja skipað viðurskifti
Tá
vit útbyggja veganetið í
Feroyum gloyma vit
oftani at seta upp toilet,
har tervur er á hesum
Okkum nýtist fyri tað
ikki at tosa um turistar,
men um okkum sjálvi. At
t.d. ein familja úr Havn
fer ein túr til Viðarreiðis -
og at tað so als ikki er
toilet har! Eg hugsi eisini
um teir mongu sílafisk-
arar, sum fiska í Saksun
og við Leynavatn. Eisini
har átti slíkt sum toilet-
viðurskifti at verið í lagi.
Hetta er ein almenn ella
ein kommunal uppgáva.
Og taka vit rutuna úr Ser-
vági til Mykinesar, so er
oftani neyðugt at bíða á
bryggjuni í Servági. Har
er so heldur einki stað at
fara og fólk mugu fara
oman í fjøruna at loysa
sær buksurnar aftan fyri
Eg nevni hetta
hvussu
Sigurd Simonsen
bátarnar
fyri at vísa á,
stórur tervur er á skip-
aðum viðurskiftum, um
vit skulu halda fram við at
taka fremmandum
gestum
— Tit ynskja skipað viður-
skifti og fleiri turistar og
at fáa fleiri krónur burtur
úr turistunum. Men hvat
við teimum turistum, sum
kundu hugsað sær at fiska
síl í áum og vetnum. Hvat
siga okkara egnu sílafisk-
arar til tað?
Sigurd Simonsen:
Hatta er ein sera eymur
spurningur. Ég veit,
at hann hevur verið um-
reddur í Sílaveiðufel-
agnum og, at tað har er
nidurstødan, at vit eiga
ikki at reklamera við at
fáa turistar henda vegin at
fiska síl. Her kemur kapp-
ingin inn í myndina. Teir
mongu, sum longu fiska,
ynskja ikki, at enn fleiri
skulu koma aftrat, tí tá
verður uppaftur minni í
part.
— Men er tað ikki eitt
sindur egoistiskt, at vit
fyrst ynskja at fáa tur-
ímóti
*
istar henda vegin, men at
teir so ikki skulu hava
meguleika at fiska sil, ti
tað vilja vit hava fyri
okkum sjálvi?
Jákup Veyhe Aðra
staðni verður tikin stór
upphædd fyri at kunna
fiska síl. Um vit nú tóku
nógvar pengar fyri at
kunna fiska síl, so kundu
vit brúkt peningin til at
seta út fisk og á tann hátt
nert um stovnin. Men fyri
at sleppa undan at seta ov
hegan prís fyri loyvini, so-
leiðis feroyingar íikki
kunnu fiska sum higartil,
so kundu vit havt eitt
ávíst gjald t.d. 200 kr. fyri
loyvi at fiska í eitt ár. Tá
skulu so turistarnir, sum
fiska í ein ella tveir dagar
gjalda tað sama sum
føroyingar, sum fiska í eitt
ár. Men eg rokni við, at
Sílaveiðufelagið sjálvt
kann loyva henda
spurningin.
Sigurd Simonsen Tá
vit stovnaðu Sílaveiðufel
agið vóru fáir limir men
nogv sil Í áaum og vøtnum
Í dag er beint tvertur-
ímóti. Airnar eru dálk
aðar, og oll tey góðu sjó-
sílaplássini eru farin. Nú
er bert Sandsvatn eftir,
men har hava teir so sett
út laks, og tað vita vit, har
laksur er, har doyggja sjó-
sílini út. Tað er tí vandi
fyri, at stovnurin av sjósíl-
um doyr heilt út
Skal vaksandi talið av
feroyingum fiska síl fram-
haldandi og skulu turistar
eisini hava loyvi til tess,
so verður neyðugt at seta
pengar av til at nera um
stovnin. Meguliga er tað
rætt at taka hægri gjald
fyri loyvini, fyri at kunna
skaffa pening til at nera
um stovnin.
— Í álitinum verður
nógv tosað um fiskitúrar!
— Jákup Haraldsen:
Her eru stórir meguleikar,
sum enn eru ótroyttir
Nógvir bátar liggja fyri
teym, sum kundu verið
nýttir til fiskiendamál, tá
turistar eru her. Hetta
kundi verið góð forræt-
ning.